Kvæðasavn
Torsteins kvæði
Uppskrift: FK 92B, 22, pp. 166-196.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.
I. Atla táttur
1. Vilja tit lýða og ljóð geva mær,
mong eru dømin mæt,
kongur ráddi for Nøríki
Ólavur æt.
2. Vilja tit lýða og ljóð geva mær,
eg bróti av bragdartátti,
kongur ráddi for Nøríki,
tvey onkarbørn hann átti.
3. Vuksu upp í ríkinum
kongabørnini tvey,
áðrenn tey gótu á gólvi ganga,
tey drógu skarlak reyð.
4. Vuksu upp í ríkinum
kongabørnini bæði,
áðrenn tey gótu á gólvi ganga,
drógu skarlaksklæði.
5. Kongurin unti jallinum
at sita yvir sítt borð,
tí hann hevði hans synir lært
við ráð og hyggin orð.
6. Kongurin unti jallinum
at sita sær manni næst,
tí hann hevði hans synir lært
við ráð og hyggi best.
7. Ein kom maður for kongin inn
sigur honum frá:
»Torstein vil av ríkinum fara,
eykar tygum trá.«
8. »Tóast hann vil av ríkinum fara,
eingin skal honum banna,
hann kann ei sín forløg flý,
sjálvur má hann tað sanna.
9. Tóast hann vil av ríkinum fara,
eingin skal honum blóta,
hann kann ei sín forløg flý,
sjálvur man hann tað njóta.
10. Vel honum út av mínum ríki
fimmti menn at ráða!
Hvar ið hann kemur í ókunn lond,
hann eykar teim ongan váða.
11. Vel honum út av mínum ríki
fimmti valdra manna!
Hvar hann kemur í ókunn lond,
teir kunnu væl váknum kanna.
12. Vel honum út av mínum ríki
fimmti mans til besta!
Hvar ið hann kemur í ókunn lond,
hann keypir teim vákn og hestar.
13. Vel honum út av mínum ríki
hundrað merkur gull!
Hvar ið hann kemur í ókunn lond,
hann keypir teim virðin full.
14. Vel honum út av mínum ríki
tríati merkur jørð!
Hvar hann kemur í ókunn lond,
hann keypir teim skjøld og svørð.«
15. Torstein sigldi av Nøríki
eina morgunstund,
sjógvurin var sum bál at líta,
skeiðir dynja í lund.
16. Torstein sigldi av Nøríki
eina morguntíð,
sjógvurin var sum bál at líta,
skeiðir dynja í.
17. Sjógvurin var sum bál at líta,
skeiðir dynja í,
átta sá hann herskipini
liggja for grønari líð.
18. Átta sá hann herskipini,
eitt var størst av øllum,
stýrdi tí Atli, kongins son,
sum ræður for gørpum snjøllum.
19. Torstein skundar sína ferð
við so nýtum orðum,
Atli visti ei av at siga,
fyrr enn svørðini sungu á borðum.
20. Atli vaknar tjøldrum við,
hoyrir ørvadriv:
»Hvør er hann so hugdjarvur
her leggur skipum við?«
21. Svaraði Torstein, kongins son,
tá rann honum í grun:
»Eg sigi tær ikki eiti mítt,
tað er okkara munur.«
22. Svaraði Atli, kongins son,
tá rann honum í grun:
»Eg skal siga tær eiti mítt,
tað er okkara munur.
23. Atla skalt tú nevna meg,
Svøríkis kongins son,
so er mær frá móður sagt,
at drotning væri hon.«
24. »Torstein skalt tú nevna meg,
Nøríkis kongins son,
so er mær frá móður sagt,
at drotning væri hon.«
25. Svaraði Atli, kongins son,
sær undan reyðum skildri:
»Sig mær, frægur Torstein jall,
hvat tú higar vildi?«
26. Svaraði Torstein, kongins son:
»Eg geri tað ei at loyna,
til tess eri eg higar komin,
roysni við teg at royna.«
27. »Hoyr tú, Torstein, kongins son,
kostin kjós tú tær,
hvat vilt tú á skipum berjast,
ella á landi mót mær?«
28. »Vit skulu okkum á landið upp ganga,
tað er frægdin meiri,
vit skulu ikki av okkara liði
oyða garpar fleiri.«
29. Gingu teir frá strondum niðan,
niðan í grøna líð,
eftir liggja teirra menn,
teir dvøljast um langa tíð.
30. Gingu teir frá strondum niðan,
niðan í grøna lund,
eftir liggja teirra menn,
teir dvøljast um langa stund.
