Kvæðasavn

Runsivals stríð

Uppskrift: FK 98fE, 25, pp. 66-84.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

1. Keisarin situr í gullstóli,
hann er maður hægstur,
tólv vóru nevndir kappar reystir,
enn var Rólant fremstur.

Ríða teir út av Fraklandi
við dýrum drós í sal,
blás í hornið Óluvant
í Runsival!

2. Nevndir eru tólvjavningar,
kunnu væl leika við brandi,
Rólant er tann avrekskempa,
er føddur í Fraklandi.

3. Nevndir eru tólvjavningar,
fáir finnast slíkir,
Rólant er tann avrekskempa,
føddur í Frankaríki.

4. Nevndir eru tólvjavningar
bæði vænir og so lestir,
Rólant er tann avrekskempa
gjørdur av miklum treysti.

5. Keisarin situr í hásæti
og talar til sínar dreingir:
»Tær skuluð ríða í Runsival,
stríðast bæði hart og leingi.

6. Hálvt skal liðið heima vera,
meðan vær haldum tal,
allir skulu tólvjavningar
ríða í Runsival.

7. Rólant skal vár formaður vera,
raskastur er av dreingjum,
nú skal høgga sterkt um stund,
standa bæði væl og leingi.«

8. Gingu inn for erkabisp,
fullu upp á síni knæ,
sakir og so syndir tær
fyrigeva sær.

9. Fóru í síða ringabrynju
allir, við Rólanti fóru,
søgdu so teimum góða nátt
øllum, sum inni vóru.

10. Bundu sporar við føtur sínar,
fljótir hestar renna,
seggjar sita í saðli fast,
lótu so sporin kenna.

11. Sólin skein á heiðin bjørg,
á teirra skjøldir fríða,
so var sagt, at Rólant jall
hann skuldi fyri ríða.

12. So var sagt, at Rólant jall
hann skuldi fyri ríða,
honum var kunnig tá lokubrøgd
og allir loynistígir.

13. Svaraði reystur Ólivar jall
formiðalst onga blíðu:
»Her førum vær í Runsival
í allan dag at bíða.«

14. Marsilius kongurin,
higar hann frætti tað,
hann blæs út so miklan her
at ríða í Runsival.

15. Hann blæs út í fyrsta sinni
heidnan mannahóp
av teim tveimum Blálondum,
sum eingin skínur sól.

16. Hann blæs út í fyrsta sinni
víðan og vandan her:
»Nú skal ríða í Runsival
og vita hvøssu fer.

17. Tær skuluð ríða í Runsival
at fanga keisar Karl,
binda Nemus hertugan
og heingja Rólant jall.«

18. Teir stigu á hest og riðu sum mest
yvir bekk og bleytar mýrar,
sóu teir tvinni átjan hundrað
sita í saðildýra.

19. Svaraði reystur Ólivar jall
tað fyrsta orðið tá:
»Vær síggja so mangar heidningar
við skjøld og brynju blá.«

20. Svaraði reystur Ólivar jall,
heldur á gyltum spjóti:
»Vær síggja so mangar heidningar
at ríða os ímóti.«

21. Svaraði reystur Ólivar jall:
»Tað sigi eg tær enn,
Rólant, blás nú í títt lúður,
tað verður ikki verri!«

22. »Gud lati ei so Frakland týna,
fara við snildarræði,
at eg ræðist heidningar
at stríðast mót os í dag.«

