Kvæðasavn

Sniolvs kvæði

Uppskrift: FK 84A, 19, pp. 96-120.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

I. Golmars táttur

1. Árla var um morgunin,
ið sól tók fagurt at branda,
tað var ungi Ásmundur,
hann lystir út at ganga.

Gyltan spora við mítt fótaspenni,
so temji eg mín gangara góða,
lætur renna.

2. Ásmundur gisti Golmar heim,
neyðugt honum tað var,
so var mær av sonnum sagt,
hjá konu hans hann svav.

3. Ásmundur steig í seingina upp,
fremur hug á leið,
Golmar varð á durum koyrdur,
kinn bar hann so bleik.

4. Golmar grætur heitan grát,
tár á kinnar ljóðar:
»Aldri verði lagað tær
frú Ingibjørg at njóta!«

5. Tað var frúgvin Ingibjørg,
grætur hon ikki minni:
»Kalli tað einki roysnisverk
at taka annans kvinnu.«

6. Tí svaraði Ásmundur,
lystir ei á at hoyra:
»Kalli tað vera kempusið
tann veika av durum koyra.«

7. Golmar so til orða tók,
elvist her illur vandi,
visti sær ikki svinri ráð
enn rýma burt av landi.

8. Ásmundur talar til sínar menn,
tríggjar ella tógva:
»Golmar, vilt tú fylgja mær?
Í dag vil eg útrógva.«

9. Gingu teir til strandar oman,
ríkir menn og reystir,
lunnar brustu, jørðin skalv,
tá knørrur varð loystur úr neysti.

10. Tá ið teir komu á havið út,
Ásmundur ræð at svara:
»Hvør eigur hesi bitru vákn,
ið her við grunni fara?«

11. Golmar so til orða tók:
»Elvast her illur siður,
tó frá eg frá Hildibrand,
hann søkti svørðið niður.«

12. Ásmundur steig for borðið út,
leingi kavar hann,
so kom hann frá grunni upp,
hann ikki svørðið fann.

13. »Sigur tú mær ei sannari,
hvar svørð við grunni liggur,
tú skalt harðan deyðan tola,
snart skalt tú hann tiggja.«

14. Golmar læt tá 'Kjertuven' skera,
tá læt alt til vera,
neyðugt, tó hann vildi ei,
hann læt frá svørði siga.

15. Ásmundur leyp frá borði út,
leingi kavar hann,
so kom hann frá grunni upp,
og hann tað svørðið fann.

16. »Tú hevur nú fingið svørðið tað,
ið tú hevur eftir stundað,
lova nú mær til hallar heim,
frú Ingibjørg á fund!«

17. Ásmundur so til orða tók,
leit seg upp í eið:
»Hvat man hasum ljóta trølli
skilja so væna moyggj?»

18. Golmar so til orða tók,
mælir móti honum:
»Ofta hevur lakur maður
átt so væna konu.«

19. Ásmundur so til orða tók,
ræður fyri londum:
»Tú kemur ikki livandi
her av mínum hondum.«

20. Golmar so til orða tekur,
mælir móti honum:
»Eg eri borin ein hertugi
bæði til kals og konu.«.

21. Tað var Ásmundur reysta kempa,
sínum svørði brá,
og so hjó hann Golmar
sundur í lutir tvá.

II. Sniolvs táttur

22. Nú skal falla niður um stund,
viljið tær dømir trúgva,
um hann Sniolv av Upplondum,
hagar vil eg snúgva.

23. Sniolvur býr á Upplondum,
hans líki kann ikki fá,
so líkar honum at stríða,
sum leika við streym í á.

24. Sniolvur býr á Upplondum,
hans líki kann ikki finnast,
so lystir honum at stríða,
sum leika við streymin stinna.

25. So lystir honum at stríða,
sum leika við streymin stinna,
sá kemur eingin riddari,
ið Sniolv torir finna.

26. Sniolvur gár for sína móður.
leitar við henni ráð:
»Hvar veitst tú so skjøn ein junfrú,
sum mær er sámi at fá?«

27. Svaraði hansara sæla móðir
fyrsta orðið tá:
»Best manst tú vita við sjálvum tær,
hvat tær er sámi at fá.«

28. »Skuldi mær sá hugurin
leggja lívið á,
hertugans dóttur í Brunsvík norð,
kundi eg hana fá.«

