Kvæðasavn

Torbjørn Bekil

Uppskrift: FK 91D, 22, pp. 79-98.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

1. Torkil vitur á Oyri situr
glaður foruttan ekka,
brátt munnu skip frá Nøríki koma
higar til Ísland rekka.

2. Torkil vitur á Oyri situr
glaður foruttan sút,
brátt munnu skip frá Nøríki koma
higar til Ísland út.

3. Bóndin gár frá strondum niðan,
biður stýrimann:
»Viljið tær 'tia av vetra vegri'
ungur av mínum rann.«

4. Torbekil gár til strandar oman,
søgur ganga frá,
hann var mikil og ógvuligur,
so bóndin hann undrast á.

5. Torbekil steig sær út fyri borð,
tað mundi so mangur síggja,
fimtan favnar var dýpið hátt,
ikki stóð upp til kníggja.

6. Allir veggir svigtaðu,
tá ið hann gekk um tún,
allar hurðar klovnaðu,
áðrenn hann fekk rúm.

7. Allir veggir svigtaðu,
tá ið hann studdist við,
allir beinkir brotnaðu,
tá ið hann settist niður.

8. Allir beinkir brotnaðu,
tá ið hann gekk í sæti;
svaraði Gullborg, bóndans kona:
»Slíkt eru trøllalæti.«

9. Oksan ein og geitir fimm
tað lógvaði hann ein tíma,
tunnubreyð og laksar sjey
og flykkini tólv av svíni.

10. Tá ið hann hevði oksan etið,
saltaður upp úr tínu,
tá drakk hann tann minsta drykk,
bodnar skálir og vín.

11. Hann vildi ei úr kerum drekka,
ei úr smáum skálum,
teir mót teim á stongum riðu
stórar bryggiskálar.

12. Svaraði Gullborg, bóndans kona,
tekur at 'loge læsta':
»Tú hevur boðið higar til mín
trøllið tað hitt versta.«

13. »Mangur talar tað hann veit,
hjartað mælir av bræði,
tí bað eg hann stýrimann,
eg meinti frægari var.«

14. Svaraði Gullborg, bóndans kona,
tekur nú um at víka:
»Gakk teg yvir á Ferjubakka,
kjós tær moy so fríða!«

15. Torbekil gongur á Ferjubakka,
vil eg fyri tær tína,
bóndin stendur í hoylaðuni
við níggju húskallar sínar.

16. Torbekil gongur á Ferjubakka,
vil eg fyri tær greina,
vá hann bóndan á Ferjubakka
við øllum hansara sveinum.

17. Torbekil gongur á Ferjubakka,
ongan so vildi hann spara,
vá so bóndan á Ferjubakka,
síðan 'maidel veara'.

18. Torbekil gekk í skálan inn
alt fyri uttan sút,
hann tók frúnna úr gyltum stóli,
ætlaði at bera hana út.

19. Hon tók upp tann lindarsaks,
leyst lá tað fyri henni,
bulurin fekk av skæri mein,
mús brast honum í enni.

20. »Hoyr tað, tú Halga fagra,
blóðgað hevur tú meg,
áðrenn dagur at kvøldi kemur,
javnvæl vinni eg teg!

21. Eg skal mær um heiðin lond
at samla saman tjóð
av teim átjan Blálondum,
sum eingin skínur sól.

22. Mær skal fylgja Ranild frændi,
risin av Bretlandi,
Atli og hann Gyrðilin sterki,
teim kann einki granda.

23. Mær skal fylgja Ranild frændi,
Atli kongins son,
angra svørð í hjartanum
tykist tær havist vón.«

24. »Eg skal mær um Ísland alt
kristið lið at kanna,
víða skal mítt gitið verða,
sjálv biði eg mær mann.«

25. Tað var hon tann Halga fagra
yvir um ánna fór,
úti hann tann gamli kallur
fyri henni stóð.

26. Úti stóð hann gamli kallur,
varpar av sær skinn:
»Ver vælkomin, Halga fagra,
gakk í skálan inn!«