31. Atli átti øksi ta,
roynd var hon í víggi,
Torstein hugsar við sjálvum sær,
lítið man brynjan líva.
32. Atli átti brynju ta,
einki svørð kundi bíta,
so gav Torstein høggini tung,
tey tóku í beinið níta.
33. Atli átti brynju ta,
einki svørð kundi granda,
so gav Torstein høggini tung,
tey tóku í beini standa.
34. Torstein letur høggini falla,
bæði mong og tung,
Atli kendi møði at sær,
tó at hann var ungur.
35. Svaraði Torstein, kongins son:
»Tað skal eg ikki valda,
hóast vit hava roysni roynt,
vit lata tó hvøngan gjalda.
36. Tað lovaði eg fyri faðir og móður,
tá eg var eitt lítið barn,
eg skuldi ikki ræðast tann heita eld,
ei heldur tað hvassa jarn.
37. Tað lovaði eg fyri faðir og móður,
tá eg í vøggu lá,
eg skuldi ei ræðast tann heita eld,
ei heldur tað hvassa stál.«
38. Síðan tókust hondum saman,
upp gekk grót og grund,
so fór teirra atreiðum,
at Atli lá í lund.
39. Svaraði Torstein, kongins son:
»Tað skal eg ikki valda,
hóast vit hava roysni roynt,
vit lata tó hvøngan gjalda.«
40. »Tað lovaði eg fyri faðir og móður,
tá eg var eitt barn,
eg skuldi ikki ræðast tann heita eld,
ei heldur tað hvassa jarn.
41. Tað lovaði eg fyri faðir og móður,
at grið skuldi eg ikki tiggja,
tú manst allan sigurin rósa,
eg man eftir liggja.
42. Tú manst allan sigurin rósa,
eg má liggja her,
tú skalt hava øksi mína
tær í sømdargerð.
43. Tú ger so væl við mínar menn,
býð teim gull og fæ,
send teir aftur til landanna,
sum ei vilja tæna tær!«
44. Reyðan ring av armi dró,
meðan hann kundi tala,
sendi frúnni Ingibjørg,
bað hana liva sæla.
45. Reyðan ring av armi dró,
tá fleyt hann í blóði,
sendi frúnni Ingibjørg:
»Hav tað, væna fljóðið!«
46. Torstein stóð og sá uppá,
tá Atli mundi doyggja,
dreygin gróv hann í djúpan heyg,
sum dreingir í dølum hoyggja.
47. Hann gjørdi so væl við Atla menn,
hann býtti teim gull og fæ,
sendi teir aftur til landanna,
sum ei vildu tæna sær.
48. Torstein gongur eftir bunkanum,
hann unnir væl vonum fljóði:
Ingibjørg og systir hennara,
deyð var hennara móðir.
49. Tað var Torstein, kongins son,
tók sær frúur at festa,
snarliga læt til brúdleyps ætla,
læt ei longur fresta.
50. Drukkið varð teirra brúdleypið,
kátt var teirra lív,
gingu bæði í eina song,
Torstein og hans vív.
II. Magnusar táttur
51. Tað er enn sum oftum var tá,
frá man frættast víða,
Noregis kongur frá kirkju reið,
hann fangaði helsótt stríða.
52. Kongurin reið á morgni út,
burt frá síni borg,
hann kom aftur á kvøldmálum,
sligin við helsótt.
53. Ikki kostaði Magnus kongur
minna til enn tá,
børurnar av reyðargulli
læt hann honum slá.
54. Børurnar av reyðargulli
læt hann honum gera,
korsið av tí skæra silvur,
merkið við at bera.
55. Eystan fyri kirkjuna,
dreingir eyka á fold
gróvu tað hitt ljósa lík
niður í døkka mold.
56. Eystan fyri kirkjuna,
dreingir eyka skara,
dimmur er hesin dagur í dag
niður í mold at fara.
57. Magnus reið frá kirkju heim,
mælti ikki mál,
mangan gleðir hann fátækan
eftir sín faðirs sál.
58. Magnus kongur frá kirkju reið,
mælti ikki orð,
mangan gleðir hann fátækan
yvir sítt breiða borð.
59. Skiftu bæði gull og silvur,
har til garðar og grót,
uttan tann dýra drotningsring,
einki vá ímót.
60. Skiftu bæði gull og silvur,
har til nógvan eyð,
tað var mest, ímillum fór,
drotningsringin reyð.
61. Torstein klæðir Ingibjørg,
unnir sum sínum hjarta,
meiri tykir henni at
um drotningsringin bjarta.
