Kvæðasavn

Torsteins kvæði

Uppskrift: FK 92A, 22, pp. 136-165.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

I.

1. Viljið tær nú lýða,
ljóð geva mær,
kongur ræður fyri Nøríki,
Ólavur hann æt.

Gyltan spora við mítt fótaspenni,
so temji eg mín gangara góða,
lati renna.

2. Átt hevur hann sær tógva synir,
báðar kann eg væl nevna,
Magnus og hann Torstein jall,
teir kunnu væl dreingjum stevna.

3. Magnus hann er eldri,
Torstein yngri av aldri,
so eru teir við røttum nevndir,
vanir í váknaskjaldri.

4. Torstein var á leikvøllum,
talar við sínar dreingir:
»Hvar vitið tær nú javnræði mítt,
tað havi eg hugsað leingi?«

5. Dreingir svara sínum harra:
»Hví spyrjið tær so?
Best munnuð tær sjálvir vita,
hvør tygara hugur stár á.

6. Best munnuð tær sjálvir vita,
hvør tygara hugur stár á.
Hálvdan jall fyri sunnan á
væna dóttur ár.

7. Hálvdan jall fyri sunnan á
væna dóttur ár,
tað tykir mær vera sámi tygara,
kunnuð tær hana fá.«

8. Torstein og hann Ásmundur
ríða heyk at beita:
»Ásmundur, gev mær tína systur,
eg havi ikki leingi at leita!«

9. Ásmundur so til orða tekur
av so góðum huga:
»Eingin skal hana fáa uttan tygur,
kunnu míni ráðini duga.«

10. Torstein og hann Ásmundur
heim í garðin fór,
úti sjálvur Hálvdan jall
fyri teimum stóð.

11. »Hoyr tað, mín hin sæli faðir,
biðlinum skalt tú svara!
Torstein nevni eg kongins son,
sum síðst mundi okkur vara.

12. Torstein nevni eg kongins son,
sum síðst mundi okkur vara,
bæði væl og høviskliga
skuljum vær honum svara.«

13. Tí svaraði Hálvdan jall,
ræður so orðum svara:
»Leiðið mína dóttur í hallina inn,
hon kann væl fyri seg tala!«

14. Frúgvin varð bæði studd og leidd
inn í faðirs síns veldi,
ljómin brá á akslagrein,
tað skyggir av tignareldi.

15. »Ver vælkomin, mín sæla dóttir,
biðlinum skalt tú svara!
Torstein nevni eg kongins son,
sum síðst mundi okkur vara.

16. Torstein nevni eg kongins son,
sum síðst mundi okkur vara,
bæði væl og høviskliga
skuljum vit honum svara.«

17. Svaraði frúgvin Ingibjørg,
runnin upp sum blómi:
»Lýði eg faðir og móður ráð,
mær tykir tað vera sámi.«

18. Snarliga raktu tey
sínar hendur yvir borð,
lystiligt var at lýða á
teirra festnarorð.

19. Drukkið varð teirra brúdleypið,
hirðin var so fegin
sum tann fuglur, á viði situr,
verður á ljósum degi.

20. Drukkið varð teirra brúdleypið,
kátt var teirra lív,
gingu bæði í eina song
Torstein og hans vív.

21. Árla var um morgunin,
dagurin var ljós,
tá var frægur Torstein ungi
til síni klæði fús.

22. Tá var frægur Torstein ungi
til síni klæði fús,
klæddist hann í høgaloft
alt við eitt kertiljós.

23. Tað er enn sum oftum er,
vandi er komin á hond,
Torstein vil av ríkinum rýma
burtur í ókunn lond.

24. »Hóast hann vil av ríkinum rýma,
ei skalt tú honum banna,
eingin kann sín forlag flý,
sum sjálvur má hann tað sanna.

