Kvæðasavn

Valuvants kvæði

Uppskrift: FK 95, 23, pp. 100-120.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

1. Gevið ljóð og lýðið á,
leggið væl í minni!
Meðan eg kvøði um fornar kempur
í ferðum vóru á sinni.

Ríða teir út av Fraklandi etc.

2. Gevið ljóð og lýðið á,
meðan eg kvøði raðið!
Hetta sama kvæði, eg kvøði,
tey kalla Valuvants kvæði.

3. Eg veit eina rímuna,
skrivað um ríki og land,
um hann keisaran Kortunatus
og keisaran Valuvant.

4. Eg veit eina rímuna,
skrivað um land og ríki,
um hann keisaran Kortunatus,
keisar í Garðaríki.

5. Keisarin situr í hásæti,
talar við sínar dreingir:
»Hvar vita tit mín javnlíka?
Tað havi eg hugsað leingi.«

6. Keisarin situr í hásæti,
hann letur á gyltan branda:
»Tað er ei kongur ella keisari,
ið mær kann nakað bestanda.«

7. Keisarin situr í hásæti,
hann letur á ringin reyða:
»Mær kann eingin kongur bestanda,
tí Karlamagnus er deyður.«

8. Allir drýptu høvur niður,
eingin tordi svara,
uttan Brandur, kempan reyst,
hann ræð tá fyrst at tala.

9. Tað var Brandur, kempan reyst,
hann svarar honum so and:
»Tað var keisarin Valuvant,
hann er tín yvirmann.«

10. Svaraði Brandur, kempan reyst,
hann studdist á glavarspjót:
»Valuvant kann møta tær
bæði til hest og fót.«

11. Keisarin stígur úr hásæti,
fram á gólv at ganga:
»Er hann ikki mín líkamaður,
tú skalt í gálga hanga.«

12. Svaraði keisarin Kortunatus,
hann letur á reiði renna:
»Er hann ikki mín yvirmaður,
tú skalt á báli brenna.«

13. Svaraði Brandur, kempan reyst,
hann man fyri borði ganga:
»Valuvant er tín líkamaður,
um enn tú letur meg hanga.«

14. Svaraði Brandur, kempan reyst,
hann letur á reiði renna:
»Valuvant er tín yvirmaður,
um enn tú letur meg brenna.«

15. Svaraði keisarin Kortunatus,
mælir av góðum treysti:
»Tú skalt krevja skatt av honum
á hesum sama heysti.«

16. Svaraði keisarin Kortunatus:
»Tað er virðin full,
Valuvant skal skatta so
tíggju tunnur gull.«

17. Svaraði keisarin Kortunatus,
í annað orðið tá:
»Valuvant skal skatta so
tíggju til hvørt ár.«

18. Svaraði keisarin Kortunatus,
hann mælir av tungum elli:
»Valuvant skal skatta so
ella møta á grønum vølli.«

19. Svaraði Brandur, kempan reyst,
var klæddur í brynju nýggja:
»Eg skal ríða til Valuvant,
eg tori hann væl at síggja.«

20. Svaraði Brandur, kempan reyst,
var klæddur í brynju blá:
»Eg skal ríða til Valuvant,
eg tori hann væl at sjá.«

21. Út varð loystur gangarin
undir hallarvegg,
prýddur var hann við skarlak
niður á hóvaskegg.