27. Tað var hon tann Halga fagra
inn í skálan gekk,
kelling varpar dýnu á bonk
og henni sessin fekk.

28. Kelling varpar dýnu á bonk
og henni sessin at bjóða,
so sat hon tann Halga fagra,
sorg var von at fljóði.

29. Tað var hon tann Halga fagra
tekur nú um at víggja:
»Hvar er Ásmundur, sonur tín?
Nú vil eg hann síggja.«

30. »Mín sonur er í steikarhúsi,
væl hann kostir velur,
hvørja nátt á skógum burtur
og allar leikir fremur.

31. Mín sonur er í steikarhúsi,
hann er drongur nýtur,
hvørja nátt í skógum burtur
rygg í trøllum brýtur.«

32. Kellingin gongur í haðan burt,
so er greint fyri mær,
í tað sama steikarhús,
sum hennara sonur var.

33. Kellingin gongur haðan burt,
sum søgur ganga frá,
í tað sama steikarhús,
sum hennara sonur lá.

34. Tekur hon í Ásmund,
fram úr árninum at draga,
ikki rørdist kappin reysti
heldur enn í bergi staðið.

35. Tekur hon í Ásmund,
fram úr árninum dró,
ikki rørdist kappin reysti
heldur enn í bergi stóð.

36. »Hoyr, Ásmundur, søti mín,
av Gudi ert tú kærur,
gakk tú teg í skálan inn
og kjós tær moyggjar frægar!«

37. Tað var Ásmundur kellingarson,
hann var ikki van við tokka:
»Tað plaga so fáar høviskar møður
síni børn við trøllum lokka.«

38. Hann tók upp tann stutta knív,
brendur var upp í tanga:
»Tað sámir tann 'saamuling'
mær mót trøllum at ganga.«

39. Ásmundur stóð av árninum upp
og ristir øsku av sær:
»Tað vil Hilda, móðir mín,
tað var ein brynja mær.«

40. Kellingin gongur í haðan burt
á teirri somu breyt,
víkur hon at einari kistu,
læsir upp við skreyt.

41. Hon tók upp ta brynjuna,
var gjørd av silvuri hvíta,
hon var av tí reina stáli,
ikki kann brandur á bíta.

42. Hon var av tí reina stáli,
ikki kann brandur á bíta:
»Tak nú við, mín sæli sonur,
vita um tú nýtur!«

43. Hann fór í ta brynjuna,
alvæl var hon borin,
hon var bæði víð og síð,
til skapar var hon skorin.

44. Ásmundur stóð av árninum upp
og ristir øsku av sær:
»Tað vil Hilda, móðir mín,
tað var ein brynja mær.«

45. Kellingin gongur í haðan burt,
dvaldist ikki leingi,
rívur svørð úr bosi upp,
sum inni hevur ligið leingi.

46. Rívur svørð úr bosi upp,
sum inni hevur ligið leingi,
hon kom aftur við svørðinum,
sum sámiligt var dreingi.

47. Leggur hon hann í varma lak,
tekur hans hár at greiða,
kinnin hvít sum hermalín,
gott tykir móður at eiga.

48. »Hoyr tú Ásmundur, søti mín,
av Gudi ert tú kærur,
gakk tú teg í skálan inn,
og kjós tær moyggjar frægar!«

49. Ásmundur gekk í skálan inn
og slær sær kors for eyga,
Halga fagra á beinki sat
og leikti við brondum beygum.

50. »Hoyr tú, Ásmundur, søti mín!
Av Gudi ert tú kærur,
gjarna vil eg eiga teg
við fæ og seksti garðar.

