Kvæðasavn

Runsivals stríð

Uppskrift: FK 98fF, 25, pp. 85-101.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

1. Rólant situr í hásæti,
tað mundi ongan vara:
»Hvør skal vera várt sendiboð
for Angelund kong at fara?«

2. »Hoyr tú, Rólant, frændi mín,
spyr meg ikki at,
hann skal fara av ríkinum,
ið tú vilt senda avstað!«

3. Tí svaraði Rólant jall,
tað var helst av sút:
»Gýðin jall av ríkinum,
vær nevna fyrst hann út.«

4. Tað var hin vándi Gýðin jall,
hann svaraði so fyri sær:
»Tú hevur so fáar góðar vegir
javnar at vísa mær.«

5. »Fari eg fyri Angelund kong,
komi eg ikki heim,
tað skal verða tína ævi,
onkur fellir gleim.

6. Fari eg fyri Angelund kong,«
Gýðin jall talar av bræði:
»Tað skal verða deyði tín
og fleiri dreingjum at skaða.«

7. Hann gekk seg fyri Angelund kong
við Emunds høvur í hendi:
»Her er skattur av Fraklandi,
sum Karlamagnus sendi.«

8. Kastar hann øllum vápnunum
og øllum silvurbondum:
»Hann skal harðan deyða tola,
ið oss førdi høvur í hond.«

9. Tað var reystur Angelund kongur,
søgur ganga frá,
blóðigar kysti hann varrarnar,
sum høvur á vølli lá.

10. »Taka skal vánda Gýðin jall,
leggjast skal hann í band,
harðan skal hann deyðan tola,
oss flýddi høvur í hand.«

11. Tað var hin vándi Gýðin jall,
hann slapp ikki undan at leypa:
»Ymist skal tað verða í dag
so dýrt mítt lív at keypa.«

12. Tí svaraði Gýðin jall,
hann talar so for seg:
»Líkari var tín son at hevna
enn at drepa meg.

13. Tað haldi eg einki um,
at tú letur meg vega,
latið meg heldur ráðini leggja,
hvussu tit skulu gera.

14. Hoyrt havið tit frá kempum sagt
sunnan úr øðrum londum,
teir verða ikki við vápnum vignir,
valla takast á hondum.

15. Keisarin eigur ein systurson,
til tess havið tit spurt,
hann verður ikki við vápnum vigin,
mógvast hann ikki burt.

16. Lat tú tær alt liðið samla
valda manna tjóð
av teim átjan Blálondum,
sum eingin skín á sól!

17. Tríggjar skalt tú herirnar
av tínum landi gera,
og útí tann triðja
skalt tú sjálvur vera.

18. Tú lat fram um teg tann fyrsta,
tú lat fram um teg tvá,
inntil tann hin triðja,
høgga skalt tú tá!«

19. »Hoyr tú, hin vándi Gýðin jall,
tú ber honum boð til handa,
undir fjalli Aspermund
har skal stríðið standa!«

20. Aftur kom vándi Gýðin jall
á ein heilan dag,
tað kom mongum illa við,
um Rólant hann fekk skaða.

21. »Hoyr tú, keisarin Karlamagnus,
tað tali eg til tín,
nú kemur reysti Angelund kongur
at hevna faðir sín!

22. Hoyr tað, keisarin Karlamagnus,
eg beri tær boð til handa,
undir fjalli Aspermund
har skal stríðið standa!«

23. »Nú skal lata brúnna gera
yvir ánna Rín,
skulu so allir tólvjavningar
royna roysni sín.

24. Nú skal lata brúnna gera
yvir ánna í dal,
skulu so allir tólvjavningar
ríða í Runsival.

25. Saðla sínar hestarnar,
av borgini renna,
seggir sótu í saðli fastir,
lótu ei sporar kenna.

26. Sólin skínur á heiðin bjørg
á teirra skjøldin fríða,
so var sagt, at Rólant jall,
at hann skuldi fremstur ríða.

27. Tað var vándi Angelund kongur,
brynjar út fyrsta her,
ríða so í Runsival,
vita hvussu fer.

28. »Nú skal ríða í Runsival,
fanga keisar Karl,
binda Nemus hertugan
og heingja Rólant jall.«

29. Svaraði ein av kristnum monnum,
har ið hann lá í bondum:
»Ikki man Gud tilsteða tykkum
at taka Rólant á hondum.«

30. Snarliga búgva teir síni ferð
við albrynjaðar hestar,
ríða so í Runsival,
jørðin tókti bresta.

31. Har komu allir dalir fullir,
til tess hava vit frætt,
har mundu ikki fjøllini síggjast,
ei himmalin í ta ætt.

32. Koma nú allir dalar fullir,
fjøllini eru avtakin,
síggja so mangar høvdingar
ríða sær á baki.

33. Tí svaraði Ansias,
risti fyri sær kross:
»Eg sær so mangar heidningar
ríða móti oss.«

34. Tí svaraði Óluvur jall,
tá hann sá heiðin her:
»Rólant, blás nú í tín lúður,
vita, hvussu fer!«

35. »Gud lati ei Frakland vera so statt,
við sínum mildu ráðum,
at eg óttist heidningarnar
stríða mót okkum báðum.

