Kvæðasavn

Torbjørn Bekil

Uppskrift: FK 91C, 22, pp. 55-78.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

1. Torkil vitur á Oyri situr
glaður foruttan vanda,
brátt munnu skip frá Noregi koma
higar til Ísalanda.

2. Torkil vitur á Oyri situr
glaður foruttan ekka,
brátt munnu skip frá Noregi koma
her til Ísland rekka.

3. Torkil vitur á Oyri situr
glaður foruttan sút,
brátt munnu skip frá Noregi koma
her til Ísland út.

4. Árla var um morgunin,
sól tók fagurt at branda,
heiman búðist Torbjørn Bekil
oman av sínum landi.

5. Torkil gekk seg niður til strand,
hann kjøpti ein stýrimann:
»Vilt tú tiggja mítt vetrarvist
og vera í mínum ranni?«

6. »Skal eg tiggja títt vetrarvist
og vera í tínum ranni,
tá skalt tú mær til føðslu føra
mat mót menskum manni.

7. Oksar sjey og flikkini tvey,
tríati svínatal,
tólv tunnur av stumpabreyði,
áðrenn dimmir á dag.

8. Eg vil ikki av skálum drekka,
ei av smáum kerum,
tú skalt mat á stongum vega
í stórum bryggjarkørum.«

9. Hundar tóku at goyggja hátt,
gripur at garði dregur,
stígur so sterkt á stinnan legg,
jørð við kálva veður.

10. Hundar tóku at goyggja hátt,
gripur at garði dró,
stígur so sterkt á stinnan legg,
jørð við kálva vóð.

11. Hundar tóku at goyggja hátt,
tá gripurin dró at garði,
stígur á legg við stinnum alvi,
eingin var tað varði.

12. Veggir allir svignaðu,
hvar hann kom í tún,
hurðar allar klovnaðu,
áðrenn hann fekk rúm.

13. Veggir allir svignaðu,
hvar hann studdist við,
beinkir allir brotnaðu,
hvar hann settist niður.

14. Beinkir allir brotnaðu,
hvar hann gekk í sæti;
tí svaraði bóndans kona:
»Slíkt eru trøllalæti.«

15. Oksakroppin át hann upp,
tríati seyðatal,
mátti hann honum til morgnar ætla,
áðrenn dimdi á dag.

16. Oksakroppin át hann upp,
ellivu svínaflikki,
tólv tunnur av stumpabreyði,
áðrenn hann kravdi drykkir.

17. Oksakroppin át hann upp,
tað lógvaði hann um tíma,
tólv tunnur breyð og laksir sjey
og flikkini tólv av svíni.

18. Hann vildi ei av skálum drekka,
ei av smáum kerum,
teir máttu honum á stongum vega
í stórum bryggikørum.

19. Tí svaraði bóndans kona,
væl kann lokum lesta:
»Tú hevur boðið heim til mín
trøllið tað hitt versta.«

20. Tí svaraði bóndans kona:
»Eg bíði tað ikki bøtur,
á ørmundarhús tað etur hann meg,
verður hann her í vetur.«

21. Tí svaraði bóndans kona,
lært hevði tukt og sinni:
»Far tú yvir á Ferjubakka,
har er moyggin svinna!«

22. Tí svaraði bóndans kona,
fell so væl í lag:
»Far tú yvir á Ferjubakka,
kjós tær moyggj og fæ!«

23. Torbjørn snúðist haðan burt,
tók hennar orð til takka,
snarliga skundar hann síni ferð
yvir á Ferjubakka.

24. Torbjørn fór seg yvir um á
eina morgun snimma,
bóndin stóð í hoylaðu
við nýggju húskallar sínar.

25. Torbjørn steig í hoylaðuna,
vil eg for yðrum tína,
hann vá bóndan í hoylaðuni
við níggju húskallar sínar.

26. Torbjørn steig í hoylaðuna,
hann gat onga ilsku sparað,
hann vá bóndan á Ferjubakka,
hann tók seg ikki vara.

27. Torbjørn gekk í skálan inn,
myrkt var honum for eygum,