25. Tær skuluð flýggja Torsteini
trý hundrað mans at ráða,
hvar hann kemur í ókunn lond,
har stendur hans lív í váða.

26. Tær skuluð flýggja Torsteini
trý hundrað merkur bestar,
hvar hann kemur í ókunn lond,
at geva fyri vákn og hestar.«

27. Torstein gekk til strandar niður,
fylgdi honum bróðir,
Ingibjørg og jallin sjálvur,
frá var jallins móðir.

28. Reyðan ring av hendi dró,
frúnni fekk á hand,
hann bað hana ikki gloyma hann,
so leingi hon røkti land.

29. Torstein gekk á skipaborð,
heilsaði vonum fljóði:
»Falli eg í randargný,
tá uggar teg mín bróðir.«

30. Torstein gekk á skipaborð,
hans frú hon eftir var,
vindur upp tann hvíta dúk,
hann sigldi út í hav.

31. Hann rakst úti í myrkum havi,
'Skujrjuskaft' at kanna,
hildu sína ferð til Skotlands vestur
við so lítlan manna.

32. Helt sína ferð til Skotlands vestur
eina morgunstund,
átta sá hann herskipini
liggja fyri grønari lund.

33. Átta sá hann herskipini,
eitt var størst av øllum,
stýrdi tí Atli, kongins son,
so frægur av gørpum snjøllum.

34. Átta sá hann herskipini,
eitt var størst á sjón,
stýrdi tí Atli, kongins son,
so frægur á hvørja vón.

35. So sigldi hann Torstein
sum siður var í forðum,
eingin vaknar av Atla monnum,
fyrr enn svørðini sungu á borðum.

36. So sigldi hann Torstein
inn í skipalið,
Atli vaknar av tjøldrum upp,
hann hoyrir ørvadriv.

37. Atli vaknar av tjøldrum upp,
hann hoyrir ørvadriv:
»Hvør er hann so hugdjarvur,
ið her leggur skipum við?«

38. Torstein tá til orða tekur,
tað rann honum í gruna:
»Eg sigi ei eiti mítt fyrr enn títt,
tað er ikki okkara munur.«

39. »Atla skalt tú nevna meg,
Geyta, kongins son,
so var mær til móður sagt,
drotning væri hon.«

40. »Torstein skal tú nevna meg,
Nøríkis kongins son,
var tað satt, tú segði mær,
tá bert tú ein mun.

41. Hvørt vilt tú á skipum berjast,
kjós tann kostin tær,
ella tú gongur upp á land
at royna roysni við mær?«

42. »Vit skuljum osum á land her upp,
sum aðrir reystir fleiri,
hirði eg ikki av osara monnum
nakran skaða meiri.«

43. Gingu teir á land har upp,
reystar kempur tvær,
eingin sá av teirra monnum
nakað blúgdust tar.

44. Atli átti troyggju tá,
ið roynd var fyrr í víggi,
Torstein hugsar við sjálvum sær:
»Lítið skal hon líva.«

45. Atli átti troyggju tá,
sum einki svørð kundi bíta,
so gav Torstein høggini tung,
í beini tóktist níta.

46. Niður settist Torstein,
fingið hevði skeinur tvær,
enn tóast hin hevði onga fingið,
møði kendi hann sær.

47. Torstein tá til orða tekur:
»Eg mundi hetta valda,
tøkum heldur lógvatak,
og løtum so hvøngan gjalda!«

48. Tá tóku teir lógvatak,
upp teir gróvu grund,
so fór teirra yndi at,
Atli lá í lund.

49. Torstein so til orða tekur:
»Eg mundi hetta valda,
tóast vit høvum roysni roynt,
vit løtum nú hvøngan gjalda!«

50. »Tað lovaði eg bæði faðir og móður,
tá ið eg var lítið barn,
eg skyldi ei ræðast tann heita eld
og ei tað kalda vatn.

51. Tað lovaði eg bæði faðir og móður,
tá ið eg í vøggu lá,
eg skyldi ei ræðast tann heita eld
og ei tað kalda stál.

52. Tað lovaði eg bæði faðir og móður,
grið skuldi eg ikki tiggja,
tú manst ognast troyggju og øksi,
eg man eftir liggja.

53. Ger so væl við mínar menn,
gev teim gull og fæ,
send teir aftur til landanna,
sum ikki vilja tæna tær!«

54. Tóku Atla, kongins son,
gróvu hann í heyggj,
býttu gull og brent silvur,
gróvu um hann sum dreyg.

55. Átta vann hann herskipini,
sligin við rósinkrans,
tað tókti øllum fræga ferð,
flestøllum vinum hans.

II.

56. Nú skal lætta ljóði av,
eg ljóði ikki longur á sinni,
nú skal taka upp annan tátt,
ið tær leggið væl í minni.

57. Hann var ikki longri í ríkinum
enn eina mánaðs tíð,
tá leið ikki longur um,
enn kongurin læt sítt lív.

58. Tað leið ikki longur um,
kongin hitti sótt,
mikla heintar hann mannamúgvu
bæði brátt og skjótt.

59. »Magnus hann skal kongur verða,
hann er eldri av aldri,
Torstein hann skal hertug vera,
vanur í váknaskjaldri.

