Kvæðasavn

Torsteins kvæði

Uppskrift: FK 92E, 22, pp. 258-286.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

1. Vilja tit lýða og ljóð geva mær,
eg bróti av bragdartátti,
kongur ráddi for Nøríki,
hann tógva synir átti.

Gár í dans frúa, sprund fagurt,
dansa med hinanden, so fagurliga sum tú kanst,
gár í dans frúa.

2. Vilja tit lýða og ljóð geva mær,
mong eru dømin mæt,
kongur ráddi for Nøríki,
og Ólavur hann æt.

3. Átt hevur hann sær tógva synir,
báðar kann eg væl nevna,
Magnus og hann Torstein jall,
teir kunnu væl dreingjum stevna.

4. Vuksu upp í ríkinum
kongabørnini tvey,
áðrenn teir gótu á gólvi ganga,
drógu teir skarlak reyð.

5. Vuksu upp í ríkinum,
kongabørnini bæði,
áðrenn teir gótu á gólvi ganga,
drógu teir skarlaksklæði.

6. Kongurin unti jallinum
at sita yvir sítt borð,
tí hann hevði hans synir lært
við ráð og hyggjuorð.

7. Kongurin unti jallinum
at sita sær manni hjá,
tí hann hevði hans synir lært
við orð og hyggjuráð.

8. Kongurin unti jallinum
at sita sær manni næst,
tí hann hevði hans synir lært
við ráð og hyggju best.

9. Jallurin gongur for kongin
og sigur honum frá:
»Nú vil Torstein, sonur tín,
kvitta her londum frá.

10. Torstein vil av ríkinum fara,
eingin skal honum banna,
hann kann ikki sín forlag flý,
og sjálvur má hann tað sanna.

11. Torstein vil av ríkinum fara,
eingin skal honum blóta,
hann kann ikki sín forlag flý,
og sjálvur má hann tað njóta.

12. Velj honum út av tínum ríki
hundrað mans í ræði,
hvar hann kemur í ókunn lond,
hann keypir teim vákn og klæði!

13. Velj honum út av tínum ríki
hundrað mans í besta,
hvar hann kemur í ókunn lond,
hann keypir teim vákn og hestar!

14. Velj honum út av tínum ríki
tjúgu tunnur gull,
hvar hann kemur í ókunn lond,
hann keypir teim virðin full!«

15. Torstein sigldi av Nøríki
eina morguntíð,
níggju sá hann herskipini
liggja for grønari líð.

16. Torstein sigldi av Nøríki
eina morgunstund,
níggju sá hann herskipini
liggja for grønari lund.

17. Níggju sá hann herskipini,
eitt var størst av teim,
stýrdi tí Atli, kongins son,
hann ráddi for gørpum eina.

18. Níggju sá hann herskipini,
eitt var størst av øllum,
stýrdi tí Atli, kongins son,
ið ráddi for gørpum snjøllum.

19. Torstein legði skipum saman
við so nýtum orðum,
ikki visti Atli av,
fyrr enn skeiðir sungu av borðum.

20. Svaraði Torstein, kongins son,
hann hoyrir ørvudriv:
»Hvør er hann so hugdjarvur,
ið her leggur skipum við?«

21. Svaraði Torstein, kongins son,
tað rann honum í grun:
»Eg sigi tær ikki eiti mítt,
um tað er okkara munur.«

22. Svaraði Atli, kongins son,
tað rann honum í grun:
»Eg skal siga tær eiti mítt,
um tað er okkara munur.

23. Atla skalt tú nevna meg,
Svøríkis kongins son,
so er mær frá móður sagt,
at drotning var hon.«

24. »Torstein skalt tú nevna meg,
Nøríkis kongins son,
so er mær frá móður sagt,
at drotning var hon.«