23. Fyrstur reið hann Rólant jall
av teim frankismonnum,
so skeyt hann til Adilrót,
at svørðið stóð í tonnum.

24. Fram riðu allir tólvjavningar,
sum grimmir úlvar vóru,
sum tað dýr, ið eitur bjørn,
í seyðaflokki fór.

25. Rólant ríður í Runsival
sum aðrir frankismenn,
tá feldi hann heidningar
hundrað um ísenn.

26. Rólant ríður í Runsival
við Dýrindal í hendi,
høgdi so títt á báðar hendur,
mangan sveitan rendi.

27. Rólant ríður í Runsival,
sum rúnir vekur ofta,
tá mundi síggjast blóðig merki,
tá Dýrindal fór á loft.

28. Hestar ganga í Runsival,
ei var mjúkt at strúka,
teir høvdu onga aðra fold,
uttan tróðu mann á búkar.

29. Hestar ganga í Runsival,
blóðið upp til kníggja,
so var sagt, at heidningar
vóru undan at flýggja.

30. Gingu aftur for Onglands kong
at klaga sína neyð:
»Nú er fallið liðið alt,
og ikki er Rólant deyður.

31. Vær havum ongan tílíkan sætt
komnan av várum londum,
hann var ei við váknum vigin,
ikki tekst hann hondum.«

32. Svaraði ein av kristnum monnum,
hørðum lá í bondum:
»Tað vil Gud ei tilsteða tykkum,
tær takið Rólant á hondum.«

33. Marsilius kongurin
grimt var honum í huga,
heilan frætti hann Rólant jall,
ei hava ráðini dugað.

34. »Ongan skulu tit vinskapin
vænta tykkum av mær,
uttan tit førið mær Rólants høvur
aftur for míni knæ.«

35. Hann blæs út í annað sinni
heidnan mannahóp
av teim trimum Blálondum,
sum eingin skínur sól.

36. Hann blæs út í annað sinni
víðan og vandan her:
»Enn skal ríða í Runsival
og vita, hvussu fer.

37. Tær skuluð ríða í Runsival
og fanga keisar Karl,
binda Nemus hertugan
og heingja Rólant jall.«

38. Teir stigu á hest og riðu sum mest
yvir bekk og bleytar mýrar,
sóu teir trinni átjan hundrað
sita í saðildýra.

39. Svaraði reysti Ólivar jall
á øðrum orði tá:
»Vær síggjum so mangar heidningar
við skjøld og brynju blá.«

40. Svaraði reysti Ólivar jall,
heldur á gyltum spjóti:
»Vær síggjum so mangar heidningar
ríða os ímóti.«

41. Svaraði reysti Ólivar jall:
»Tað sigi eg tær enn,
Rólant, blás nú í títt lúður,
tað verður ikki verri!«

42. Tað var reysti Rólant jall,
heldur á ringi bjarta:
»Standið væl og manniliga,
havið ikki kálvahjarta!«

43. Svaraði reysti Rólant jall,
sum dreingir leggið í minni:
»Nú skal taka mín hvølla lúður,
blása í fyrsta sinni.

44. Nú skal taka mín hvølla lúður,
sparum ei hart at koyra,
vitum um keisarin Karlamagnus
má meg nakað hoyra.«

45. Hornið setti hann á sín munn,
tá blæs hann so harða,
tað var mær av sonnum sagt,
tá skulvu torpar og garðar.

46. Svaraði Nemus hertugin,
for borði tar hann stóð:
»Nú blæs Rólant, kongsins frændi,
fast av miklum móði.«

47. Svaraði vándi Gýðin jall
gudssvikarin tann versti:
»Rólant skemtar liði sínum,
hvar hann situr á hesti.«

48. Fyrstur reið hann Rólant jall
av teim frankismonnum,
so skeyt hann til Falsar jall,
at svørðið stóð í tonnum.

49. Fram riðu allir tólvjavningar,
sum grimir úlvar vóru,
sum tað dýr, ið eitur bjørn,
í seyðaflokki fór.

50. Rólant ríður í Runsival
sum aðrir frankismenn,
enn feldi hann heidningar
hundrað um ísenn.

51. Rólant ríður í Runsival
við Dýrindal í hendi,
høgdi so títt á báðar hendur,
mangan sveitan rendi.

52. Rólant ríður í Runsival,
sum rúnir vekur ofta,
tá mundi síggja blóðig merki,
tá Dýrindal fór á loft.

53. Hestar ganga í Runsival,
ei var mjúkt at strúka,
teir høvdu onga aðra fold
enn tróðu á mannabúkar.

54. Hesta ganga í Runsival,
blóðið upp til kníggja,
so var sagt, at heidningar
vóru undan at flýggja.

55. Gingu aftur for Onglands kong
at klaga sína neyð:
»Enn er fallið liðið alt,
ikki er Rólant deyður.

56. Vær høvum ongan tílíkan sætt
komnan av várum londum,
hann vil ei við vápnum vigið,
ikki tekst hann hondum.«

57. Svaraði ein av kristnum monnum,
har hann lá í bondum:
»Tað vil Gud ei tilsteða tykkum,
tær takið Rólant á hondum.«

58. Marsilius kongurin
grimt var honum í huga,
heilan frætti hann Rólant enn,
ei hava ráðini dugað.

59. »Ongan skuluð tær venskapin
vænta tykkum av mær,
uttan tær førið mær Rólants høvur
aftur for míni knæ.«

