Kvæðasavn
Runsivals stríð
Uppskrift: FK 98fC, 25, pp. 35-51.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.
1. Keisarin situr í gullstóli,
hann er maður besti,
nevndir eru tólvjavningar,
tó er Rólant fremstur.
Ríða teir út av Fraklandi
við dýrum drost sum saðil,
blæs í hornið Ólivant í Runsival!
2. Nevndir eru tólvjavningar,
kunnu væl beita brandi,
Rólant er tann avrekskempan,
føddur á Frakklandi.
3. Nevndir eru tólvjavningar,
fáir finnast slíkir,
Rólant er tann avrekskempan,
føddur á Frankaríki.
4. Keisarin situr í hásæti,
talar til sínar dreingir:
»Tit skulu ríða í Runsival
at stríða hart og leingi.
5. Hálvt skal liðið heima vera,
meðni vit halda tal,
allir skulu tólvjavningar
ríða í Runsival.
6. Rólant skal tykkara formaður vera,
frægastur er av dreingjum,
tit skulu ríða í Runsival
at stríða hart og leingi.«
7. Gingu inn fyri erkabisp,
fullu á síni knæ,
sakir og so syndir
at fyrigeva sær.
8. Teir bundu sporar við føtur sínar,
fleygir hestar renna,
seggjar sita í saðli fastir,
teir lótu sínar sporar kenna.
9. Teir fóru í sínar ringabrynjur,
allir við Rólanti fóru,
søgdu so hinum góða nátt,
sum eftir heima vóru.
10. Sólin skínur á heiðin bjørg,
á teirra skjøldir fríðar,
so var sagt, at Rólant jall
hann skuldi fyri ríða.
11. So var sagt, at Rólant jall
hann skuldi fyri ríða,
honum var kunnig lokaleið
og allir loynistígar.
12. Svaraði reysti Rólant jall
formedulst ongan blíða:
»Her fara vit í allan dag
í Runsival at stríða.«
13. Marsilius kongurin,
tá ið hann frætti tað,
hann blás út so miklan her
at ríða í Runsival.
14. Hann blás út í fyrsta sinni
víða vandan her:
»Nú skal ríða í Runsival
at vita hvussu fer.«
15. Hann læt sær á liði samla
valda manna tjóð,
av teimum tveimum Blálondum,
sum eingin skínur sól.
16. »Tit skulu ríða í Runsival
at fanga keisar Karl,
binda Nemus hertugan
og heingja Rólant jall.«
17. Teir stigu á hestar, ríða sum best
yvir bekk og bleyta mýri,
sóu væl tvinni átjan hundrað
stíga til saðildýra.
18. Mælti so reysti Ólivart jall,
tá hann sá heiðin her:
»Rólant, blás í lúður tín,
tað verður ei av verri!«
19. Mælti so reysti Ólivart jall
fyrsta orðið tá:
»Eg síggi so mangar høvdingar
við svørð og brynju blá.«
20. »Gud lati ei so Frakland vítt
fara í snildarræði,
at eg óttist heidningar
at stríðast mót mær í dag.«
21. Fyrstur reið fram Rólant jall
av teimum frankismonnum,
so høggur hann til Adilrót,
at svørðið stóð í tonnum.
22. So ríða fram allir tólvjavningar,
sum grummir úlvar vóru,
sum tann dúgva, eitur bjørn,
í seyðaflokki fór.
23. Rólant ríður í Runsival
sum aðrir frankismenn,
tá feldi hann heidningarnar
hundrað um ísenn.
24. Hestar ganga í Runsival,
blóðið upp til kníggja,
so var sagt, at heidningarnir
máttu undan flýggja.
25. Teir gingu aftur fyri Einglands kong
at kæra sína neyð:
»Nú er fallið liðið alt,
men ikki er Rólant deyður.