60. Torstein hann skal hertug vera,
hálvum ríkinum ráða,
eyður og allir norskir sveinar
báðum tæna til náðar.«

61. Teir býttu gull og brent silvur
og nógvan annan eyð,
tað var helst ímillum fór
drotningsringurin reyði.

62. Teir býttu gull og brent silvur
og nógvar lutir góðar,
tað var mær á sanni sagt,
at ringurin millum fór.

63. Torstein gongur fyri Ingibjørg,
gleðir hana við eyð,
tá tókti henni einki vera,
so fekk hon ei ringin reyð.

64. Deydligt er í ríkinum,
eingin er gleði at elva,
Torstein talar til bróður sín:
»Vit skulum fara at telva.

65. Bróðir, vit skulum telva væl,
bæði við spekt og náðir,
setum við tann reyða ring,
hin vit eiga báðir.«

66. Magnus hevur við mangar telvt,
kongar og so jallar,
um enn hann hevði ikki meir enn hálvt,
so bar hann heim fyri allar.

67. Tað sóu allir, har stóðu hjá,
at Magnus í talvi vann,
Torstein skákaði á skamri stund,
sín bróður í brøgdum vann.

68. Torstein tá til orða tekur,
ræður so orðum byrja:
»Nær skalt tú nakra drotning fáa?
Tað er fyrst at spyrja.«

69. »Hvar veitst tú í øðrum londum
mær ta moyggj so mæta,
bæði er klók og kunsturlig
til guls og landa at gæta?«

70. »Eg kann ikki sannari
siga tær ífrá,
eg havi hoyrt, at Danmarks kongur
væna dóttur ár.

71. Ingibjørg er vitur og von,
hava teir menn við orði,
hennara stólur av gulli gjørdur
framman at kongins borði.«

72. »Er hon so von í øllum lutum,
sum tú sigur mær frá,
hagar skalt tú streingja
míni bønarorðini á.

73. Hagar skalt tú streingja
míni bønarorðini á,
at biðja dóttur Danmarks kong,
tað standist hvat av ið má.«

74. Tað sóu allir, har stóðu hjá,
at Magnus talvið gloymdi,
Torstein skákaði á skamri stund,
og hann væl leikir goymdi.

75. »Eyður verði tær ring at njóta,
um enn teir vóru fleiri,
bróðir, kanst tú telva væl?
Nú eru tíni brøgdin meiri.«

76. Torstein gekk fyri Ingibjørg,
gleðir hana við eyð,
nú tókti henni mikið vera,
so fekk hon ringin reyð.

77. Hann fór úr teirri skjúrtuni,
kastar henni á knæ:
»Tú leggur tann drong tær síðla á arm,
honum sámdi teim, ið bar.

78. Tú leggur tann drong tær síðla á arm,
honum sámdi teim, ið bar.«
Frúgvin varð so illa við,
hon fell í óvit har.

79. So letur hann Torstein ungi
síni skipin búgva,
allar letur hann streingirnar
av reyðargulli snúgva.

80. So letur hann Torstein ungi
búgva skipin prúð,
letur laða í bæði borð
lín og reyðan skrúður.

81. Vindur hann upp síni silkisegl,
bæði gul og blá,
strikar ei á bunkan niður
fyrr enn á Dana vág.

82. Higar ið hansara snekkja
kendi fagurt land,
kastar síni akkerini
á so hvítan sand.

83. Kastar síni akkerini
á so hvítan sand,
fyrstur stígur Torstein ungi
sínum fótum á land.

84. Fyrstur stígur Torstein ungi
sínum fótum á land,
sleri sínar herbúðir
skamt frá sjóvarstrand.

85. Eirikur kemur inn árla morgun,
sínum faðir sigur frá:
»Eg sær slignar herbúðir
várum londum hjá.«

86. »Sært tú slignar herbúðir
várum londum hjá,
tað er onkur høvdingur
at biðja dóttur vár.«

87. Ingigerð klæðir smásvein sín
í lín og reyðan skrúður:
»Eg havi teg so leingi roynt,
at tú hevur verið mær trúur.

88. Ríð tú teg til strandar niður
í reyðum skarlaksklæði,
sig, Ingigerð beyð teim farmonnum heim,
um enn teir fleiri væri!«