60. Hann blæs út í triðja sinni
heidnan manna hóp
av teim fýra Blálondum,
sum eingin skínur sól.

61. Hann blæs út í triðja sinni
víðan og vandan her:
»Enn skal ríða í Runsival
og vita hvøssu fer.«

62. »Tær skuluð ríða í Runsival
og fanga keisar Karl,
binda Nemus hertugan
og heingja Rólant jall.«

63. Teir stigu á hest og riðu sum mest
yvir bekk og bleytar mýrar,
sóu teir fýra átjan hundrað
at sita í saðil dýra.

64. Svaraði reysti Ólivar jall
triðja orðið tá:
»Vær síggja so mangar heidningar
við skjøld og brynju blá.«

65. Svaraði reysti Ólivar jall,
heldur á gyltum spjóti:
»Vær síggjum so mangar heidningar
at ríða os ímóti.

66. Dalarnir eru fullir,
og fjøllini eru avtakið,
vær síggjum so mangar heidningar
at ríða os á baki.«

67. Svaraði reysti Ólivar jall:
»Tað sigi eg tær enn,
Rólant, blás nú í títt lúður,
tað verður ikki verri!«

68. Svaraði reysti Rólant jall
sum dreingir leggja í minni:
»Nú skal taka mín hvølla lúður,
blása í annað sinni.

69. Nú skal taka mín hvølla lúður.
sparum ei hart at koyra,
vitum um keisarin Karlamagnus
má meg nakað hoyra!«

70. Hornið setti hann á sín munn,
tá blæs hann so fast,
níggju mílir og tíggjuti
tað hoyrdist heim til Frans.

71. Svaraði Nemus hertugin
fyri borði tar hann stendur:
»Nú blæs Rólant, kongsins frændi,
ófriður er gingin á hendur.«

72. Svaraði vándi Gýðin jall,
gudssvikarin er:
»Rólant skemtar liðið á sær,
tá ið hann sær ein her.«

73. Fram reið vándi Grandorus,
tókti seg hava tant:
»Hvør stýrir tann hvølla lúður,
hornið Ólivant?«

74. Svaraði ein av skósveinum hans,
sum eitur Úlvartant:
»Rólant stýrir tann hvølla lúður,
hornið Ólivant.«

75. Svaraði vándi Grandorus
av so tungum stríði:
»Eg skal stýra tann hvølla lúður
ella láta lívið.«

76. Fram reið vándi Grandorus,
sum meg má rætt um minnast,
hann vá fýra tólvjavningar
allar á einum sinni.

77. Ólivar sat á sínum hesti,
hiðan ið hann sær:
»Sannur Gud av himmiríki
havi nú tað av tær.«

78. Fyrstur reið hann Rólant jall
av teim frankismonnum,
so skeyt hann til Grandorus,
svørðið stóð í tonnum.

79. Fram riðu allir tólvjavningar,
sum grimir úlvar vóru,
sum tað dýr, ið eitur bjørn,
í seyðaflokki fór.

80. Rólant ríður í Runsival
sum aðrir frankismenn,
enn feldi hann heidningar
hundrað um ísenn.

81. Rólant ríður í Runsival
við Dýrindal í hendi,
høgdi títt á báðar hendur,
mangan sveita rendi.

82. Rólant ríður í Runsival,
sum rúnir vekur ofta,
tá mundi síggja blóðig merki,
tá Dýrindal fór á loftið.

83. Hestar ganga í Runsival
ei var mjúkt at strúka,
teir høvdu onga aðra fold,
enn tróðu á mannabúkar.

84. Fram kom ein av heidningum,
vænur var hann í vøkstri,
hann var átjan alin høgur
upp frá saðil og hesti.

85. Fram reið tá hitt ljóta trøll,
sínum svørði brá,
sáran særdi hann Ólivar jall
tað fyrsta høggið tá.

86. Svaraði reysti Ólivar jall,
hann misti gleði og gamni:
»Sig mær, vándi hundins son,
hvat ert tú nevndur á navni?«

87. »Langalív eri eg kallaður,
so eri eg nevndur á navni,
mangan havi eg kristnan mann
skilt við gleði og gamni.«

88. Svaraði reysti Ólivar jall,
misti gleði og gleim:
»Tú skalt ikki, vándi hundins son,
siga nøkur tíðindi heim.«

89. Svaraði reysti Ólivar jall,
heldur á reyðum skildri:
»Tú skalt ikki, vándi hundins son,
siga, hvat tú higar vildi.«

90. Svaraði reysti Ólivar jall,
hann 'Raiiur tair hear taa knør':
»Tú skalt ikki, vándi hundins son,
siga, hvat tú gjørdi her.«

91. Ólivar jall við báðum hondum
tekur 'tai knøør' at greiða,
hann tók vánda Langalív,
hann høvur frá buli at sneiða.