bóndans dóttir á beinki sat,
løgd í bondum beygum.

28. Torbjørn gekk í skálan inn,
tað var mest av sút,
tekur hendur á bóndans dóttur,
ætlar at bera út.

29. Hon hevði upp ein lindarsaks,
leysur stutt frá henni,
buðlungur fekk eitt skaðiligt mein,
moybrest fekk hann í enni.

30. Halga sló, og buðlungur stóð,
tað neit inn at hjarta,
blóðið rann sum streymur í á,
tað var sum sótið svarta.

31. »Hoyr tú, væna bóndans dóttir,
blóðgað hevur tú meg!
Áðrenn dagur at kvøldi er komin,
javnlíkt søki eg teg.

32. Eg skal meg í heiðin lond,
samla saman djór
av teim átjan Blálondum,
sum eingin skín á sól.

33. Mær skal fylgja Rani, mín frændi,
og risin av Girtlandi,
Atli og Gyrðilin sterki
teim man eingin granda.

34. Mær skal fylgja Rani, mín frændi,
Atli kongins son,
ógvast teir í hjartanum,
av honum vita vón.

35. Rani skal hava tín heiður fyrst,
síðan skal eg teg kenna,
hegna so undir meg Ísland alt
kristið lið at brenna.

36. Rani skal hava tín heiður fyrst,
tað skal eg tær gera,
allar skammir skal eg tær vinna,
mín frilla skalt tú verða.«

37. Tann fyrsta knørr, sum Torbjørn steig,
tá rivnaði súð frá sjó,
so er sagt, hann sparir ei til,
hann drekkur blandað blóð.

38. So er sagt, hann sparir ei til,
hann drekkur blóð í blandi,
rívur rátt, sum ravnar kjøt,
hvar hann kemur at landi.

39. Tað var Halga, bóndans dóttir,
yvir um ánna fór,
úti tann hin gamli kall
fyri henni stóð.

40. Tað var tann hin gamli kall,
sveipar at sær skinn:
»Ver vælkomin, Halga fagra,
gakk í skálan inn!«

41. Tað var Halga, bóndans dóttir,
inn í skálan gekk,
kellingin kastar dýnu í bonk,
henni sessin fekk.

42. Kellingin kastaði dýnu í bonk,
henni sess at bjóða:
»Tað síggi eg á Halguni fagru,
henni eru sakir á flóði.«

43. Tí svaraði Halgan fagra,
kortar hon ikki fíggja:
»Hvar er Ásmundur, sonur tín?
Nú vil eg hann síggja.«

44. »Sonur mín er í steikarhúsi,
góðan fostur velur,
hvørja nátt á skógnum burtur
allar leikir fremur.

45. Sonur mín er í steikarhúsi,
góðar kostir nýtur,
hvørja nátt á skógnum burtur,
rygg í trøllum brýtur.«

46. Tí svaraði Halgan fagra,
eg geri tað ei at loyna:
»Hann kemur ikki í song við mær,
fyrr enn odd við Bekil royna.«

47. Kelling snúðist haðan burt,
so er greint fyri mær,
haðan í tað steikarhús,
sum hennara sonur var.

48. Haðan í tað steikarhús,
sum hennara sonur var:
»Statt upp Ásmundur, sonur mín,
kjós tær moyggj og fæ!

49. Hoyr tað Ásmundur, sonur mín,
eg geri tað ei at loyna,
tú kemur ikki í Halgu song,
fyrr enn odd við Bekil royna!«

50. Svaraði Ásmundur kellingarson,
hann var ikki vanur við tokka:
»Plaga so allar høviskar møður
síni børn mót trøllum lokka?«

51. Kellingin víkur at Ásmundi,
fram úr sessi dró,
ikki vikaðist kappin reysti,
heldur enn í bergi stóð.

52. Kellingin víkur at Ásmundi,
fram úr øsku draga,
ikki vikaðist kappin reysti,
heldur enn í bergi staðið.

53. Ikki vikaðist kappin reysti,
heldur enn í bergi staðið:
»Hevði eg ikki gjørt fyri syndir skyld,
eg skuldi títt hár av 'skaji'«