22. Prýddur var hann við skarlak
niður á miðal síðu,
gyltur var saðilin,
ið Brandur skuldi á ríða.

23. Brandur leyp í saðilin upp
yvir leysan loga,
studdist hvørki við skjøld ei svørð,
og ei við saðilboga.

24. Brandur leyp á gangara sín,
var yndisligur at ríða,
gyltur er tann bitri brandur,
hann bindur at síni síðu.

25. Brandur leyp á gangara sín,
honum var ikki at eggja,
ógvuligt var at líta á,
hann rendi frá hallarveggi.

26. So ríður Brandur, kempan reyst,
øllum tókti undur,
tað mátti hoyrast langan veg,
sum føtur á jørðini glumdu.

27. So ríður Brandur, kempan reyst,
sum vindur blakar í fjøll,
tað hoyrdi keisarin Valuvant
heim í sína høll.

28. Inn kemur ein av sveinunum,
sigur teim øllum frá:
»Eg síggi eina mikla kempa,
klædda í brynju blá.«

29. Ein kom maður í hallina inn,
og talar eitt orð so frítt:
»Her kemur ein mikil kempa,
hon ber tíðindi ný.«

30. Úti í miðjum grasgarði
akslar hann síni skinn,
og so búgvin gongur hann
í høgar hallir inn.

31. Og so búgvin gongur hann
í høgar hallir inn,
sum Valuvant yvir borði sat
við monnum hundrað fimm.

32. Valuvant so til orða tekur,
glaður foruttan ekka:
»Kempan, gakk til breiða borð,
tann brúna mjøð at drekka!«

33. Svaraði Brandur, kempan reyst,
í tað fyrsta orð:
»Eg drekki hvørki mjøð ei vín,
fyrr enn eg havi borið míni boð.«

34. Svaraði Brandur, kempan reyst,
hann allur í gulli skín:
»Tað er keisarin Kortunatus,
hann sendi meg til tín.

35. So sigur keisarin Kortunatus
av so góðum treysti,
hann vil hava skatt av tær
á hesum sama heysti.

36. So sigur keisarin Kortunatus,
tað er virðin full,
tú skalt lata skatta so
tíggju tunnur gull.

37. So sigur keisarin Kortunatus
í annað orðið tá,
tú skalt lata skatta so
tíggju til hvørt ár.

38. So sigur keisarin Kortunatus,
hann mælir av tungum elli:
tú skalt lata skatta so,
ella møta á grønum vølli.«

39. Svaraði keisarin Valuvant,
av so góðum treysti:
»Eg lati ongan skattin út
á hesum sama heysti.«

40. Svaraði keisarin Valuvant,
tað sigi eg betur:
»Eg lati ongan skattin út,
hvørki summar ei vetur.«

41. Svaraði keisarin Valuvant,
hann talar eitt orð so frí:
»Ongan lati eg skattin út
nú ella nakra tíð.«

42. Svaraði keisarin Valuvant,
hann mælir av tungum elli:
»Ongan lati eg skattin út,
men møti á grønum vølli.«

43. Svaraði keisarin Valuvant,
sum vert var á at hoyra:
»Tá skal hann allan skattin fá
og sanka hann úr mannadroyra.«

44. Svaraði keisarin Valuvant
glaður foruttan ekka:
»Kempan, gakk til breiða borð
tann brúna mjøð at drekka!«

45. Síðla var um aftanin,
alt gekk fólk at sova,
Brandur snúðist av høllini út,
hann festi hurð í klova.

46. Árla var um morgunin,
dagurin var ljús,
tá var Brandur, kempan reyst,
til síni klæði fús.

47. Brandur leyp á gangara sín,
yvir leysan loga,
studdist hvørki við skjøld ei svørð
og ei við saðilboga.

48. Brandur leyp á gangara sín,
hann heldur sær á gleim,
snarliga ríður Brandur sterki
aftur til keisaran heim.

49. Tað var Brandur, kempan reyst,
hann heim í garðin fór,
úti keisarin Kortunatus
fyri honum stóð.

50. »Ver vælkomin, Brandur sterki,
higar nú til mín!
Hvussu tók keisarin Valuvant
við orð og boðum tínum?«

51. »Tað svaraði keisarin Valuvant
av so góðum treysti,
hann letur ongan skattin út
á hesum sama heysti.