29. Svaraði hansara sæla móðir
bæði av tukt og sinni:
»Hertugans dóttur í Brunsvík norð
ert tú ikki maður at vinna.«

30. »Hoyr tú tað, mín sæla móðir,
lítið man eg hann varða,
tólv hundrað av valdum liði
tað skal við mær fara.«

31. »Mangur reystur riddari,
ið frúnna vildi hava,
hann hevur teir í tornið sett
og allar á lívi taka.

32. Mangur reystur riddari,
frúnna vildi fá,
hann hevur teir í tornið sett
og allar á lívi gá.«

33. Sniolvur stendur á hallargólvi,
tók tey orð í reiði:
»Tó skal eg til Brunsvík norð,
eg komi ei aftur meiri.«

34. So letur hann Sniolvur
byggja skipini síni,
bæði letur hann á tey laða
virtur og so vín.

35. Vindur hann upp síni silkisegl,
gull við vovin brand,
strikar ei á bunkan niður
fyrr enn við Brunsland.

36. Inn kom ein so lítil svein,
sigur teimum frá:
»Eg sær skip á havi fara,
ovur seglin blá.«

37. »Sært tú skip á havi fara,
ovur seglin blá,
vera man onkur høvdingin
at biðja dóttur vár.«

38. »Eg sær skip á havi fara,
eru stórharrar pá,
teir vilja hvørki lúta ella strika,
skotini bresta á.«

39. Svaraði hertug í Brunsvík norð
bæði av tukt og viti:
»Tað man vera mætur kongur,
hvørki vil lúta ella strika.«

40. Svaraði hertugin í Brunsvík norð,
begynti at blása í horn:
»Tær skuluð fara til strandar oman
at seta hann í torn!«

41. Svaraði Sjúrður hertugans son,
reyðargull bar á hond:
»Fyrst kunnuð tær frætta til,
hvar kempan er av land.«

42. Svaraði hertug í Brunsvík norð,
við gulli sínum at gæta:
»Tær skuluð fara til strandar oman
at finna tann kongin mæta!«

43. Eingin, sá í Brunsvík var,
tordi kongin finna,
uttan Sjúrður hertugans son,
hann reið til strandar niður.

44. Hildu inn for Brunsvík,
sum hertugin fyri var,
har vóru strætin silvurmerki,
broddað alt við stál.

45. Higar teirra snekkja
kendi fagurt land,
kastar síni akkeri
á so hvítan sand.

46. Spurdi Sjúrður hertugans son,
reyðargull bar á hand:
»Hvaðan er henda fremmanda kempa,
her er komin á land?«

47. »Sniolv skalt tú nevna meg,
væl í víggi stár,
Álvur kongur á Upplondum
var sæli faðir vár.«

48. »Álvur kongur á Upplondum
var ein kempa í ætt,
ei minna frá Sniolvi
tað havum vær hoyrt og frætt.«

49. Svaraði Sjúrður hertugans son,
væl kann tungu skilja:
»Hvat eru tygara ørindi,
hvat tykist tær vilja?«

50. Sniolvur so til orða tók,
ilt er forlag at kvíða:
»Til tess eri eg higar komin
tína systur at biðja.«

51. Svaraði Sjúrður hertugans son,
væl kann tungu skilja:
»Hon eigur bæði faðir og móður,
henni ráða vilja.«

52. Sniolvur so til orða tók
við sínar gulmar garðar:
»Ikki stendur tín sæli faðir mær
meir enn ein gásasnara.

53. Vil hann mær ikki sína dóttur
her til handar gifta,
eg bjóði honum eitt annað boð,
lív skal hondum skifta.

54. Vil hann mær ikki sína dóttur
geva í mín haga,
tað skal verða deyði hans,
og fleiri dreingjum at skaða!«

55. Sjúrður stendur á grønum vølli,
teinkir pá tey orð,
hvussu hann skuldi viðurbera,
tað skuldi ikki vera morð.

56. »Hoyr nú tað, tú Sniolvur,
tú bíða eina lítla stund,
meðan eg gangi í hallina inn
at finna tað væna sprund!«