62. Torstein klæðir Ingibjørg
bæði við gull og eyð,
meiri tykir henni at
um drotningsringin reyð.
63. Torstein gongur for sína móður,
leggur við hana ráð:
»Hvør skal nú fyri ríki ráða,
faðir er fallin frá?«
64. »Magnus hann skal kongur verða,
hann er eldri av øllum,
Torstein skal av landi út
at vega mót gørpum snjøllum.
65. Magnus hann skal kongur verða,
eldri er hann á aldri,
Torstein skal av landi út
at vega í vápnaskjaldri.«
66. Eingin gleði í ríkinum var,
eingin vildi elva,
Torstein talar til bróður sín:
»Vit skulu fara at telva.
67. Setum okkum at telva talv,
bæði við spekt og náði,
setum í veður tann dýra ring,
ið vit eiga báðir!«
68. Magnus hevði við mangar telvað,
kongasynir og jallar,
hóast hann hevði ikki meir enn hálvt talv,
hann var tó ein yvir allar.
69. »Hoyr tú, Magnus, bróðir mín!
Eg beri um teg trá,
hví fert tú tær ikki um londini
tær eina jomfrú at fá?
70. Hoyr tú, Magnus, bróðir mín!
Eg beri um teg trega,
hví fert tú ikki um londini
tær eina jomfrú at biðja?
71. Danmarks kongur dóttur eigur,
føgur er hon sum sól,
so er at líta á jomfrú kinn,
sum droyrir drýpur á snjó.
72. Danmarks kongur dóttur eigur,
von er hon og vitur,
hon kann allar fuglalistir
í høga torni situr.
73. Danmarks kongur dóttur eigur,
hava hana menn við orði,
henni er stólur av gulli gjørdur
framman for kongins borði.
74. Danmarks kongur dóttur eigur,
væna og so vísa,
kanst tú hana til ektar fá,
hon kann títt lív væl prísa.«
75. Øllum tapti Magnus kongur
talvunum á borði,
hann gjørdi einki annað tá
enn lýða á Torsteins orðum.
76. Sóu tað allir, ið inni vóru,
Magnus talvið vann,
Torstein skákaði á skamri stund,
í bragdum vann hann hann.
77. »Hoyr tú, Magnus, bróðir mín,
ringin gev tú mær!
Eg skal meg til Danmarkar
jomfrúur at biðja tær.«
78. »Væl verði tær at njóta hann
um tey dømin meiri,
bróðir, kanst tú telva væl,
so eru tíni brøgd væl fleiri?«
79. So læt Torstein, kongins son,
síni skipini gera,
allar letur hann streingirnar
av reyðargulli vera.
80. Bræddir vóru brandar,
skorin var hvør stokk,
stavn og stýri av reyðargulli,
so var segl í topp.
81. Bræddir vóru brandar,
borðini vóru blá,
stavn og stýri av reyðargulli,
har skín sólin á.
82. Vindur hann upp síni silkisegl,
gull við vovin brand,
strikar ei á bunkan niður
fyrr enn við Danmarks land.
83. Higar ið tann snekkjan
kendi fagurt land,
læt hann síni ankør falla
á so hvítan sand.
84. Læt hann síni ankør falla
á so hvítan sand,
fyrst steig Torstein, kongins son,
sínum fótum á land.
85. Fyrst steig Torstein, kongins son,
sínum fótum á land,
slógu sínar tjaldbúðir
skamt frá sjóvarstrand.
86. Eirikur kemur út árla morgun,
gull ber seg á hand,
hann sær slignar herbúðir
skamt frá sjóvarstrand.
87. Eirikur gekk í hallina inn,
sigur sín systur frá:
»Eg sær slignar herbúðir
várum londum hjá.«
88. Tað er frúgvin Ingigerð,
talar til bróður sín:
»Eirikur, gakk til strandar oman,
skoða væl biðil mín!
89. Eirikur, gakk til strandar oman
í reyðum skarlaksklæði,
sig, Ingigerð býður teim formonnum heim,
um enn teir fleiri væri!«
90. Eirikur gekk til strandar oman
í reyðum skarlaksklæði:
»Ingigerð býður tygum formonnum heim,
um enn tit fleiri væri.«
91. Tað var Torstein, kongins son,
upp mót honum leit:
»Tvíkast væri tær talvið alt,
sjálvur eg tað veit.«
92. Eirikur gekk frá strondum niðan,
dvaldist ikki leingi,
spurdi frúgvin Ingigerð:
»Hvussu líkst tær á dreingir?«
93. »Væl líkst mær á formenn báðar,
tó er annar meiri,
tvíkast væri tær talvið alt,
tú fært ikki andsvar fleiri.«
94. Eirikur gár í høgaloft,
sigur sín faðir frá:
»Eg sær slignar herbúðir
várum londum hjá.«
95. »Eirikur, gakk til strandar oman
í reyðum skarlaksklæði,
sig, faðir mín býður teim øllum heim,
um enn teir fleiri væri!