92. Rólant ríður í Runsival
við Dýrindal, tey kalla,
so rennur blóðið í Runsival,
sum stríðastir fossir falla.

93. So rennur blóðið í Runsival
sum stríðasta sævarflóð,
vóru villir javnlingar tveir,
hvør reið øðrum ímóti.

94. Fram reið reysti Ólivar jall
av so tungum fári,
so skeyt hann til Rólants hjálm,
kleyv hann niður at hári.

95. Svaraði reysti Rólant jall,
formedalst onga blíðu:
»Líkari var tær, Ólivar jall,
mót heidningum at stríða.«

96. Svaraði reysti Ólivar jall,
snarliga hann sær vendi:
»Fyrigev mær, mín stalbróðir,
eg teg ikki kendi.«

97. »Sakir og so syndir
tað fyrigevi eg tær,
sum eg vil pá dómadag,
Gud skal fyrigeva mær.«

98. »Her liggur hetta ljóta trøll
mær á vølli hjá,
hoyr tú, Rólant, frændi mín,
tú firra tað mær ífrá.«

99. Rólant livdi longst av teim,
tað varð sum Gud vildi,
hann bar allar tólvjavningar
saman á reyðum skildri.

100. Tríggir vóru marmorsteinar
settir saman í kross,
Rólant setti seg undir ein,
so er greint fyri os.

101. Mikil var tann 'blaigian' verd
við henda riddaraskaða,
sendir fram ein av heidningum,
Rólants lúður at taka.

102. Rólant sundur eygun brá,
upp til himmal sá,
hann sló træl við gyltum lúður,
so heili á horni lá.

103. »Gott svørð ert tú, Dýrindal mítt,
mangt høggi eg við tær,
tað verður ikki á mínari ævi,
tú kemur av hendi mær.

104. Harra Gud í himmiríki
hann veiti mær tað ting,
eingin ber teg, Dýrindal,
foruttan mín javnling.

105. Harra Gud í himmiríki
hann veiti mær tað fram,
eingin tekur mín hvølla lúður
foruttan mín ovurmann.«

106. Svaraði reysti Rólant jall,
sum dreingir leggja í minni:
»Nú skal taka mín hvølla lúður,
blása í triðja sinni.

107. Nú skal taka mín hvølla lúður,
sparum ei hart at koyra,
vita um keisarin Karlamagnus
má meg nakað hoyra.«

108. Hornið setti hann á sín munn
so fast av miklum móði,
niður skulvu drykkjustóp,
á keisarans borði stóðu.

109. Hornið setti hann á sín munn,
tá var hægsta sút,
so blæs Rólant, kongsins frændi,
tá gekk heilin út.

110. Svaraði Nemus hertugin,
for borði tar hann gongur:
»Nú blæs Rólant, kongsins frændi,
dvøljist ikki longur!«

111. »Taka skal vánda Gýðin jall
og leggja hann í bond,
harðan skal hann deyðan tola,
komin av lívs lond.«

112. Fóru í sína ringabrynju
allir, við konginum fóru,
søgdu so hinum góða nátt,
øllum sum eftir vóru.

113. Gingu inn for erkabisp,
fullu upp á síni knæ,
sakir og so syndir
teir fyrigeva sær.

114. »Rólant var mín systurson,
Gud bjóði mær honum bøtur,
kemur hann ikki til Fraklands aftur,
eg bíði tað ikki bøtur.

115. Olgar skal vár formaður vera,
reystastur er av dreingjum,
nú skal høgga sterkt um stund
og standa bæði væl og leingi.«

116. Tá ið teir komu í Runsival,
so var sagt ífrá,
tá var eingin so harðhjartaður,
sum ikki feldi tár.

117. Svaraði Olgar danski:
»Tað sigi eg tær enn,
vær kalla slíkt miklar 'blaigier' vera,
gráta um deyðar menn.«

118. »Miklan beið eg skaðan í gjár,
Gud bjóði mær tann bøtur,
misti Rólant, frænda mín,
og aðrar dreingir báðar.