51. Hoyr tú, Ásmundur, søti mín!
Eg geri tað ei at loyna,
tú kemur ikki í song við mær,
fyrr enn odd í Bekil royna.«

52. Hann fór sær um heiðin lond
at samla saman tjóð
av teim átjan Blálondum,
sum eingin skínur sól.

53. Honum skuldi fylgja Ranild frændi,
risin av Bretlandi,
Atli og hann Gyrðilin sterki,
teim kann einki granda.

54. Honum skuldi fylgja Ranild frændi,
Atlar kongins son,
'angra' svørð í hjartanum
tykist tær at hava vón.

55. So varð sagt, at sperra vív
letur blóðið blanda,
rívur av, sum ravnar, kjøt,
hvar ið hann kemur at landi.

56. Rívur av, sum ravnar, kjøt,
hvar ið hann kemur at landi,
ótøkk havi móður hvør,
so sín son uppvandi.

57. Torbekil bað saðla sær fyrsta hest,
sum dreingir kalla grá,
brotnaði bein í bógvi hans
og deyður á vølli lá.

58. Torbekil bað saðla sær annan hest,
sum dreingir kalla grá,
brotnaði bein í lendum hans
og deyður lá hinum hjá.

59. Torbekil so til orða tekur,
heldur á brynju skera:
»Hvør skal verða mín njósnari,
boð fyri Halgu bera?«

60. Upp stóð ein av sveinunum,
sum sigist í hesum tátti:
»Eg skal verða tín njósnari,
so væl eg tað formátti.«

61. Sendiboð gár frá strondum niðan,
fór ikki at við fragd,
tað varð mær av sonnum sagt,
hann var snart aftur á bragdi.

62. Torbekil so til orða tekur:
»Mongum havi eg banað.
Farið tygum til hallar heim
og sá tú Halgu væna!«

63. »Alvæl sá eg brynjuna
at hanga har á veggi,
mann sá eg fyri Halgu knæ,
hann bar langar leggir.

64. Mann sá eg fyri Halgu knæ.
hann bar leggir langar;
óttaðist mær,« segði sveinurin tá,
»tær mót honum at ganga.«

65. Torbekil velur av sínum monnum
fimtan vallara sveinar:
»Varpum tygum til heim
og berið hann út á teini!«

66. Teir fóru sær til hallar heim
hesum manni at níva,
hann var staddur á hallargólvi
við slíðrabundnum knívi.

67. Teir fóru sær til hallar heim
hesum manni at granda.
»Leingist meg,« segði Torbekil,
»teir koma ikki niður til strandar.«

68. Fyrst vá hann ein, so vá hann tveir,
so vá hann teir allar,
lítlan kundu teir sigur rósa,
fyrst komu heim til hallar.

69. »Nú skal leggja skipini saman,
rætt sum borð at bresta,
ríða so til hallar heim
við nýbrynjaðar hestar.

70. Nú skal leggja skipum saman,
rætt sum borð at berja,
tað er eingin av Íslendingum,
sum frúnna torir at verja.«

71. Kallurin rívur upp eikir tvær,
stokkar fyri gátt:
»Liggið inni, vesaligar tvær,
komið ikki út í nátt!«

72. Ganga teir frá strondum niðan,
ýla tá sum hundar,
Ásmundur reið teim øllum mót,
ongum flýddi hann undan.

73. »Hetta má vera øskudólgur,
sum inni hevur ligið leingi,
nú er skriðin av árnini út
at royna raskar dreingir.«

74. »Argur eri eg kallaður,
til tess hevur tú frætt,
tað hevur eingin vitað,
eg eri av trælaætt.

75. Ranild skal hava 'mujn haiiun frend'
sum sigist í hesum tátti,
harðan vindur hann skeggið sítt,
tað er í hærum grátt.«

76. Átjan alin er jarnstongin,
tekur so hart at reiggja,
høggið kom í saðilin,
so øllum mátti meina.