54. Svaraði Ásmundur kellingarson,
tekur so spotskt at læa:
»Hevði tú ikki verið móðir mín,
so lætt mundi eg teg vega.«

55. Hann sýndi henni knívin tann,
brendur var upp í tanga:
»Tykir tær henda sámiligan
mót reystkempum at ganga?«

56. Kellingin snúðist haðan burtur,
dvaldist ikki leingi,
kemur aftur við svørðinum,
dugiligt var dreingi.

57. Hon kom aftur við svørðinum,
bar sínum soni fram,
eitur var í oddinum,
eldur í eggjum brann.

58. Hon kom aftur við svørðinum
sínum soni at bera:
»Tak nú við, mín sæli son,
hetta kann brynjur skera!«

59. Ásmundur leyp úr árni upp,
ristir øsku av sær:
»Eg vildi nú, mín sæla móðir,
vera ein brynja mær.«

60. Kelling snúðist haðan burt,
dvaldist ikki leingi,
hon kom aftur við brynjuni,
sámilig var dreingi.

61. Leggur hann í varman leyg,
tekur hans hár at greiða,
hálsurin var sum hermalín,
gott tókti móður at eiga.

62. Ásmundur gekk í skálan inn,
hann ber lov og prís,
Halga fagra á beinki situr,
upp mót honum rís.

63. »Hoyr tað Ásmundur, søtin mín,
eg geri tað ei at loyna,
tú kemur ikki í song við mær,
fyrr enn odd við Bekil royna!«

64. Tað er Ásmundur kellingarson,
ræður orðum at svara:
»Gjarna vil eg hava teg
við fagurt seksti garðar.«

65. Tí svaraði Torbjørn Bekil:
»Hvør vil mær tað gera?
Hvør vil vera mítt sendiboð,
boð fyri Halguna bera?«

66. Svaraði ein av sveinunum,
sigst í hesum tátti:
»Eg vil vera títt sendiboð,
so væl eg tað formátti.«

67. Sveinin fór til hallar heim,
aftur í sama sinni.
Eftir spurdi Torbjørn Bekil:
»Sá tú Halguna svinnu?«

68. »Yvir henni sá eg skjøld og svørð,
kápa á veggi hekk,
mann sá eg fyri Halgu knæum,
hevði langan legg.

69. Yvir henni sá eg skjøld og svørð,
kápu á veggi hanga,
mann sá eg fyri Halgu knæum,
hann bar leggin langa.«

70. »Sá tú mann fyri Halgu knæum,
hann hevði leggin langa,
tað man vera tann øskudólgur,
ræður mót os at ganga.

71. Standið upp av mínum monnum
fimtan valdra sveinar,
takið tann vesala øskudólg,
berið hann út á teinar!«

72. Teir fóru seg til hallar heim,
ýla rætt sum hundar,
Ásmundur gekk teim øllum ímót,
ongum fór hann undan.

73. Teir fóru seg til hallar heim
at taka Ásmund av lívi,
Ásmundur stóð á hallargólvi
við hvøssum slíðraknívi.

74. Ásmundur stóð á hallargólvi
við hvøssum slíðraknívi,
fyrst vá hann ein, so vá hann tvá,
hann tók teir allar av lívi.

75. Fyrst vá hann ein, so vá hann tveir,
síðan vá hann allar,
lítlan skulu teir sigurin rósa,
fyrst komu heim til hallar.

76. Torbjørn liggur á skipunum,
talar nú til sín frænda:
»Eg sendi menn til hallar heim
einum øskudólgi at granda.

77. Eg sendi menn til hallar heim
einum øskudólgi at granda,
leingist mær nú, hvat Torbjørn segði,
teir koma ikki niður til strandar.

78. Nú skal leggja skipum saman,
rætt sum boðar berjast,
hann er eingin av íslendingum,
frúnna torir at verja.

79. Nú skal leggja skipum saman,
rætt sum boðar bresta,
ríða so frá strondum niðan
við albrynjaðar hestar.«

80. Torbjørn steig seg niður for borð,
tað mundi allir síggja,
fimtan favnar var dýpið høgt,
tað stóð ikki meir enn til kníggja.