25. Atli so til orða tekur,
hann leit fram undan skildri:
»Sig mær, frægur Torstein jall,
í hvat tú higar vildi?«

26. Torstein so til orða tekur:
»Ikki er yvir at loyna,
til tess eri eg higar komin
roysni við teg at royna.

27. Vit skulu okkum á land upp ganga,
tað er frægdin meiri,
hirða so ikki av okkara monnum
at spilla garpar fleiri.«

28. Gingu teir frá strondum niðan,
reystar kempur tvær,
tað sá eingin av teirra monnum,
at nakað óttaðust teir.

29. Gingu teir frá strondum niðan,
niðan í grøna líð,
eftir liggja teirra menn
og bíða um lítla tíð.

30. Gingu teir frá strondum niðan,
niðan í grøna lund,
eftir liggja teirra menn
og bíða um lítla stund.

31. Atli átti troyggju ta,
ið einki svørð kundi bíta,
so gav Torstein høggini tung,
tey tóktust í beini níta.

32. Atli átti troyggju ta,
ið einki svørð kundi granda,
so gav Torstein høggini tung,
tey tóktust í beini standa.

33. »Tað lovaði eg fyri faðir og móður,
tá eg var eitt lítið barn,
eg skuldi ei ræðast tann heita eld,
ei heldur tað kalda jarn.

34. Tað lovaði eg fyri faðir og móður,
tá eg í vøggu lá,
eg skuldi ei ræðast tann heita eld,
ei heldur tað hvassa stál.

35. Tað lovaði eg fyri faðir og móður,
at grið skuldi eg ikki tiggja,
tú manst allan sigur rósa,
eg má eftir liggja.

36. Tú manst allan sigur rósa,
eg má liggja her,
tú skalt hava øksi mína,
tað er sømdargerð.

37. Tú ger so væl við sveinarnar,
tú skift teimum av tí góða,
tú ger so væl við Ingibjørg,
tú ognast tað væna flóðið.

38. Tú ger so væl við sveinarnar,
tú skift teimum gull og fæ,
tú send teir aftur til landanna,
sum ei vilja tjena tær!«

39. Torstein stóð og sá uppá,
tá Atli mundi doy,
gróv hann drostin í dýran heyggj,
sum dreingir í dølum hoy.

40. Torstein stóð og sá uppá,
tá Atli mundi doyggja,
gróv hann drostin í dýran heyggj,
sum dreingir í dølum hoyggja.

41. Torstein gekk at skipabunka,
hann unti væl vønum flóði,
jallinum og Ingibjørg,
og deyð var hennara móðir.

42. Hann gjørdi so væl við sveinarnar,
hann skifti teim av tí góða,
hann gjørdi so væl við Ingibjørg,
hann unti tí væna flóði.

43. Hann gjørdi so væl við sveinarnar,
hann skifti teim gull og fæ,
hann sendi teir aftur til landanna,
ið ei vildu tjena sær.

44. Førdi hann herskipini
aftur til Nøríkis líð,
honum tykir tað vera eitt roysnarverk,
og øllum vinum í.

45. Níggju førdi hann herskipini
aftur til Nøríkis lands,
honum tykir tað vera eitt roysnisverk,
og øllum vinum hans.

46. Tað var tá, sum oftum er enn,
frá man frættast víða,
Nøríkis kongur til kirkju reið,
hann fangaði helsótt stríða.

47. Sannur faðir av himmiríki
meti teirra trang,
sjálvir gingu brøður tveir
undir børustong.

48. Tóku kongins ljósa lík,
settu í kirkju inn,
sjálvar ringdu klokkurnar,
tað tendraðust ljósini fimm.

49. Tóku teir kongins ljósa lík,
settu á kirkjugólv,
sjálvar ringdu klokkurnar,
tað tendraðust ljósini tólv.

50. Eystan til undir kirkjuni,
ið dreingir eyka skara,
dimmur er hesin depri dagur
niður í mold at fara.

51. Eystan til undir kirkjuni,
ið dreingir eyka skara,
gróvu teir hitt ljósa lík
niður í døkka mold.

52. Torstein gongur for sína móður,
leitar við hana ráð:
»Hvør skal nú fyri ríki ráða,
faðir er fallin frá?«

53. »Magnus hann skal kongur verða,
eldri er hann á aldri,
Torstein skal av landi fara
og vega við váknaskjaldri.