77. Ranild reiggjar jarnstongini,
so øllum tóktist undur,
høggið kom í saðilin,
miðjan hestin sundur.

78. Kallurin eigur ein gráan fola,
stinnur er hann í beini,
síðan legði hann saðil á,
sum gjørdur var av silvuri reina.

79. Kallurin eigur ein gráan fola,
sum dreingir kalla 'føer'.
Ásmundur í saðilin upp,
og kallin aftur um døv.

80. Tá var at síggja barnagaman,
Ásmundur spenti alva,
miðjan kleyv hann Ranild sterka,
búkin niður í nalva.

81. Ranild datt á vøllin niður,
sára var búkur at stríða.
Atli sterki sprakk á føtur,
grimmur og harður til víggja.

82. »Tú hevur dripið frænda mín
ímóti mínum vilja,
áðrenn dagur at kvøldi kemur,
illa skulu vit skiljast.

83. Tú hevur dripið frænda mín
ímóti mínum já,
áðrenn dagur at kvøldi kemur,
eg høggi títt høvur frá.«

84. Ásmundur tók sín hest við sporar,
tekur so hart at leypa:
»Áðrenn dagur at kvøldi kemur,
dýrt skuluð tær meg keypa.«

85. Hann høgg av honum fyrstu tvær,
tað var helst av bræði,
hann høgg av honum øðru tvær
og kvistaði niður við læri.

86. Hann høgg av honum triðju tvær,
tá ið hann sat á tilja,
hann høgg av honum fjórðu tvær,
kvistaði niður við rivja.

87. Ásmundur brá sínum bitra brandi,
tað var helst av sút,
hann høgg av honum fimtu tvær,
eitur og ilskan út.

88. Hann høgg av honum sættu tvær,
tá kom at hans hjarta,
blóðið dreiv í himmalin upp,
tá sortnaði sólin bjarta.

89. »Tú hevur høgt mínar hendur av,
nú hevur tú av tí hól,
enn livir tú kallins kona,
har hevur gullringar tólv.«

90. Tá var at síggja barnagaman,
Ásmundur spenti alva,
miðjan kleyv hann Atla sterka,
búkin niður í nalva.

91. Atli datt á vøllin niður,
sárur var búkur at stríða.
Gyrðilin sterki sprakk á føtur,
grimmur og harður til víggja.

92. »Tú hevur dripið frænda mín
ímóti mínum vilja,
áðrenn dagur at kvøldi kemur,
illa skulum vit skiljast.«

93. Ásmundur tók sín hest við sporar,
tekur so hart at leypa:
»Áðrenn dagur at kvøldi kemur,
dýrt skuluð tær meg keypa.«

94. »Nú skal eg binda mína høgru hond,
við vinstru skal eg stríða,
tú skalt ikki, argur kellingarson,.
longur á stundum bíða.«

95. »Argur eri eg kallaður,
til tess hevur tú frætt,
tað hevur eingin vitað,
eg eri av trælaætt.«

96. Høgga títt, teir líva lítt,
dreingir spæla við gíggja,
Ásmundur ungi blóði sputtar,
hvørgin vildi flýggja.

97. Høgga títt, teir líva lítt,
dreingir spæla við boga,
Ásmundur ungi blóði sputtar,
hvørgin flýddi undan.

98. Høgga títt, teir líva lítt,
og dvørgar stinga í fjøllum,
betri var í eldi at brunnið
enn at berjast mót trøllum.

99. Høgga títt, teir líva ei,
leika við barnagaman,
eldur fleyg í luftina,
tá ið svørðini bóru saman.

100. Kallurin stendur undir skálaveggi,
tekur nú sorg at troyggja:
»Dugir nakað mín sæli sonur,
gott var fyri æru at doyggja.«

101. »Betri var tær heima ligið
tín móðurs grýtu at strúka
enn at berjast við Gyrðilin sterka,
eldur úr svørðum fúka.«

102. »Eg havi strokið míni móðurs grýtu
foruttan nakran ekka,
ikki havi eg havt tann sið
av blóðbollar at drekka.

103. Eg havi strokið míni móðurs grýtu
foruttan nakra sút,
ikki havi eg havt tann sið
at drekka blóðbollar út.

104. Eg havi strokið míni móðurs grýtu
foruttan nakran skaða,
ikki havi eg havt tann sið
av blóðbollum at kaga.«

105. »Í fjør var eg í Atlandi,
tá drap eg risar tólv,
av øllum ert tú sterkari,
nú hevur tú av tí hól.