52. Tað svaraði keisarin Valuvant
annað orðið tá,
hann letur ongan skattin út,
hvørki summar ei vár.

53. Tað svaraði keisarin Valuvant,
hann talar eitt orð so frí,
ongan letur hann skattin út
nú ella nakra tíð.

54. Tað svaraði keisarin Valuvant,
mælir av tungum elli,
ongan letur hann skattin út,
men møtir á grønum vølli.

55. Tað svaraði keisarin Valuvant,
sum vert var á at hoyra:
tá skalt tú allan skattin fá
og samla hann úr mannadroyra.«

56. Tað er keisarin Valuvant,
nú letur hann skriva bræv,
sendi tey um ríki síni
so langan veg yvir hav.

57. Valuvant sendi brævini
so langan veg yvir fjall,
sendi tey til Húnalanda
til bróður Jústin jall.

58. So letur hann Ásmundur
síni skipini gera,
allar letur hann streingirnar
av reyðargulli vera.

59. Summir bóru mat á skip,
summir bóru vápn,
vóru so skjótt til ferðar fúsir
á teirri somu nátt.

60. Vindur hann upp síni silkisegl,
tungu bar so snjalla,
sunnantil undir Fraklandi
har letur hann akkerin falla.

61. Úti í miðjum grasagarði
akslar hann sítt skinn,
og so búgvin gongur hann
í høgar hallir inn.

62. Ásmundur gekk í hallina inn,
fellur nú á síni knæ:
»Sit væl, keisarin Valuvant!
Hvat viljið tær mær?«

63. »Hoyr tú, ungi Ásmundur,
tað skalt tú mær gera,
tú skalt standa í stríð við mær,
míni bannari skalt tú føra.

64. Tú skalt vera mín høvuðsmaður
og standa for fyrsta kast,
síðan skal eg keisaran
fylgja í herin næst.«

65. Keisarin so til orða tekur:
»Hvør skal mær tað gera?
Hvør skal ríða í Garðaríki
og boð til keisaran bera?«

66. Svaraði ungi Ásmundur:
»Tað skal eg tær gera,
eg skal ríða í Garðaríki
boð til keisaran bera.«

67. Svaraði keisarin Valuvant,
hann letur so orðum víkja:
»Tríati menn tær skulu fylgja,
tú ríður í Garðaríki.«

68. Svaraði ungi Ásmundur:
»Tað sigi eg av sonnum,
tríati menn mær skulu fylgja,
allir av mínum monnum.«

69. Út varð loystur gangarin,
Ásmundur skuldi á ríða,
prýddur var hann við skarlak
niður á miðal síðu.

70. Prýddur var hann við skarlak
niður á miðal síðu,
gyltur var tann saðilin,
Ásmundur skuldi á ríða.

71. Ásmundur leyp í saðilin upp
yvir leysan loga,
studdist hvørki við skjøld ei svørð
og ei við saðilboga.

72. Ásmundur leyp á gangara sín,
var listiligur at ríða,
forgyltur er tann bitri brandur,
hann bindur við sína síðu.

73. Ásmundur leyp á gangara sín
yvir leysar ringar,
so reið hann á markir út,
hann læt hann goystan springa.

74. Tað var ungi Ásmundur,
heim í garðin fór,
tað var keisarin Kortunatus
úti fyri honum stóð.

75. Keisarin so til orða tekur,
glaður foruttan ekka:
»Kempan, gakk í høga borg
tann brúna mjøð at drekka!«

76. Svaraði ungi Ásmundur,
fast av miklum móði:
»Eg drakk nógvan mjøð og vín,
tá ið eg heiman fór.«

77. Borgin stendur á hundrað pílarum,
vil eg fyri tær greina,
ikki man keisarin Valuvant
slíkar borgir eiga.

78. Svaraði ungi Ásmundur:
»Eg beri tær boð til handa,
sunnantil undir Runsivalsbjørgum
har skal stríðið standa.

79. Tað er keisarin Valuvant,
hann sendir tær boð frá sær,
mánaðsdagin hiðan
tá skulu tit møtast har.«

80. Svaraði keisari Kortunatus,
hann letur so orðum svara:
»Gakk nú fram, mín besta kempa,
og fell hann niður til jarðar!«

81. Fram gekk keisarans besti maður,
og hann trein til so fast,
Ásmundur kundi ei annað gera
uttan bøta fyri hvørt kast.

82. Tað var keisarans besti maður,
hann høgdi við glavarspjóti,
Ásmundur kann einki gera
uttan bera sín skjøld ímóti.

83. Tað var ungi Ásmundur,
reiður var hann tá,
ógvuliga sítt góða svørð
hann tá í loftið brá.

84. Ógvuliga sítt góða svørð
hann tá í loftið brá,
hann høgdi tá til kempuna,
hon deyð á vølli lá.