36. Gud lati ei tað frættast heim,
eg standi í snildarbragdi,
at eg ræðist heidningar
at stríðast mót oss í dag.

37. Gud lati ei tað frættast heim,
eg standi í snildarmeingi,
vit skulu høgga títt um stund
og standa so væl og leingi.«

38. Svaraði Óluvur, kempan sterk,
ið betur hevði tagað:
»Tað er einki ræddarverk,
at síggja sín fordel og bata.«

39. Rólant ríður í Runsival
sum aðrir frankismenn,
so fellir hann heidningarnar,
hundrað um ísenn.

40. Rólant ríður í Runsival,
sum blóð man vekja ofta,
tá var at líta blóðugt merki,
Dýrindal fór á loft.

41. Rólant ríður í Runsival
við Dýrindal í hendi,
høggur so títt á báðar hendur,
mangan sveita rendi.

42. Eingin kom aftur av øllum teim
heidna manna her
uttan jallin á Upplondum,
sak var hann ikki verð.

43. Hans var hjálmur av høvdi skorin,
høvdu tað menn við orði,
átjan hevði hann ólívssár,
hann stóð fyri kongsins borði.

44. Aftur sigla Angelunds menn,
teir kæra sína neyð:
»Fallið er nú liðið alt,
og ikki er Rólant deyður.«

45. Riðu aftur for Angelund kong,
fella móðig tár:
»Fallið er nú liðið alt,
og ikki fekk Rólant sár.«

46. »Ongan torið tær friðskjólin
vænta tykkum av mær,
fyrr enn tær førið Rólants høvur
higar for míni knæ.«

47. Tað var vándi Angelund kongur,
brynjar út annan her,
ríða so í Runsival,
vita hvussu fer.

48. Snarliga búgva teir síni ferð
við albrynjaðar hestar,
ríða so í Runsival,
jørðin tókti bresta.

49. Koma nú allir dalar fullir,
fjøllini eru avtakin,
síggja so mangar høvdingar
ríða sær á baki.

50. Tí svaraði Óluvur jall,
tá hann sá heiðin her:
»Rólant, blás nú í tín lúður,
vita hvussu fer!«

51. Svaraði Rólant, kempan sterk,
dreingir leggja í minni:
»Nú skal eg taka mín hvølla lúður
blása í fyrsta sinni.

52. Nú skal eg taka mín hvølla lúður,
spara hann ei at koyra,
vita um keisarin Karlamagnus
man meg nakað hoyra.«

53. Hornið setti hann á sín munn,
tá blæs hann so harðan,
tíggju mílir og tuttugu,
tá skulvu torpar og garðar.

54. Svaraði Nemus hertugin,
fyri borði har hann stendur:
»Rólant er í víggi staddur,
honum er vandi á hendur.«

55. Svaraði vándi Gýðin jall,
gudssvikarin versti:
»Rólant skemtar liðið sítt,
har hann situr á hesti.«

56. Rólant ríður í Runsival
sum aðrir frankismenn,
enn feldi hann heidningarnar
hundrað um ísenn.

57. Rólant ríður í Runsival
við Dýrindal í hendi,
høggur so títt á báðar hendur,
mangan sveita rendi.

58. Aftur sigla Angelunds menn,
kæra sína neyð:
»Nú er annað liðið fallið,
ikki er Rólant deyður.«

59. »Ongan torið tær friðskjólin
vænta tykkum av mær,
fyrr enn tær førið Rólants høvur
higar for míni knæ.«

60. Tað var vándi Angelund kongur,
brynjar út triðja her,
ríða so í Runsival
og vita hvussu fer.

61. Nú skal lata liðið samla,
landa manna tjóð,
av teim átjan Blálondum,
sum eingin skín á sól.

62. Nú skal lata liðið samla,
valdra 'man o kona',
eingin einkja á Blálondum,
sum eftir átti son.

63. Út ríður hann Angelund kongur
við sín skjøldin fríða,
níggju kongar og áttati
undir hans merki ríða.

