Kvæðasavn

Snæúlvs ríma

Uppskrift: FK 85A.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

Fyrsti táttur

1. Ein býr kongur í Jorsalandi,
gott er at taka til evna,
tógva eigur hann synir av sær,
báðar kann eg væl nevna.

2. Tógva eigur hann synir av sær,
báðar kann eg væl nevna,
Magnus og hann Grimmar illi
kunnu væl dreingjum stevna.

3. Magnus vóks í faðirs garði,
gott er í honum treysti,
mjáur um miðju og herðabreiður,
so er hann Magnus reysti.

4. Magnus vóks í faðirs garði,
gott er í honum megin,
hann gevur gull á báðar hendur,
tá er hirðin fegin.

5. Grimmar vóks í faðirs garði,
so ið eg frá vendi,
hann gav ikki olmussu,
um fjandin helt í enda.

6. Kongin sókti helsótt
á teirri somu nátt,
letur hann boð til Magnus gera
bæði skjótt og brátt.

7. Tað var frægi Jorsalakongur,
gav tá upp sín anda:
»Hoyr tað, Magnus, sonur mín,
tú ráð fyri ríki og land!«

8. Tí svaraði Magnus kongur,
tók við krónu og ríki:
»Gávi Gud faðir av himmiríki,
eg var mín faðirs líki!«

9. Svaraði frægi Magnus kongur,
tók við konganavni:
»Gávi Gud faðir av himmiríki,
eg var mín faðirs javni!«

10. Ikki vantaði í ríkinum
harpur ella harpuklong,
sjálvur er gingin Magnus kongur
undir børustong.

11. Gróvu teir tað hitt ljósa lík
niður í døkka mold,
Magnus stóð og sá hará,
hann sortnaði sum ein mold.

12. Magnus reið frá kirkju heim,
hann ikki mælti mál,
mangan gleddi hann fátækan
eftir sín faðirs sál.

13. Magnus reið frá kirkju heim,
hann ikki mælti orð,
mangan gleddi hann fátækan
yvir sín faðirs borð.

14. Grimmar stendur á hallargólvi,
talar til systur sína:
»Hvar veitst tú so væna jomfrú,
ið er javnlíki til mín?«

15. Svaraði Signild, systir hans,
sló tað upp í gamni:
»Tað er so mangt eitt ótýggi,
mær tykist at vera tín javni.«

16. Hann hevði upp sína høgru hond,
gav henni høgg á tenn,
blóðið dreiv í barmin niður,
sóu tað mangir menn.

17. Magnus leyp um borðið fram,
so tók hann til orða:
»Vart tú ikki bróðir mín,
hvørt bein skuldi eg í tær mola.«

18. Magnus leyp um borðið fram,
til ilsku var hann fúsur,
síðan koyrdi bróður sín
av hallardurum út.

19. Grimmar leyp á gangaran,
ið hann sjálvur átti,
so ríður hann til Upplanda,
sum føtur bera máttu.

20. Magnus stendur á hallargólvi,
talar til systur sín:
»Hvar veitst tú so væna jomfrú,
ið vera kann drotning mín?«

21. Svaraði Signild, systir hans,
sló tað í ein gleim:
»Mangar eru á Jorsalandi,
kjós tær eina av teim!«

22. »Hoyr tað, mín hin sæla systir,
eyka mær ei tann harm,
hon er eingin innan Jorsaland,
ið sova skal á mínum armi.«

