Kvæðasavn
Oddvalds ríma
Uppskrift: FK 98cB, 24, pp. 43-46.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.
1. Árla var um morgunin,
sólin roðar í fjøll,
teir síggja ein so miklan mann
ríða av Garsins høll.
2. Árla var um morgunin,
sólin skín so víða,
síggja nú ein so miklan mann
av Garsia hølli ríða.
3. Oddvald gekk í hallina inn,
kappin tann hin mæti,
tók í keisarans hvíta skegg,
hann lyfti hann upp úr sæti.
4. Eim og eld tað bað hann goysa,
undir tí skeggi hvíta,
tað var eingin av frankismonnum
mót honum tordi líta.
5. Upp leyp reystur Rólant jall,
hann vildi ei longur sita:
»Eg skal teg við Dýrindal
for úlv og vørgum brytja.«
6. Svaraði keisarin Karlamagnus,
heldur á gyltum løgdi:
»Eingin skal av mínum monnum
røra honum hár á høvdi.«
7. »Tí fór eg úr Garsia høll
við mínar sveinar baldar,
vit vilja skatt av landi taka,
síðan frið at halda.«
8. Svaraði keisarin Karlamagnus,
heldur á gyltum tíni:
»Eg lúki ikki Garsia kongi
skatt av landi mínum.«
9. »Lúkar tú ikki Garsia kongi
skatt av landi tínum,
tá skal keisarin Karlamagnus
tola so harða pínu.
10. Tí fór eg úr Garsia høll,
eg geri tað ei at loyna,
síggja vil eg tín systurson
roysni við hann royna.
11. Tí fór eg av Garsia høll
við mínar tríggjar dreingir,
síggja vil eg tín systurson
og vinna sigur av kongi.«
12. Svaraði keisarin Karlamagnus,
alt vil betur snúgva:
»Hvat gud er tín lønardrott,
á hvønn gud vilt tú trúgva?«
13. »Eg trúgvi upp á mítt skjold og svørð,
ring og brynju fríða,
hesin sami búni brandur
prísar mín so víða.
14. Eg trúgvi upp á mítt skjold og svørð,
ring og brynju bjarta,
hesin sami búni brandur
hann leski mítt hjarta.«
15. »Tjúkkur ert tú og dravlorkutur,
tjúkkur ert tú um herðar,
illur er tín pátrúni,
so illur tín endi verður.
16. Tjúkkur ert tú og dravlorkutur,
tjúkkur tú for vendi,
illur er tín pátrúni,
so illur verður tín endi.«
17. Dalita dubbar út Oddvald unga
bæði við svørð og skjold:
»Ger so væl við Rólant jall,
tá tú fert hann í vold.«
18. Dalita dubbar út Oddvald unga
enn á hesum sinni:
»Ger so væl við Rólant jall,
tú sigur av honum vinna!«
19. Árla var um morgunin,
sólin roðar í fjøll,
leggja sínar bardagar
skamt frá kongins høll.
20. Rólant gav so vænt eitt høgg
bæði av ilsku og bræði,
rámti niður í hjálmin tann,
Oddvald hevði til klæði.
21. Oddvald gav so vænt eitt høgg
av so miklum fári,
høggur niður í Rólants hjálm,
svørðið stóð í hári.
22. Oddvald gav so vænt eitt høgg
bæði av ilsku og bræði,
hjálmurin sprakk, og brynjan brast,
tá rivnaðu Rólants klæði.
23. Tað var keisarin Karlamagnus,
fell pá síni knæ:
»Harra Gud í himmiríki
hoyri meg í dag.«
24. Tað var keisarin Karlamagnus
til bønina gár:
»Harra Krist sendi tær sigur í dag,
Rólant, frændi vár.«
25. Ljósið kom av himlum niður,
tað fór eftir vón,
alt tað Oddvald høgga skuldi,
alt dró megi frá honum.
26. Dúgva kom av himlum niður,
yvir heiðin her,
alt tað ið Oddvald høgga skuldi,
mundi av ongum verða.
27. »Hoyr tú reystur Oddvald ungi,
lat teg ikki pína,
tak við Guði og kristnari trúgv,
eg gevi tær systur mína!«
28. Svaraði Oddvald, kempan reyst:
»Við kristnum taki eg treyður,
eg skoyti ei, hvat beinini tola,
síðan eg eri deyður.«
(c) Dansifelagið í Havn