Kvæðasavn

Runsivals stríð

Uppskrift: FK 98fD, 25, pp. 52-65.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

1. Keisarin situr í gullstóli,
allur í gulli glæstur,
nevndir vóru tólvjavningar,
tó var Rólant hægstur.

2. Nevndir vóru tólvjavningar,
kundu væl beita brandi,
Rólant hann var hægstur av teim,
føddur í Fraklandi.

3. Rólant og Turpin erkibisp,
Nímus og Ríkin reysti,
Osvar jall og Ansias
leika við svørði best.

4. Oddvald og Olgar danski,
Ransin og Rosmar langi,
Ólivar jall og Karlamagnus
kundu væl beita brandi.

5. »Nú skal lata brúnna byggja
yvir ánna í Rín,
so skulu allir tólvjavningar
royna svørðum sín.

6. Nú skal lata brúnna byggja
yvir ánna í dal,
so skulu allir tólvjavningar
ríða í Runsival.

7. Rólant skal vár formann vera,
reystastur ein av dreingjum,
vit skulu høgga títt um stund
og standa væl og leingi.«

8. Snarliga búðu sína ferð
við albrynjaðar hestar,
riðu so í Runsival,
at verøldin sýntist bresta.

9. Nú skal brynja út fyrsta her,
sum tit hava frætt,
ikki skulu fjøllini síggjast,
ei himmal í nakra ætt.

10. Koma so allir dalir fullir,
fjøllini avtakið,
sóu so mangan heidningin
at ríða sær á baki.

11. Svaraði reystur Ansias,
ristir fyri sær kross:
»Eg sær so mangan heidningin
at ríða í dag mót os.«

12. Svaraði reystur Ólivar jall,
tá hann sá heiðin her:
»Rólant, blás í lúður tín,
vita hvussu fer!«

13. »Gud lati tað ikki frættast heim,
eg standi í snildarráðum,
at eg ræðist heidningar
at stríðast mót okkum báðum.«

14. Rólant ríður í Runsival
sum aðrir franskir menn,
so feldi hann heidningar
hundrað um ísenn.

15. Rólant ríður í Runsival
við Dýrindal í hendi,
høgg so títt á báðar hendur,
hann mangan sveita rendi.

16. Rólant ríður í Runsival,
í blóði veður hann ofta,
har mundi síggjast blóðmerki,
tá Dýrindal fór á loft.

17. Rólant ríður í Runsival
við sínar javnlíkar allar,
har mundi síggjast blóðmerki,
stríðir fossar falla.

18. Eingin kom aftur av øllum teim
hin heidnamannaher
uttan jallin av Upplondum,
tann sak var hann ikki verð.

19. Gongur hann inn fyri Eingilands kong,
kæra sína neyð:
»Nú er fallið liðið alt,
ikki er Rólant deyður.«

20. »Eingi skulu tit friðskjólini
vænta tykkum av mær,
fyrr enn tit bera mær Rólants høvur
inn for míni knæ.«

21. Nú skal brynja út annan her,
sum tit hava frætt,
ikki skulu fjøllini síggjast,
ei himmal í nakra ætt.

22. Koma so allir dalir fullir,
fjøllini avtakið,
sóu so mangan heidningin
at ríða sær á baki.

23. Tá svaraði Ansias,
ristir kross fyri sær:
»Eg síggi so mangan heidningin
at ríða í dag mót mær.«

24. Svaraði reystur Ólivar jall,
tá hann sá heiðin her:
»Rólant blás í lúður tín
og vita, hvussu fer!«

25. »Gud lati tað ikki frættast heim,
eg standi í snildarræði,
at eg ræðist heidningarnar
at stríða mót os í dag.«

26. Rólant ríður í Runsival
sum aðrir franskir menn,
so fellir hann heidningarnar
hundrað um ísenn.

27. Rólant ríður í Runsival
við Dýrindal í hendi,
høgg so títt á báðar hendur,
mangan sveita rendi.

28. Rólant ríður í Runsival,
í blóði veður hann ofta,
tá mundi síggjast blóðmerki,
Dýrindal fór á loft.

29. Rólant ríður í Runsival
við sínar javnlíkar allar,
har mundi síggjast blóðmerki,
stríðir fossar falla.

30. Hestar gingu í Runsival,
kundu ei vegin lúta,
náddu ikki á jørðina,
teir troddu á mannabúkar.

31. Hestar gingu í Runsival
í blóði upp til kníggja,
enntá máttu heidningar
í aðra reiggj at flýggja.

32. Ganga teir aftur for Eingilands kong,
siga honum frá:
»Nú er annað liðið fallið,
ikki hevur Rólant sár.«

33. »Eingi skulu tit friðskjólini
vænta tykkum av mær,
fyrr enn tit bera mær Rólants høvur
inn fyri míni knæ.