57. Sjúrður gár í hallina inn,
læt sær orðum fúka:
»Nú er komin kongur sá,
ið tú manst undan lúta.«

58. Svaraði Sjúrður hertugans son,
ið læt sær orðum víkja:
»Nú er hann komin Sniolvur,
frú Adalín fár sín líka.«

59. Svaraði hertug í Brunsvík norður
bæði av tukt og viti:
»Skal ikki Brunsvík móti standa
einum orlogsskipi?«

60. Svaraði Sjúrður hertugans son,
hann heldur á búnum knívi:
»Tú verður tann fyrsti í Brunsvík norð,
hann tekur teg sjálvan av lívi.«

61. Sniolvur gekk frá strondum niðan
í tann mannamúgva,
kinnurin reyður sum hummarklógv
og eygað sum í dúgvu.

62. Uppi í miðjum grasagarði
akslar hann sítt skinn,
og so búgvin gongur hann
í høgar hallir inn.

63. Og so búgvin gongur hann
í høgar hallir inn,
sum hertugin yvir borði sat
við trý túshundrað fimm.

64. Sniolvur stendur á hallargólvi,
ber fram kvøðu sína:
»Sit væl, ríkur hertugi,
gev mær dóttur tína!«

65. Leingi sat tá hertugin
og hugsaði um tey ráð,
hvussu hann skuldi Sniolvi
so háðiligt andsvar fá.

66. »Sit væl, ríkur hertugi,
tú legg tað væl í minni,
sig mær antin nei ella ja,
eg spyrji ei triðja sinni!

67. Vilt tú ikki tína dóttur
mær til handar gifta,
eg bjóði tær eitt annað boð,
lív skal hondum skifta.«

68. Tað var hertugin í Brunsvík norð,
tyktist vera í vanda,
tá ið hann sá tær reystu kempur
sær fyri eygum standa.

69. Svaraði hertug í Brunsvík norð,
sortnaði sum ein mold:
»Gangið til frúnna Adalín
og leiðið hana fram á fold!«

70. Inn kom frúgvin Adalín
við silkikneptari húgvu,
kinnurin reyður sum hummarklógv
og eygað sum í dúgvu.

71. Kinnur var reyður sum hummarklógv
niður á ljósum enni,
eingin sá í Brunsvík var,
ið líkaðist aftur at henni.

72. »Hoyr tað, frúgvin Adalín,
sæla dóttir mín,
vilt tú henda riddara lova,
komin at biðja tín?«