64. Stíga til hest og ríða sum best
yvir bekk og bleytar mýrur,
vóru væl trinni átjan hundrað,
sita í saðli dýrum.

65. Tí svaraði Falsar jall,
ið søgur ganga frá:
»Hvør eigur handa búgvin brand,
ið Rólant heldur á?«

66. »Vitið tað, allir høviskir sveinar,
í lundin hvar ið teir drekka,
eg skal føra Janimunds horn
glaður foruttan ekka!

67. Vita tað allir høviskir sveinar,
í lundini drekka vín,
eg skal føra Janimunds horn
ella láta lív.«

68. Sólin skínur á heiðin bjørg
á teirra skjøldin fríða,
so var sagt, at Rólant jall
at hann mundi fremstur ríða.

69. Fyrstur ríður fram Rólant jall
av teimum frankismonnum,
so høgg hann til Falsar jall,
at svørðið stóð í tonnum.

70. Síðan riðu hinir allir,
sum tólvjavningar eru,
sum tann dýra, eitur bjørn,
í seyðaflokki fór.

71. Svaraði Rólant, kempan sterk,
dreingir leggja í minni:
»Nú skal eg taka mín hvølla lúður,
blása í annað sinni.

72. Nú skal taka mín hvølla lúður,
spara hann ei at koyra,
vita um keisarin Karlamagnus
man meg nakað hoyra.«

73. Hornið setti hann á sín munn,
tá blæs hann so snjallan,
einar portardyrnar upp
og aðrar aftur falla.

74. Hornið setti hann á sín munn,
tað var mest av fári,
niður spiltust drykkirnir,
á keisarans borði stóðu.

75. Har kom heidningin Langalív,
verdur var hann tað versta,
átjan alin var bulur hans
upp frá saðil og hesti.

76. Langalív ríður í Runsival,
nú man tað so vera,
stakk hann Óluvur kempuna
ímillum buls og herða.

77. Óluvur so til orða tekur,
borin til góðs at evna:
»Hoyr tað, tú hin heidni hundur,
hvussu skal eg teg nevna?«

78. »Langalív eri eg kallaður,
so eri eg nevndur at navni,
mangan havi eg kristnan mann
skilt við gleði og gamni.«

79. Óluvur ríður í herin fram,
Langalív honum á baki:
»Tú skalt ikki rósa av,
at eingin var tín maki.«

80. Óluvur jall tók báðar hendur
aftur um hattargerð:
»Tú skalt ikki, vándi hundins son,
rósa hvat tú gert her.«

81. Blóð sprakk undan naglarót,
Óluvur spenti alva,
meðan hjó hann Langalív
búkin niður í nalva.

82. Rólant ríður í Runsival
við Dýrindal í hendi,
høggur so títt á báðar hendur,
mangan sveita rendi.

83. So rennur blóð í Runsival
rætt sum onnur flóð,
viltir vóru tólvjavningar,
hvør mót øðrum sló.

84. Tað var reystur Óluvur jall,
tað var mest av fári,
hann høgg niður í Rólants hjálm,
so svørðið stóð í hári.

85. »Hoyr tað, reysti Óluvur jall,
tað tali eg til tín,
tungur ert tú í høggunum,
landsbróðir mín!«

86. Svaraði Rólant, kempan sterk,
gitið man vera so víða:
»Líkari var tær, Óluvur,
mót heidningunum at stríða.«

87. Svaraði reystur Óluvur jall,
snarliga hann sær vendi:
»Hjálpi mær faðir av himmiríki,
eg teg ikki kendi.«

88. »Sakir og so syndir
vil eg tilgeva tær,
sum eg vil á dóminum,
Gud skal forláta mær.«

89. »Har liggur tað ljóta trøll,
tað gav mær banasár,
hoyr tað, Rólant, frændi mín,
tú flyt tað nakað frá!«

90. Rólant kastaði Langalív,
tað skalv bæði grót og grund,
Óluvur steig av saðli niður,
tað var hans síðsta stund.

91. Svaraði Rólant, kempan sterk,
dreingir leggja í minni:
»Nú skal taka mín hvølla lúður,
blása í triðja sinni.«

92. Hornið setti hann á sín munn,
tá blæs hann so harða,
tá skulvu hjá keisaranum
bæði borgir og garðar.

93. Hornið setti hann á sín munn
í tí triðja sinni,
tá blæs Rólant, kongsins frændi,
bæði vit og minni.

94. »Hoyr tað, reysti Óluvur jall,
tað tali eg til tín,
tungur ert tú í høggunum,
landsbróðir mín.«

95. Svaraði reystur Óluvur jall,
snarliga hann sær vendi:
»Hjálpi mær faðir av himmiríki,
eg teg ikki kendi.«

96. Svaraði Nemus hertugin,
fyri borði har hann stendur:
»Rólant er í víggi staddur,
vandi er honum á hendur.«

97. »Eg havi fingið skaða í ár,
Gud biði eg hann bøta,
mist havi eg Rólant, frænda mín,
og tólvjavningar søtar.