23. Svaraði Signild, systir hans,
í fyrsta orði tá:
»Kongins dóttir á Upplondum -
kundi tú hana fá!«

24. So letur frægi Magnus kongur
byggja skipini sín,
bæði letur hann á teim laða
virtur og so vín.

25. Magnus gekk til strandar oman,
var hann við ærum klæddur,
reyðan gullhjálm á høvdi bar,
hann var fyri ongum ræddur.

26. Vindur hann upp síni silkisegl,
gull við vovin brand,
strikar ei á bunka niður
fyrr enn við Uppland.

27. Teir hildu undir Uppland
eina morguntíð,
havið var sum í bál at líta,
skeiðin dundi í.

28. Kastar sínum akkerum
á so hvítan sand,
fyrstur steig hann Magnus kongur
sínum fótum á land.

29. Magnus gekk í høllina inn,
hevur hann í tí orði,
sjálvur bar upp síni bønarorð,
hann stóð fyri kongins borði.

30. Magnus stendur á hallargólvi,
ber fram bønarorð síni:
»Sit væl, reystur Upplands kongur,
gev mær dóttur tína!«

31. Tað var Grimmar, bróðir hans,
stoytir inn um dyr,
svørji tann eið á mína trú,
hann sást har ikki fyrr.

32. Tí svaraði Grimmar illi,
gull bar sær á hand:
»Kongurin, gev mær tína dóttur
ella rým av landi!«

33. Tí svaraði Magnus kongur,
fyri breiða borði gekk:
»Kongur, gev mær tína dóttur,
hon er bæði vøn og tekk!«

34. Tí svaraði Grimmar illi,
fyri breiða borð hann gongur:
»Kongur, gev mær tína dóttur,
eg biði teg ikki longur!«

35. Leingi tagdi Upplands kongur,
tykist nú komin í vanda,
hvussu hann skuldi brøðrum svara,
fyri breiða borði standa.

36. Tí svaraði Upplands kongur,
læt síni orð so fara:
»Leið mína dóttur í høllina inn
sjálv fyri seg at svara!«

37. Tólv vóru teir sveinarnir,
eftir frúnni gekk,
Magnus stendur á hallargólvi,
hann ymsar litir fekk.

38. »Ver vælkomin, mín sæla dóttir,
biðlum her at svara,
síðan kanst tú kjósa tær,
hvønn tú vilt kappan hava!«

39. »Takk havi tú, mín sæli faðir,
korið gavst tú mær,
Magnus, tann hin yngra bróður,
vil eg kjósa mær!

40. Magnus tann hin yngra bróður
hann vil eg mær kjósa,
Grimmar ikki við eygum síggja,«
segði tann liljan ljósa.

41. Grimmar rýmdi av durum út,
hann letur ei ilsku tróta:
»Illa verði tær eyðið
frú Svanhildu at njóta!«

42. Tað var frægi Magnus kongur,
fell nú á síni knæ,
meðan hann Svanhild, kongins dóttur,
til ektar festi sær.

43. Drukkið varð teirra brúdleypið,
kátt var teirra lív,
gingu bæði í eina song
Magnus og hans vív.

44. Svaraði junkarin Hergeir
av tí tunga stríði:
»Hoyr tað, frægi Magnus kongur,
gev mær systur tína!«

45. Svaraði frægi Magnus kongur,
gull bar sær á hand:
»Væn er Signild, systir mín,
hon situr í Jorsaland.«

46. Silki og so perlur
var eftir veginum breitt,
so varð Svanhild, kongins dóttir,
niður til strandar leidd.

47. Vindur hann upp síni silkisegl,
gull við roðin brand,
strikar ei á bunka niður
fyrr enn við Jorsaland.

48. Tekur hann jomfrú Svanhild,
lyfti á land við sær:
»Gud og milda Maria moy
veri nú við mær!«

49. Tað vóru hesar miklu kempur,
heim í garðin fóru,
úti Signild, kongins dóttir,
fyri teimum stóð.

50. Tað var frægi Magnus kongur,
talar til systur sín:
»Vilt tú henda riddara lova,
er komin at biðja tín?«

51. Svaraði Signild, systir hans,
fyrsta orðið tá:
»Hergeir hevði eg ætlað mær,
áður eg hann sá.«

52. Tað var junkarin Hergeir,
fell nú á síni knæ,
meðan hann Signild, kongins dóttur,
til ektar festi sær.

53. Drukkið varð teirra brúdleypið,
kátt var teirra lív,
gingu bæði í eina song
Hergeir og hans vív.

54. Untust saman á Jorsalandi
eina so lítla tíð tá,
hann gat við jomfrú Svanhild
reystar synir tvá.

55. Tey untust saman á Jorsalandi
eina so lítla tíð,
hann gat við jomfrú Svanhild
reystar synir trí'.

Annar táttur

56. Eftir var tá Grimmar illi,
eftir í Upplands ríki,
leitar hann ráð við Upplands kong
bróður sín at svíkja.

57. Kongur tekur sín sendisvein,
letur hans klæði snúgva:
»Eg havi teg so leingi roynt,
at tú hevur verið mær trúgvur.

58. Sendisvein, far til Jorsalands,
legg tær væl í minni:
áður jólini komin eru,
tá vil eg hann finna!«

59. Sendisvein leyp á gangaran
og goymdi væl tað orðið,
hann kom ikki fyrr í høllina inn,
enn Magnus sat yvir borði.

60. »Hoyr tað, frægi Magnus kongur,
hvat ið eg tali til tín,
tað var frægi Upplands kongur,
hann sendi meg til tín!