73. Svaraði frúgvin Adalín
fyrsta orðið tá:
»Eg hevði hug á Sniolvi,
fyrr enn eg hann sá.«

74. Svaraði hertug í Brunsvík norð
alt fyri uttan ekka:
»Tær gevi eg nú mína dóttur
her til brúdleyp drekka.«

75. Tað var hann ungi Sniolvur,
fellur á síni knæ,
meðan hann frúnna Adalín
til ektar festi sær.

76. Drukkið varð tað brúdleypið,
kátt var teirra lív,
gingu bæði í eina song
Sniolvur og hans vív.

77. Drukkið varð teirra brúdleypið
alt fyri uttan trega,
hertugin lætur síni dóttur
fimmti merkur geva.

78. Silki og so perlur
var eftir vegnum breitt,
so varð hon frúgvin Adalín
niður til strandar leidd.

79. So varð hon frúgvin Adalín
niður til strandar leidd,
hertugin fylgdi síni dóttur
ytst á flóðarstein.

80. Vindur hann upp síni silkisegl,
gull við vovin brand,
strikar ei á bunkan niður
fyrr enn við Uppland.

81. Kastar hann síni akkeri
á so hvítan sand,
fyrstur steig tá Sniolvur
av sínum monnum á land.

82. Fyrstur steig tá Sniolvur
av sínum monnum á land,
og hon frúgvin Adalín
undir hans høgru hond.

83. Sniolvur gekk frá strondum niðan,
til tess var ei sein:
»Sit í frið, mín sæla móðir,
eg komi væl glaður heim!«

84. Svaraði hansara sæla móðir,
helt á gullinum bjarta:
»Góðan stund so bar eg teg
undir mínum hjarta.«

85. Sniolvur so til orða tók
fyrsta orðið tá:
»Móðir, her er junfrú tann,
tær segðið, eg mundi ikki fá.«

86. Drukku teir á Upplondum
bæði úti og inni
mjøðin og tann klára vín,
og glaðir á hvørjum sinni.

87. Sniolvur gár innan høgaloft,
ræður fyri frúnni at telva:
»Nógv er gullið á Upplondum
sjálva tygur at gleða.«

88. Frú Adalín vaknar um miðju nátt,
sigur sín dreym so brátt:
»Undarligt hevur fyri meg borist
alla hesa nátt.

89. Mær tókti, tú reiðst á grønum vølli
við tínar gulmar garðar,
har kom ríðandi riddarin tann,
ið sló teg niður til jarðar.«

90. Sniolvur so til orða tók
við sínar gulmar garðar:
»Sá er eingin í vørildini,
meg kann sláa til jarðar.«

91. Svaraði frúgvin Adalín,
læt sær orðum víkja:
»Eingin hevur so reystur verið,
hann hevur ikki fingið líka.«

III. Ásmundar táttur

92. Árla var um morgunin,
sól tók fagurt at skína,
tað var ungi Ásmundur,
hann lystir út at ríða.

93. Tað var ungi Ásmundur,
hann lystir út at ríða,
hann kom niður á Upplondum,
sum vegir liggja víða.

94. Hann kom niður á Upplondum,
eingin sá hann enn,
hann feldi av Sniolvs monnum
hundrað um í senn.

95. Sniolvur so til orða tók:
»Hví gár her so skarpt,
ofta veit eg mín búgvin brand,
eg gesti 'a val' glatt?«

96. Svaraði Sniolvs høvuðsmann,
gull bar seg á hand:
»Her er komin ein fremmanda kempa
av eitt annað land.«

97. Sniolvur so til orða tók,
maðurin er hann blíður:
»Lítið man eg spara hann,
tó ið hann er fríður.«

98. Teknar so til orða tók,
leit seg upp til bíggjar:
»Tú vinnur einki á hesi kempu,
tað kann eg væl síggja.«

99. Sniolvur so til orða tók,
heldur á brúnum knívi:
»Eg skal ríða í herin fram
og taka hann burtur av lívi.«

100. Ásmundur ríður á grønum vølli,
mælir av tungum inna,
Sniolvur ríður honum ímóti,
her munnu tveir reystir finnast.

101. Ásmundur situr á sínum hesti,
talar nú um sín vilja:
»Nú lystir meg til hallar heim
frú Adalín at gilja.«

102. Sniolvur so til orða tók,
heldur á gullinum bjarta:
»Eingin giljar Adalín,
fyrr enn brostið er í mær hjartað.«

103. »Eg tók konu Golmars,
rópti tað ei so hátt,
annað skalt tú fáa at finna,
áðrenn úti er nátt.«

104. »Hoyrt havi eg frá Golmar gitið,
greint frá hvørjum orði,
hann var ikki til víggja førur,
hann vardi ei sína konu.«

