Kvæðasavn

Virgar Bekilsson

Uppskrift: FK 97, 23, pp. 134-159.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

I. Gyrðilin av Atlandi

1. Gevið eitt ljóð, og lýðið tær á
av tí bragdar frans,
kvøði um Gyrðilin av Atlandi
og um bardøgum hans.

Her er gott at dansa, stovan hon er ný,
stokkar eru av stáli gjørdir, takið er av blý,
her er gott at dansa.

2. Gyrðilin situr í hásæti,
so er um tað at siga:
»Eg skal mær til Eylands,
hertugans dóttur at biðja.«

3. Gyrðilin situr í hásæti
og talar til sínar dreingir:
»Hvar vita tit mín javning vera,
havi eg hugsað leingi?«

4. Gyrðilin situr í hásæti
og talar til sínar menn:
»Hvar vita tit mín javning vera,
tað havi eg hugsað enn?«

5. Svaraði ein av sveinum hans,
og so tók hann uppá:
»Væna veit eg frúnna tá,
um tú kanst hana fá.

6. Væna veit eg frúnna tá,
um tú kanst hana fá,
hertug Laðin í Eylandi,
sum væna dóttur ár.

7. Væna veit eg frúnna tá,
um tú kanst hana vinna,
hertug Laðin í Eylandi,
hann eigur dóttur svinna.

8. Hertug Laðin dóttur eigur,
hava hana menn við orði,
henni er stólur av gulli gjørdur
fram av kongins borði.«

9. Til tað svaraði hann Horbrandur,
so tók hann uppá:
»Virgar av Sakslandi
vil ta somu frúnna fá.«

10. Til tað svaraði Gyrðilin sterki,
hann heldur á svørði stinna:
»Er hann so sterkur Virgar,
um vit munnu hann ikki vinna?«

11. Svaraði hann Gyrðilin sterki,
mælir hann so fyri sær:
»Eg skal mær til Eylands ríki,
hava fimtan sveinar við mær.«

12. Til tað svaraði Gyrðilin sterki,
so tók hann uppá:
»Hann skal ikki frúnna njóta,
um enn eg liva má.«

13. Svaraði hann Gyrðilin sterki,
grimmur og harður til víggja:
»Hann skal ikki frúnna njóta,
tað skal eg nú síggja.«

14. So letur hann Gyrðilin sterki
sínum skipunum búgva,
allar letur hann streingirnar
av reyðargulli snúgva.

15. So letur hann Gyrðilin sterki
byggja skipini stór,
bæði letur hann á tey laða
virtur og so bjór.

16. Bæði letur hann á tey laða
virtur og so bjór,
tó hann siglir í fimtan vetur,
fattast hann ikki fóður.

17. Ganga teir til strandar oman,
ríkir menn og reystir,
lunnar brustu, og jørðin skalv,
tá knørr varð drigin úr neysti.

18. Bræddir reyðir brandar,
borðini tey vóru blá,
stavnið og stýrið av reyðargulli,
har skein sólin á.

19. Bræddir reyðir brandar,
og borðini tey vóru ný,
forgyltir leikaðu ringarnir
upp í miðal ský.

20. Vant hann upp síni silkisegl,
gul og við vovin rand,
strikar ei á bunkan niður
fyrr enn við Nøríkis land.

21. Vant hann upp síni silkisegl,
gul og við vovin rand blá,
strikar ei á bunkan niður
fyrr enn við Nøríkis vág.

22. Kastaðu sínum akkerum
á tann hvíta sand,
fyrstur steig hann Gyrðilin sterki
sínum fótum á land.

23. Fyrstur steig hann Gyrðilin sterki
sínum fótum á land,
tólv brynjaðir adilsmenn
undir hans høgru hand.

24. Tólv brynjaðir adilsmenn
upp undir hans høgru hand,
ikki óttaðist Virgar sterki,
tá ið herurin kom á land.

25. Gingu teir frá strondum niðan,
alt sum teir kundu mest,
møttu teir Virgar Bekilssyni,
sat á sínum høga hesti.

26. Tað var, ið hann Gyrðilin sterki,
var grimmur og harður til víggja,
hann beyð Virgar Bekilssyni
av um frúnna at stríða.