85. Reiður var keisarin Kortunatus,
hann letur so orðum svara:
»Gakk nú onnur mín besta kempa,
og fell hann niður til jarðar!«

86. Tað var keisarans besti maður,
hann trein til so fast,
Ásmundur kann einki gera
uttan bøta fyri hvørt kast.

87. Tað var keisarans besti maður,
hann høgdi við glavarspjóti,
Ásmundur kann einki gera
uttan bera sín skjøld ímóti.

88. Tað var ungi Ásmundur,
reiður bleiv hann tá,
ógvuligur sítt góða svørð
hann tað í loftið brá.

89. Ásmundur brá sínum bitra brandi
av so góðum treysti,
so sló hann til keisarans kempu,
hon fell av sínum hesti.

90. Reiður var keisarin Kortunatus,
hann letur so orðum svara:
»Gakk fram, triðja mín besta kempa,
og fell hann deyðan til jarðar!«

91. Fram gekk keisarans triðja kempa,
hann trein til so fast,
Ásmundur kann einki gera
uttan bøta fyri hvørt kast.

92. Tað var ungi Ásmundur,
og reiður var hann tá,
ógvuliga sítt góða svørð
hann aftur í loftið brá.

93. Tað var ungi Ásmundur,
hann brá sítt bitra svørð,
hann kleyv sundur kempu, saðil og hest,
og oddurin líka í jørð.

94. Ásmundur loypur á gangara sín,
hann allur í gulli skín,
ríður so aftur til Valuvant
heim til harra sín.

95. Tað er keisarin Kortunatus,
høgan ber hann krans,
letur nú savna lið sítt saman,
tríati túsund mans.

96. Tað er keisarin Valuvant,
hann ber hægri krans,
letur nú savna lið sítt saman,
hundrað túsund mans.

97. Teir ríða út av Garðaríki,
fagur var tann skari,
tá var keisarin Valuvant
longu komin hagar.

98. Teir ríða undir Runsivalsbjørgum,
kinnar bóru baldar,
tað var eingin av øllum teim,
ið tordi á annan halda.

99. Tað var ungi Ásmundur,
av tí var hann óður,
fyrstur var hann av øllum teim,
ið svørð av skeiðum dró.

100. Ásmundur tokar í herin fram,
hann vildi ei undan lúta,
hvør honum møtir av Garðaríki,
høvur av herðum fúka.

101. So ríður ungi Ásmundur,
hann oyðir Garðaríkis menn,
fellir niður av Garðaríki
hundrað um í senn.

102. Brandur tokar í herin fram,
hann vil ei undan flý,
avleiðis gekk hann Valuvants her,
hann skildi hann sundur í trý.

103. Brandur tokar í herin fram,
mátturin við honum veks,
avleiðis gekk hann Valuvants her,
hann skildi hann sundur í seks.

104. Brandur tokar í herin fram,
er mær ei á tí hól,
avleiðis gekk hann Valuvants her,
hann skildi hann sundur í tólv.

105. Brandur tokar í herin fram,
øllum tókti undur,
avleiðis gekk hann Valuvants her,
hann skildi hann víða um sundur.

106. Ásmundur tokar í herin fram,
sum vindur blakar í fjøll,
og hann Brandur, kempan reyst,
teir møtast á grønum vølli.

107. Teir ríða saman á grønum vølli,
hvørgin vildi lúta,
gongur so eldur av svørðum teirra,
sum neistar av árni rúka.

108. Teir høgga títt, teir líva lítt,
av dró barnagaman,
eldur rýkur av svørðunum,
tá ið eggjar bera saman.

109. Teir høgga títt, teir líva lítt,
fast av miklum móði,
tað ljóðar so hvølt í Runsivalsbjørgum,
sum dvørgar høgga í skógi.