105. Sniolvur ríður á grønum vølli,
mælir av tungum inna,
Ásmundur ríður honum ímót,
nú munnu tveir reystir finnast.

106. Riðu teir á grønum vølli,
hvørgin vildi lúta,
so stóð roykur av teirra hjálmum,
sum neistar av eldi fúka.

107. Riðu teir á grønum vølli,
hvørgin vildi víkja,
so fell teimum høggin tung,
í hjarta tókti níta.

108. Riðu teir á grønum vølli,
einki mundi hvørgum bella,
hoyrast mátti langa leið,
hvussu svørð í brynjum gella.

109. Sniolvur situr á sínum hesti,
hann er riddarin besti,
so høgg hann til Ásmundar,
hann svímaði á sínum hesti.

110. Ásmundur kastar svørð umkring,
frálíkur var hann monnum,
hann kleyv Sniolvs gylta hjálma,
at svørðið stóð í tonnum

111. Blóð sprakk undan naglarót,
Ásmundur spenti álva,
hann kleyv Sniolvs gylta hjálm
og búkin niður í nalva.

112. Ásmundur stendur á grønum vølli,
talar nú í tey verka:
»Væl mátti tú bera títt navn,
Sniolv, kempan sterka.

113. Mangan havi eg niður felt
her og í øðrum londum,
ongan havi eg tílíkan funnið
fyri mínum hondum.«

114. Ásmundur stendur á grønum vølli,
síni roysni lovar,
hann tók Sniolvs høvur upp,
hann bant til saðilbuga.

115. Teir skjóta sín skjøld á grøna mark
við orð og hyggju full,
høgar síggja teir borgir standa,
slagnar við reyðargull.

116. Inn kom ein so lítil svein,
sigur teim frá:
»Eg sær mann at borgum ríða
í miklari brynju blá.«

117. Upp stóð frúgvin Adalín,
glað fyri uttan vanda,
so gekk hon av hallini út
fyri Sniolvi at standa.

118. Svaraði frúgvin Adalín,
leit seg upp til bíggjar:
»Hetta er ikki Sniolvur,
tað kann eg væl síggja.«

119. Ásmundur situr á sínum hesti,
talar um sín vilja:
»Hoyr tað, frúgvin Adalín,
meg lystir tygur at gilja!«

120. Svaraði frúgvin Adalín,
læt sær orðum víkja:
»Tað verður ikki, meðan eg livi,
eg fái Sniolvs líka.«

121. Ásmundur so til orða tók
við sínar gulmar garðar:
»Eg havi vigið tann sterka Sniolv,
sligið hann niður til jarðar.«

122. »Sniolvur var ein kempa so sterk,
hans líki kundi ei finnast,
tað var alt við illgerningar,
tú mundi sigur vinna.

123. Tú átti tær móður tá,
ið verst var ein í landi,
mangari hevur hon reystari kempu
lagt við eiturbrand.«

124. Ásmundur situr á sínum hesti,
heldur sær á gaman:
»Hoyr tað, frúgvin Adalín,
eg sovi í títt kamar.«

125. Svaraði frúgvin Adalín,
helt á vænum spøni:
»Hevði tú verið út í mín bú,
tú skuldi har illa útkomið.«

126. Ásmundur vendi sínum hesti frá,
leit seg upp til bíggjar,
tá fekk frúgvin Adalín
Sniolvs høvur at síggja.

127. Tað var frúgvin Adalín,
helt á gullinum reyða,
beltið brast, og hjartað sprakk
eftir Sniolvs deyða.

IV. Gríms táttur

128. Árla var um morgunin,
sól tók fagurt at skína,
tað var hin illi Ásmundur,
hann lystir út at ríða.

129. Tað var ungi Ásmundur,
hann lystir út at ríða,
hann kom niður undir loynioyggj,
sum vegir liggja víða.

130. Hann kom niður undir loynioyggj,
av dró barnagaman,
hvørt tað skip, í havinum var,
tað lætur hann hekta saman.

131. Ásmundur gongur skipa millum,
fram gekk hann so fast,
allir teir, ið fyri vóru,
høvur á bunka brast.

132. Ásmundur leyp for borðið út,
hugdi sær til frama,
tá var snúgvið navnið hans,
teir kalla hann Kappabana.