27. Virgar hann tekur sín hest við sporar,
tekur so hart at renna:
»Áðrenn dagur at kvøldi kemur,
tá skuluð tær meg kenna.«

28. Virgar høgdi fyrsta høgg,
og satt er frá at siga,
hann høgdi av heys hans, akslabein,
alin hálva triðju.

29. Virgar høgdi tað annað høgg,
tað mundi so lítið bata,
høgdi so pá Gyrðilin sterka
og aktaði hann at stræta.

30. Tað var, ið hann Gyrðilin sterki,
vildi tá megi royna,
brynjan støkk fyri svørðinum
av hans akslabeini.

31. Gyrðilin høgdi tá annað høgg,
hann vildi tá megi royna,
høgdi so pá Virgar sterka,
og aktaði hann at deyða.

32. Virgar høgdi høggið stórt,
av so miklum alvi,
meðan kleyv hann Gyrðilin sterka
búkin niður í nalva.

33. Gyrðilin datt á vøllin niður,
sárur var búkur av stríði,
Horbrandur sprakk á føtur,
og grimmur og harður til víggja.

34. »Tú hevur dripið frænda mín
ímóti mínum vilja,
áðrenn dagur at kvøldi kemur,
illa skulum vit skiljast.«

35. Tað var, ið hann Virgar sterki,
máldi við svørði og velti,
meðan kleyv hann Horbrand sterka
búkin niður í beltið.

36. Horbrandur datt á vøllin niður
av so miklum evni,
hann bað tá hinar trettan nú
deyðan eftir sær hevna.

37. Berent hann reið honum ímóti
av so miklum vreiði,
høgdi fast við báðum hondum,
sum aktaði hann at deyða.

38. Tað var, ið hann Virgar sterki
sínum svørði brá,
meðan kleyv hann Berent sterka
sundur í lutir tvá.

39. Berent datt á vøllin niður
klovin og illa sárur:
»Hoyr tú, Villin, bróðir mín,
tú hevur nú deyðan vár!«

40. Berent datt á vøllin niður
av so miklari pínu:
»Hoyr tú, Villin, bróðir vár,
tú hevn nú deyðan mín!«

41. Villin brá sínum bitra brandi,
upp í veðrið setti,
ætlaði høgg til Virgar sterka,
hann ætlaði at klúva í beltið.

42. Virgar brá sínum bitra brandi
við ógvuligum rási,
ikki bítur á Villin sterka,
heldur enn tin á glasi.

43. Virgar stoytir eitur í egg
úr ógvuligum skálum,
ikki bítur á Villin sterka
heldur enn træ á stáli.

44. Virgar reiggjar høggini tung,
sum víða gár søgur frá,
eingin stýrdi for báðum teim,
og ikki beit svørðið á.

45. Villin brá sínum bitra brandi,
so øllum tókti undur,
brynjan rivnaði tríggjar spannir,
og hjálmurin brast sundur.

46. Virgar brá sínum bitra brandi
av so vreiðum huga,
meðan kleyv hann Villin sterka
niður í saðilboga.

47. Villin datt á vøllin niður,
tá tók hans lið at rivna,
hann bað teir tíggju, sum eftir vóru,
deyðan eftir seg hevna.

48. Virgar varð so vreiður í sinni,
sítt svørð í veðrið dró,
høgdi so til hinar tíggju,
og eingin tá eftir stóð.

49. Virgar høgdi høggið stórt,
hann gjørdi so tað áleina,
dripið hevði hann kempur tólv,
eftir stóð Aðal eina.

50. Aðal talar til Virgar sterka,
og biður hann ikki gevast,
eina stund við vápnum kanna,
og aðra til at strevast.

51. Aðal situr í salinum
fyri uttan nakrari pínu:
»Hesin sami búgvin brandur
skal í tínum lívi tína.

52. Tú gerst einki, Virgar,
so munni fyri at mæla,
hesin sami búgvin brandur
skal í tínum lívi gala.«

53. Virgar gat tað orð ikki hoyrt,
hann tyktist einki at bella,
høgdi so til Aðal sterka,
so aktaði hann at fella.

54. Svaraði harður Virgar sterki,
mælir fyri munni sínum:
»Sig mær nú frá slektningum
og so frá avkomi tínum!«

55. Aðal so til orða tekur
og mælir fyri munni sínum:
»Nevndur er Selli av Sakslandi,
og hann er faðir mín.«

56. Aðal so til orða tekur,
hann mælir so fyri sær:
»Nevndur er Selli av Sakslandi,
og hann er faðir vár.«

57. »Er hann nevndur Selli,
tann rætti faðir til tín,
tað vil eg for sanningin siga,
at bróðir ert tú mín.