34. Nú skal fara á heiðin lond
at samla saman djór
av teim átjan Blálondum,
sum eingin skín á sól.

35. Nú skal triðja herin út
av mínum landi gera,
hetta er tann seinasti,
nú skal eg sjálvur vera.

36. Nú skal eg í ferðini fara
eftir Gýðin jals ráðum,
hitta skal eg keisaran
og hansara frænda báðum.

37. Nú skal triðja herin út,
sum tit hava frætt,
ikki skulu fjøllini síggjast,
ei himmal í nakra ætt.

38. Nú skal triðja herin út
at ríða í Runsival,
hann skal móti Rólant jall
at vinna Dýrindal.

39. Nú skal ríða í Runsival
at fanga keisar Karl,
binda Nímus hertugan
og heingja Rólant jall.«

40. Riðu teir í Runsival,
so er greint fyri mær,
hornskefta læt Eingilands kongur
øksi gera sær.

41. Koma so allir dalir fullir,
fjøllini av gróti,
sóu so mangan heidningin
at ríða sær ímóti.

42. Koma so allir dalir fullir,
fjøllini avtakið,
sóu so mangan heidningin
at ríða sær á baki.

43. Tá svaraði Ansias,
ristir fyri sær kross:
»Eg síggi so mangan heidningin
at ríða í dag mót os.«

44. Tað svaraði Rólant jall,
líkini flutu í droyra:
»Nú skal eg taka mín hvølla lúður,
spara ei út at koyra.

45. Nú skal eg taka mín hvølla lúður,
spara ei út at koyra,
vita um keisarin Karlamagnus
vil meg nakað hoyra.«

46. Hornið setti hann á sín munn,
tá blæs hann so hart,
tíggju mílir og tíati
tað hoyrdist út í Frans.

47. Hornið setti hann á sín munn,
tá blæs hann so harða,
niður skalv hjá keisaranum
bæði torpar og garðar.

48. Hornið setti hann á sín munn,
tá blæs hann so snjalla,
einar porturdyrnar upp
og aðrar aftur falla.

49. So blæs Rólant, keisarans frændi,
fast av miklum móði,
niður stoyttust drykkirnir,
á keisarans borði stóðu.

50. Borgin tók at mala í klingur,
kongur mundi valda,
upp lupu allir franskir menn
hvør um annan at halda.

51. Svaraði Harramann hertugin,
hann fyri borði stóð:
»Nú blæs Rólant, keisarans frændi,
fast av miklum móði.«

52. Svaraði vándur Gýðin jall,
gudssvikarin er:
»Rólant skemtar við lúður sín,
hann eltir heiðin her.«

53. Svaraði vándur Gýðin jall,
gudssvikarin versti:
»Rólant skemtar við lúður sín,
hann situr á sínum hesti.«

54. Tá svaraði Marsilius,
gull bar sær á hendi:
»Hvør eigur handa hvølla lúður,
á hvørs munni hann stendur?«

55. Svaraði hansara sendisvein,
teir kalla hann Elvartant:
»Rólant førir tann hvølla lúður,
hornið Ólivant.«

56. Rólant ríður í Runsival
sum aðrir franskir menn,
so fellir hann heidningar
hundrað um ísenn.

57. Rólant ríður í Runsival
við Dýrindal í hendi,
høgg so títt á báðar hendur,
hann mangan sveita rendi.

58. Rólant ríður í Runsival,
í blóði veður hann ofta,
tá mundi síggjast blóðmerki,
Dýrindal fór á loft.

59. Rólant ríður í Runsival
við sínar javnlíkar allar,
tá mundi síggjast blóðmerki,
stríðir fossar falla.

60. Fram kom ein av heidningunum,
vænur var hann í vøkstri,
átjan alin ryggurin langur
upp frá saðil og hesti.

61. Átjan alin ryggurin langur
upp frá saðil og hesti,
glumdi á jørð, og skulvu fjøll,
gjørdur av fullum treysti.

62. Heidningin reið so høviskliga,
sítt svørð kundi hann væl føra,
stakk so reystan Ólivar jall
ímillum rivs og herða.

63. Ólivar so til orða tekur,
heldur á gyltum brandi:
»Sig mær, frægur, eiti títt,
og hvaðan ert tú av landi?«

64. »Langalív eiti eg,
so eri eg nevndur á navni,
manga havi eg kristna kempu
skilt frá gleði og gamni.«

65. Ólivar tók báðar hendur
aftur um hattargerð:
»Tú skalt ikki longur, hundins son,
siga, hvat títt er her.«

66. Ólivar jall tók báðar hendur,
aftur um gerði treiv,
so kleyv hann tann hundins son,
búk og brynju breiða.

67. Ólivar gegnum herin reið,
tað var mest av fári,
høgg so niður í Rólants høvur,
at svørðið stóð í hári.