89. Sveinin reið til strandar niður,
við tað hann troysti alvi,
hann kom har so síðla á dag,
sum Norðmenn sótu í talvi.

90. Sveinin reið til strandar niður
í reyðum skarlaksklæði:
»Ingigerð beyð tygur farmonnum heim,
um enn tær fleiri væri.«

91. Torstein hevði ei meira við,
upp mót honum leit:
»Tíðkort er tað talvið alt,
sjálvur eg tað veit.«

92. Sveinin reið sum fljótast var,
hann dvøldist ikki leingi;
eftir spurdi Ingigerð:
»Hvussu líkst tær á dreingir?«

93. »Ymsar sá eg litirnar
í hans kinnum vinna,
so hans hár á herðar lá,
sum moyggjar reyðargull spinna.

94. Væl leikst mær á farmenn báðar,
tó ið væri fleiri,
annað meiri tíðkort var tað talvið
eg fekk ikki andsvar.«

95. »Hann mundi tykkin, teim boðini bar,«
kongurin ræður at svara,
»nú skal bjóða øllum heim,
og drykkin ikki spara.

96. Eirikur, ríð til strandar oman
í reyðum skarlaksklæði,
sig, kongurin beyð teim øllum heim,
um enn teir fleiri væri!

97. Sig, eg beyð teim øllum heim,
vilja teir tey boð lova,
heiðurliga yvir mítt borð at sita,
undir gulltjøldrum sova!«

98. »Faðir mín beyð tygur øllum heim,
viljið tær tey boð tiggja,
heiðurliga yvir sítt borð at sita,
undir gulltjøldrum liggja.

99. Faðir mín beyð tygur øllum heim,
tað størra barn og minna,
um enn tær viljið fara í frið
og ongar neisur vinna.«

100. »Gjarna viljum vær fara í frið
og ongar neisur vinna,
verður os nakað óljóð gjørt,
tá mæli eg um minni.«

101. Allar skipar hann sínar menn
upp á høgan bekk,
seinast ið hann Torstein jall
upp til kongin gekk.

102. Torstein biður sínar menn
kunna væl tukt og sinni,
Danir eru háttsamir,
at ókunnum at finnast.

103. Torstein biður sínar menn
seg í skrúður klæða,
Danir eru háðsamir,
Norðmenn vilja teir hæða.

104. Torstein biður sínar menn
klæða seg so bjartar,
lata so danskar dreingir síggja,
Norðmenn kunnu skarta.

105. Torstein gekk í hallina inn,
áður var tann siður,
hevur nú alt í einum orði,
heilsar og hann biður.

106. »Sit heil, frægur Danakongur,
væl í góðan tíma!
Magnus kongur í Nøríki
hevur sent tær kvøðu sína.

107. Magnus kongur í Nøríki
hevur sent tær kvøðu sína,
hann vil sær til drotning hava
onkardóttur tína.«

108. Tí svaraði Danakongur,
ræður so orðum at svara:
»Leiðið mína dóttur í hallina inn,
hon kann væl fyri seg tala!«

109. Frúgvin varð bæði studd og leidd,
inn í hallina gekk,
Torstein situr í hásæti,
ymsar litir fekk.

110. Frúgvin varð bæði studd og leidd,
frúgvin bar perlur væna,
Torstein kvaðst á síni ævi
onga tílíka sæð.

111. »Vert vælkomin, mín sæla dóttir!
Biðlinum skalt tú svara,
Magnus kongur av Nøríki,
sum síðst mundi okkur vara.

112. Magnus kongur av Nøríki,
sum síðst mundi okkur vara,
bæði væl og høviskliga
skulum vit honum svara.«

113. »Magnus kongur, ein svínahirðil,
rekur sínar smalur til borg,
heldur enn hann stendur í snørpum víggi,
eykar fljóði sorg.

114. Magnus kongur, ein svínasvein,
hann rekur smalur at garði,
hann kemur ei í mína song
sjálvi mær at hava.«

115. »Magnus kongur í Nøríki
er so nýtur drongur,
fyri títt orð og ónda sinni
er hann ikki tín fongur.«

116. Svaraði frúgvin Ingibjørg
bæði av ilsku og bræði:
»Torstein skal á gálgan fara,
turka har síni klæði.«

117. Torstein leyp av tvørbonk upp
millum sína manna:
»Áðrenn tú meg á gálgan hevur,
skulum vær váknum kanna.«

118. Mangari veitti hann móðurdóttur
bæði sút og sorg,
øvigur bardist Torstein jall
út av kongins borg.

119. Tríati hevði hann manna mist,
áðrenn hann til strandar náddi,
hundrað hevði hann av døgum tikið,
ríða teir leið í sátti.