26. Vit hava ongan tín líka sæð
vera komin av øðrum londum,
hann verður ikki við vápnum vigin,
ikki tekst hann á hondum.«
27. Svaraði ein av kristnum monnum,
har hann lá í bondum.
»Ei man Gud tilsteða tykkum
at taka Rólant á hondum.«
28. Marsilius kongurin
gramt var honum í huga,
heilan frætti hann Rólant jall,
ei hava ráðini dugað.
29. Marsilius kongurin,
tá ið hann frætti tað,
hann blás út so miklan her
at ríða í Runsival.
30. Hann blás út í annað sinni
víða vándan her:
»Nú skal ríða í Runsival
og vita hvussu fer.«
31. Hann læt sær á liði samla
valda manna tjóð
av teimum tveimum Blálondum,
sum eingin skínur sól.
32. »Tit skulu ríða í Runsival
at fanga keisar Karl,
binda Nemus hertugan
og heingja Rólant jall.«
33. Teir stigu á hestar, ríða sum best
yvir bekk og bleyta mýri,
sóust væl tvinni átjan hundrað
stíga til saðildýra.
34. Mælti so reysti Ólivart jall
annað orðið tá:
»Eg síggi so mangar høvdingar
við svørð og brynju blá.«
35. Mælti so reysti Rólant jall,
dreingir leggja í minni:
»Nú skal eg taka mín hvølla lúður,
blása í fyrsta sinni.
36. Nú skal eg taka mín hvølla lúður,
spara ei hart at koyra,
vita um keisarin Karlamagnus
kann meg nakað hoyra.«
37. Hornið setti hann á sín munn,
tá blás hann so fast,
tíggju mílir og tretivu
tað hoyrdist heim til Frans.
38. Svaraði Nemus hertugin,
fyri breiðum borði stendur:
»Nú blás Rólant, keisarans frændi,
friður er gingin av hendi.«
39. Svaraði vándur Gýðing jall,
gudssvikarin er:
»Rólant skemtar við lúður sín,
hvar hann sær ein her.«
40. Fyrstur reið fram Rólant jall
av teimum frankismonnum,
so høgg hann til Folsar jall,
at svørðið stóð í tonnum.
41. Riðu so fram allir tólvjavningar,
sum grummir úlvar vóru,
sum tann dúgva, eitur bjørn,
í seyðaflokki fór.
42. Rólant ríður í Runsival
sum aðrir frankismenn,
so fellir hann heidningarnar
hundrað um ísenn.
43. Rólant ríður í Runsival
við Dýrindal í hendi,
høggur so títt á báðar hendur,
mangan sveitan rendi.
44. Hestar ganga í Runsival,
ei var mjúkt at strúka,
teir høvdu onga aðra gongd,
teir tróðu á mannabúkar.
45. Hestar ganga í Runsival,
blóðið upp til kníggja,
so var sagt, at heidningarnir
máttu undan flýggja.
46. Gingu inn fyri Einglands kong
at kæra sína neyð:
»Enn er fallið liðið alt,
men ikki er Rólant deyður.
47. Vit hava ongan tílíkan sæð
vera komin av øðrum londum,
hann verður ei við vápnum vigin,
ikki tekst hann á hondum.«
48. Svaraði ein av kristnum monnum,
har hann lá í bondum:
»Ei man Gud tilsteða tykkum
at taka Rólant á hondum.«
49. Marsilius kongurin,
gramt var honum í huga,
heilan frætti hann Rólant jall,
ei hava ráðini dugað.
50. Marsilius kongurin,
tá ið hann frætti tað,
hann blás út so miklan her
at ríða í Runsival.
51. Hann blæs út í triðja sinni
víða vándan her:
»Nú skal ríða í Runsival
at vita, hvussu fer.«
52. Hann læt sær á liði samla
valda manna tjóð
av teimum tveimum Blálondum,
sum eingin skínur sól.