96. Sig, faðir tín býður teim øllum heim,
meiri máls og minna,
um enn teir vilja halda frið
og ongar neisur vinna!«
97. Eirikur gekk til strandar oman
í reyðum skarlaksklæði:
»Faðir mín býður tygum øllum heim,
um enn tit fleiri væri.
98. Faðir mín býður tygum øllum heim,
meiri mans og minni,
um enn tit vilja halda frið
og ongar neisur vinna.«
99. »Gjarna vilja vit halda frið
og ongar neisur vinna,
verður os nakað áboðið,
tá mæli eg um minna.«
100. Torstein biður sínar menn
klæða seg allar bjartar,
lata so danskar drósir síggja,
Norðmenn kunnu at skarta.
101. Torstein biður sínar menn
fara í skarlaksklæði:
»Danir eru speisamir,
Norðmenn vilja teir hæða.«
102. »Vælkomin, Torstein, kongins son,
fara skalt tú við frið,
skunda tær í hásætið
so glaður við tínum liði!«
103. Allar setir hann sínar menn
fram á hyggjarbekk,
síðstur sjálvur Torstein jall
í hásætið hann gekk.
104. Torstein stendur á hallargólvi,
væl í góðan tíma:
»Magnus kongur av Nøríki
hevur sent tær kvøðju sína.
105. Magnus kongur av Nøríki
hevur sent tær kvøðju sína,
at hann vil til drotning hava
onkardóttur tína.«
106. Kongurin so til orða tekur:
»Ikki skal slíkum spara,
heinta mína dóttur í hallina inn
sjálv for seg at svara!«
107. Frúgvin varð bæði studd og leidd,
inn í hallina gekk,
Torstein sat í tvørbeinki,
hann ymsar litir fekk.
108. Frúgvin varð bæði studd og leidd
inn í sín faðirs veldi,
ljómin skein av akslagrein,
tað skyggir av tignareldi.
109. Frúgvin varð bæði studd og leidd,
tólv bóru perlur ljósar,
Torstein situr í tvørbeinki,
ein tílíkan vildi hon kjósa.
110. »Ver vælkomin í hallina inn,
dóttir mín, hin sæla!
Magnus kongur av Nøríki
síðst mundi okkum vara.
111. Magnus kongur av Nøríki
síðst mundi okkum vara,
bæði væl og høviskliga
skulu vit biðlum svara.«
112. »Magnus kongur av Nøríki
rekur sínar smalur á borg,
hann kemur ikki í song við mær,
eyka mær ei ta sorg!
113. Magnus kongur av Nøríki
rekur sínar smalur til líða,
hann kemur ikki í song við mær,
eyka mær ei tann kvíða!«
114. »Magnus kongur av Nøríki,
hann er so nýtur drongur,
fyri títt orð og ónda sinni
verður hann ei tín kongur.«
115. Hann hevði upp sína høgru hond,
sló hana yvir lín:
»Skamm fái tú, mín vánda dóttir,
sakandi biðil tín!«
116. Hann hevði upp sína høgru hond,
gav henni høgg á tenn,
blóðið dreiv í barmin niður,
sóu tað mangir menn.
117. »Mín tørva eingir kongar at biðja,
hvørki til guls ei garða,
teir hava yvrið gull og fæ,
tú fært ikki andsvar fleiri.«
118. »Tín tørva eingir kongar at biðja,
hvørki til guls ei landa,
eg gevi teg Danmarks svínasvein,
hann tykist mær teg standa.«
119. »Mín tørva eingir kongar at biðja,«
Ingigerð mælir av bræði:
»Torstein skal í gálgan upp
at turka síni klæði.«
120. Torstein leyp úr tvørbeinki
fram millum sínar menn:
»Áðrenn tú meg á gálgan hevur,
sveittast tær um ennið.«
121. Torstein leyp úr tvørbeinki,
millum sína manna:
»Áðrenn tú meg á gálgan hevur,
skulu vit váknum kanna.«
122. Fimmti hevði hann manna mist,
áðrenn hann av borgum náddi,
hundrað hevði hann av Danum felt,
ei var javnt hjá báðum.
