Kvæðasavn
Runsivals stríð
Uppskrift: FK 98fA, 25, pp. 9-19.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.
1. Keisarin situr í hásæti,
tað man ongan vara:
»Hvør vil vera mítt sendiboð
for Angelund kong at fara?«
2. Tí svaraði Rólant jall,
tað var helst av sút:
»Gýðin jall av ríkinum,
vær nevna fyrst hann út.«
3. »Fari eg fyri Angelund kong,
komi eg ikki heim,
tað skal verða tína ævi,
onkur fellir gleim.
4. Fari eg fyri Angelund kong,«
Gýðin talar av bræði:
»tað skal verða deyði tín
og fleiri dreingjum at skaða.«
5. Hann gekk seg fyri Angelund kong
við Emunds høvur í hendi:
»Her er skattur av Fraklandi,
sum Karlamagnus sendi.«
6. Kastar hann øllum váknunum
og øllum silvurbondum:
»Hann skal harðan deyðan tola,
ið os førdi høvur í hond.«
7. Tað var reystur Angelund kongur,
søgur ganga frá,
blóðigar kysti hann varrarnar,
sum høvur á vølli lá.
8. »Taka skal vánda Gýðin jall,
leggjast skal hann í band,
harðan skal hann deyðan tola,
os flýddi høvur í hand.«
9. Tí svaraði Gýðin jall,
hann talar so for seg:
»Líkari var tín son at hevna
enn at drepa meg.
10. Eg havi hoyrt frá kempu sagt
sunnan úr øðrum londum,
hann verður ikki við váknum vigin,
tekst hann ikki við hondum.
11. Eg havi hoyrt frá kempu sagt,
tílíka onga spurt,
vinnur hann eingin í verðini,
møðist hann ikki burt.
12. Lat tú tær alt liðið samla,
valda manna tjóð,
av teim átjan Blálondum,
sum eingin skín á sól.
13. Tríggjar skalt tú herirnar
av tínum landi gera,
og út í tann triðja
skalt tú sjálvur vera.«
14. Aftur kom vándin Gýðin jall
á ein heilan dag,
tað kom mongum illa við,
at Rólant hann fekk skaða.
15. »Hoyr tú, keisarin Karlamagnus,
tað tali eg til tín,
nú kemur reystur Angelund kongur
at hevna sonin sín!
16. Hoyr tað, keisarin Karlamagnus,
eg beri tær boð til handa,
undir fjalli Aspermund
har skal stríðið standa!«
17. »Nú skal lata brúnna gera
yvir ánna Rín,
skulu so allir tólvjavningar
royna roysni sín.
18. Nú skal lata brúnna gera
yvir ánni í dal,
skulu so allir tólvjavningar
ríða í Runsival.«
19. Tað var ’Indi' Angelund kongs,
brynjar út fyrsta her,
ríða so í Runsival,
vita hvussu fer.
20. Snarliga búgva teir síni ferð
við albrynjaðar hestar,
ríða so í Runsival,
jørðin tókti bresta.
21. Koma nú allir dalar fullir,
fjøllini eru avtakin,
síggja so mangar høvdingar
ríða sær á baki.
22. Tí svaraði Ansias,
risti fyri sær kross:
»Eg sær so mangar heidningar
ríða móti os.«
23. Tí svaraði Óluvur jall,
tá hann sá heiðin her:
»Rólant, blæs nú í tín lúður,
vita, hvussu fer!«
24. »Gud lati ei tað frættast heim,
eg standi í snildarbragði,
at eg ræðist heidningar
at stríðast mót os í dag.
25. Gud lati ei tað frættast heim,
eg standi í snildarmeingi,
vit skulu høgga títt um stund
og standa so væl og leingi.«
26. Rólant ríður í Runsival
sum aðrir frankismenn,
so fellir hann heidningarnar
hundrað um ísenn.
27. Rólant ríður í Runsival,
sum blóð man vekja ofta,
tá var at líta blóðugt merki,
Dýrindal fór á loft.
28. Rólant ríður í Runsival
við Dýrindal í hendi,
høggur so títt á báðar hendur,
mangan sveitan rendi.