81. Rani hyggi gekk fram fyrst,
firra tók fyri elli,
svartan hevði hann lit á sær,
gartan lit í leggi.

82. Svartan hevði hann lit á sær,
gartan lit í beini,
so steig hann á foldina fast,
hann merkti spor í steini.

83. Átjan alin er jarnstong Rana,
reiggjar hann henni hátt,
harðliga vindur hann skegg sítt upp,
í hárum er tað grátt.

84. »Man hetta vera tann øskudólgur,
inni hevur ligið leingi,
komin er nú úr árni út
at royna reystar dreingir?

85. Líkari var tær inni at ligið
tínar móður grýtu at slúka
enn at ríða os ímót
og øsku upp á os rúka.

86. Líkari var tær inni at ligið
tínar móður grýtu at slikka
enn at ríða os ímót
og øsku upp á os rista.«

87. »Eg havi sleikt mína móður grýtu
foruttan allan ekka,
eg havi tó ikki havt tann sið
av blóðbollum at drekka.

88. Eg havi sleikt mína móður grýtu
foruttan allan sút,
eg havi ikki havt tann sið
at drekka blóðbollar út.«

89. »Nú vil eg binda mín høgra hand,
við tann vinstra vil eg stríða,
tú skalt ikki, Ásmundur kellingarson,
longur á stundum bíða.«

90. Ásmundur spennir sín hest við spora,
sparir hann ei at leypa:
»Áðrenn dagur at kvøldi er komin,
dýrt skalt tú meg keypa.«

91. Ásmundur spennir sín hest við spora,
so fast tá ið hann oysti,
tað mátti hoyrast langa leið,
sín hest við spora loysti.

92. Høgga títt og líva lítt,
dreingir spæla í gíggja,
Ásmundur ungi blóði sputtar,
hvørgin vildi flýggja.

93. Høgga títt og líva lítt,
dreingir spæla í gumma,
Ásmundur ungi blóði sputtar,
hvørgin flýddi undan.

94. Høgga títt og líva lítt,
av dró barnagaman,
eldur reyk av svørðunum,
tá eggjar bórust saman.

95. Átjan alin er jarnstong Rana,
vil eg for ydrum greina,
høggið kom á saðilboga,
orlov vildi honum meina.

96. Rani gav so vænt eitt høgg,
øllum tókti undur,
høggið kom á saðilboga,
miðjan hestin sundur.

97. Kallin stóð undir skálaveggi,
tók so sárt at gráta:
»Nú manst tú, mín sæli son,
so brádliga lívið láta.

98. Tá tú kemur mót Torbjørn Bekli,
bein í honum bróta,
ilt manst tú, hvat kelling segði,
av mínum ráðum njóta.

99. Ilt manst tú, hvat kelling segði,
av mínum ráðum njóta,
tá hann teg við eygum sær,
við kjaftinum man teg gloypa.

100. Leggið nú saðil á folans bak,
tann teir kalla hin gráa,
eg veit honum ongan tílíkan,
kunnu vit hann út fáa.«

101. Kallin tokar í herin fram,
hann bar dreingja lov,
Ásmundur sprakk í saðilin upp,
kall fór aftur um døv.

102. Kelling tók upp eitt eikikelvi,
sipaði inn fyri gátt:
»Liggið nú inni, vesalur tvær,
komið ikki út í nátt!«

103. Teir høgga títt, teir líva lítt,
troða jørð við kálva,
bjargamál sang í hvørjum hamri,
verøldin tók at skelva.

104. Teir høgga títt, teir líva lítt,
klúgva tað stálið stinna.
Nú er komið tað garpalið,
kalsson maka finnur.

105. Teir høgga títt, teir líva lítt,
tað er til dømi at taka.
Nú er komið tað garpalið,
kalsson fær sín maka.

106. Høgga títt og líva lítt,
bjargamál sang í fjøllum,
betri væri inni at liggja
enn at berjast mót trøllum.

107. »Nú vil eg loysa mína høgru hond,
með beggja vil eg stríða,
alt for ert tú vorðin sterkur,
fullvæl kanst tú ríða.«