61. Hoyr tú, frægi Magnus kongur,
legg tær væl í minni,
áður jólini komin eru,
tá vil hann teg finna!«

62. Svaraði jomfrú Svanhild
av so góðum treysti:
»Eingin ríður til Upplanda
á hesum sama heysti.«

63. Sendisvein leyp á gangaran,
hann goymdi væl at orði,
hann kom ikki fyrr í høllina inn,
enn kongur sat yvir borði.

64. »Ver vælkomin, mín sendisvein,
higar nú til mín!
Hvussu tók hann Magnus kongur
við ørindum tínum?«

65. »Svaraði Svanhild, dóttir tín,
av so góðum treysti:
Eingin ríður til Upplanda
á hesum sama heysti.«

66. »Sendisvein, far til Jorsaland,
legg tær væl í minni,
áður jólini komin eru,
tá vil eg hann finna!«

67. Sendisvein leyp á gangaran,
hann goymdi væl at orði,
kom ei fyrr í høllina inn,
enn Magnus sat við borðið.

68. »Sit væl, frægi Magnus kongur,
legg tær væl í minni,
áður jólini komin eru,
tá vil hann teg finna!«

69. Svaraði jomfrú Svanhild,
møðug fellir hon tár:
»Eingin ríður til Upplanda
í hetta sama ár.«

70. Magnus stendur á hallargólvi,
hann tók tey orð við reiði:
»Tó skal eg til Upplanda,
eg komi ei aftur úr teirri.«

71. »Hoyr tað, frægi Magnus kongur,
hvat eg tali til tín,
far tú ikki til Upplanda,
eg kenni faðir mín!«

72. »Samson ungi og Haraldur
teir skulu fara við mær,
Sniolvur er so lítil svein,
tú goym hann eftir hjá tær!«

73. Tað var jomfrú Svanhild,
reyðargull bar á hand,
síðan fylgdi hon Magnus kongi
niður til sjóvarstrand.

74. Legði hann hendur um frúnnar háls,
hann myntist við hana blíða,
skiltist so frá lindin í borg,
tey sóust ikki síðan.

75. Vindur hann upp síni silkisegl,
gull við vovin rand,
strikar ei á bunkan niður
fyrr enn við Uppland.

76. Kastar sínum akkerum
á so hvítan sand,
fyrstur steig hann Magnus kongur
sínum fótum á land.

77. Fyrstur steig hann Magnus kongur
sínum fótum á land,
Samson ungi og Haraldur
undir hans hvørji hand.

78. Samson ungi og Haraldur
undir hans hvørji hond,
tá var hann riðin Upplands kongur
niður til sjóvarstrond.

79. »Ver vælkomin, mín sæli mágur,
tað vilt tú ikki trúgva,
lidnir eru fimtan vetur,
síðan eg læt veitslu búgva!

80. Í mínum garði stendur ein borg,
takt við dýrar steinar,
har skalt tú, Magnus, inni sova
við allar tínar sveinar.«

81. So skeinkir hann falsarin
mjøðin og so vín,
fyrstur sovnaði Magnus kongur
fram úr sessi sínum.

82. Falsarin gongur fyri Grimmar illa,
sigur honum frá:
»Nú svevur Magnus, bróðir tín,
við alt tað lið, hann ár.«

83. Tí svaraði Grimmar illi,
meðan hirðin sovnar:
»Harðan skalt tú deyðan tola,
letur tú mjøðin dovna.«

84. Aftur mintist Grimmar illi,
hvat verið hevði fyrr,
legði hann eld í borgina,
stokkar fyri dyr.

85. Fyrstur vaknar Magnus kongur,
hann klappar saman hendur:
»Sovið tygur nú longur inni,
so verða allir brendir!«

86.. Magnus stendur í heita báli,
ilt er á at herja,
hundrað mans við skjøld og svørð
tóku nú borg at verja.