58. Er hann nevndur Selli,
tann rætti faðir at tær,
tað vil eg fyri sanningin siga,
bróðir ert tú vár.«

59. Svaraði Virgar sterki,
sum væl kann stálið stinna:
»Hvar vit koma í víggir fram,
tá munnu vit sigur vinna.«

60. Svaraði hann Aðal sterki,
sum ei var av tí versta:
»Vit skulum okkum í hallina inn,
Hildu frúgv at festa.«

61. Úti í miðjum grasagarði
har aksla teir síni skinn,
og so búnir ganga teir
í høgar hallir inn.

62. Og so búnir ganga teir
í høgar hallir inn,
sum hertugin á borði sat
við manna hundrað fimm.

63. So mundu tá brøður teir
ganga inn í høll,
burtur var frúgvin Hilda,
og inni grótu tá øll.

64. Gingu teir í hallina inn,
og inni grótu øll,
burtur var frúgvin Hilda,
og hana tók eitt trøll.

65. Svaraði hann Virgar sterki,
sum ei var av tí besta:
»Hvar er frúgvin Hilda,
sum mær stóð til at festa?«

66. Tá svaraði hertugin,
tárini rann honum í blóði:
»Hana hevur risin tikið,
sum býr fyri norðan skógi.«

67. Tí svaraði hann Virgar sterki,
hann stóð har skamt ífrá:
»Vit skulum báðir risan finna,
tað stendist hvat av, ið má.«

68. Tí svaraði hann Aðal sterki,
hann stóð har skamt ífrá:
»Ikki skal hann frúnna njóta,
um vit liva má.«

69. Til svaraði Aðal sterki,
kinn bar hann so heita:
»Vit skulum okkum á skógin burt
eftir frúnni at leita.«

70. So riðu tá brøður tveir
yvir dalar og fjøll,
áðrenn dagur at kvøldi kom,
teir vóru á risans høll.

71. Úti í miðjum grasagarði
har aksla teir síni skinn,
og so búnir ganga teir
í risans hallir inn.

72. Og so búnir ganga teir
í risans hallir inn,
sum Bjarna tussi á borði sat
og drakk bæði mjøð og vín.

73. Vreiður gjørdist Virgar sterki,
sum ei var av tí besta:
»Hvar er frúgvin Hilda,
sum mær stóð til at festa?«

74. Svaraði hann Bjarna tussi,
mælir so fyri sær:
»Frúgvin er í hellinum inni,
hon er goymd hjá mær.«

75. Svaraði hann Virgar sterki,
so tók hann uppá:
»Er hon frúgvin í hellinum hjá tær,
og hana skal eg fá.«

76. »Hoyr tað, tú Virgar sterki,
vilt tú hugsa tær gott!
Tú sleppur ikki av hellinum út
í hesa somu nátt.«