108. Blóð sprakk undan naglarót,
tá Ásmundur roynir alvi,
síðan kleyv hann Rana sterka,
búkin niður í nalva.

109. Rani leyt á jørðina níga,
sjúkur og sárur av stríði;
Gyrðilin sterki sprakk á føtur,
grummur og harður til víggja.

110. Torbjørn heitir á frænda sín:
»Lív ikki tínum alvi!
So tykir mær at berjast við hann
sum leika við frúur í talvi.«

111. »Tú hevur dripið frænda mín
móti mínum vilja,
áðrenn dagur at kvøldi er,
illa skulu vit skiljast.«

112. Ásmundur spennir sín hest við spora,
sparir hann ei at leypa:
»Áðrenn dagur at kvøldi er komin,
dýrt skalt tú meg keypa.«

113. Ásmundur sló sín hest við spora,
so fast tá ið hann oysti,
tá mátti hoyrast langa leið,
sín hest við spora loysti.

114. »Eg vil binda mín høgra hond,
við tann vinstra vil eg stríða,
tú skalt ikki, Ásmundur kellingarson,
longur á stundum bíða.«

115. Høgga títt og líva lítt,
traðka jørð um kálva,
bjargamál sang í hvørjum hamri,
verøldin tók at skelva.

116. Høgga títt og líva lítt,
dreingir spæla í gíggju,
Ásmundur ungi blóði sputtar,
hvørgin vildi flýggja.

117. Høgga títt og líva lítt,
dreingir spæla í gumma,
Ásmundur ungi blóði sputtar,
hvørgin flýddi undan.

118. Høgga títt og líva lítt,
bjargamál sang í fjøllum,
betri væri inni at liggja
enn at berjast mót trøllum.

119. Betri er hjá fljóði at sova
og spenna tað holdið mjúka
enn at berjast við Gyrðilin sterka,
eldur av svørðum rúka.

120. »Her skuldi tú staðið, Torbjørn, sjálvur,
og roynt tað stálið stinna,
ikki eggja tínum monnum
roysnisverk at vinna.

121. Her skuldi tú staðið, Torbjørn, sjálvur,
roynt tað stálið føra,
ikki eggja tínum monnum
roysnisverk at gera.

122. Nú vil eg loysa mína høgru hond,
með beggja vil eg stríða,
alt for ert tú vorðin sterkur,
og fullvæl kanst tú ríða.«

123. Blóð sprakk undan naglarót,
tá Ásmundur spenti alva,
síðan kleyv hann Gyrðilin sterka,
búkin niður í nalva.

124. Gyrðilin leyt at jørðini níga,
sjúkur og sárur av stríði;
Atli sterki sprakk á føtur,
grummur og harður til víggja.

125. Ein kom undan Álafossi,
róði við átta árum,
so brýtur frá buli hans,
sum vindur blakar á báru.

126. Átta hendur á búki hans,
annaðslíkt á baki,
búgvið svørð í hvørji teirri,
tá fekk kalsson maka.

127. Torbjørn heitir á frænda sín:
»Lív ikki tínum alvi!
So tykist mær at berjast við hann,
sum leika við frúur í talvi.«

128. »Tú hevur dripið frændur mínar,
móti mínum vilja,
áðrenn dagur at kvøldi er komin,
illa skulu vit skiljast.«

129. Ásmundur spenti sín hest við spora,
spardi hann ei at leypa:
»Áðrenn dagur at kvøldi er,
dýrt skalt tú meg keypa.«

130. Ásmundur spenti sín hest við spora,
fast tá ið hann oysti,
tá mátti hoyrast langa leið,
sum hest við spora loysti.

131. Tí varð hann kallaður dólgurin sterki,
eingin var hans maki,
átta hendur á búki hans
og annaðslíkt á baki.

132. Hann høgg av honum fyrstu tvær,
ei var á tí hól,
hann høgg av honum aðrar tvær,
tá vóru eftir tólv.

133. Hann høgg av honum triðju tvær,
tað hevur mín bók at vátta,
hann høgg av honum fjórðu tvær,
tá vóru eftir átta.

134. Hann høgg av honum fimtu tvær,
tað var mest av sút,
hann høgg av honum sættu tvær,
eitur og ilsku út.

135. Hann høgg av honum sjeyndu tvær,
tá neit inn at hjarta,
eitrið dreiv til himmals upp,
tá sortnaði sólin bjarta.

136. »Tú hevur vigið mínar hendur av,
er mær ei á tí hól,
hoyr tú, Ásmundur kellingarson,
nú hevur tú gullringar tólv.