120. Ingigerð stendur í glasgluggum,
tungu ber hon so snjalla:
»Vær kallum tað einki roysni vera
at vega gamlar kallar.

121. Tú loypur, tú rennur sum revur til holu,
við tín hjálm hin ljósa,
tá ið tú ert í Nøríki,
tú tarvt ikki sigri rósa.«

122. »Tú tarvt ikki valmenning
í hesum máli kenna,
tá ið eg komi her annað sinni,
eg skal óræddur renna.

123. Mær skal fylgja Magnus, mín bróðir,
Ásmundur, jalsins son,
óttast allir, ífrá teim spyrja,
av teim hava vón.«

124. Torstein sigldi til Nøríkis
við teirri reyðu ørn,
úti stendur Magnus, bróðir hans,
hann fagnar væl hans ferð.

125. »Vert vælkomin, mín sæli bróðir!
Fara skalt tú í frið,
skunda tær í hásætið
so glaður við tínum liði!«

126. Magnus spurdi bróður sín,
teir drukku síðla á kvøldi:
»Hvussu tók kongur við kvøðu tíni,
hans dóttir í Danaveldi?«

127. »Kongur tók tína kvøðu væl,
men Ingigerð mundi meg háða,
kallaði teg Danmarks svínasvein,
fyri Noregi mundi tú ráða.

128. Kongurin tók tína kvøðu væl,
men Ingibjørg hálvu verri,
kallaði teg Danmarks svínahirðil,
tú ráddi fyri Nøríkis veldi.

129. Hon kallaði teg Danmarks svínasvein,
tú rakst tínar smalur til garðar,
tú komst ei í sína song
sjálvri sær til skaða.«

130. »Hoyrt havi eg frá fríðum sagt,
ilsku hennar og bræði,
eg skyldi ikki biðið hana
av einum sjálvs míns ráði.

131. Eg skal enda tær eiti mítt,
um enn eg havi lív,
eg skal tær av Danmark føra
tað hitt væna vív.«

132. »Endir tú mær heiti títt,
tað verður helst av stríði,
tá hevur mangur av Norðmonnum
látið.......lívið.

133. Tú lat tær skip av nýggjum gera,
tú vel tær fólk og tegnar!
Tá ið tú kemur til Danmarkar,
tú skalt ikki eftir fregna.«

134. Magnus gongur í høgaloft,
hann fer í brynju nýggja:
»Nú vil eg til Danmarkar
Ingigerð at síggja.«

135. Magnus gongur í høgaloft,
hann fer í brynju reina:
»Nú vil eg til Danmarkar
at finna frúnna heima.«

136. So letur hann Magnus kongur
byggja skipini stór,
bæði læt hann á tey laða
virtur og so bjór.

137. Letur nú laða í bæði borð
virtur og so vín,
um enn hann siglir í fimtan vetrar,
skortar hann ei slík.

138. Vant hann upp síni silkisegl,
gull við reyðan brand,
strikar ei á bunkan niður
fyrr enn við Danaland.

139. Fyrstur stígur hann Magnus kongur
sína manna á land,
tólv brynjaðir av hans monnum
undir hans hvørji hand.

140. Magnus og frúgvin Ingigerð,
møttust tey á jørð,
hann brá sínum bitra brandi,
ætlar henni sár av svørði.

141. Stoyttist hon í jørðina niður
undan kápu blá,
snarliga upp á baki hans,
hon gav honum banasár.

142. Torstein gongur frá strondum niðan,
tekur sítt lið at kanna,
saknar hann Magnus, bróður sín,
so mangar valdra manna.

143. Øvigar tekur hon partarnar,
heldur tá á lofti:
»Her skalt tú, Torstein, síggja tað blóð,
sum teg man ryggja ofta.