54. Magnus hann skal kongur verða,
eldri er hann av øllum,
Torstein skal av landi fara
og vega við gørpum snjøllum.«

55. Teir skiftu alt, í ríkinum var,
garðar, góðs og grót,
uttan tann dýra drotningsring,
ið einki vá ímót.

56. Teir skiftu alt, í ríkinum var,
garðar, góðs og ráð,
uttan tann dýra drotningsring,
sum einki ímóti vá.

57. Teir skiftu alt, í ríkinum var,
bæði gull og eyð,
meira tókti frúnni at
um drotningsringin reyð.

58. Eingin gleði í ríkinum var,
eingin vildi hana elva,
Torstein talar til bróður sín:
»Vit skulu fara og telva.

59. Seta vit okkum at leika talv,
bæði av spekt og náði,
vit seta í veð tann dýra ring,
hann, ið vit eiga báðir.«

60. Magnus hevði við mangar telvað,
kongasynir og jallar,
um enn hann hevði ikki meir enn hálvt talv,
hann vann tó ein yvir allar.

61. Tað sóu allir, ið inni vóru,
at Magnus talvið vann,
Torstein skákar at skamri stund,
í brøgdum vann hann hann.

62. »Hoyr tú, Magnus, bróðir mín,
eg beri um teg trá!
Hví fórst tú ikki av landi út
tær eina jomfrú at fá?

63. Hoyr tú, Magnus, bróðir mín,
eg beri um teg trega!
Hví fórst tú ikki av landi út
tær eina jomfrú at biðja?

64. Hoyr tú, Magnus, bróðir mín,
ringin gev tú mær!
Eg skal mær til Danmarkar
jomfrú at biðja tær.«

65. »Væl verði tær eyðið at njóta hann,
eg unni tær dømi meiri,
bróðir, kundi tú talvið væl,
tú vinnur í brøgdum fleiri.«

66. Vant hann upp síni silkisegl,
gul við vovin rand,
strikar ikki á bunkan niður
fyrr enn við Danmarks land.

67. Smaludrongur í líðum situr,
goymir smalu, geit,
hann sær skip eftir havi koma,
á havnir vilja leita.

68. Allar rekur hann smalurnar
saman á grønan vøll,
síðan akslar hann kápu blá,
hann gongur í kongins høll.

69. Síðan akslar hann kápu blá,
hann gongur í kongins høll:
»Eg eri meg av einum luti
vísari enn tygur øll.

70. Eg eri meg av einum luti
vísari enn tygur øll,
eg síggi skip eftir havi koma,
seglini hvít sum mjøll.«

71. »Sært tú skip eftir havi koma,
seglini hvít av lín,
vera man onkur høvdingur
at biðja um dóttur mín.«

72. Higar ið hansara snekkjan
kendi fagurt land,
læt hann síni ankør falla
á so hvítan sand.

73. Læt hann síni ankør falla
á so hvítan sand,
fyrstur stígur Torstein jall
við sínum fótum á land.

74. Fyrstur stígur Torstein jall
við sínum fótum á land,
síðan Ásmundur, jallins son,
fór undir hans høgru hand.

75. Síðan Ásmundur, jallins son,
fór undir hans høgru hand,
teir lótu sínum tjøldrum sláa
skamt frá sjóvarstrand.

76. Svaraði frúgvin Ingigerð,
hin vitra og hin fína:
»Eirikur, ríð til strandar oman
og skoða um biðlar mínar!

77. Eirikur, ríð til strandar oman,
í reyðum skarlaksklæði,
sig, Ingigerð býður teim formonnum heim,
um enn teir fleiri væri.

78. Sig, Ingigerð býður teim formonnum heim,
um enn teir vilja tað tiggja,
ovast yvir sítt borð at sita
og undir teim tjøldrum liggja!

79. Sig, Ingigerð býður teim øllum heim,
um enn teir vilja tað lova,
ovast yvir sítt borð at sita
og undir teim tjøldrum sova!«

80. Eirikur reið til strandar oman,
í reyðum skarlaksklæði:
»Ingigerð býður tygum formonnum heim,
um enn tit fleiri væri.

81. Ingigerð býður tygum formonnum heim,
um enn tit vilja tiggja,
ovast yvir sítt borð at sita
og undir teim tjøldrum liggja.