137. Í fjør var eg á Írlandi
og bardist við risar tólv,
enn ert tú, Ásmundur, frægari,
er mær ei á tí hól.

138. Eg havi vigið risar tólv,
ein av hvørjum landi,
nú man vera, hvat Gyrðilin segði,
nú verður mær ein at grandi.«

139. Blóð sprakk undan naglarót,
tá Ásmundur spenti alva,
síðan kleyv hann Atla sterka,
búkin niður í nalva.

140. Atli leyt at jørðini níga,
sjúkur og sárur av stríði,
Torbjørn Bekil sprakk á føtur,
grummur og harður til víga.

141. Torbjørn læt sær hestin saðla,
dreingir folan kalla,
brotnaði bein í bógvi hans,
deyður fell hann til valla.

142. Torbjørn læt sær annan saðla,
dreingir kalla hin snara,
brotnaði bein í lendum hans,
deyður fell hann til jarðar.

143. Torbjørn læt tann triðja saðla,
dreingir kalla hin gráa,
brotnaði bein í bøgi hans,
deyður á vølli lá.

144. »Tú hevur dripið frændur mínar
móti mínum vilja,
áðrenn dagur at kvøldi er komin,
illa skulu vit skiljast.«

145. Ásmundur sló sín hest við spora,
fast tá ið hann oysti,
tá mátti hoyrast langa leið,
sín hest við spora loysti.

146. Høgga títt og líva lítt,
av dró barnagaman,
eldur reyk av svørðunum,
tá eggjar bórust saman.

147. Ásmundur gav so vænt eitt høgg,
so er greint fyri mær,
stykki burtur úr Torbjørn sló,
sum góður hestur bar.