68. »Hoyr tú, reystur Ólivar jall,
hvat eg tali til tín,
tungur ert tú í høggunum,
landbróðir mín!«

69. Tá svaraði Ólivar jall,
snarliga hann sær vendi:
»Hjálpi mær faðir av himmiríki,
eg teg ikki kendi.«

70. Hann vendi aftur í atreið teirri,
troyttur av lívsins stripa,
feldi niður av heidningum
tíggju for hvørja sipu.

71. Tá var blóð í Runsival,
rætt sum onnur flóð,
vilstir vóru tólvjavningar,
hvør mót øðrum sló.

72. Rólant livdi longst av teim,
alt gekk, sum Gud vildi,
allar bar hann tólvjavningar
saman á reyðum skildri.

73. Tríggir vóru marmorsteinar,
settir saman í kross,
niður settist Rólant jall:
»Nú verði Gud med os.«

74. »Enn skal eg taka mín hvølla lúður,
spara ei út at koyra,
vita um keisarin Karlamagnus
vil meg nakað hoyra.«

75. Hornið setti hann á sín munn,
tá blæs hann so hart,
tíggju mílir og tíati
tað hoyrdist út í Frans.

76. Hornið setti hann á sín munn,
tá blæs hann so harða,
niður skalv hjá keisaranum
bæði torpar og garðar.

77. Hornið setti hann á sín munn,
tá blæs hann so snjalla,
einar porturdyrnar upp,
aðrar aftur falla.

78. Borgin tók at mala í klingur,
kongur mundi valda,
upp stóðu allir franskir menn,
hvør um annan at halda.

79. Svaraði Harramann hertugin,
hann fyri borði stóð:
»Nú blæs Rólant, keisarans frændi,
fast av miklum móði.«

80. »Vit hava fingið skaða í ár,
Gud biðja vit hann bøta,
mistu vit Rólant, frænda vár,
og aðrar garpar mætar.«

81. Fram kom ein av heidningunum,
kallaðu hann riddaran spaka,
hann var sendur til Rólant jall
lúður úr hondum at taka.

82. Andan hevði hann ikki mist,
hann eyguni sundur brá,
hann sló tann træl við gyltan lúður,
heili á horni lá.

83. »Harra Gud av himmiríki
viti mær tann ting,
at eingin skal bera mín búgvin brand
uttan mín javning.«

84. Hornið setti hann á sín munn,
tá var Rólant í vanda,
eingin kundi í Runsival
fastur á fótum standa.

85. Hornið setti hann á sín munn,
tað var alt av sút,
blæsti so hart í gyltan lúður,
at heilin hann feyk út.

86. Tað er keisarin Karlamagnus
tekur til sítt svørð:
»Nú skal ríða í Runsival
at vita hvussu fer.«

87. »Keisarin skal vár formaður vera,
reystastur ein av dreingjum,
vit skulu høgga títt um stund
og standa væl og leingi.«

88. Árla var um morgunin,
sólin tók at skína,
sóu tvinni átjan hundrað
stíga til saðildýra.

89. Snarliga búðu teir síni ferð
við albrynjaðar hestar,
riðu so í Runsival,
verøldin sýntist bresta.

90. Sólina bað hann standa í stað,
dagin ikki líða,
meðni hevndi Karlamagnus
tólvjavningar sínar.

91. Mikil var tann bønin,
Karlamagnus beið,
sólin stóð um tríggjar øktir,
dagurin ikki leið.

92. Mikil var tann bønin,
Karlamagnus bað,
sólin stóð um tríggjar øktir
rætt í nónsstað.

93. Keisarin ríður í Runsival
við sínum skeggi hvíta,
tað var eingin av heidningunum
mót honum tordi líta.

94. Roðin setist á himmalin upp
av so tungari kvíðu,
Karlamagnus og Anguland kongur
møttust teir í stríði.

95. Keisarin gav so vænt eitt høgg,
øllum tókti undur,
hjó so reystan Anguland kong
í miðjum kníggjum sundur.

96. Tað var reystur Anguland kongur,
læt ikki á sær finna,
stuffarnar setti hann niður í jørð
og bardist ikki minna.

97. Tað var keisarin Karlamagnus,
sínum svørði brá,
kleyv so reystan Anguland kong
sundur í lutir tvá.

98. Mikil var tann miskunnheit
yvir riddaran maka,
keisarin sendi sveinar fimm
Rólants lúður at taka.

99. Aftur koma sveinarnir,
ið Karlamagnus sendi,
síðan fór hann sjálvur ástað,
leyst lá lúður í hendi.

100. Tað gjørdi keisarin Karlamagnus
av so tungari sút,
Ólivarts horn og Dýrindal
hann varpar á vatnið út.

101. »Taka skulu vit Gýðing jall,
leggja hann í bond,
harðan skal hann deyðan tola,
komi eg lívs til lond.«

102. Tóku vándan Gýðing jall,
bundu hann so fast,
ei var smáur líntvongur,
honum á beini brast.

103. Tóku vándan Gýðing jall,
hongdu upp í træ,
tað er mær av sonnum sagt,
at ravnar rivu hans ræ.

104. Eg kann ikki kvøða longur,
enn kvøðið er fyri mær,
allar førdi hann tólvjavningar
til Jursalands grøv við sær.

(c) Dansifelagið í Havn