87. Tað var frægi Magnus kongur,
fyrstur at múrum vágdi,
feldi meiri enn tvey hundrað
niður á hvørja hond.

88. Feldi meiri enn tvey hundrað
niður á hvørji síðu,
svørji tann eið á mína trú,
hann gjørdi gøtu víða.

89. So ríður hann Magnus kongur
víðan vegin fram,
klývur hann hvønn í tvørar herðar,
ímóti honum rann.

90. Roðin settist á himmal upp
í tí grima vígi,
Magnus og Grimmar illi
møttust teir í stríði.

91. Magnus ríður í herin fram,
hann gevur nú ikki bøtur,
hann sló Grimmar, bróður sín,
niður fyri sínar føtur.

92. Grimmar settist í jørðina niður
alt for uttan ekka:
»Hoyr tú, Magnus, bróðir mín,
tú gev mær vatn at drekka!«

93. »Gjarna gevi eg tær vatn
út av mínum runni,
hoyr tað Grimmar, bróðir mín,
í dag havi eg teg vunnið!«

94. Magnus gekk at kelduni
honum drekka at fá,
Grimmar var á baki hans,
hann kleyv hann í lutir tvá.

95. Tí svaraði Magnus kongur,
tá ið hann fell í knæ:
»Tað vita allir Upplands menn,
við svikum vanst tú meg!«

96. Grimmar hevði sín brandin upp,
so blóðugan upp í loft:
»Her skalt tú, Haraldur, síggja tað blóð,
ið teg man ryggja ofta.«

97. Tað var hin ungi Haraldur,
aftur á múrin vágdi,
feldi meiri enn hundrað mans
niður á hvørja hond.

98. Enntá var tað Grimmar illi,
sínum svørði brá,
síðan kleyv hann Harald unga
sundur í lutir tvá.

99. Tað var enntá Samson ungi,
aftur á múrin vágdi,
feldi meira enn hundrað mans,
hann ruddi fyri sær gongd.

100. So ríður hann Samson ungi
víðan vegin fram,
klývur hann hvønn í tvørar herðar,
ið móti honum rann.

101. Tí svaraði Upplands kongur,
tár á kinnar lá:
»Latið ikki dótturson
Upplands ríki fá!«

102. Kongurin hann brynjar
tólv hundrað menn,
Samson reið har eina ímót,
allar drap hann enn.

103. Tí svaraði Samson ungi,
hann er nýtur drongur:
»Bannaðir veri, Upplands menn,
eg vil ikki liva longur!«

104. Samson ríður í herin fram,
hann gevur har ikki bøtur,
hann sló Grimmar, sín faðirbróður,
niður fyri sínar føtur.

105. Grimmar settist til jørðina niður
rætt fyri uttan ekka:
»Hoyr tað Samson, mín bróðurson,
gev mær vatn at drekka!«

106. »Gjarna gevi eg tær vatn
út av mínum runni,
hoyr tað Grimmar, mín faðirbróðir,
í dag havi eg teg vunnið!«

107. Samson gekk at kelduni
honum drekka at fá,
Grimmar var á baki hans,
kleyv hann í lutir tvá.

108. Tí svaraði Samson ungi,
tá ið hann fell á knæ:
»Vita tað allir Upplands menn,
við svikum vanst tú meg.«

Triði táttur

109. Boðini komu til Jorsalanda,
gott er at taka til evna:
»Fallin er hann Magnus kongur,
um tú vilt hann hevna.«

110. Sára græt jomfrú Svanhild
av tí tunga stríði:
»Berið mínum faðir boð,
hevndir skulu teir blíva!«

111. Svanhild gongur í høllina inn
fyri sín sæla son:
»Ótíð bar eg teg í heim,
betur vart tú ein kona!«

112. Svanhild gekk fyri Sniolv unga,
hann mundi tað ikki venta:
»Ótíð bar eg teg í heim,
betur vart tú ein genta!«

113. Sniolvur leyp so fimliga á føtur,
tekur so hart at læa:
»Vart tú ikki móðir mín,
so lætt mundi eg teg vega.«

114. Svaraði hansara føðursystir,
stóð sveipað í hvíta lín:
»Tú vilt ongar hevndir gera
eftir faðir og brøður tín.«

115. Svaraði ungi Sniolvur,
kundi hennar mál væl skilja:
»Eg eigi hvørki vin ella frændur,
ið mær til Upplands fylgja.«

116. Svaraði junkarin Hergeir:
»Nú man tað so vera,
tær skal fylgja Ringur, sonur mín,
men eg skal eftir vera.«

117. So letur ungi Sniolvur
búgva skipin sín,
bæði letur hann á tey laða
virtur og so vín.

118. Tað var ungi Sniolvur,
ið reyðargull bar á hand,
síðan fylgdi hann sínum liði
niður til sjóvarstrond.

119. Vinda upp síni silkisegl
út av salta vág,
Ringur ungi og Sniolvur
teir fóru til Upplands báðir.

120. Teir hildu upp undir Uppland
eina morguntíð,
havið var sum í bál at líta,
tá ið skeiðin dundi í.

121. Tað vóru hesar miklu kempur,
heim í garðin fóru,
úti sjálvur Harra-Svein
fyri teimum stóð.

122. Tí svaraði Harra-Svein,
hann tókti hava kent:
»Krist signi teg, ungi Sniolvur,
hvør hevur teg higar sent?«

123. »Mítt skæra fingurgull
vil eg geva tær,
hoyr tað tú nú, Harra-Svein,
dyl nú tað við mær!«