148. Tí svaraði Torbjørn Bekil,
áðrenn hann læt lív:
»Ov seint vart tú nú á ferð,
sæla móðir mín.«

149. Illgerð sóu teir norðan vaða
mót teirri bylgju blá,
stóðst henni hvørki buss ei skip,
so strítt mót streymi lá.

150. Illgerð sóu teir norðan vaða,
toppurin stóð á skalla,
tað mátti hoyrast langa leið,
sum gullbjøllurnar gjalla.

151. Løgdu inn at Ásmundi,
sigst í hesum kvæði,
her vil eg við beinum banga,
tá vóru at honum bæði.

152. Kallin leyp undan skálaveggi,
var ei seinur til fóta,
trívur um eina stóra eik,
reiv hana upp við rót.

153. Kallin leyp undan skálaveggi,
legði ikki møði eftir,
trívur um eina stóra eik,
henni um ryggin setti.

154. Tí svaraði Torbjørn Bekil,
áðrenn hann læt lív:
»Ov seint vart tú nú á ferð,
eldra systir mín.«

155. Illgerð sóu teir norðan vaða
mót teirri bylgju blá,
stóðst henni hvørki buss ei skip,
so strítt mót streymi lá.

156. Illgerð sóu teir norðan vaða,
toppurin stóð á skalla,
hoyrast mátti langa leið,
sum gullbjøllurnar gjalla.

157. Legði inn at Ásmundi,
sigst í hesum kvæði,
harðliga við beinum banga,
tá vóru at honum bæði.

158. Høgga títt og líva lítt,
vil eg for ydrum greina,
ikki beit svørð á hennara húð
heldur enn knívur á hørðum steini.

159. Kallin so til orða tekur,
hann stóð har skamt ífrá:
»Tú fært ikki dripið hana,
fært tú ikki onnur ráð.«

160. Høgga títt og líva lítt,
vil eg for ydrum greina,
ristir nú kross á hennara høvur,
tá beit svørð á steini.

161. Tí svaraði Torbjørn Bekil,
áðrenn hann læt lív:
»Ov seint vart tú nú á ferð,
yngra systir mín.«

162. Illgerð sóu teir norðan vaða
mót teirri bylgju blá,
stóðst henni hvørki buss ei skip,
so strítt mót streymi lá.

163. Illgerð sóu teir norðan vaða,
toppurin stóð á skalla,
hoyrast mátti langa leið,
sum gullbjøllurnar gjalla.

164. Legði inn at Ásmundi,
sigist í hesum kvæði:
»Her vil eg við beinum banga.«
Tá vóru at honum bæði.

165. »Hoyr tað Ásmundur, søtin mín,
hvat eg sigi við teg,
nokta skalt tú sannan Gud,
men eiga skalt tú meg!«

166. »Eg havi einki sár á mær,
grið skal eg ikki tiggja,
eg nokti ikki skapara mín,
fyrr skal eg eftir liggja.«

167. »Hoyr tað Ásmundur, søtin mín,
gev nú høggjunum frest!
Vit skulu okkum til hallar heim
hesa aftansfest.«

168. Kallin so til orða tekur,
sorgina mundi troyggja:
»Orkar tú nakað, sonur mín?
Gott er við ærum at doyggja.«

169. »Hoyr tað, tú hin gamli kall,
bogin ert tú í baki!
Tú hevur dripið móður mína,
fáur var hennara maki.«

170. »Tú tarvt ikki brigða mær,
tóat meg søkir elli,
hevði eg verið á ungum aldri,
møtt hevði eg tær á vølli.

171. Tú tarvt ikki brigða mær,
tóat meg elli søkir,
hevði eg verið á ungum aldri,
møtt hevði eg tær á føti.

172. Tá eg var so ungur sum tú,
tá mundi eg óræddur renna,
nú tekur elli at boyggja meg,
sjálvur man eg tað kenna.

173. Tú tarvt einki at brigða mær,
eg ljóti á jørðina at níga,
hvar eru tínar fríðu flættur?
Kampar hevur tú síðar.

174. Kampar hevur tú tær við kjaft
rætt sum selur á sundi,
ei er munnur kyssiligur,
vænt er at sova hjá sprundi.«

175. »Hoyr tað Ásmundur, søti mín,
tú lova mær kalli at strúka!
Eg skal honum á skamri stund
frá allari møði lúka.«

176. So klóraði hon kallins skegg,
blóð tók um at renna,
Ásmundur leyp so fimur á føtur
sína jarnstong at spenna.

177. Høgga títt og líva lítt,
vil eg for ydrum greina,
ikki beit svørð á hennara húð
heldur enn knívur á hørðum steini.

178. Kallin so til orða tók,
hann stóð har skamt ífrá:
»Tú fært ikki dripið hana,
fært tú ikki onnur ráð.«

179. Høgga títt og líva lítt,
vil eg for ydrum greina,
ristir nú kross for hennara høvur,
tá beit svørð á steini.

180. Tungan tók at tala,
bulurin lá á vølli:
»Ilt er verkið vunnið í dag,
kallin var elstur av øllum.«

181. Blóð sprakk undan naglarót,
tá Ásmundur spenti alva,
síðan kleyv hann Torbjørn Bekil,
búkin niður í nalva.

182. Hann var eingin av íslendingum,
tordi at síggja teir búkar,
uttan Ásmundur kellingarson,
hann fell so fram á grúgvu.

183. »Sovni eg undir brynju míni,
tað verður mín størsta pína,
faðir mín, gakk til hallar heim
og heilsa móður míni!

184. Sovni eg undir brynju míni,
tað verður mær ei til frama,
faðir mín, gakk til hallar heim,
heilsa Halguni vænu!«

185. »Tá eg var á ungum aldri,
eg læt mítt brúdleyp gera,
tað var ikki á míni ævi,
eg læt mær klæði skera.«

186. Tað var Ásmundur kellingarson,
hann fell pá síni knæ,
meðan hann Halgu, bóndans dóttur,
til ektar festi sær.

187. Torkil æt tann avrekskappin,
ið hetta frøði gjørdi,
síðan fór tað um allan heyg,
teir kalla tað Bekils kvæði.

(c) Dansifelagið í Havn