77. Tað var, ið hann Virgar sterki,
stendur ímót so strítt:
»Eg skal mær av hallini út
og bróta so helli títt.«

78. Illur gjørdist Bjarna tussi,
og mælir so fyri sær:
»Tú skalt út á eldin fara,
til eitt krás hjá mær.«

79. Tað var, ið hann Bjarna tussi,
sær frá borðum skeyt,
allur tann hin brúni mjøður
á hellisgólvi fleyt.

80. Tað var, ið hann Bjarna tussi,
sær frá borðum vendi,
allur hansara brúni mjøður
á hallargólvið rendi.

81. Bjarna tussi stendur í sessi upp,
skeggið sítt hann hevði,
hann tók fast pá Virgar
at sipa sítt skjøldið reyða.

82. Har mundu teir í hellinum
fast tá saman møta,
inntil Virgar sterki
tá fekk hann aftur í sæti.

83. Risin stóð upp aðra ferð,
sipaði í skjøldið reyða,
hann tók fatt pá Virgar sterka
ætlaði hann at deyða.

84. Virgar og hesin Bjarna tussi
fast mundu saman møta,
so mundi hann aðra ferð
risan niður seta.

85. Risin stóð upp triðju ferð
so glóandis var í eygum,
hann tók fatt pá Aðal unga,
ið tveir munnbitar hevði.

86. Hann tók fatt pá Aðal unga,
ið tveir munnbitar hevði,
át hann so bæði stoktan og brendan
upp fyri Virgars eygum.

87. Tá ið Virgar at síggja fekk,
sín bróður fekk snaran enda:
»Ikki nú at missa mót,
hvat ið nú verður fyri hendi.«

88. Tað var reysti Virgar sterki,
hann tonkti um sítt vív:
»Eg skal tó við váknum kanna,
áðrenn eg missi mítt lív.

89. Tú hevur dripið bróður mín,
tað vil eg fyri tær mæla,
hesin sami bjarti brandur,
skal leggja títt lív í dvala.«

90. Svaraði hann Bjarna tussi,
heldur á silvurbundnum knívi:
»Tú skalt ikki, Virgar sterki,
longur verða í lívi!

91. Hoyr tað, tú Virgar sterki,
eg sigi tær tað við vart,
stálstongin er ov stór,
av henni doyr tú ov snart!«

92. Tað var hesin Bjarna tussi,
eftir stálstong hyggur:
»Hoyr tað, tú Virgar sterki,
so eymur verður tín ryggur!«

93. Virgar so til orða tekur:
»Ei má tað so vera,
hesin sami bjarti brandur
skal hana í lutir skera.«

94. »Hoyr tað, tú Virgar sterki,
sannheit sigi eg tær!
Eg eigi mær ein lítlan knív,
hann havi eg hjá mær.

95. Eg eigi mær ein lítlan knív,
satt at siga tær,
hann er tjúgu alin langur,
havi eg hjá mær.«

96. Tí svaraði Bjarna tussi,
grimur og harður til víggja:
»Eg eigi mær ein lítlan knív,
er breiður alin níggju.

97. Stálstongin er ógvulig,
av so milum vekst,
hon er long hundrað
alin og seks.

98. Eg eigi mær eina stóra stálstong,
av so miklum reiði,
hon er hundrað alin long,
og tjúgu er hon breið.

99. Virgar hugsar við sjálvum sær,
av so ræddum huga:
»Hesin sami bjarti brandur
skal hana í lutir 'klu-a'.«

100. Virgar so til orða tekur,
hann heldur á svørði snøgga:
»Hesin sami bjarti brandur
skal hana í lutir høgga.«

101. Risin gjørdist so ilskur við,
av so illum brondum:
»Tú skalt ikki Virgar sterki
kenna tær glaða stund.«

102. Risin gjørdist so ilskur við,
av so illum borðum:
»Tú skalt ikki, Virgar sterki,
bregða mær fleiri orð.«

103. Risin reiggjar jarnstongini
av allari síni makt,
brá hana so í veðrið upp
seg sjálvan á herðar rakti.

104. Tað var, ið hann Virgar sterki,
svørðið í veðrið setti,
høgdi so til Bjarna tussa
stálstongina av hann kvetti.

105. So var risin í høggum vissur,
tá ið hann stongina brá,
reiggjaði høgg við miklum alvi,
seg sjálvan rakti hann tá.

106. Virgar brá sínum bitra brandi,
grimmur og harður til víggja,
høgdi so til risans jarnstong
sundur í partar tíggju.

107. Tað var, ið hann Virgar sterki,
sínum svørði brá,
meðan kleyv hann Bjarna tussan
sundur í lutir tvá.

108. Risin datt í hellið niður,
klovin niður í beltið,
Virgar tekur tað reyðargull,
og Hildu sjálva til festi.

109. Virgar flytur av helli út
mangar ringar bjartar,
so hon frúgvin Hilda,
sum gongur hann nær til hjarta.

110. Setir hann hana á sín hest
og lekir so hana við ráðum,
tá gerst frúgv við føgrum litum,
í orðum gjørdist hon kná.

111. So reið Virgar Bekilsson
yvir dalar og fjøll,
áðrenn dagur at kvøldi kom,
hann var í hertugans høll.

112. So reið Virgar við frúnni tá
eftir vegnum heim,
eingin maður í Eylandi
helt at honum gleim.

113. »Hoyr tú, reysti hertugin,
nú er av tað versta!
Her er frúgvin Hilda,
sum stóð til at festa.«