124. »Hav tú sjálvur títt fingurgull,
bjóð tað ikki mær,
hevn nú faðir og brøður tínar
í friði fyri mær!«

125. »Hoyr tað tú nú, Harra-Svein,
hvat eg spyrji teg at,
hvat er hetta mikla fólk,
ið her heldur seg so glatt?«

126. »Hoyr tú, hin ungi Sniolvur,
hvat eg sigi tær,
hetta er hann Grimmar illi,
sín dóttur brúdleyp ger.«

127. »Mítt skæra fingurgull
vil eg geva tær,
hoyr tað tú nú, Harra-Svein,
brúður vís tú mær!«

128. »Hav tú sjálvur títt fingurgull,
bjóð tað ikki mær,
hoyr tú, ungi Sniolvur,
brúður vísi eg tær!«

129. Tí svaraði Harra-Svein,
hvørki av ilsku ella bræði:
»Hoyrið tað, tygur ungir menn,
havið ókend klæði!«

130. Tað var ungi Harra-Svein,
í grasgarði hann var;
hann kom aftur skundiliga,
teimum klæði bar.

131. »Hoyr tú, ungi Sniolvur,
tað sigi eg tær fyrst,
tit skuluð standa úti um sinn,
og eg skal ganga inn fyrst.«

132. »Ringur, tú skalt ganga inn fyrst,
prýði manst tú njóta,
báðum skalt tú høvdingum
bukka og so lúta.«

133. Tað var ungi Harra-Svein,
tá var hann staddur í vanda,
so gekk hann at breiða borði
fyri Óluvu at standa.

134. So gekk hann at breiða borði
fyri Óluvu at standa:
»Nú er komin kappin tann,
ið tú hevur eftir langað.

135. Hoyr tað, frúgvin Óluva,
tað sigi eg tær fyrst,
tað er Sniolvur, frændi tín,
ið seinri kemur inn!«

136. Ringur gekk í høllina inn,
prýði mundi hann njóta,
hvørgum vildi hann høvdingum
bukka ella lúta.

137. Sniolvur gekk í høllina inn,
prýði mundi hann njóta,
báðum mundi hann høvdingum
bukka og so lúta.

138. Jútskan læt hann sær hattin síga
niður for gula hár,
uttarlaga sær sessin tók
stakkalum íhjá.

139. Óluva tekur sítt fingurgull,
lokar yvir ker,
sendir so út fyri Sniolv unga,
Harra-Sveinur ber.

140. Sniolvur tók sítt fingurgull,
lokar yvir ker,
sendir so aftur fyri Óluvu,
Harra-Sveinur ber.

141. Harra-Sveinur reikar títt
uttar og innar við pøllum,
títt hann tendrar, teir sløkkja ljós,
teir gjørdu myrkt í høllum.

142. Sniolvur tók tá brúðrina,
skyndar sær av durum,
Ringur hann tók brúðgómin,
snaraði hálsin sundur.

143. Sniolvur tók tá brúðrina,
hevði ei fleiri orð,
so bar hann tað bjarta sprund
inn á snekkjunnar borð.

144. Ljósið kom í høllina inn,
lýsir í hvørs mans sæti,
horvin var annar komumaður,
burtur var brúður hin mæta.

145. Ljósið kom í høllina inn,
lýsa tók á øllum,
horvin var annar komumaður,
burtur var brúður av pøllum.

146. Tí svaraði Upplands kongur
við alt sítt elvargeingi:
»Sveinar, gevið kalli ljóð,
um hann man kenna dreingir!«

147. »Eg kenni væl Ring, tín sonarson,
tann avrekskappan ríka,
hartil Sniolv, tín dótturson,
so fáar finnur tú slíkar.«