144. Her skalt tú, Torstein, síggja tað blóð,
sum teg man ofta ryggja,
hann kemur ei í mína song
og ei við mær at byggja.«

145. Torstein tá til orða tekur,
heldur á ringinum reyða:
»Nú skal standa stríð í dag
og hevna mín bróðurs deyða.«

146. Mangari veittu teir móðurdóttur
bæði sút og sorg,
løgdu sínar bardagarnar
skamt frá Skagaborg.

147. Tað var um ein halgan dag,
dreingir drukku vín,
Norðmenn fingu fagran sigur,
Danir lótu lív.

148. Síðla var um aftanin,
dagurin tók at kvølda,
tá lysti frúnni Ingigerð
at ríða heim í veldi.

149. Síðla var um aftanin,
r . . . . hon fell á,
tá lysti frúnna Ingigerð
til sínar songar at gá.

150. Torstein gekk eftir strætinum,
honum var ikki leiðin kunn,
hann sá eina grimma gívur,
hon droypti tveimum í brunn.

151. Frá henni fekk hann øksi tá,
væl hyggi, hon beit,
.... tók tann grimma gívur,
oddur í hjarta neit.

152. Torstein hann fór longra fram,
villur fór millum hurða,
hoyrir hann til Ingigerð,
slíkt er mikil furða.

153. Í morgin flýggjar úr bardaganum
Ásmundur, jalsins son,
Torstein fellur í randargný,
songum mælir hon.

154. »Eirikur, far til Nøríkis,
ver tú kongur har!
Teir, sum ikki vilja tæna tær,
tú høgg fyri ravn og fæ!

155. Eirikur, far til Nøríkis,
bið tær fagurt sprund!
Teir, sum ikki vilja tæna tær,
tú høgg fyri ravn og hund!«

156. Allir teir í Danaríki
lova tann dyggan drong,
hann vildi ikki níðast á teim,
tey lógu í síni song.

157. Torstein gekk úr hallarkálva,
honum var ikki leiðin kunn,
tá svav hann á teirri nátt
undir tað kalda rúm.

158. Árla var um morgunin,
dagurin var ljós,
tá var frúgvin Ingigerð
til síni klæði fús.

159. Tá var frúgvin Ingigerð
til síni klæði fús,
hon klæddist innan høgaloft
alt við eitt kertiljús.

160. Árla var um morgunin,
sólin roðar í fjøll,
løgdu sínar bardagarnar
skamt frá kongins høll.

161. Torstein ríður í bardagan,
klæddur í skarlak reyð,
treiv eftir frúnni Ingigerð,
hann ætlar frúnna deyða.

162. Stoyttist hon í jørðina niður
undan sínum faldi,
snarliga upp á baki hans,
sjálvan Torstein feldi.

163. Tað var um ein halgan dag,
dreingir drukku vín,
Danir fingu fagran sigur,
Norðmenn lótu lív.

164. Kallin býr fyri handan á,
kelling átti sær,
tríggjar geitir og tríggjar kýr
tað er teirra fæ.

165. Kall kom síðla á kvøldi heim,
goymt hevði at síni geit:
»Gakk í lag, og vel tær fæ,
um tú vilt frægur eita!«

166. »Eg havi einki til neyðar kent
á míni ævi enn,
tað verður ei á míni ævi,
eg nøkti um deyðar menn.«

167. Kelling tokar í herin fram,
hon skoytir lítið um seg:
»Eg veit onga í verðini verri
vera gifta enn meg.«

168. Kelling tokar í herin fram,
ei var mjúkt at strúka,
so steig hon á foldina tungt,
tað rymur í manna búkum.

169. »Her liggur tú, Magnus kongur,
mikið lætst tú við tær,
brugðin er nú ætla tín,
tú hugaði Danmark tær.