106. Nú skal eg loysa mína høgru hond,
við báðum skal eg stríða,
alvæl ert tú vorðin sterk,
fullvæl kanst tú ríða.

107. Í fjør tá drap eg risar tólv,
glaður av Bretlandi,
angrar mær,« segði Gyrðilin tað,
»tú verður mær enn at grandi.«

108. Torbekil rópar á frænda sín
hinumegin við alv:
»So vakurt tykist mær at berjast við hann
sum leika við frúur í talv.«

109. Torbekil rópar á frænda sín
hinumegin við hans:
»So vakurt tykist mær at berjast við hann
sum leika við frúur í dans.«

110. Torbekil rópar á frænda sín:
»Síðst mundi eg tí vara,
takið henda vesaliga øskudólg
og varpið hann niður til jarðar!«

111. »Ríð tú fram, tú Torbjørn Bekil,
finn tá dreingin stinna!
Eggja einki tínum monnum
roysnisverk at vinna!«

112. Tað var Ásmundur kellingarson
klývur á stáli stinna,
har fann hann tað gartalalið,
so mikið gull at vinna.

113. Har fann hann tað gartalalið,
so mikið gull at vinna,
kostar ikki minni enn átjan hundrað
lodnar buksur tvinnar.

114. Tá var at síggja barnagaman,
Ásmundur spenti alva,
miðjan kleyv hann Gyrðilin sterka,
búkin niður í nalva.

115. Gyrðilin datt á vøllin niður,
sárur var búkur at stríða.
Torbjørn Bekil sprakk á føtur,
grimmur og harður til víggja.

116. »Tú hevur dripið frænda mín
ímóti mínum vilja,
áðrenn dagur at kvøldi kemur,
illa skulum vit skiljast.«

117. Ásmundur tók sín hest við spora,
hann tekur so hart at leypa:
»Áðrenn dagur at kvøldi kemur,
dýrt skuluð tær meg keypa.«