123. Svaraði frúgvin Ingigerð,
tungu ber so snjalla:
»Eg haldi tað einki roysni vera
at vega gamlar kallar.«
124. »Tú skalt tær einki valmenningar
av hesum verki kenna,
komi eg aftur annað sinni,
óræddur skal eg renna.
125. Komi eg aftur annað sinni,
óræddur man eg renna,
hegna undir meg Danmark alt
kristið lið at brenna.«
126. »Tú ríð í rann, sum revur til holu,
við svørð og brynju ljósa,
kemur tú aftur til Danmarkar,
tú skalt ongan sigur rósa.
127. Eg skal keypa mær skjøld og svørð,
sjálv skal eg meg verja,
hann er eingin av Nøríkis monnum
mót mær torir herja.«
128. Torstein sigldi av Danmark,
í blóðugari brynju er,
úti stóð Magnus, bróðir hans,
hann fagnar væl hans ferð.
129. Torstein gisti bróður sín,
var so síðla á kvøldi:
»Hvøssu tók kongur við kvøðju tíni,
frúur í Danaveldi?«
130. »So tók kongur við kvøðju tíni,
dóttir alvæl verri,
lat tær skip av nýggjum gera,
vel tær fólk og tegnar!
131. Lat tær skip av nýggjum gera,
vel tær fólk og tegnar,
tá ið tú kemur til Danmarkar,
tú skalt ikki eftir fregna.
132. Hon kallaði teg ein svínasvein,
tú rak tínar smalur at borg,
tú kom ikki í song við sær,
eyka sær ei ta sorg.
133. Hon kallaði teg ein svínasvein,
tú rak tínar smalur til líða,
tú kom ikki í song við sær,
eyka sær ei tann kvíða.«
134. »Eg havi hoyrt frá frúnni sagt,
ilsku og hennara bræði,
eg hevði ikki biðið hana
av mínum sjálvsins ráði.«
135. »Eg skal enda tær heiti mítt,
um enn eg havi lív,
eg skal tær av Danmark føra
tað hitt væna vív.«
136. »Endar tú mær eiti mítt,
verður mest av móði,
tá hevur mangur av Nøríkis monnum
sturtað í sínum blóði.
137. Tað verður mongum Danum at skaða,
ið tú streingir heiti,
hon kemur ikki í song við mær,
sjálvur eg tað veit.«
138. Magnus gongur í høgaloft,
letst í brynju nýggja:
»Nú lystir meg til Danmarkar
Ingigerð at síggja.«
139. Magnus gongur í høgaloft,
letst í brynju blá:
»Nú lystir meg til Danmarkar
frú Ingigerð at sjá.«
140. Hann læt sær tað liðið samla,
valdra manna son,
ongan tann av Nøríki
eftir átti konu.
141. Hann læt sær tað liðið samla,
valdra manna tjóð,
ongan tann av Nøríki
eftir átti fljóð.
142. Torstein gisti bróður sín,
var so síðla á geira,
valdu sær út av Nøríki
tólv túsund mans og meira.
143. Mikil var tann mannamúgva,
eftir stóð á landi,
skipini hildu í havið út,
teim varð ikki sjógvur at grandi.
144. Vundu upp síni silkisegl,
gull við vovin rand,
strikar ei á bunkan niður
fyrr enn við Danmarks land.
145. »Ásmundur skal í erva fara,
brenna upp turpar og 'siolda',
leggja skal eld í Skagaborg,
tó kongurin ikki voldi.
146. Ásmundur skal í erva fara,
brenna upp turpar og býggjar,
munnu so boðini heiman koma,
yppist ein leikur av nýggjum.«
147. Fimmti høvdu teir garðar brent,
áðrenn boðini komu heim,
høvdu so mangari móður og dóttur
eykað sorg og mein.
148. Fimmti høvdu teir garðar brent,
áðrenn boðini komu til handa,
høvdu so mangari móður og dóttur
eykað sorg og vanda.
149. 'Ainkjilit' var í Skagaborg,
tí múrurin tók at renna,
so hevði ormurin voktað hana,
ei mundi hon inni brenna.
150. Ingigerð leyp úr bálinum
yvir hirðina alla,
so steig hon á foldina fast,
eingin sá hana falla.
151. Ingigerð kemur handan um á,
tekur við fótum at renna:
»Nú muga Norðmenn vokta seg,
ei mundi eg inni brenna.«
152. Magnus møtti Ingigerð
mitt í borgarliði,
hann kleyv av henni brynjuna,
hon seig í jørðina niður.