170. Her liggur Torstein, bróðir tín,
ei lætst minni kappi,
enn steig yvir teg fostra mín
við sigri sínum og happi.

171. Her liggur Torstein, bróðir tín,
ei lætst kappi minni,
enn steig yvir teg fostra mín,
hin vitra og hin svinna.«

172. Ikki hevði hann andan mist,
hann eyguni sundur brá,
reiggjaði til við breiðari øksi,
kelling ætlaði tá.

173. Kelling treiv um øksarskaft,
góður var í henni dugur:
»Tað var ei á tíni ævi,
tú komst mær at bugi.«

174. Setir hon hann í saðilin upp,
kall tók teymar at leiða:
»Neyðugt tóast tú vildi ei
heim til húsa at greiða.

175. Neyðugt tóast tú ikki vilt,«
hon svør á sína trú,
»tað læt mangur lív í dag,
ið reystari var enn tú.«

176. Illa líkaði kallinum,
at hon gav honum skrift:
»Ikki sigur tú alt satt,
at tú ert illa gift.«

177. Setir hon hann í saðil upp,
fer ikki hart við sjúkum,
førir hann so til húsa heim,
tað rymur í mannabúkum.

178. Setir hon hann í varma leyg,
tváar úr hvørjum sári,
seymar aftur við silkitráði,
hon býr ikki um við fári.

179. Tók hon hann úr leygi upp,
ei var í beð at leggja,
breiðir á við miklari vælu
pesjur teirra beggja.

180. Kelling plukkar hár av geit,
hon setst á hús at spinna,
har kom Ingigerð, fostra hennar,
hin vitra og hin svinna.

181. Tá ið hon kom har mitt á leið,
mundi hon aftur vitja:
»Her tykir mær nú Torstein jall
í tínum húsum sita.«

182. Tá ið hon kom har mitt á leið,
aftur mundi hon renna:
»Her tykist mær nú Torstein jall
í tínum húsum kenna.«

183. »Tað eru tínir grimmir hugar,
ganga tær so nær,
tað verður ei á tíni ævi,
tú fært flagd við mær.«

184. Setir hon hana í leygina niður,
lokar aftur ker,
víkir so at Torsteini:
»Tú hevur tín bróður her.«

185. »Ikki fái eg mín bróður hevnt
enn á hesum sinni,
alt mítt megi havi eg tapt,
so sjálvur eg tað kenni.«

III.

186. Nú skal lat ljóði av,
eg ljóði ikki longur á sinni,
nú skal taka upp triðja tátt,
ið tygur leggja í minni.

187. Kelling eigur ein lítlan bát,
flýtur fyri bryggjusporði,
tá leið ikki longur um,
enn Torstein kvaðst um orð.

188. Kelling eigur ein lítlan bát,
fáar aðrar gripir,
tóast hann sýnist á sjónum lítil,
góður er dugur í skipi.

189. »Á miðjum sumri skal brúdleyp standa,«
segði tann, ið boðini bar.
»Eg skal dvølja mína fostru,
so hon verður ei har.«

190. »Á miðjum sumri skal brúdleyp standa,«
segði tann, ið tað beyð.
»Eg skal dvølja mína fostru,
tóast hon verður tess treyð.

191. Tú skalt fara í pesjur mínar
uttan yvir brynju tíni,
teg skal eingin livandi kenna,
ei í ørvarpínu.«

192. Torstein møtti síni frúu,
í vagni var hon ikin:
»Hava tað flestallar høviskar frúgvar
av vegnum fyri mær vikið.«

193. »Hoyr tað, frúgvin Ingibjørg,
sig mær satt ífrá!
í hvønn vildi tú kong tær kosið,
átti tú valið á?«

194. »Torsteini unti eg góðsku best
fram fyri kongar og jallar,
tað segði mær so mangur maður,
hann ræð í Danmark falla.

195. Torsteini unti eg góðsku best,
tóast mær beyð tann sorg,
tað segði mær so mangur maður,
hann fell for Skagaborg.«

196. »Kennir tú hatta fingurgull,
tú ber tær á hond?
Eg bað teg ikki gloyma tað,
so leingi tú røkti lond.«

197. Tá tókti teim í teirra huga,
heitar ástir renna,
tá rann báðum gleði í hug,
tá ið hvørt ræð annað kenna.

198. »Stíg tú teg í vagnin upp,
hin vitra og hin svinna!
hóast tú hevur sorgir lætt,
tú lat tað ongan finna!«

199. Vargurin liggur í vetrarmjøll,
staddur í stórari neyð,
so er tann maður, í víggi stendur,
næstan tolir deyð.

200. So sat brúðurin allan dag
syrgilig á beinkjum,
meira hugsar hon sorg og sút,
føðslu krevur hon einki.

201. Tey skonktu henni veglig gløs
leggin upp'à pliä',
tey skonktu henni í upprørt ker,
sjálva hana at gleða.

202. Tey skonktu henni veglig gløs
leggin upp at skera,
síðan alt tað, ið lívið lysti,
sjálva hana at gleða.

203. »Hoyr tað, frúgvin Ingibjørg,
lætta angist og sorg!
Tað sóu so mangir menn,
hann fell fyri Skagaborg.«

204. Tað var frúgvin Ingibjørg,
sínum bróður sigur svá:
»Torstein er í hallarkálva,
sig mínum faðir ífrá!«

205. Ásmundur gekk í hallarkálva
sín stallbróður at finna,
tá rann teimum gleði í hug,
tá ið hvør ræð annan kenna.