53. »Tit skulu ríða í Runsival
at fanga keisar Karl,
binda Nemus hertugan
og heingja Rólant jall.«
54. Teir stigu á hestar, ríða sum best
blekk og bleyta mýri,
sóu væl tvinni átjan hundrað
stíga til saðildýra.
55. »Sannur Gud av himmiríki
viti, hvussu alting er,
eg síggi bæði dalar og fjøll
avtakið við heiðin her.
56. Dalarnir eru fullir,
og fjøllini eru av gróti,
eg síggi so mangar heidningar
at ríða okkum ímóti.«
57. Mælti so reysti Rólant jall,
dreingir leggja í minni:
»Nú skal eg taka mín hvølla lúður,
blása í annað sinni.
58. Nú skal eg taka mín hvølla lúður,
spara ei hart at koyra,
vita um keisarin Karlamagnus
kann meg nakað hoyra.«
59. Hornið setti hann á sín munn,
tá blás hann so harða,
niður skulvu hjá keisaranum
bæði torpar og garðar.
60. Mælti so Nemus hertugin,
fyri breiðum borði stóð:
»Nú blás Rólant, keisarans frændi,
fast av miklum móð.«
61. Svaraði vándur Gýðin jall,
gudssvikarin versti:
»Rólant skemtar við lúðri sínum,
hvar hann situr á hesti.«
62. Fram kom ein av heidningunum,
tyktist hava kent:
»Hvør stýrir tann hvølla lúður,
hornið Ólivant?«
63. Til tað svaraði skósvein hans,
tykist hava kent:
»Rólant stýrir tann hvølla lúður,
hornið Ólivant.«
64. Svaraði vándur Grandorus,
heldur á brýndum knívi:
»Eg skal stýra tann hvølla lúður
ella láta lívið.«
65. Fram reið vándi Grandorus,
ei er at leggja í minni,
hann vá fýra av javningunum
allar í einum sinni.
66. Svaraði reysti Rólant jall,
hagar um hann sær:
»Harri Gud av himmiríki
hevni tað av tær.«
67. Fyrstur reið fram Rólant jall
av teim frankismonnum,
so høggur hann til Grandorus,
at svørðið stóð í tonnum.
68. Riðu so fram allir tólvjavningar,
sum grummir úlvar vóru,
sum tann dýra, eitur bjørn,
í seyðaflokki fór.
69. Rólant ríður í Runsival
sum aðrir frankismenn,
tá feldi hann heidningarnar,
hundrað um ísenn.
70. Rólant ríður í Runsival
og harm upp vekur ofta,
tá mundi síggjast blóðigt merki,
tá Dýrindal fór á loftið.
71. Rólant ríður í Runsival
við Dýrindal so kallað,
so rennur blóð í Runsival,
sum størstu fossar falla.
72. Fram kom ein av heidningunum,
vænur var hann til vøkstur,
hann var átjan alin langur
upp frá saðil og hest.
73. Fram kom hetta ljóta trøll,
sínum svørði brá,
sáran gjørdi hann Ólivart jall
fyrsta høggið tá.
74. Svaraði reysti Ólivart jall,
mist hevði gleði og gavn:
»Sig mær, argur hundins son,
hvat ert tú nevndur at navni?«
75. »Langalív eri eg kallaður,
so eri eg nevndur at navni,
manga havi eg kristna kempu
skilt við gleði og gavni.«
76. Svaraði reysti Ólivart jall,
mist hevði gleði og gleim:
»Tú skalt ikki, vándi hundins sonur,
tíðindi bera heim.«
77. Tað var reysti Ólivart jall,
hann tók tann 'Knøre' at greiða,
so høgg hann til Langalív,
hans høvur frá búki sneiddi.
78. So rennur blóð í Runsival
sum streymur í sævarflóð,
so ríða villir tólvjavningar,
hvør mót øðrum sló.
79. Fram reið reysti Ólivart jall
av so tungum ferðum,
so høgg hann til Rólant jall,
at svørðið stóð í herðum.