114. Tá svaraði hertugin,
hann svór á sína trú:
»Var tað við mín vilja fyrr,
langt betri er tað nú.«

115. Tað var Virgar Bekilsson,
tók sær frúnna at festa,
snarliga læt til brúdleyps ætla,
læt ikki longur fresta.

116. Lótu tá til brúdleyps ætla,
av so miklum meingi,
kom so mangur hovmaður til
sum fjøður á fuglaveingi.

117. Lótu tá til brúdleyps ætla,
tá var ei at tvørra,
átjan borgir biðið var,
tólv hundrað á hvørji.

118. Drukkið varð teirra brúdleypið,
og kátt var teirra lív,
bæði gingu í eina song,
Virgar og hans vív.

119. Gingu so bæði í eina song,
Virgar og hans vív,
síðan hvør sum biðin var
haðan heim til sín.

II. Virgar Bekilsson

120. Hetta frættist víða um,
yvir um allar landar,
deyður er hann Gyrðilin reysti,
við álvum og tungum vanda.

121. Hetta frættist víða frá,
gitið skal verða leingi,
Gyrðilin varð av lívi tikin
sum aðrir reystir dreingir.

122. Brandur situr í hásæti
og talar til sínar dreingir:
»Tær skuluð fara til Sakslanda
at stríðast hart og leingi.«

123. Brandur situr og talar til,
biður nú taka til evna:
»Nú fýsir meg til Sakslanda
Gyrðilins deyða at hevna.

124. Nú skal lata knørrin virka,
spenna segl í rá,
so er eingin í verðini,
sum sigla við os kann tá.«

125. Brandur gongur til strandar oman
skip for landi lá,
samlar saman alt, hann fær,
við klæddum brynju blá.

126. Brandur heldur í havið út
við stórum skip og skara,
kósin var at halda tá
til Sakslanda at fara.

127. Tá ið teir komu í havið út,
reisist sjógvur frá grunni,
tað voldi hann Virgar sterki,
sum illgerningar kundi.

128. Átta dagar Brandur tá
í Eystursjónum stýrdi,
kappin tá sum minni galt
fyri ongum manni fírdi.

129. Sterkir streingir og stinnir álvar
slitist tá fyri hendi,
so varð sagt, at Brandur tá
vil ikki aftur venda.

130. Virgar gongur á Sakslandi,
sínum verki at lova,
gongur so við Hildu frúgv
í sína song at sova.

131. Virgar gongur til strandar oman
alt foruttan vanda:
»Eg eri maður fyri Gyrðilin sterka,
um hann kemur at landi.

132. Nú skal lætta rúnir frá,
veðrið for skip at stilla,
síðan skal hann Gyrðilin sterki
frítt at landi sigla.«

133. Gyrðilin sigldi til Sakslanda,
sum Brandur var hægstur í ferð,
løgdu seg við strandarlið,
um Virgar búgvin er.

134. Brandur eigur ein ungan son,
Gyrðilin nevndur av navni,
hann er tólv til trettan ár
og fírir ei sín javna.

135. Vænur er hann og vøksturligur,
sum søgur ganga frá,
hann óttast ikki nakran her,
hvar hann vil ríða tá.

136. Virgar gongur til strandar oman
við alt sítt valdra lið,
Brandur fyrstur og fremstur var,
ei búðist við frið.

137. Árla var um morgunin,
tá ið sólin skein so víða,
Virgar dvaldist ei leingi við,
áðrenn hann fór at stríða.

138. Virgar dvaldist ei leingi við,
áðrenn hann fór at stríða:
»Hoyr tú, Gyrðilin Brandssonur,
vit skulu nú saman ríða!

139. Hoyr tú, Gyrðilin Brandssonur,
vit skulu nú saman ríða,
havið nú hvør sítt tólv hundrað,
meðan vit fara at stríða!«

140. Árla var um morgunin,
sólin roðar í fjøllum,
løgdu sínum bardøgum
so skamt fyri kongins høllum.