29. Eingin kom aftur av øllum teim
heidna manna her,
uttan jallin á Upplondum,
sak var hann ikki verð.
30. Hans var hjálmur av høvdi skorin,
høvdu tað menn við orði,
átjan hevði hann ólívssár,
hann stóð fyri kongins borði.
31. Aftur sigla Angelunds menn,
teir kæra sína neyð:
»Fallið er nú liðið alt,
og ikki er Rólant deyður.«
32. »Ongan tori tær friðskjólin
vænta tygur av mær,
fyrr enn tær førið Rólants høvur
higar for míni knæ.«
33. Tað var 'Indi' Angelund kongur,
brynjar út annan her,
ríða so í Runsival,
vita hvussu fer.
34. Snarliga búgva teir síni ferð
við albrynjaðar hestar,
ríða so í Runsival,
jørðin tókti bresta.
35. Koma nú allir dalar fullir,
fjøllini eru avtakin,
síggja so mangar høvdingar
ríða sær á baki.
36. Tí svaraði Óluvur jall,
tá hann sá heiðin her:
»Rólant, blæs nú í tín lúður,
vita hvussu fer!«
37. Hornið setti hann á sín munn,
tá blæs hann so harða,
tíggju mílir og tuttugu,
tá skulvu toppar og garðar.
38. Svaraði Nemus hertugin,
fyri borði har hann stendur:
»Rólant er í víggi staddur,
honum er vandi á hendur.«
39. Svaraði vándi Gýðin jall,
gudssvikarin versti:
»Rólant skemtar liðið sítt,
har hann situr á hesti.«
40. Rólant ríður í Runsival
sum aðrir frankismenn,
enn feldi hann heidningarnar,
hundrað um ísenn.
41. Rólant ríður í Runsival
við Dýrindal í hendi,
høggur so títt á báðar hendur,
mangan sveitan rendi.
42. Aftur sigla Angelunds menn,
kæra sína neyð:
»Nú er annað liðið fallið,
ikki er Rólant deyður.«
43. »Ongan torið tær friðskjólin
vænta tygur av mær,
fyrr enn tær førið Rólants høvur
higar for míni knæ.«
44. Tað var 'Indi' Angelund kongs,
brynjar út triðja her,
ríða so í Runsival,
og vita hvussu fer.
45. »Nú skal lata liðið samla,
landra manna tjóð,
av teim átjan Blálondum,
sum eingin skín á sól.
46. Út ríður hann Angelund kongur
við sín skjoldin fríða,
níggju kongar og áttati
undir hans merki ríða.
47. Har kom heidningin Langalív,
verdur var hann tað versta,
átjan alin var bulur hans
upp frá saðil og hesti.
48. »Langalív eri eg kallaður,
so eri eg nevndur á navni,
mangan havi eg kristnan mann
skilt við gleði og gavni.«
49. »Nú skal taka mín hvølla lúður,
spara hann ei at koyra,
vita um keisarin Karlamagnus
man meg nakað hoyra.«
50. Hornið setti hann á sín munn,
tá blæs hann so snjallan,
einar portursdyrnar upp,
aðrar aftur falla.
51. Hornið setti hann á sín munn,
tað var mest av móði,
niður spiltust drykkirnir,
á keisarans borði stóðu.
52. Óluvur ríður í herin fram,
Langalív honum á baki:
»Tú skalt ikki rósa av,
hvat tær var á maki.«
53. Óluvur jall tók báðar hendur
aftur um hattargerð:
»Tú skalt ikki, vándin hundins son,
rósa hvat tú gert her.«
54. Blóð sprakk undan naglarót,
Óluvur spenti alva,
meðan hjó hann Langalív
búkin niður í nalva.
55. Rólant ríður í Runsival
við Dýrindal í hendi,
høggur so títt á báðar hendur,
mangan sveitan rendi.
56. Hornið setti hann á sín munn,
tá blæs hann so harða,
tá skulvu hjá keisaranum
báði borgar og garðar
57. Hornið setti hann á sín munn
í tí triðja sinni,
tá blæs Rólant, kongsins frændi,
báði vit og minni.