119. Miklan beið eg skaðan í gjár,
Gud bjóði mær tað besta,
misti Rólant, frænda mín,
og aðrar dreingir reystar.

120. Miklan beið eg skaðan í gjár,
Gud bjóði mær honum bót,«
so var keisarin á líkið fegin,
hann myntist á hond til fót.

121. Tað var so keisarin Karlamagnus,
talar til sveinar tvá:
»Takið mær tann búgvin brand,
sum Rólant heldur á!«

122. Aftur komu sveinarnir,
teir søgdu honum frá:
»Hoyr tú, keisarin, harri mín,
vær kunnum hann ikki fá!«

123. Svaraði keisarin Karlamagnus,
heldur á gyltum mæka:
»Tá ið hann var í lívinum,
hann var ikki góður at taka.«

124. Tað var keisarin Karlamagnus,
stígur úr saðilsvond,
tað var mær av sonnum sagt,
at leysur lá brandur í hond.

125. Søtur var tann svøvnurin,
sum Karlamagnus fekk,
blíður var tann Guds eingilin,
sum í dreymar fyri hann gekk.

126. »Hoyr tú, keisarin Karlamagnus,
mæl tær onga kvíðu,
tú skalt fáa bæði dag og ljós
at hevna skaðan tín!

127. Hoyr tú, keisarin Karlamagnus,
mæl tær ongan vanda,
fáa skalt tú bæði dag og ljós
at høgga við bitra brandi.

128. Hoyr tú, keisarin Karlamagnus,
tað sigi eg tær enn,
tá ið tú kemur í markina burt,
sært tú tríggjar menn!

129. Tú loyp fram um tann eina,
tú loyp fram um tá tvá,
sólin stóð um tríggjar øktir,
og høgga skalt tú tá!«

130. Mikil var tann bønin,
sum Karlamagnus bað,
sólin stóð um tríggjar øktir
eftir nóns dag.

131. Mikil var tann bønin,
sum Karlamagnus beið,
sólin stóð um tríggjar øktir,
men dagurin aldri leið.

132. Sólina bað hann tá standa í stað
og dagin aldrin líða,
so hevndi keisarin Karlamagnus
tólvjavningar sínar.

133. Eg veit eina rímuna,
sum meg má rætt um minnast,
keisarin og Marsilius
tá møttust teir á sinni.

134. Eg veit eina rímuna,
so er greint fyri mær,
hann hevði eftir átjan hundrað,
slíkt hevði hin við sær.

135. Eg veit eina rímuna,
so er greint fyri mær,
harðskefti-øksina
tá læt hann smíða sær.

136. Marselius kongurin,
sínum svørði hann brá,
sannan Gud av himmiríki
hann lívdi hinum tá.

137. Sannan Gud av himmiríki
hann lívdi hinum tá,
heiligt ljós av himli kom,
so hann einki sá.

138. Tað var keisarin Karlamagnus,
sínum svørði brá,
tað var mær av sonnum sagt,
tá beit betur á.

139. Tað var mær av sonnum sagt,
tá beit betur á,
hann høgg 'Aaglands' kongin
av um kníggjum tá.

140. Marsilius kongurin
læt ikki á sær finna,
setti stubbarnar niður í jørð,
hann bardist ei tess minna.

141. Tað var keisarin Karlamagnus
upp til himmal sá:
»Sannur Gud av himmiríki
sendi os nú góð ráð.«

142. Løgdu teir fyri 'Aaglands' knæ
fimtan bular deyðar,
tá læt hann til jarðar leiða,
tað gjørdi hann treyður.

143. Keisarin ríður í Runsival
við sítt skeggið hvíta,
tað var eingin av heidningum,
sum mót teim tordi líta.

144. Summir flýddu á sjógv og sand,
summir á stórar áir,
so var sagt, at kristnir menn
teir brúktu lítlar náðir.

145. Summir flýddu á stórar áir,
summir lupu í hav,
so var sagt, at kristnir menn
teir spardu ongan har.

146. Tóku teir allar tólvjavningar,
førdu til Júrsalaborg,
keisarin lá tá tólv mánar
sjúkur av teirri sorg.

147. Tóku teir vánda Gýðin jall,
gjørdi við hann tað versta,
so tóku teir hans arma kropp
og slitu hann sundur millum hestar.

(c) Dansifelagið í Havn