Kvæðasavn
Oddvalds ríma
Uppskrift: FK 98cC, 24, pp. 47-51.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.
1. Tað var um ein árla morgun,
sólin roðar í høll,
sóu teir eina so mikla kempu
at ríða um Garsia fjøll.
Ríða teir út av Fraklandi
við dýrum drós í sal,
blás í hornið Óluvant
í Runsival!
2. Tað var um ein árla morgun,
sólin roðar í ský,
sóu teir eina so mikla kempu
um Garsia høll at ríða.
3. Har kom maður í hallina inn
bæði mikil og fríður,
øllum tykti kappan vera
reiðan og ikki blíðan.
4. Har kom maður í hallina inn
ei blítt mót at líta,
bæði eldur og 'ou' myrja
upp undir hans skeggið hvíta.
5. Hann gekk seg at borðinum,
keisarans skegg at rista,
allir sótu franskir menn
hildu seg so tristan.
6. Upp lupu teir tólvjavningar,
vóru ikki færri enn tólv:
»Vær tøkum hetta pútubarn
og bindum hetta pól.«
7. Svaraði keisarin Karlamagnus,
heldur um gyltan løgdi:
»Tað skal eingin av mínum monnum
røra hann hár á høvdi.«
8. Svaraði keisarin Karlamagnus,
heldur á gyltum mæka:
»Hvat gud vilt tú trúgva pá,
og hvørjum vilt tú tæna?«
9. »Eg trúgvi á mítt skjold og svørð,
ringabrynju fríða,
hesin sami búgvin brandur
dirvir meg til víga.
10. Eg trúgvi á mítt skjold og svørð,
ringabrynju bjarta,
hesin sami búgvin brandur
hann dirvir mítt hjarta.«
11. »Eymur verður tú á trúgvandi,«
ræður so kongur at svara,
»hesin sami búgvin brandur
leggur títt hjarta í dvala.
12. Eymur verður tú á trúgvandi,
tað sigi eg nú snart,
hesin sami búgvin brandur
hann leiðir teg skarpt.
13. Eymur verður tú á trúgvandi,«
ræður so kongur at svara,
»hesin sami búgvin brandur
leggur títt hjarta í dvala.
14. Eymur verður tú á trúgvandi,
tað sigi eg nú her tá,
hesin sami búgvin brandur
hann høggur títt høvur frá.«
15. »Tí fór eg á Garsia høll,
herurin mundi tað valda,
tær skuluð kongsins skattir lúka,
síðan slottir halda.
16. Trý túshundrað garð og garða
skuluð tær skattir fá,
bæði við skip og 'trommeter'
og sterkar borgir á.
17. Trý túshundrað garð og garða
skuluð tær skattin senda,
bæði við skip og 'Trommeter'
og sterkar borgir lenda.«
18. »Gud lati ei so Frakland týna,
fara við snildi síni,
at eg gevi Garsia kongi
skatt av landi mínum.
19. Gud lati ei so Frakland týna,
fara við snildarræði,
at eg ræðist heidningar,
at stríðast við os í dag.«
20. »Tí fór eg á Garsia høll,
eg gjørdi tað ei at loyna,
at síggja tygara systurson
og roysni við hann at royna.«
21. Upp stóð reystur Rólant jall,
tunguna bar so snjalla:
»Eg skal teg við Dýrindali
brytja fyri úlvar og ravnar.«
22. Lystiligt var at lýða á,
hvør mong var tungan snjøll,
løgdu sínum bardøgum
so skamt frá kongsins høll.
23. Oddvald gár for skemmudyr,
hann sá kærastu har:
»Tær latið meg dyggan og stinnan hest,
tygara ternur tvær!«
24. Rólant brá tá Dýrindal,
tann bitra eggjatal,
so skeyt hann til Oddvald,
oddurin stóð í saðil.
25. Rólant brá tá Dýrindal,
tann bitra eggjatein,
so skeyt hann til Oddvalds hjálm,
oddurin stóð í beini.
26. »Oddvald, tú hevur fingið sár,
sjálvur tú tað sanna,
trúgv tú mær av menskum monnum,
skemri verður til annað.«
27. Rólant sínum hesti vendi
við tí somu fart,
áðrenn Oddvald høgga skuldi,
hann tonkti at ganga skarpt.
28. Oddvald sínum svørði brá,
tað var helst av bræði,
hjálmurin støkk, og brynjan brast,
tá rivnaðu Rólants klæði.
29. Karlamagnus til bønar gekk,
heitar gull við tárum:
»Drottin gevi góða sjón
Rólant frænda várum.«
30. Heiligt ljós av himli kom,
tað fór eftir vón,
helst meiri Oddvald høgga skuldi,
helst meir dró megin frá honum.
31. Heiligt ljós av himli kom
yvir heiðin herar,
hann svór tá við sannan Gud,
kristin skuldi hann verða.
32. Tóku teir Oddvald og kristnaðu,
kappan tann hin reysta,
keisarin sjálvur hans gudfaðir var,
tí hann var maður besti.
(c) Dansifelagið í Havn