80. Svaraði reysti Rólant jall,
formedilst onga blíði:
»Líkari var tær, Ólivart jall,
mót heidningunum at stríða.«
81. Svaraði reysti Ólivart jall,
snarliga hann sær vendi:
»Fyrigev mær, mín stallbróðir,
eg teg ikki kendi.«
82. »Sakir og so syndir
fyrigevi eg tær,
sum eg vil á dómadag
Gud skal tilgeva mær.«
83. »Her liggur tað ljóta trøll
mær á vølli hjá,
hoyr tú, Rólant, frændi mín,
tú firr mær tað her ífrá!«
84. Tað var reysti Ólivart jall
stígur saðli frá:
»Harra Gud av himmiríki
havi nú mína sál.«
85. Rólant livdi longst av teimum,
tað var sum Gud vildi,
allar bar hann tólvjavningar
saman á reyðum skildri.
86. Níggju vóru marmorsteinar
settir saman í kross,
Rólant settist undir ein,
so er greint fyri os.
87. Mælti tað reysti Rólant jall,
dreingir leggja í minni:
»Nú skal eg taka mín hvølla lúður,
blása í triðja sinni.«
88. Hornið setti hann á sín munn
av so miklum móði,
niður skulvu drykkjuskálir,
á keisarans borði stóðu.
89. Hornið setti hann á sín munn,
tað var helst av sút,
svørji tann eið á míni trú,
tá gekk heilin út.
90. Svaraði Nemus hertugin,
fyri breiðum borði stóð:
»Nú blás Rólant, keisarans frændi,
fast av miklum móði.
91. Taka skal vánda Gýðing jall,
leggja hann í bond,
hann skal harðan deyðan tola,
koma vit aftur til land.«
92. Keisarin situr í hásæti,
talar til sínar dreingir:
»Tit skulu ríða í Runsival
at stríða hart og leingi.
93. Olgar skal tykkara formaður vera,
reystastur er av dreingjum,
tit skulu ríða í Runsival
at stríða hart og leingi.«
94. Sólin skín á heiðin bjørg
á teirra skjøldir fríðar,
so var sagt, at Olgar danski
skuldi fyri ríða.
95. So var sagt, at Olgar danski
skuldi fyri ríða,
honum var kunnig lokaleið
á allar loynistígar.
96. Mikil var tann bleikin verð
hendi riddarans mæka,
sendi fram ein av sveinunum
Rólants lúður at taka.
97. Rólant sundur eyguni brá,
hann upp til himmals sá,
hann sló tann træl við gyltum lúðri,
so heilin á horni lá.
98. »Harra Gud av himmiríki
viti mær tað ting,
at eingin tekur mín hvølla lúður
foruttan mín javnling.
99. Harra Gud av himmiríki
viti mær tað fram,
at eingin tekur mín búgvin brand
foruttan mín egin mann.«
100. Tá ið teir komu í Runsival,
satt at siga frá,
tá var eingin so harðhjartaður,
ikki feldi tár.
101. Svaraði Olgar danski,
tað sigi eg her enn:
»Eg haldi tað mikla bloytu vera
at gráta um deyðar menn.«
102. Svaraði keisarin Karlamagnus,
tagdi ikki longur:
»Eg misti Rólant, frænda mín,
og aðrar reystar dreingir.
103. Miklan leið eg skaðan í gjár,
Gud ráði mær tað bøtur,
eg misti Rólant, frænda mín,
og aðrar dreingir mætar.«
104. Tað var keisarin Karlamagnus,
helt á gyltum mæka,
sendi fram ein av sveinunum
Rólants lúður at taka.