98. Rólant var mín systurson,
bæði til hand og fót,
kemur hann ikki livandi heim,
eg bjóði tess ikki bót.«

99. Tað var Rólant, kempan sterk,
megi man honum tróta,
tríggjar ferðir royndi hann
Dýrindal at bróta.

100. Tríggir vóru marmorsteinar
settir saman í kross,
Rólant settist undir ein,
so er greint fyri oss.

101. »Harra Gud av himmiríki
veiti mær tað her,
eingin førir mín búgvin brand,
foruttan mín javning er.«

102. Fram gekk ein av heidningunum,
kalla hann riddaran spaka,
hann hevði tað í hug hjá sær
Rólants lúður at taka.

103. Ikki hevði hann andan mist,
eyguni sundur brá,
hann sló tann træl við gyltan lúður,
so heili á horni lá.

104. »Harra Gud í Himmiríki
veiti mær tann ting,
eingin beri mín búgvin brand
fyri uttan mín javning.«

105. Keisarin gekk at kirkjuni,
til bønar hann var:
»Harra Krist gevi nú sigur í dag
at hevna frænda vár.«

106. Tá ið teir komu í Runsival
við so miklum fára,
tá var eingin so harðhjartaður,
hann ikki feldi tár.

107. Hann vendi aftur í atreið teirri,
sigst í hesum tátti,
feldi niður av heidningunum
alt tað hann formátti.

108. Svaraði Olgar danski,
tað sigi eg tær enn:
»Eg kalli tað ei vera kempuligt
at gráta um deyðar menn.«

109. Olgar aftur til orða tók,
so er komið til mín:
»Ríð nú fram so drístiliga,
hevna skaða tín!«

110. Keisarin talar til sínar sveinar,
so er mær sagt ífrá:
»Takið mær henda búgvin brand,
sum Rólant heldur á!«

111. Eftir koma sveinarnir,
siga honum frá:
»Hoyr tað, keisarin Karlamagnus,
vit kunnu tað ikki fá!«

112. Tað var keisarin Karlamagnus,
hann tekur so hart at gráta:
»Tá ið hann var í lívinum,
hann var ikki góður at møta.«

113. Tað var keisarin Karlamagnus,
sær til Rólant vendi,
so er mær á sonnum sagt,
at leyst lá svørð í hendi.

114. Og so ríða frankismenn
blokkar og bleytar mýrar,
tá mátti síggjast átjan hundrað
stíga til saðildýra.

115. Keisarin so til orða tók,
so er komið til mín:
»Gud gevi mær tíðir og stundir
at hevna skaða mín.«

116. Keisarin ríður vegin fram
við so mikið mein,
hann sær Rólant, frænda sín,
millum tógva steina.

117. Sólina bað hann standa í stað,
dagin ikki líða,
meðan hevndi Karlamagnus
tólvjavningar sínar.

118. Vindur hann svørð úr hjaltinum
bæði við sorg og sút,
Ólivant horn og Dýrindal
hann varpar á vatnið út.

119. Mikil var tann bønin,
ið Karlamagnus bað,
sólin stóð í tríggjar øktir
rætt í nóns stað.

120. Sólin stóð í tríggjar øktir,
dagurin ikki at líða,
enntá hevndi Karlamagnus
tólvjavningar sínar.

121. Keisarin ríður í Runsival
við sítt skeggið hvíta,
tað var eingin av heidningunum
mót honum tordi líta.

122. So reið keisarin Karlamagnus,
næstan jørðin brast,
møtti honum Angelund kongur,
hann sipaði til so fast.

123. Teir høgga títt, teir líva lítið,
tað er seggja gaman,
eldur reyk av svørðunum,
tá ið oddar bóru saman.

124. Keisarin gav so mikið høgg,
øllum tókti undur,
hann hjó reysta Angelund kong
av í kníggjum sundur.

125. Tað var reysti Angelund kongur,
læt ikki á sær finna,
setti stubbarnar niður í jørð
og bardist ikki minna.

126. Ruddu teir á Angelunds kropp
fjøruti mannabúkar,
hann var ikki við vápnum vegin,
harfyri mátti hann lúta.

127. Tað var keisarin Karlamagnus,
sínum svørði brá,
hann kleyv reystan Angelund
sundur í lutir tvá.

128. Tað var keisarin Karlamagnus,
alt var sum hann vildi,
allar førdi hann tólvjavningar
saman á reyðum skildri.

129. Allar førdi hann tólvjavningar
við sær til Jórsalaborg,
keisarin lá í tólv mánaðir
sjúkur av teirri sorg.

(c) Dansifelagið í Havn