82. Ingigerð býður tygum formonnum heim,
um enn tit vilja tað lova,
ovast yvir sítt borð at sita
og undir teim tjøldrum sova.«

83. Svaraði Torstein, kongins son,
hann upp mót honum leit:
»Tíðkort verður talvið alt,
og sjálvur eg tað veit.«

84. Eirikur reið frá strondum niðan,
skjótt og ikki leingi,
tá spurdi frúgvin Ingigerð:
»Og hvussu líkst tær á dreingir?«

85. »Væl líkst mær á báðar teir,
tó var annar meiri,
tíðkort verður talvið alt,
tú fært ikki andsvar fleiri.«

86. »Boðini tókti teim vera lág;«
kongurin ræður at svara.
»Sonur mín, ríð til strandar oman
í reyðum skarlaksklæði!

87. Sonur mín, ríð til strandar oman
í reyðum skarlaksklæði,
sig, kongurin býður teim øllum heim,
um enn teir fleiri væri!

88. Sig, kongurin býður teim øllum heim,
um enn teir vilja tað tiggja,
ovast yvir sítt borð at sita
og undir teim tjøldrum liggja!

89. Sig, kongurin býður teim øllum heim,
um enn teir vilja tað lova!
Ovast yvir sítt borð at sita
og undir teim tjøldrum sova.

90. Sig, kongurin býður teim øllum heim,
meira mans og minna!
Um enn teir vilja halda frið
og ongar neisur vinna.«

91. Eirikur reið til strandar oman
í reyðum skarlaksklæði:
»Kongurin býður tygum øllum heim,
um enn tit fleiri væri.

92. Kongurin býður tygum øllum heim,
um enn tit vilja tað tiggja,
ovast yvir sítt borð at sita
og undir teim tjøldrum liggja.

93. Kongurin býður tygum øllum heim,
um enn tit vilja tað lova,
ovast yvir sítt borð at sita
og undir teim tjøldrum sova.

94. Kongurin býður tygum øllum heim,
meira mans og minna,
um enn tit vilja halda frið
og ongar neisur vinna.«

95. »Gjarna vilja vit friðin halda
og ongar neisur vinna,
men verður os nakað vanboðið,
tá mæli eg um minna.«

96. Torstein býður sínar menn
fara í skarlaksklæði,
tí Danir eru speisamir,
og Norðmenn vilja teir hæða.

97. Torstein biður sínar menn
klæða seg so bjartar,
lata so danskar drósir síggja,
at Norðmenn kunnu at skarta.

98. Uppi í miðjum grasagarði
aksla teir síni skinn,
og so búnir ganga teir
í høgar hallir inn.

99. Og so búnir ganga teir
í høgar hallir inn,
sum Dannimarks kongur for borði sat,
við monnum hundrað fimm.

100. Torstein stendur á hallargólvi,
ber fram kvøðju sína:
»Sit væl, reystur Dannimarks kongur,
væl í góðan tíma!

101. Sit væl, reystur Dannimarks kongur,
væl í góðan tíma!
Magnus kongur av Nøríki
letur senda tær kvøðju sína.

102. Magnus kongur av Nøríki
letur senda tær kvøðju sína,
hann vil sær til drotning hava
onkardóttur tína.«

103. Svaraði Dannimarks kongur:
»Ikki skal slíkum spara,
leiðið mína dóttur í hallina inn,
sjálv fyri seg at svara!«

104. Frúgvin varð bæði studd og leidd,
hon inn í hallina gekk,
Torstein sat í tvørbeinki,
hann ymsar litir fekk.

105. »Tín býðst kongur í Nøríki,
síðst mundi okkum vara,
bæði væl og høviskliga
skalt tú honum svara.«

106. »Mín gerast eingir kongar at biðja,
hvørki til guls ei landa,
hann kemur ikki í song við mær,
hann eykar mær ei tann vanda.

107. Tú bið hann vera ein smaludrong,
og reka sínar smalur til líða,
hann kemur ikki í song við mær,
hann eykar mær ei tann kvíða.

108. Tú bið hann vera ein smaludrong,
og reka sínar smalur til borga,
hann kemur ikki í song við mær,
hann eykar mær ei ta sorg.«

109. »Tín beyðst kongur av Nøríki,
Magnus, nýtur drongur,
fyri títt svar og ónda sinni
verður hann ei tín fongur.«

110. Svaraði frúgvin Ingigerð,
bæði av ilsku og bræði:
»Torstein skal á gálgan fara
og turka síni klæði.«

111. Torstein leyp av tvørbeinki
fram millum sína manna:
»Áðrenn tú meg á gálgan førir,
skulu vit váknum kanna.«

112. Torstein leyp av tvørbeinki,
fram millum sínar menn:
»Áðrenn tú meg á gálgan førir,
tá sveittast tær um ennið.«

113. Fimmti hevði hann manna mist,
áðrenn hann av borgini náddi,
men hundrað var frá henni deytt,
tá var ójavnt frá báðum.