58. Tað var reystur Óluvur jall,
tað var mest av fári,
hann høgg niður í Rólants hjálm,
so svørðið stóð í hári.
59. Svaraði Nemus hertugin,
fyri borði har hann stendur:
»Rólant er í víggi staddur,
vandi er honum á hendur.«
60. »Taka skal vánda Gýðin jall
og leggja hann í bond,
harðan skal hann deyðan tola,
komi eg lívs í land.
61. Eg havi fingið skaða í ár,
Gud biði eg hann bøta,
mist havi eg Rólant, frænda mín,
og tólvjavningar søtar.
62. Rólant var mín systurson,
báði til hand og fót,
kemur hann ikki livandi heim,
eg bjóði tess ikki bót.«
63. Tá var blóð í Runsival
rætt sum onnur flóð,
villir fóru tólvjavningar,
hvør mót øðrum sló.
64. Rólant livdi longst av teim,
varð sum Harra Gud vildi,
allar bar hann tólvjavningar
saman á reyðum skildri.
65. Tríggir vóru marmorasteinar
settir saman í kross,
Rólant settist undir ein,
so er greint fyri os.
66. Fram gekk ein av heidningunum,
kalla hann riddaran spaka,
hann hevði tað í hug hjá sær,
Rólants lúður at taka.
67. Ikki hevði hann andan mist,
eyguni sundur brá,
hann sló tann træl við gyltan lúður,
so heili á horni lá.
68. »Harra Gud í himmiríki,
viti mær tann ting,
eingin ber mín búgvin brand
fyri uttan mín javning.«
69. Keisarin gekk at kirkjuni,
til bønar hann var:
»Harra Krist gevi nú sigur í dag
at hevna frænda vár.«
70. Og so ríða frankismenn
blokkar og bleytar mýrur,
tá mundu síggjast átjan hundrað
stíga til saðildýra.
71. Keisarin ríður vegin fram
við so mikið mein,
hann sær Rólant frænda sín
millum tógva steinar.
72. Keisarin ríður vegin fram,
snarliga hann sær vendi,
hann sær Rólant, frænda sín,
við Dýrindal í hendi.
73. Vindur hann svørð úr hjøltini
báði við sorg og sút,
Óluvu horn og Dýrindal
hann varpar á vatnið út.
74. Mikil var tann bønin,
ið Karlamagnus bað,
sólin stóð í tríggjar øktir
rætt í nónsstað.
75. Sólin stóð í tríggjar øktir,
dagurin ikki at líða,
enntá hevndi Karlamagnus
tólvjavningar sínar.
76. Keisarin ríður í Runsival
við sítt skeggið hvíta,
tað var eingin av heidningunum
mót honum tordi líta.
77. So reið keisarin Karlamagnus,
næstan jørðin brast,
møtti honum Angelund kongur,
hann sipaði til so fast.
78. Teir høgga títt, teir líva lítið,
lætt er at síggja gaman,
eldur reyk av svørðunum,
tá ið oddar bóru saman.
79. Keisarin gav so mikið høgg,
øllum tókti undur,
hann hjó reysta Angelund kong
av í kníggjum sundur.
80. Tað var reysti Angelund kongur,
læt ikki á sær finna,
setti stubbarnar niður í jørð
og bardist ikki minna.
81. Ruddu teir á Angelunds kropp
fjøruti mannabúkar,
hann var ikki við váknum vigin,
harfyri mátti hann lúta.
82. Tað var keisarin Karlamagnus,
sínum svørði brá,
hann kleyv reystan Angelund kong
sundur í lutir tvá.
83. Tað var keisarin Karlamagnus,
alt var sum hann vildi,
allar førdi hann tólvjavningar
saman á reyðum skildri.
84. Tað var vándi Gýðin jall,
hann var maðurin versti,
tóku teir hans ónda kropp,
slitu hann millum hestar.
85. Tóku teir vánda Gýðin jall,
hongdu upp í træ,
tað var mær av sanni sagt,
ravnar rivu hans ræ.
86. Eg kann ikki longur kvøða,
enn kvøðið er fyri mær,
allar førdi hann tólvjavningar
til Jursalagrav við sær.
(c) Dansifelagið í Havn