105. Tað var keisarin Karlamagnus
talar til sveinar tvá:
»Heintið mær tann búgvin brand,
sum Rólant heldur á!«
106. Aftur komu sveinarnir,
søgdu honum frá:
»Hoyr tað, keisarin, harri mín,
vit kunnu hann ikki fá!«
107. Svaraði keisarin Karlamagnus,
helt á gyltum mæka:
»Tá ið hann var í livandi lívi,
hann var ikki góður at taka.«
108. Tað var keisarin Karlamagnus,
steig úr saðilvond,
tað var mær á sonnum sagt,
at leysur lá brandur í hond.
109. »Miklan leið eg skaðan í gjár,
Gud ráði mær tað bót,«
so var hann til hvílu fegin,
hann møddist í hond og fót.
110. Søtur var tann svøvnurin,
ið Karlamagnus fekk,
blíður var tann Guds eingil,
í dreymar fyri hann gekk.
111. »Hoyr tú, keisarin Karlamagnus,
tú ber ikki fyri tí kvíða!
Tú skalt fáa eld og ljós
og hevna lívið títt.
112. Hoyr tú, keisarin Karlamagnus,
tað sigi eg tær enn!
Tá ið tú kemur á skógvin fram,
tá sært tú tógva menn.
113. Tú ríð fram um tann eina,
tú ríð fram um teir tvá,
tá ið tú sært tann triðja,
høgga skalt tú tá!«
114. Fram kom Nemus hertugin,
hann førir tað skjøldið fríða:
»Vit ríða hart, vit skunda os,
at síggja heidningar ríða.«
115. Fram kom Nemus hertugin,
hann førir skjøldið tað reyða:
»Vit ríða hart, vit skunda os,
at hevna teirra deyða.«
116. Mikil var tann bønin,
ið Karlamagnus bað,
sólin stóð í tríggjar øktir
eftir nóns stað.
117. Sólina bað hann standa í stað
og dagin ikki líða,
meðni hevndi Karlamagnus
tólvjavningar sínar.
118. Eg havi eina rímu hoyrt,
má meg rætt um minna,
Karlamagnus og Marsilius kongur
møttust teir á sinni.
119. Eg havi eina rímu hoyrt,
satt at siga tær,
handskeftið á øksini
tað hevði hann smíðað sær.
120. Handskeftið á øksini
hevði hann smíðað sær,
hann hevði við sær átjan hundrað,
slíkt hevði hin við sær.
121. Marsilius kongurin
sínum svørði brá,
sannur Gud av himmiríki
lívdi hinum tá.
122. Tað var keisarin Karlamagnus,
sínum svørði brá,
tað var mær á sonnum sagt,
tá beit betur á.
123. Tað var mær á sonnum sagt,
tá beit betur á,
hann kleyv Einglands kongin
av í kníggjum tá.
124. Marsilius kongurin
læt ikki at sær finna,
báðar stumpar í jørðina setti,
hann bardist ei tess minni.
125. »Tað søgdu mær mangir menn,
at eg hevði høvdið hægri,
nú lati eg á stúgvum,
eg eri mikið lægri.«
126. Feldi fyri Einglands knæ
fimmti búkar deyðar,
tá leyt hann til jarðar níga,
tað gjørdi hann treyðugt.
127. Tað var keisarin Karlamagnus,
sínum svørði brá,
hann kleyv Einglands kongin
sundur í lutir tvá.
128. Keisarin ríður í Runsival
við sínum skjoldi fríða,
tað var eingin av heidningunum
mót honum tordi stríða.
129. Keisarin ríður í Runsival
við sínum skeggi hvíta,
tað var eingin av heidningunum,
mót honum tordi líta.
130. Summir lupu á sjógv og sand
og summir á stórar áir,
so var sagt, at kristnir menn
teir brúkaðu ongar náðir.
131. Tóku allar tólvjavningar,
førdu til Jórsalborg,
keisarin livdi tólv mánar sjúkur
av teirri stóru sorg.
132. Tóku vándan Gýðin jall,
gjørdu við hann sum verst,
so tóku teir hans arma kropp,
teir slitu hann millum hestar.
(c) Dansifelagið í Havn