Kvæðasavn

Runsivals stríð

Uppskrift: FK 98fG, 25, pp. 102-105.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

a. Fram kom ein av heidningunum,
fall so væl í lag,
tríggjar sló hann av tólvjavningum
allar í fyrsta slag.

b. Tað var Rólant, kempan sterk,
hagar ið hann sær:
»Harra Gud í himmiríki
hevni tað av tær.«

c. Tað var Rólant, kempan sterk,
talar til frænda sín:
»Antin skal eg hevna teir
ella lata mítt egið lív.«

d. Tað var Rólant, kempan sterk,
sínum svørði brá,
hann kleyv sjálvan Ølvartann
[sundur í lutir tvá.]

e. »Langalív skalt tú nevna meg,
tað er til navns at leita,
manga havi eg kristna kempu
gert í kinnar bleika.

f. Ólivar ríður í Runsival,
hann vildi sigur njóta:
»Tú skalt ikki, vándi hundsins son,
skaftið at mær skjóta.«

g. [Ólivar ríður í Runsival,
hann vildi] sigur vinna:
»Tú skalt ikki, vándi hundsins son,
skaftið] at mær inna.«

h. Ógvuligt var at lýða á,
Ólivar spenti alva,
hann kleyv Langalívs gylta hjálm
búkin niður í nalva.

i. Svaraði Rólant, kempan sterk,
mælir for munni sín:
»Tungur ert tú í høggum í dag,
Ólivar, frændi mín.«

k. Svaraði Ólivar, kempan sterk,
við glavindskafti í hendi:
»Forlát mær tað, mín stallbróðir,
tí eg teg ikki kendi.«

l. Rólant talar til sveinarnar,
dreingir leggja í minni:
»Nú skal eg taka mín hvølla lúður,
blása í annað sinni.«

m. »Taka skal vánda Gýðin jall,
leggja hann í bond,
[hann skal harðan deyða tola,
koma vit lívs til lond.«]

n. Rólant livdi eftir sum longst,
alt var sum Gud vildi,
[allar bar hann tólvjavningar
saman á reyðum skildri.]

o. »Tungan hendi meg skaðan í dag,
[Gud ráði mær tað bøtur,
eg misti Rólant, frænda mín,
og aðrar dreingir søtar.«]

p. Tað var keisarin Karlamagnus,
lá á knæ og bað:
»Harra Gud av himmiríki
hoyri meg í dag.«

q. Karlamagnus og Ongulands kongur
møttust teir ímóti,
líka so fall á jørðina,
sum tú kastar gróti.

r. Tað var keisarin Karlamagnus,
heldur at tí gaman,
so hvørt stykki hann av honum høgg,
so hvørt rann tað saman.

s. Svaraði keisarin Karlamagnus:
»Hetta er mikið illa,
nú skal taka stokk og stál
at kasta har ímillum.«

t. Summir flutu á stríðan streym,
elv og stórar áir,
so var sagt, at kristnir menn
teir brúktu ongar náðir.

u. Eg kann ikki kvøða tað,
ið ort er ikki longur,
tað gjørdi keisarin Karlamagnus,
tann hin nýtin drongur.

(c) Dansifelagið í Havn