141. Høgga títt, teir líva lítt,
brandar syngja so hvølla,
tá var stríð og harða leik
har við kongins hølla.

142. Virgar rennur í herin fram
við so gott eitt mót,
fellir niður av Brandsmonnum
eitt hundrað niður for fót.

143. Virgar rennur í herin fram
sum aðrir kongins menn,
fellir niður pá hvørji síðu
væl hundrað tá í senn.

144. Brandur ríður í herin fram,
sær hann út so víða:
»Hvør er henda fræga kempa,
sum her má harðan stríða?«

145. Svaraði Gyrðilin, sonur hans,
við reyðum merki hann ber:
»Tað er Virgar Bekilsson,
sum stýrir hesari ferð.«

146. Brandur talar til sínar menn,
sum helt á búnum knívi:
»Takið Virgar Bekilsson
so snarliga av sínum lívi!«

147. Hartil svaraði Gyrðilin ungi,
hvest hevði tá sín mæka:
»Tað er ikki eitt eigið verk
hann av lívi taka.«

148. »Er hann so stórur og mannligur,
sum her ganga søgur frá,
tó skal eg ríða fyrsta dyst,
eg skal ímóti sjá.

149. Tó skal eg ríða fyrsta dyst,
eg skal ímóti sjá,
verið so frægir, mínir menn,
tær óttist ikki tá!«

150. Svaraði Virgar Bekilsson,
hann studdist við sítt svørð:
»Kemur tú fyri andan mín,
tær verður ei mjúkt á ferð.«

151. Virgar rennur í herin fram,
av bar barnagaman,
Brandur stóð við so lítið eitt lið,
nú barst báðum saman.

152. Virgar gav so stórt eitt høgg,
øllum tá tóktist undur,
Brandur opin aftur reið,
hjálmin hann brast sundur.

153. Snarliga hann á føtur leyp,
ikki var leingi at liggja,
setti sær aðra brynju uppá,
og eftir svørðið at hyggja.

154. Virgar stendur búgvin til,
heldur ímót so fast,
tonkti tá at vinna hann
har í tað sama kast.

155. Brandur gevur høggið stórt,
av so miklum móði,
ikki vikaðist Virgar tá,
heldur enn í bergi stóð.

156. Svaraði Virgar Bekilsson,
hann biður hann ikki at víkja:
»Høgg nú betur annað høgg,
og latið so mangan síggja!«

157. Brandur gevur annað høgg,
tá var ikki maktin meira,
hann hevði alt sum meiri tá
har aftur ímóti at hoyra.

158. »Høgg tú, hvat tú høgga vil,
so tað má víðan hoyra!
Ikki sakar tað meiri meg,
enn loppupikk undir oyra.«

159. »Tú ert stórur í orðunum,
sum tað hevur mangur gjørt,
eg havi oftum mætari menn
út á banan ført.«

160. Tað var Virgar Bekilsson,
hann svaraði so fyri seg:
»Um enn tú hevur mangan ført,
so førir tú ikki meg.«

161. Brandur gevur triðja høgg,
við tí stóru fart,
tá við triðja á stóru ferð,
sum hann vildi doyva snart.

162. Svørðið snart í veðrið brá,
sum heitur eldur fylgdi,
ikki óttaðist Virgar sterki
at koma í slíkt eitt gildi.

163. Virgar brá seg snart ímót,
sum øllum mátti dundra,
hestin av um miðju kleyv,
Brandur fell deyður undir.

164. Hestin av um miðju kleyv,
so Brandur deyður lá,
óttast mundi hann Gyrðilin
at ríða ímóti tá.

165. Óttast so mundi Gyrðilin,
hann sær sín faðir at falla,
tekur tá til sínar menn
snart uppá at kalla.

166. Gyrðilin talar til sínar menn
'tear tickum vigjøre svør',
tað síggi eg á Virgar sterka,
hann ger os so illa ferð.«

167. Gyrðilin letur á reiði renna,
sum aðrir reystir menn,
hevna tá fyri faðir sín,
valdi so út ísenn.

168. Renna teir í herin fram,
av bar barnagaman,
klinga tá við svørðum hart,
tá ið herirnir fullu saman.

169. Tá var stríð í Virgars ríki
alt fyri uttan gleim,
reystar vóru tær kempurnar,
til hallar riðu heim.

170. Reystar vóru tær kempurnar,
til hallar riðu heim,
ikki óttaðist Virgar sterki
at ríða ímót teim ein.

171. Gyrðilin fyrstur av teim reið,
sum so ganga søgur frá,
so tær reystu avrekskempur,
sum mangur óttast tá.

172. Virgar so til orða tekur,
hann heldur at tí gleim:
»Hetta má vera Gyrðilin,
sum fyrstur kemur heim.«

173. Virgar rennur í herin fram,
av bar barnagaman,
Gyrðilin og Virgar sterki,
nú barst teimum saman.

174. Virgar gav so stórt eitt høgg
av so miklum móði,
har skalv bæði leyv og lund,
tá ið svørðið stóð í blóði.

175. Har skulvu tá leyv og lund,
tá ið svørðið stóð í blóði,
deyður fell hann Gyrðilin
av tungum og troyttum móði.

176. »Nú liggur tú, Gyrðilin sterki,
teg rennur blóðið víða,
komið nú, hinar frægar kempur,
meg fýsir við teim at stríða!«