114. »Tú mant mær ikki vanmenning
at hesum verki kenna,
komi eg aftur til Danmarkar,
óræddur skal eg renna.«

115. »Tú ríður og rennur, sum revur til hol,
við svørð og brynju ljósa,
kemur tú aftur til Danmarkar,
tú skalt ikki sigur rósa.

116. Tú ríður og rennur, sum revur til hol,
við svørð og brynju blá,
kemur tú aftur til Danmarkar,
tú skalt ikki sigur fá.

117. Tú ríður og rennur, sum revur til hol,
við svørð og brynju nýggja,
kemur tú aftur til Danmarkar,
tú skalt ikki sigur síggja.«

118. Torstein sigldi av Dannimark sunnan,
hann blóðgaða brynju ber,
úti stóð Magnus, bróðir hans,
hann fagnaði væl hans ferð.

119. Torstein gisti bróður sín
aftur á sama kvøldi:
»Hvussu tók kongur kvøðju tína,
dóttir í Danaveldi?«

120. Kongurin tók tína kvøðju væl,
hans dóttir hálvu verri,
hon kallaði teg ein svínasvein,
Nøríkis veldigi harri.

121. Hon bað teg vera ein smaludrong
og reka tínar smalur til líða,
tú komst ikki í song við sær,
tú elvdi sær ei tann kvíða.

122. Hon bað teg vera ein smaludrong
og reka tínar smalur til landa,
tú komst ikki í song við sær,
tú elvdi sær ei tann vanda.

123. Hon bað teg vera ein smaludrong,
og reka tínar smalur til borga,
tú komst ikki í song við sær,
tú elvdi sær ei ta sorg.«

124. »Hoyrt hevði eg frá frúnni sagt,
ilsku hennara og bræði,
eg mundi ikki hana biðið
av mínum sjálvsins ræði.«

125. Tað var Torstein, kongins son,
hann tagdi um langa stund:
»Eg skal út av Dannimark føra
tað hitt væna sprund.

126. Enda skal eg tær eiti mítt,
um enn eg havi lív,
eg skal út av Dannimark føra
tað hitt væna vív.

127. Fara vit til Danmarkar
at vinna tað væna vív,
tá hevur mangur av Nøríkis monnum
látið har sítt lív.

128. Fara vit til Danmarkar
at vinna tað væna flóðið,
tá hevur mangur av Nøríkis monnum
sturtað í sínum blóði.«

129. Hann læt sær tað liðið samla
tað var so 'suila Gaira',
hann valdi sær út av Nøríki
tólv túsund mans og meira.

130. Hann læt sær tað liðið samla,
valdra manna son,
ongan vildi hann við sær hava,
ið eftir átti konu.

131. Vundu teir upp síni silkisegl,
gul við vovin rand,
strikaðu ikki á bunkan niður
fyrr enn við Dannimarks land.

132. Higar ið teirra snekkjan
kendi fagurt land,
lótu teir síni ankør falla
á so hvítan sand.

133. Lótu teir síni ankør falla
á so hvítan sand,
fyrstur stígur Magnus kongur
sínum fótum á land.

134. Fyrstur stígur Magnus kongur
sínum fótum á land,
síðan frægur Torstein jall
fór undir hans høgru hand.

135. Síðan frægur Torstein jall
fór undir hans høgru hand,
teir slógu sínar herbúðir
skamt frá sjóvarstrand.

136. »Ásmundur skal í erva fara,
brenna turpar og býggja,
munnu so boðini norðan koma,
tað elvist ein leikur av nýggjum.