110. Brandur gav so vænt eitt høgg
av so reiðum huga,
blóðið rann úr Ásmundi
niður fyri saðilboga.

111. Brandur gav so vænt eitt høgg,
alt fór eftir vali,
spjótið setti hann undir hann,
hann lyfti hann leysan úr saðli.

112. Tað var Brandur, kempan reyst,
hann mælir for sínum munni:
»Hoyr tú, edil riddari,
nú havi eg hestin vunnið!«

113. Svaraði ungi Ásmundur,
hann letur á reiði renna:
»Edil riddari, gev mær lov,
meðan eg hestin spenni!«

114. Tað var Brandur, kempan reyst,
hann svaraði honum so til:
»Tú skalt spenna tín góða hest,
so fastast sum tú vil.«

115. Ásmundur gyrdi sín góða hest,
eina so lítla stund,
so sprakk hann í saðilin upp
yvir leysa lund.

116. So sprakk hann í saðilin upp
yvir leysa lund,
nú letur hann høggini falla
bæði mong og tung.

117. Ásmundur letur høggini falla
bæði mong og ofta,
Brandur kann einki annað gera
enn bera sín skjøld á lofti.

118. Ásmundur gav so vánt eitt høgg,
var honum einki at meini,
hann høgdi eitt stykki av Brandars brynju
líka inn at beini.

119. Brandur gav so vánt eitt høgg,
tað var honum einki at meini,
hann hjó eitt stykki av Ásmunds hjálmi
líka at kinnbeini.

120. Brandur gav so vánt eitt høgg,
sum vindur blakar í fjøll,
hann kleyv brynju av Ásmundi,
hon fell á grønan vøll.

121. Hann kleyv brynju av Ásmundi,
vil eg fyri tær greina,
eftir stendur Ásmundur
í dvørgabrynju eina.

122. Teir riðu saman á grønum vølli,
av dró barnagaman,
eldur rýkur av svørðunum,
tá eggjar bera saman.

123. Teir riðu saman á grønum vølli,
alt fór eftir vali,
spjótini brustu saman í luft,
teir gingu tá ikki frá saðli.

124. Teir riðu saman á grønum vølli
av so góðum treysti,
spjótini brustu saman í luft,
teir fullu tó ikki frá hesti.

125. Teir høgga títt og líva lítt,
fast av miklum móði,
tað ljóðar so hvølt í Runsivalsbjørgum,
sum dvørgar høgga í skóg.

126. Ásmundur so til orða tekur,
kinnar bar so baldar:
»Kunsturliga høggur tú,
eg kann ikki fyri tað halda.«

127. Brandur so til orða tekur,
hann talar hvølt og hart:
»Mínar hendur av aldurdómi
tær geva ikki høggið fast.«

128. Svaraði ungi Ásmundur,
hann talar hvølt og hátt:
»Sig mær navn og eiti títt
bæði skjótt og brátt.«

129. »Brandur skalt tú nevna meg,
vil eg fyri tær tína,
eg havi verið hjá Karlamagnus
alla ævi mína.

130. Brandur skalt tú nevna meg,
við forgyltum krans,
eg havi verið hjá Karlamagnus,
ein tólvjavningur hans.«

131. »Ásmund skalt tú nevna meg,
tungan er so snjall,
eg eri oman av Húnalandi,
bróðir Jústin jall.