133. Ásmundur so til orða tók
av so tungum stríði:
»Vitið tær nakra kempu í dag,
sum eftir er á lívi?«

134. »Her býr ein kempa skamt ífrá,
hans líki kann ei fá,
so lystir honum at stríða,
sum leika við streym í á.

135. So lystir honum at stríða,
sum leika við streymin stinna,
sá kemur eingin riddari,
ið Grím torir finna.«

136. Ásmundur so til orða tók,
leingi hevði bíðað:
»Tær skuluð fara til hallar heim
og biðja hann mót mær stríða.«

137. Sveinur fór sum skjótast var,
hann goymdi væl at orði,
kom ikki fyrr í hallina inn,
enn Grímur sat yvir borði.

138. »Vert vælkomin, sendisvein,
higar nú til mín,
drekk nú, hvørt tær betur líkar,
mjøðin ella vín!«

139. »Lítið er mær um mjøðin tín,
hálvu minni um vín,
her er komin ein fremmanda kempa,
sendi meg til tín.«

140. Grímur so til orða tók,
maðurin er hann blíður:
»Lítið man eg spara hann,
tó ið hann er fríður.«

141. Sendisvein so til orða tók
við sínar gulmar garðar:
»Hann hevur vigið Sniolv sterka,
sligið hann niður til jarðar.«

142. Grímur tagdi langa stund
við so lítið veldi,
tá ið hann hoyrdi orðini tey:
hann sterka Sniolv feldi.

143. »Sniolvur var mín móðurbróðir,
hans líki kundi ei finnast,
tað var alt við illgerningar,
hann mundi sigur vinna.

144. Hann átti sær móður tá,
ið ein er verst í landi,
mangari hevur hon reystari kempu
lagt for eiturbland.

145. Tú bið hann brynja út fimmti kempur,
bestar í sítt land,
eg vil ei móti honum berjast,
hann illgerning kann.«

146. Ásmundur situr í skógnum burtur,
leingist honum at bíða,
inntil hann sá sín sendisvein
aftur til sín at ríða.

147. Ásmundur so til orða tók,
ið leingi hevði bíðað:
»Hvat man kempan siga til,
vil hann mót mær ríða?«

148. »Kempan tagdi langa stund
við so lítið veldi,
tá ið hann hoyrdi orðini tey:
hann sterka Sniolv feldi.

149. Hann bað teg brynja út fimmti kempur,
bestar í títt land,
hann vil ikki móti tær berjast,
tú illgerning kann.

150. Sniolvur var hans móðurbróðir,
hans líki kundi ei finnast,
tað var alt við illgerningar,
tú mundi sigur vinna.

151. Hann segði, tú átti móður tá,
ið ein var verst í landi,
mangari hevur hon reystari kempu
lagt for eiturbrand.«

152. Grímur ríður á markina út
við so fullgott mót,
hann sló allar fimmti kempur
niður for sín fót.

153. Grímur ríður á grønum vølli,
mælir av tungum inna,
Ásmundur ríður honum ímót,
nú munnu tveir reystir finnast.

154. »Eg bað teg brynja út fimmti kempur,
bestar í títt land,
eg vil ei ímót tær berjast,
tú illgerning kann.

155. Sniolvur var mín móðurbróðir,
hans líki kundi ei finnast,
tað var alt við illgerningar,
tú mundi sigur vinna.

156. Tú átti tær móður tá,
ið ein var verst í landi,
mangari hevur hon reystari kempu
lagt for eiturbrand.

157. Far tú teg til hallar heim,
kempur saman at søkja,
eg skal sita í skógnum burtur,
skal ímóti møta!«

158. Hildibrand vaknar á miðjari nátt,
hann sigur sín dreym so brátt:
»Undarligt hevur fyri meg borist
alla hesa nátt.«

159. Hildibrand so til orða tók,
í læt sær víkja:
»Mær tókti, sum mítt hitt góða svørð
var komið frá havsins dýpi.

160. Mær tókti, eg reið á grønum vølli
við so lítið trá,
har kom Grímur, sonur mín,
eg høgg hans høvur frá.«

161. Svaraði svinna Silkieik,
bæði við sorg og sút:
»Óttist eg um teir dreymarnar,
við sorgum ganga teir út.«

162. »Hoyr tað, svinna Silkieik,
syrg tað ei av monnum,
sá er eingin í vørildini,
tað søkir frá havsins botn.«