137. Ásmundur skal í erva fara,
brenna torpar og jallar,
leggja skal eld í Skagaborg,
tó kongurin tað ikki voldi.«

138. Fimmti hevði hann garðar brent,
tá boðini komu heim,
Ingigerð kom úr bálinum,
hon steig yvir múrin ein.

139. Ingigerð kemur handan um á,
hon tekur við fótum at renna:
»Nú munnu Norðmenn vokta seg,
ei mundi eg inni brenna.«

140. Ynkiligt var í Skagaborg,
tá ið múrurin tók at renna,
so hevði ormurin voktað hana,
hon kundi ei inni brenna.

141. Árla var um morgunin,
sólin roðar í fjøll,
løgdu teir sínar bardagar
skamt frá kongins høll.

142. Árla var um morgunin,
sólin roðar í ský,
Danir fingu fagran sigur,
men Norðmenn lótu lív.

143. Magnus ríður í herin fram,
hann fremstur ríður í her,
møtti hann frúnni Ingigerð,
hann gav henni sár av svørð.

144. Stoyttist hon í jørðina niður
undan brynju nýggja,
hann sat har í tímar fimm,
hann kundi hana ikki síggja.

145. Stoyttist hon í jørðina niður
undan brynju blá,
hann sat har í tímar fimm,
hann kundi hana ikki sjá.

146. Stoyttist hon í jørðina niður
undan brynjuveldi,
hon kom upp á baki hans
og sjálvan kongin feldi.

147. Torstein gekk til strandar oman,
hann tók sítt lið at kanna,
saknaði hann Magnus, bróður sín,
og aðrar valdra manna.

148. Torstein reið eftir vegnum fram,
ikki var leiðin kunn,
hitti hann eina tvákelling,
hon tváaði tveimum í brunn.

149. Tað var Torstein, kongins son,
hann gav tí fullvæl gætur,
alt tað, ið hann um dagar drap,
tað lívgar hon upp um nætur.

150. Torstein gav so vant eitt høgg,
bæði av grimd og vreiði:
»Eg svørji tann eið við mína trú,
tú skalt ikki grøða fleiri.«

151. Frá Atla fekk hann øksi ta,
ið hyggi alvæl beit,
'eka' tók tann grimma gívur,
so fast í hjarta neit.

152. Síðla var um aftanin,
hon dregur av skarlaksklæði,
Eirikur og Ingigerð
til songar gingu bæði.

153. Síðla var um aftanin,
hon dregur av skarlak reyð,
Eirikur og Ingigerð
til songar gingu tey.

154. Síðla var um aftanin,
hon dregur av gyltan hjálm,
tað skín so hennara gula hár,
sum skyggir á rúnarmálm.

155. Torstein kom so síðla á kvøldi
ímillum tveggja hurða,
hoyrir hann mál til Ingigerð,
og slíkt var mikil furða.

156. »Í morgin skal falla úr Nøríki,
Ásmundur, jallins son,
Torstein skal falla í randarný,«
í songum mælir hon.

157. »Torstein skal falla í randarný,
liggja for ravn og hund,
tú skal aftur til Nøríkis,
trúlova hans væna sprund.

158. Tú skalt hava konu ta,
ið sjálvur Torstein har,«
Torstein stóð og lýddi á,
tað gekk hans hug so nær.

159. Allir menn í Danaveldi
lovaðu hann dyggan drong,
hann vildi ikki skaða tey,
tey lógu í sínari song.

160. Árla var um morgunin,
sólin roðar í fjøll,
løgdu teir sínar bardagar
skamt frá kongins høll.

161. Árla var um morgunin,
sólin roðar í ský,
Danir fingu fagran sigur,
men Norðmenn lótu lív.

162. Torstein ríður í herin fram,
hann fremstur ríður í her,
møtti hann frúnni Ingigerð,
hann gav henni sár av svørð.

163. Stoyttist hon í jørðina niður,
hon hevði sítt skjold á lofti:
»Her skalt tú, Torstein, síggja tað blóð,
ið teg man ryggja ofta.