177. Fram kom ein av kempunum,
sum sigist í hesum tátti,
fimtan favnar í lundini stóð,
sum Virgar sjálvur átti.

178. »Tú vá sjálvan Gyrðilin,
sum var mín besti frændi,
vit skulum lata høggini falla,
áðrenn vit flyttast av landi.«

179. Tað var Virgar Bekilsson,
tað fyrsta høggið hann brá,
kleyv hann hesa miklu kempu
sundur í lutir tvá.

180. Hann kleyv hesa miklu kempu
sundur í lutir tvá,
onnur kom á bakið henni,
sum betur bar skjøldir blá.

181. »Hoyr tú, Virgar Bekilsson!
Hvør skal verða tín líki?
Tú hevur dripið teir bestu menn,
sum fáir finnast slíkir.«

182. Svaraði Virgar Bekilsson,
hann gerst ein nýtur drongur:
»Kom nú snart á banan út,
tú dvølst nú ikki longur!«

183. Kempan reið móti Virgari,
tað mundi so mangur síggja,
fimtan alin var spjótið langt,
og ikki rakk upp til kníggja.

184. Allir múrar skulvu niður,
tá ið hann kom at høll,
allar borgir sundur gingu,
áðrenn hann slapp á vøll.

185. Kempan gongur á leikvøllum,
biður nú Virgari til:
»Kom nú fram, tú Bekilsson,
tá ið teg lysta vil!«

186. Tað var Virgar Bekilsson,
hann svarar so fyri seg:
»Eg havi vunnið frægari kempu,
so kann eg vinna teg.«

187. Riðu teir saman á grønum vølli,
av bar barnagaman,
tá var at síggja mannaleik,
tá slíkir funnu saman.

188. Fyrstu ferð teir saman riðu,
tá mundu hestarnir springa,
svørðini fullu av miklum móði,
hvølt í homrunum klinga.

189. Aðra ferð teir saman riðu,
sum reystir menn og stórir,
eldur fleyg úr svørðunum,
tá teir saman bóru.

190. Triðju ferð teir saman riðu,
rætt sum tveir grimmir úlvar,
so sigu teir til jarðar niður,
so líka upp til kálva.

191. Svaraði Virgar Bekilsson,
hann tykist seg ganga hart:
»Nú skal taka tær rúnirnar,
sum meg varð í forðum lært.«

192. Tað var Virgar Bekilsson,
sum ei vil undan lúta:
»Nú skal taka tær rúnirnar,
sum eg havi sjáldan brúkað.«

193. Tað var høgi Kempu-Finnur,
hann reið ímót tann dyst,
fullvæl kundi Bekilsson
til svørð í høgan 'hist'.

194. Svørðið høgt í veðrið dró,
tað mundi so mangur síggja,
høgg so høga Kempu-Finn
miðjan av um kníggja.

195. Kempu-Finn á vøllin datt,
tað sá so mangur maður,
tað vóru allir hinir menn
í huga og hjarta glaðir.

196. So reið Virgar Bekil
víðan vegin tá fram,
kleyv tá hvønn um tvørar herðar,
sum móti honum rann.

197. Kleyv so hvønn um tvørar herðar,
sum ímót honum rann,
eingin livdi eftir tá,
sum har á vegin kom fram.

198. Allir lótu lívið har,
sum Gyrðilin hevði á fund,
tá kom eingin livandi
til Gyrðilins ríku lund.

199. Har kom eingin livandi,
sum kongur tað fullmátti,
Virgar ræður fyri ríki,
hann vann í hesum tátti.

200. Nú er leingi kvøðið her,
nú er tað heim at venda,
hetta er gjølla Bekilstáttur,
nú er komið til enda.

(c) Dansifelagið í Havn