153. Magnus møtti Ingigerð,
tá var dreingjaferð,
hann brá hana við sínum bitra brandi
og gav henni sár av svørði.
154. Frúgvin stoyttist í jørðina niður
undan brynju blá,
hon kom upp á baki hans
og gav honum banasár.
155. Frúgvin stoyttist í jørðina niður
undan brynjubelti,
hon kom upp á baki hans
og sjálvan kongin feldi.
156. Hon hevði upp sítt nakið svørð,
brá sín skjøld á lofti:
»Her skalt tú, Torstein, síggja tað blóð,
teg man ryggja ofta.
157. Her skalt tú, Torstein, síggja tað blóð,
teg man ofta ryggja,
hann skal yvir Nøríki ráða,
ikki hjá mær at byggja.«
158. Tá ið Torstein hetta sá,
at sín fell bróðir frá,
ógvuligur við miklari reiði
fram í herin brá.
159. Torstein tokar í herin fram,
letur av brondum rúka,
náddi ikki á jørðina niður,
treður á mannabúkar.
160. Torstein møtti Ingigerð
mitt í borgarliði,
hann kleyv av henni brynjuna,
hon seig í jørðina niður.
161. Torstein møtti Ingigerð,
tað var dreingjaferð,
hann brá hana við sínum bitra brandi
og gav henni sár av svørði.
162. Frúgvin stoyttist í jørðina niður
undan brynju nýggja,
hann stóð har í tímar seks,
hann kundi hana ikki síggja.
163. Frúgvin stoyttist í jørðina niður
undan brynju blá,
hann stóð har í tímar seks,
hann kundi hana ikki sjá.
164. Frúgvin var bæði troytt og móð,
lyftir av gyltum hjálmi,
skín so hennara gula hár,
sum glógvar av rúnarmálmi.
165. Síðla var um aftanin,
dagurin leið at kvøldi,
lysti frúnna Ingigerð
heim í sín faðirs veldi.
166. Falsk og svik og forræðarí,
grimt var teim í huga,
Eirikur og Ingigerð
gingu til songar at sova.
167. Torstein gongur til strandar oman,
tekur sítt lið at kanna,
saknaði Magnus, bróður sín,
og aðrar raskar manna.
168. Torstein gongur frá strondum niðan,
honum var leiðin kunn,
sá hann, hvar tann vanda vættur
tváar í tveimum í brunn.
169. Torstein gongur frá strondum niðan,
ræðst nú ikki til bøtur,
alt tað ið hann um dagar drap,
lívgaði hon upp um nætur.
170. Frá Atla fekk hann øksi ta,
hyggi, alvæl beit,
'Ebba' tók tann grima gívur,
egg í hjarta neit.
171. Torstein kom so síðla á degi,
millum tveggja hurða,
hoyrir mál til Ingigerð,
slíkt var mikil furða.
172. »Tú skalt fara til Nøríkis,
mikið tú formátti,
tú skalt festa konu ta,
ið sjálvur Torstein átti.
173. Ingibjørg eitur kona hans,
tað inniliga sprund,
Torstein skal falla í randarný,
liggja for ravn og hund.
174. Í morgin hann ríður í bardagan,
Ásmundur, jalsins son,
Torstein skal falla í randarný,«
í songum mælir hon.
175. »Ingibjørg eitur kona hans,
sigur so søgan mær.«
Torstein stóð og lýddi tar á,
tað gekk hans huga so nær.
176. Allir teir í Danaveldi
lovaðu tann dyggan drong,
tí hann vildi einki vinna teim,
tey lógu í síni song.
177. Árla var um morgunin,
sólin roðar í ský,
løgdu sínar bardagar
skamt frá kongins bý.
178. Løgdu sínar bardagar
skamt frá kongins bý,
Danir fingu fagran sigur,
Norðmenn lótu lív.
179. Torstein møtti Ingigerð,
mitt í borgarliði,
hann kleyv av henni brynjuna,
hon seig í jørðina niður.
180. Frúgvin stoyttist í jørðina niður,
undan brynjubelti,
hon kom upp á baki hans,
sjálvan Torstein feldi.
181. Frúgvin stoyttist í jørðina niður,
undan brynju blá,
hon kom upp á baki hans
og gav honum banasár.