132. Mær hevði ofta verið talt,
tá ið eg havi sitið við borð,
hvussu tað gekk til í Runsival,
eg havi ei trúð eitt orð.«

133. Svaraði Brandur, kempan reyst,
til ilsku var hann búgvin:
»Hoyr tú, ungi Ásmundur,
tað kanst tú væl trúgva!

134. Tá ið vit drupu Einguland,
blóðið stóð til kníggja,
tað var eingin í hesum heri
har tordi á at síggja.

135. Tá ið vit drupu Einguland,
blóðið stóð til handa.
tað var eingin í hesum heri,
har tordi nær at standa.

136. Fekk tú eitt høgg av Dýrindali,
Rólantur høgdi av bræði,
tá hevði ikki høvur títt
fast á bulinum staðið.

137. Men hevði tú frá Rólanti
eitt høgg av Dýrindal fingið,
tá høvdu ikki armar tínir
fastir við bulin hingið.«

138. Svaraði ungi Ásmundur,
var klæddur í brynju nýggja:
»Tú ert betri maður enn eg,
tað kann eg væl síggja.

139. Var nú ikki mín dvørgabrynja
øll av gulli reyða,
fýra ferðir og fýra til,
ja túsund ferðir deyður.«

140. Svaraði ungi Ásmundur:
»Vit skulum taka os vara,
vit skulu ríða í herin fram
og hvøngan av okkum særa.«

141. Tað er keisarin Kortunatus,
hann ríður í herin fram,
Valuvant ímóti honum,
tann hin raski mann.

142. Keisarin tokar í herin fram,
sum vindur blakar í fjøll,
Valuvant ímóti honum,
teir møtast á grønum vølli.

143. Teir høgga títt og líva lítt,
av dró barnagaman,
tað ljóðar so hvølt í Runsivalsbjørgum,
tá ið eggjar bera saman.

144. Teir høgga títt, teir líva lítt,
fast av miklum móði,
tað ljóðar so hvølt í Runsivalsbjørgum,
sum dvørgar høgga í skóg.

145. Keisarin letur høggini falla,
bæði mong og ofta,
Valuvant kann einki gera,
uttan bera sín brand á lofti.

146. Tað er keisarin Kortunatus,
hann vegur við glavarspjóti,
Valuvant kann einki gera,
uttan bera sín skjøld ímóti.

147. Svaraði keisarin Valuvant,
á grønum vølli gongur:
»Hoyr tú, keisarin Kortunatus,
eg haldi ikki fyri tær longur!«

148. Svaraði keisarin Valuvant,
hann hóttir við bitrum brondum:
»Tak nú móti skattinum
við báðum tínum hondum!«

149. Tað var keisarin Valuvant,
hann sínum svørði brá,
hann kleyv keisaran Kortunatus
sundur í lutir tvá.

150. Hann kleyv keisaran Kortunatus
sundur í lutir tvá:
»Tak nú móti skattinum,
ið tú hevur eftir tráað!«

151. Svaraði keisarin Valuvant,
sum vert var á at hoyra:
»Nú hevur tú allan skattin fingið,
og sankað hann úr mannadroyra.«

152. Valuvant so til orða tekur
av so tungum stríði:
»Ásmundur, hví hevur tú latið
tí kempu verið við lívi?«

153. Svaraði ungi Ásmundur,
hann leit seg upp í fjøll:
»Mín er brynjan rivin og slitin,
hon liggur á grønum vølli.«

154. Svaraði keisarin Valuvant:
»Ikki skal longur fresta,
antin er hann í gálga heingja
ella slíta hann millum hestar.«

155. »Hatta er ein mikil kempa,
eingin er hans líki,
lat hann vera keisari
aftur í Garðaríki!«

156. »Hoyr tú, Brandur kempan reyst,
ið hvat eg sigi tær,
tú skalt verða keisari,
men skatta skalt tú mær!«

157. Keisarin so til orða tekur,
heldur á glavarspjóti:
»Vil tær nakar neisur vinna,
eg eri maður ímóti.«

158. Eg kann ikki kvøða meir,
enn sigist í hesum tátti,
Valuvant settist í stólin tann,
ið hann sjálvur átti.

159. Valuvant settist í stólin tann,
tá var eingin vandi,
síðan sigldi Ásmundur
aftur til Húnalanda.

160. Kvøðið havi eg hetta kvæði,
so vítt sum frøðið kann venda,
hetta kalla vit Valuvants kvæði,
sum nú er komið til enda.

(c) Dansifelagið í Havn