163. Tað er ungi Ásmundur
av eitt annað land,
ríkur maður, søgunevndur,
við sín teknarbrand.

164. Ríkur maður, søgunevndur,
við sín teknarbrand,
har kom ríðandi riddarin tann,
ið hans bar svørð í hand.

165. »Her situr ein kempa í skógnum burtur,
leingist honum at bíða,
eg kann ikki fá tann riddara,
mót honum torir stríða.«

166. Hildibrand so til orða tók,
mikil er brynjugjálvur:
»Hvat feilar tær, Ásmundur,
tú fert ikki mót honum sjálvur?«

167. »Hann bað meg brynja út fimmti kempur,
bestar í mítt land,
hann vil ikki móti mær berjast,
eg illgerning kann.

168. Hann segði, eg átti mær móður tá,
ið ein var verst í landi,
mangari hevur hon reystari kempu
lagt for eiturbrand.«

169. Hildibrand so til orða tók,
gull bar seg á hand:
»Læna mær títt hitt góða svørð
út av tín egin hand!«

170. Ásmundur so til orða tók,
gull bar seg á hond:
»Tú skalt fáa mítt góða svørð
út av mín egin hond.«

171. Teir stigu á sínar hestarnar
í so fullgott mak,
riðu so í skógin fram,
sum Grímur fyri sat.

172. »Her situr tú, kempan reysta,
leingi hevur bíðað,
nú havi eg fingið riddaran tann,
ið mót tær torir stríða.«

173. »Tú fórt teg til hallar heim
kempur saman at kalla,
tað er ei so undarligt,
eg má tá seinast falla.«

174. Grímur ríður á grønum vølli,
mælir av tungum inna,
Hildibrand ríður honum ímót,
nú munnu tveir reystir finnast.

175. Riðu teir á grønum vølli,
hvørgin vildi lúta,
so stóð roykur av teirra hjálmum,
sum neistar av eldi fúka.

176. Riðu teir á grønum vølli,
einki mundi hvørgum bella,
hoyrast mátti langa leið,
hvussu svørð í brynjum gella.

177. Riðu teir á grønum vølli,
hvørgin vildi víkja,
so fell teimum høggin tung,
í beinið tókti níta.

178. Grímur situr á sínum hesti,
hann er riddarin besti,
so høgg hann til Hildibrand,
hann svímaði á sínum hesti.

179. Hildibrand kastar svørð umkring,
frálíkur var hann monnum,
hann kleyv Gríms forgylta hjálm,
at svørðið stóð í tonnum.

180. Blóð sprakk undan naglarót,
Hildibrand spenti kálva,
hann kleyv Gríms forgylta hjálm,
búkin niður í nalva.

181. Ásmundur stendur á grønum vølli,
talar nú um tey verka:
»Ongan havi eg tílíkan sætt
uttan Sniolv sterka.«

182. Hildibrand so til orða tók
við so lítið teiti:
»Hoyr tað, reysti Ásmundur,
hvussu mundi kempan eita?«

183. »Grím læt kempan kalla seg,
sum eingin plagar at vinna.
Hildibrand var faðir hans,
og móðir Silkieik svinna.«

184. Hildibrand so til orða tók,
læt sær orðum víkja:
»Bannaður verði búkur og bein,
teg søkti frá havsins dýpi!«

185. Hildibrand so til orða tók
av so tungum stríði:
»Hatta er mín hin sæli son,
eg havi tikið av lívi.«

186. Hann vá sín hin sæla son
við so lítið trá,
eingin gitur forðað tað,
ið nornur leggja á.

187. Hann vá sín hin sæla son,
ei var lítt av gavni,
síðan lá hann á grønum vølli,
tá sprakk hann av harmi.

(c) Dansifelagið í Havn