182. Kallin kemur av skógnum heim,
goymt hevði síni geit:
»Gakk í lag og vel tær fæ,
vilt tú frægur eita!«
183. »Eg havi ikki til neyðar kent
á míni ævi enn,
tað verður ikki, meðan eg livi,
eg nøkti deyðar menn.«
184. »Neyðugt, tó at tú ikki vilt,«
hon svór um sína trú,
»mangur hevur látið lív í dag,
ið reystari var enn tú.«
185. Kellingin tokar í 'ranni' fram,
sum líkini flutu í droyra,
kallin tók av ræðslu at skelva,
ódnir máttu hoyra.
186. »Her liggur tú, Magnus kongur,
mikið leið tú yvir tær,
'Berojin er tear atlarin'
tú ætlaði Danmark tær.
187. Her liggur tú, Torstein, bróðir hans,
tú vart ikki minni kappi,
enn steig yvir teg fostra mín
við sigur tínum og kappi.«
188. Andan hevði hann ikki mist,
hann eyguni sundur brá,
sipaði øksi av miklum alvi,
kelling ætlaði hann tá.
189. Andan hevði hann ikki mist,
tað gekk hans hug so nær,
sipaði øksi av miklum alvi,
kelling hugaði sær.
190. Kelling treiv um øksarskaft,
góður var í henni dugur:
»Tað verður ikki, meðan tú livir,
tú kemur mær á bug.«
191. Tekur hann í saðilin upp,
tekur bond at greiða,
kelling gongur til saðilboga,
kall til teymar at leiða.
192. Tekur hon hann í saðilin upp,
fer ikki hart við sjúkum,
førdi hann so til hallar heim,
tað rymur í mannabúki.
193. Leggur hon hann í varma leyg,
tváar úr hvørjum sári:
»Seymið aftur við silkitráð!
Far ikki at við fári!«
194. Kelling plukkar ull av geit,
setir seg út at spinna,
har kom gangandi fostra hennara,
hin vitra og hin svinna.
195. Ingigerð kemur handan um á,
tekur við fótum at renna:
»Her tykist eg Torstein jall
í tínum húsi kenna.«
196. »Tað eru tínir grimu tankar,
ganga tær so nær,
tað verður ikki á tíni ævi,
tú fært 'fleavur' við mær.«
197. Leggur hon hana í varman leyg,
lokur yvir ker:
»Statt upp, Torstein, kongins son,
hevn tín bróður her!«
198. »Eg fái ikki mín bróður hevnt
enn á hesum sinni,
eg havi alt mítt megi mist,
so gjølla eg teg kenni.«
199. Grøddi hon hann um dagin,
grøddi hon hann um tvá,
inntil tann hin triðja,
tá fór hann í brynju blá.
200. Kelling eigur ein lítlan bát,
fáar aðrar gripir,
tó at hann sýnist lítil á sjóm,
góður er dugur í skipi.
201. Kelling eigur ein lítlan bát,
hann flýtur for bryggjusporðum,
tá leið ikki longur um,
enn tá beiddi Torstein orðum.
202. »Á miðjum sumri skal brúdleypið verða,«
segði tann, ið boðini bar,
»eg skal dvølja fostru míni,
so hon verður ikki har.
203. Á miðjum sumri skal brúdleypið verða,«
segði tann, ið beyð,
»eg skal dvølja fostru mína,
tóat hon verður treyð.
204. Tú skalt fara í brynju tína,
uttanyvir í pesju mína,
teg skal eingin maður kenna,
ikki tín egin kona.«
205. Vindur hann upp síni silkisegl,
gull við vovin brand,
strikar ei á bunkan niður
fyrr enn við Nøríkis land.
206. Torstein gongur frá strondum niðan,
bæði vænur og vitur,
møtti hann frúnni Ingibjørg,
hon kom í vognum vigin.
207. »Hoyr tað, frúgvin Ingibjørg,
sig mær satt ífrá!
Hvønn kong hevði tú kjósað tær,
um tú átti vald og ráð?«
208. »Torstein unti eg alrabest,
fram fyri kongar og jallar,
tað segði mær so mangur maður,
hann mundi for Skagaborg falla.«
209. »Handa sama reyða ring,
tú ber á tíni hond,
eg bað teg ikki forgloyma hann,
so leingi tú ríkti ond.«
210. Frúnni rann tá grátur upp,
av so tungari sorg:
»Tað segði mær so mangur maður,
tú fell fyri Skagaborg.«
211. Hann gav henni lækningsgras,
leykin upp at pløga,
síðan alt hvat lívið lysti,
sjálvan seg við gleða.