148. Tí svaraði Upplands kongur
í fyrsta orði tá:
»Ringur ungi skal láta lív,
meðan Sniolvur er ikki hjá.«

149. Ringur stendur á hallargólvi,
kongins lið hann fellir,
tað hoyrdi Sniolvur langan veg,
hvar svørð á brynju gellur.

150. Ringur stendur á hallargólvi,
tá var hann staddur í vanda,
sundur gekk hans góða svørð
ímillum hans beggja handa.

151. Tað var ungi Harra-Svein,
snarliga hann sær vendi,
betra mæka av slíðrum vant,
hann Ringi unga sendi.

152. Ringur stendur á hallargólvi,
kendi møði við sær:
»Hvar er Sniolvur, frændi mín?
Nú er mær tørvur at tær.«

153. Sniolvur talar við Upplands menn
tógva ella tríggjar:
»Lovið mær í høllina inn
frænda mín at síggja!«

154. Svaraði fyrsti av sveinunum,
heldur á brýndum knívi:
»Tú fert ikki í høllina inn,
so leingi eg eri á lívi.«

155. Sniolvur talar við Upplands menn:
»Viljið tit meg hoyra,
nú taki eg mín búgvin brand,
eg spari hann ei at koyra!«

156. Sniolvur vá í høllina inn,
hann bitra brandi streyk,
hvør tann maður, har fyri var,
hans høvur av herðum feyk.

157. Sniolvur vá í høllina inn
fyri uttan angist og sút,
síðan hjálpti frænda sínum
av hallardurum út.

158. Aftur mintist Sniolvur,
hvat verið hevði fyrr,
legði hann eld í borgina,
stokkar fyri dyr.

159. Legði eld í borgina,
stokkar fyri dyr,
brendi inni Upplands kong
og alt hans valdra lið.

160. Tí svaraði Upplands kongur,
login leikar so hátt:
»Hvat havi eg til sakar gjørt,
hví eri eg brendur á nátt?«

161. Svaraði ungi Sniolvur,
fram við báli fer:
»Tað visti tú, Upplands kongur,
at faðir átti eg mær.«

162. Tí svaraði Upplands kongur,
login leikar á honum:
»So er seggur í vørildini,
ið dúgliga eigur konu.«

163. Svaraði ungi Sniolvur,
login leikar um bein:
»So er seggur í vørildini,
ið eigur ein tryggan svein.«

164. Árla var um morgunin,
áður upp rann sól,
tá hevði hann Grimmar illi
brynjað út hundrað tólv.

165. Árla var um morgunin,
sólin roðar á gróti,
Ringur ungi og Sniolvur
teir riðu har tveir ímóti.

166. Gingu teir í grasgarði,
hvørki fleiri ei færri,
liðið kom frá strondum niðan,
nú gerast leikir verri.

167. Roðin setist á himmalin upp
í tí grima stríði,
Sniolvur og Grimmar illi
møttust teir í stríði.

168. Sniolvur ríður í herin fram,
gevur nú ikki bøtur,
hann sló Grimmar sín føðurbróður
niður fyri sínar føtur.

169. Grimmar settist í jørðina niður
alt fyri uttan ekka:
»Hoyr tað, Sniolv, mín bróðurson,
gev mær vatn at drekka!«

170. »Gjarna gevi eg tær vatn
út av mínum runni,
hoyr tað Grimmar, mín føðurbróðir,
í dag havi eg teg vunnið!«

171. »Hoyr tað, ungi Sniolvur,
hvat eg tali til tín,
lat hann ikki svíkja teg,
sum hann sveik bróður tín!«

172. Niður settist Grimmar illi
í so fullgott mak:
»Hoyr tað tú nú, Ringur ungi,
hetta verður ikki tín sak!«

173. Ringur leyp á vøllin fram,
øllum tókti undur,
tað er mær av sonnum sagt,
hann reiv hann kykan sundur.

174. Svaraði ungi Sniolvur
av tí tunga stríði:
»Hví tókst tú mín føðurbróður
so bráðan burtur av lívi?«

175. Tí svaraði Ringur ungi,
hann leit ikki upp at hyggja:
»Bannaður verði búkur og bein,
sum tey á jørðini liggja!«

176. »Hoyr tað tú nú, Ringur ungi,
hvat eg tali til tín,
gloym tú ikki Harra-Svein,
men gev honum systur tína!«

177. Tað var ungi Sniolvur
til Jorsalands tá reið,
honum fylgdi Harra-Svein
í tríggja daga leið.

178. Sniolvur ríður til Jorsalands,
sigist í hesum tátti,
Ringur settist í ríki tað,
ið Upplands kongur átti.

(c) Dansifelagið í Havn