164. Her skalt tú, Torstein, síggja tað blóð,
ið teg man ofta ryggja,
ei skalt tú yvir Nøríki ráða,
ei heldur við mær at byggja.«

165. Stoyttist hon í jørðina niður
undan brynju nýggja,
hann sat har í tímar fimm,
hann kundi hana ikki síggja.

166. Stoyttist hon í jørðina niður
undan kápu blá,
hann sat har í tímar fimm,
hann kundi hana ikki sjá.

167. Stoyttist hon í jørðina niður
undan brynjuveldi,
hon kom upp á baki hans
og sjálvan Torstein feldi.

168. Kallin kom av skógnum heim,
ið goymt hevði sínar geitir:
»Gakk í lag og kjós tær fæ,
vilt tú frægur eita!«

169. »Eg havi ikki til neyðir kent
á mínari ævi enn,
tað verður ikki, meðni eg livi,
eg nøkti um deyðar menn.«

170. »Treyður um enn tú ikki vil,«
hon svór á sína trú:
»Mangur hevur látið lívið í dag,
ið reystari var enn tú.«

171. Kellingin leyp í saðilin upp
bæði av grimd og vreiði,
kallin hann tók teymar fatt
undir henni at leiða.

172. »Her liggur tú, Magnus kongur,
mikið lætst tú yvir tær,
bregðin var tann ætlanin,
tú Dannimark ætlaði tær.

173. Her liggur tú, Torstein jall,
tú vart ikki minni kappi,
enn steig yvir teg fostra mín
við siguri sínum og happi.

174. Her liggur tú, Torstein jall,
tú læt ikki yvir teg minna,
enn steig yvir teg fostra mín,
hin vitra og hin svinna.«

175. Andan hevði hann ikki mist,
hann eyguni sundur brá,
hann sipaði til við miklari vreiði,
kelling ætlaði hann tá.

176. Kellingin treiv um øksarskaft,
góður er í henni dugur:
»Tað verður ikki á tínari ævi,
at tú kemur mær á bug.«

177. Leggur hon hann í saðilin upp,
hon fór so væl við sjúkum,
flutti hann so til hallar heim,
tað rymur í mannabúkum.

178. Leggur hon hann í varma leyg,
hon turkar úr hvørjum sári,
hon seymaði aftur við silkitráð,
hon fór ikki um við fári.

179. Kellingin plukkaði ull av geit,
hon setir seg út at spinna,
har kom Ingigerð, fostra hennara,
hin vitra og hin svinna.

180. Ingigerð kemur handan um á,
hon tekur við fótum at renna:
»Nú tykir mær Torstein jall
í tínum húsi kenna.«

181. »Tað eru tínir grimu hugir,
ið ganga tær so nær,
tað verður ikki á tínari ævi,
at tú roynir fjøld við mær.«

182. Leggur hon hann í varma leyg,
og hylur yvir ker:
»Kom fram Torstein, kongins son,
tú hevn tín bróður her!«

183. »Eg fái ikki mín bróður hevnt
enn á hesum sinni,
eg havi alt mítt megi mist,
og sjálvur eg tað kenni.«

184. Grøddi hon hann í dagar,
grøddi hon hann í tvá,
inntil tann hin triðja,
tá fór hann í brynju blá.

185. »Á miðjum sumri skal brúdleypið standa,«
segði tann, ið boðini bar,
»eg skal dvølja fostru mína,
so hon verður tað ikki var.

186. Á miðjum sumri skal brúdleypið standa,«
segði tann, ið boðini beyð,
»eg skal dvølja fostru mína,
um enn hon verður treyð.«

187. Kelling eigur ein lítlan bát,
hann stendur á bryggjusporð,
tá leið ikki longur um,
til Torstein kravdi orð.

188. Kelling eigur ein lítlan bát,
fáar aðrar gripir,
tó at hann sýnist lítil á sjóm,
so góður er dugur í skipi.

189. Tú skalt fara í ringabrynju,
uttanyvir í pesju mína,
teg skal eingin maður kenna
og ikki tín eigin kona.«

190. Vant hann upp síni silkisegl,
gul við vovin rand,
strikar ikki á bunka niður
fyrr enn við Nøríkis land.

191. Strikar hann segl, læt ankør falla
á so hvítan sand,
fyrstur stígur Torstein jall
við sínum fótum á land.

192. Torstein gekk har fyrstur á land
niðan frá sínum skipi,
møtti hann frúnni Ingibjørg,
hon kom í vogni riðin.

193. Svaraði Torstein, kongins son,
fáir finnast slíkir:
»Tað plagdu ongar høviskar kvinnur
av vegnum fyri mær víkja.«

194. Svaraði Torstein, kongins son,
í annað orðið tá:
»Hvørjum unti tú kongum best,
meðni tú hevði ráð?«

195. »Torsteini unti eg alrabest
fram fyri kongar og jallar,
tað segði mær so mangur maður,
hann mundi for Skagaborg falla.«

196. »Hasin sami reyði ringur,
tú ber á tínari hond,
eg bað teg ikki forgloyma meg,
so leingi tú ríkti ond.