212. »Hoyr tað, frúgvin Ingibjørg,
hin vitra og hin svinna,
tó at tú ert av songum beidd,
lat ikki á tær finna!«
213. So sat frúgvin Ingibjørg,
henda dag á bekki,
hugsaði meir um sút og sorg,
hon tók til føðslu ikki.
214. Ein kom maður í hallina inn,
lært hevði tukt og sinni:
»Torstein er í borgarkálva,
har vil hann teg finna.«
215. Eirikur leyp úr hásæti,
gyrðir seg við sítt svørð:
»Hitti eg Torstein í borgarkálva,
ónda rakar hann ferð.«
216. Møttust teir í borgarkálva,
raskir feðgar báðir,
Torstein høgdi hans høvur av,
góður er gamal í ráði.
217. Danir lupu eftir strondunum,
mist høvdu sínar tegnar,
Torstein leyp eftir øllum teim,
hann sipaði fimm í senn.
218. Danir lupu eftir strondunum,
mist høvdu sínar tegnar,
Torstein leyp eftir øllum teim
sín bróður deyð at hevna.
III. Torsteins táttur
219. Torstein situr í hásæti,
skortar hann ikki fíggja:
»Enn lystir meg til Danmarkar
Ingigerð at síggja.
220. Eg skal nú til Danmarkar,
enn á triðja sinni,
meiri avreksverk at vinna,
meðan teir liggja inni.«
221. Svaraði frúgvin Ingibjørg
av so tungum trega:
»Hoyr tað, Torstein, harri mín,
tú mátti væl heima verið!«
222. »Eg skal enda eiti mítt,
um enn eg havi lív,
eg skal út av Danmark føra
tað hitt væna vív.«
223. Vindur hann upp síni silkisegl,
gull við vovin rand,
strikar ei á bunkan niður
fyrr enn við Danmarks land.
224. Higar ið tann snekkjan
kendi fagurt land,
læt hann síni ankør falla
á so hvítan sand.
225. Læt hann síni ankør falla
á so hvítan sand,
fyrstur stígur Torstein jall
sínum fótum á land.
226. Torstein gekk frá strondum niðan,
bæði vænur og vitur,
møtti honum frúgvin Ingigerð,
tá vóru bæði 'slibin'.
227. Torstein gekk frá strondum niðan,
bæði av ilsku og bræði,
møttust í einum kirkjuliði,
hvørki hevði klæði.
228. Ryktust bæði hart og skarpt,
ei var blítt til verka,
Torstein fekk hon undir seg,
hon legðist at bíta barka.
229. Ryktust bæði hart og skarpt,
ei var blítt at søkja,
kelling kemur handan um á,
tá yptist ein onnur fløkja.
230. Kelling sipaði jarnsipuni,
ódnin mátti hoyra:
»Eg svørji tann eið við mína trú,
tú skalt ikki fleiri doyva.«
231. Kelling sipaði jarnsipuni,
bæði av ilsku og reiði:
»Eg svørji tann eið við mína trú,
tú skalt ikki doyva fleiri.«
232. Frúgvin settist á jørðina niður,
við reyðar kinnar og bleikar,
ormar skriðu av henni út,
hvør um annan leikar.
233. Frúgvin settist á jørðina niður,
við reyðar kinnar og baldar,
ormar skriðu av henni út,
hvør mót øðrum halda.
234. Torstein situr í hásæti,
skortar ikki fíggja:
»Leiðið mær frúnna í hallina inn,
nú vil eg hana síggja!«
235. Frúgvin varð bæði studd og leidd
inn í sín faðirs veldi,
ljómin skein av akslagrein,
skyggir sum tignareldur.
236. »Tær beyðst kongur av Nøríki,
Magnus, veldigi harri,
nú skal eg gifta teg kalssyni,
enn unni eg tær verri.
237. Tær beyðst kongur av Nøríki,
bæði við gleði og gleim,
nú skal eg gifta teg kalssyni,
Danmarks svínasvein.«
238. Tað var ungi Ásmundur,
fell pá síni knæ,
meðan hann frúnna Ingigerð
til ektar festi sær.
239. »Kelling skal slíta skrúður og lín,
kall skal riddari eita,
hvør sum teim vil neisur vinna,
hevndir skal eg veita.
240. Kelling skal slíta skrúður og lín,
kall skal riddari vera,
hvør sum teim vil neisur vinna,
hevndir skal eg gera.«
241. Eg havi verið í mongum vási,
helst í úlvaferð,
aldri mær av huga gongur
tann ónda Ingigerð.
(c) Dansifelagið í Havn