118. Tað var, ið hann Ásmundur
sínum svørði brá,
miðjan kleyv hann Torbjørn Bekil
av um kníggjum tá.

119. Torbekil datt á vøllin niður,
hann læt ikki á sær finna,
setti stubban niður í jørð,
hann bardist ikki minni.

120. Torbekil datt á vøllin niður,
øllum tóktist undur,
saman gróðu lutirnir,
sum á honum vóru sundur.

121. Kallurin leyp undan skálaveggi,
fann upp á góð ráð,
hann tók upp eitt sandtrog
og stoypti ímillum tá.

122. Illgerð sóu teir norðan koma,
tekur við vindi at flúgva,
betri er á víðum vølli
enn berjast við mannamúgvu.

123. Illgerð sóu teir norðan koma,
tekur við vindi at fara,
betri er á víðum vølli
enn berjast við mannaskara.

124. Eitur dreiv úr kjaftinum,
so eldur brann á veingi,
betri er á víðum vølli
enn berjast við mannameingi.

125. Toppur stóð úr heysi upp
og ber ein høgan skalla,
hoyrast mátti langan veg
við gullbjøllum at gjalla.

126. Trívur hon í Ásmund
bæði av grimd og reiði,
ógvuliga við veingjum bankar,
nú er tað at henni bæði.

127. Torbekil liggur á grønum vølli,
hugsar so við sær:
»Tað vil Hilda, móðir mín,
tað verður tær sum mær.«

128. Kallurin stendur undir skálaveggi,
tekur so hart at gráta:
»Nú mást tú, mín sæli sonur,
snarliga lívið láta.«

129. Kallurin leyp undan skálaveggi,
loyndi ei megið eftir,
hann tók upp ta stóru eik,
henni um ryggin setti.

130. Illgerð sóu teir norðan koma,
tekur við vindi at fara,
betri er á víðum vølli
enn berjast við mannaskara.

131. Illgerð sóu teir norðan koma,
tekur við vindi at flúgva,
betri er á víðum vølli
enn berjast við mannamúgvu.

132. Eitur dreiv úr kjaftinum,
so eldur brann á veingi,
betri er á víðum vølli
enn berjast við mannameingi.

133. Toppur stóð úr heysi upp,
ber ein høgan skalla,
hoyrast mátti langan veg
við gullbjøllum at gjalla.

134. Torbekil liggur á grønum vølli,
tá læt hann sítt lív:
»Ov seint ert tú nú á ferð,
Illgerð, systir mín.«

135. »Hoyr tað, tú gamli kallur,
tú hevur bogið henni bakið!
Tú hevur dripið móður mína,
fá vistu hennara maka.«

136. »Tú gerst einki at brigda mær,
eg má til jørðina níga,
hvar eru tínar fríðu flættur,
kampar hevur tú síðar.

137. Kampar hevur tú um kjaft
rætt sum selur á sundi,
ei var moyggin kyssilig,
ei varð sovið hjá sprundi.«

138. Yptust hart, tey yptust skarpt,
tað mundi mangan harpa,
kallin fekk hon undir seg,
búðist at bíta barka.

139. Stríddust bæði hart og skarpt,
ei var blítt til verkir,
kallin fekk hon undir seg,
búðist at bíta barka.

140. Illa klóraði hon kallins kjøt,
blóðið støkk um at renna,
Ásmundur var tá fimur á føtur
síni stong at spenna.

141. Høgga títt og líva lítt,
vil eg fyri tær greina,
ikki bítur á hennara skalla
heldur enn á hørðum steini.

142. Til tað svaraði gamli kallur,
hann stóð har skamt ífrá:
»Ikki fáa vit dripið hana,
fáa vit ikki onnur ráð.«

143. Høgga títt og líva lítt,
vil eg fyri tær greina,
ristu kross í báðar endar,
tá stóð hon til ein stein.

144. Harra Gud í himmiríki,
mikil er tín makt,
so var Ásmundur í víggjum løstur,
opin fell hann aftur.

145. Harra Gud í himmiríki,
mikil er tín pína.
»Hoyr tað, mín hin sæli faðir,
heilsa móður mína!«

146. Kallurin vappar títt og hart,
tykist at síggja til bóta,
heimakonur á skálanum
og Halgu fagra rópar.

147. Kelling flýddi líknisstøv,
ei var fagur til sjúka,
Halga tokar í fylki fram,
tá rymur í mannabúki.

148. Grøddi hon hann í dagar,
grøddi hon hann í tvá,
fyrsti dagur í fjórðu viku
fór hann í brynju blá.

149. Tað var eingin av íslendingum,
tá tordi stíga teir búkar,
uttan Ásmundur kellingarson,
øvigur fell á grúgvu.

150. Tað var Ásmundur kellingarson
tók sær frúnna í festi,
snarliga læt til brúdleyps ætla,
læt ikki longur fresta.

151. Lótu tá til brúdleyps ætla
av so mikið meingi,
kom so mangur hovmaður til
sum fjøður á fuglaveingi.

152. Lótu tá til brúdleyps ætla,
har var ei at tvørra,
átjan borgum boðið var,
tólv hundrað á hvørji.

153. Lótu tá til brúdleyps ætla,
alt var komið til sans,
átjan borgum boðið var,
har kom kongin av Frans.

154. Drukkið varð teirra brúdleypið,
gott var teirra lív,
bæði gingu í eina song
Ásmundur og hans vív.

155. Gingu so bæði í eina song
Ásmundur og hans vív,
síðan hvør, sum biðin var,
haðan heim til sín.

156. Torgrímur æt tann heimbóndi,
sum hetta kvæði gjørdi,
síðan varar allar ævir,
kalla Bekils kvæði.

(c) Dansifelagið í Havn