206. Gingu teir úr hallarkálva,
síðan í hallina inn,
eingin visti av Danamonnum,
teir hjó høggini fimm.

207. Eirikur steig á tvørbonk upp,
hann bar so snaran fót,
Torstein honum bana veitti
á spori, har hann stóð.

208. Danir lupu eftir strætinum,
mist høvdu sínar tegnar,
Torstein var tá fimur og snarur
sín bróðurs lív at hevna.

209. Tí svaraði Torstein jall,
ræður við hana at tala:
»Hoyr tað, mín hin veldiga søta,
til Danmark skal eg fara!«

210. Svaraði frúgvin Ingibjørg
av so tungum stríði:
»Hoyr tað Torstein, harra mín,
tú mást væl heima bíða!«

211. Tí svaraði Torstein jall,
hann tók hennara orð við reiði:
»Aftur skal eg til Danmarkar,
eg komi ei aftur í teirri.«

212. Torstein sigldi av Nøríki
nú í triðja sinni,
fleiri vann hann avreksverk,
eg kann við nøvnum minnast.

213. Ásmundur skal í erva fara,
brenna turpar og bý,
so munnu tíðindi norðan koma,
nú elvist leikur av ný.

214. Mangari høvdu teir móðurdóttur
veitt bæði sút og sorg,
tríati høvdu teir garðar brent,
áðrenn tíðindi komu á borg.

215. Torstein so til orða tekur,
vanur í váknaskjaldri:
»Nú skal leggja at Skagaborg,
tó kongurin ikki valdi.«

216. Tá varð rómur í Skagaborg,
málmurin tók at renna,
so mundi ormurin varða hana,
ei mundi hon inni brenna.

217. Ingigerð sprakk úr báli upp
yvir hirðina alla,
so steig hon á foldina fast,
at eingin sá hana halla.

218. Ingigerð sprakk úr báli upp,
hon tekur so hart at renna:
»Nú mugu Norðmenn vakta seg,
ei skal eg inni brenna.«

219. Torstein og frúgvin Ingigerð
møttust á grønari jørð,
hann brá sínum bitra brandi,
hann gav henni sár av svørð.

220. Ryktust bæði snart og hart
av so miklum harki,
Torstein fekk hon undir seg,
hon ætlar at bíta hans barka.

221. Kelling treiv um við báðum hondum:
»Tú skalt ikki fleirum doyva.«
Fleingir hon hana við jarnsipan,
av vørrum vætti droyra.

222. Fleingir hon hana við jarnsipan,
kinnar ber hon so bleikar,
ormar skriðu úr frúnni út,
hvør mót øðrum leikar.

223. Fleingir hon hana við jarnsipan,
hon ber so lítlan prís,
ormar skriðu um víðan vøll,
og hvør mót øðrum rís.

224. Hon svav fullar tríggjar dagar,
so tær nætur báðar,
hevur nú frúgvin fingið lit,
hon fekk sær blund til náðar.

225. »Tín bað kongur av Nøríki,
tann veldigi og gævi harri,
nú skal eg gifta teg jalssyni,
enn unni eg tær verri.

226. Tín bað kongur av Nøríki,
bæði til guls og landa,
nú skal eg gifta teg jalssyni,
honum tykir mær tað standa.«

227. Torstein gongur við bálið fram,
vappar fótum hátt,
kelling treiv um hans bæði bein,
nakki á vølli small.

228. Torstein so til orða tekur,
fór so hátt at læa:
»Sneiður bjóð tú, kelling mín,
fyri allar tínar ævir.

229. Kelling skal slíta tann skrúður so prúð
og so teir ringar ljósar,
eina tá borg í Danmark er,
tá bestu hon vil seg kjósa.

230. Kelling skal slíta bæði skrúður og lín,
og kall skal riddari verða,
hvør, sum teim vil neisur vinna,
hevndir skal eg gera.

231. Kelling skal slíta skrúðir og lín,
og kall skal riddari eita,
hvør, sum teim vil neisur vinna,
hevndir skal eg veita.

232. Eingin kona í heiminum
er slíkan deyða verð,
ikki gongur mær av huga
tann illa Ingigerð.«

233. Nú er hetta kvæði endað,
tað man góðum gegna,
Torstein tók við ríkjunum báðum,
so við hvørju tegna.

(c) Dansifelagið í Havn