197. Hasin sami reyði ringur,
ið tú ber tær íhjá,
eg bað teg ikki forgloyma meg,
so leingi tú liva má.«

198. Frúnni rann tá grátur upp
av so tungari sorg:
»Tað segði mær so mangur maður,
tú fall fyri Skagaborg.«

199. Svaraði Torstein, kongins son,
hann mælir so úr minni:
»Um enn tú er av sorgum beitt,
lat ongan á tær finna!«

200. Torstein og hann Eirikur,
søgur ganga frá,
teir møttust í einum borgarkálva,
hann høgdi hans høvur frá.

201. Torstein og hann Eirikur,
feðgar vóru báðir,
Torstein høgdi hans høvur frá,
so góður er gamal í ráði.

202. Danir lupu eftir sondunum,
mist høvdu sínar tegnar,
Torstein hann leyp eftir teimum
sín bróðurs deyð at hevna.

203. Danir lupu eftir sondunum
aftur til síni skip,
Torstein hann leyp eftir teimum,
hann royndi góðan grip.

204. Torstein hann leyp eftir teimum,
hann royndi góðan grip,
hann feldi niður Danimenn,
tíggju fyri hvørja sip.

205. Torstein vaknar í síni song
einhvønn morgun snimma:
»Nú lystir meg til Danmarkar,
enn á triðja sinni.

206. Nú lystir meg til Danmarkar
enn á triðja sinni,
meiri at vinna roysnisverk,
enn dreingir leggja í minni.

207. Eg havi í mongum víggi verið
og helst í úlvaferð,
men aldri mær av huga gongur
tann ónda Ingigerð.«

208. Vant hann upp síni silkisegl,
gul við vovin rand,
strikaði ikki á bunkan niður
fyrr enn við Dannimarks land.

209. Strikar hann segl, læt ankør falla
á so hvítan sand,
fyrstur stígur Torstein jall
við sínum fótum á land.

210. Torstein gekk har fyrstur á land
niðan frá sínum skipi,
møtti hann frúnni Ingigerð,
og tá vóru bæði nipin.

211. Tey ryktust bæði hart og skarpt,
bæði av ilsku og bræði,
tey møttust í einum kirkjuliði,
og hvørki hevði herklæði.

212. Tey ryktust bæði hart og skarpt,
ikki var blítt til verka,
Torstein feldi hon undir seg,
hon legðist at bíta hans barka.

213. Tey ryktust bæði hart og skarpt,
ikki var blítt at søkja,
kellingin kemur handan um á,
nú elvist ein onnur fløkja.

214. Kellingin sipaði jarnsipuni,
góður er í henni dugur:
»Tað verður ikki á tínari ævi,
at tú kemur mær á bug.«

215. Frúgvin settist á jørðina niður
við reyðar kinnar og baldar,
ormar skriðu av henni út,
teir hvør mót øðrum halda.

216. Frúgvin settist á jørðina niður
við reyðar kinnar og bleikar,
ormar skriðu av henni út,
hvør mót øðrum leikar.

217. »Tín beyðst kongur úr Nøríki,
Magnus, veldigi harri,
nú skal eg gifta teg kalssoni,
og enn unni eg tær verri.

218. Tín beyðst kongur av Nøríki,
Magnus, harrin ein,
nú skal eg gifta teg kalssoni,
Dannimarks svínasvein.«

219. Tað var Ásmundur kalssonur,
hann fall pá síni knæ,
meðni hann frúnna Ingigerð
til ektar festi sær.

220. Tað var Ásmundur, kalssonur,
við so góðum sátti,
settist aftur í stólin tann,
ið Dannimarks kongur átti.

221. »Kelling skal slíta skrúður og lín,
kall skal riddari eita,
hvør, ið teimum neisur vinnur,
hevndir skal eg veita.

222. Kelling skal slíta skrúður og lín,
kall skal riddari vera,
hvør, ið teimum neisur vinnur,
hevndir skal eg gera.«

(c) Dansifelagið í Havn