Kvæðasavn

Runsivals stríð

Uppskrift: FK 98fH, 25, pp. 106-123.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

1. Keisarin situr í gullstóli,
hann er maður hægstur,
tólv vóru nevndir kappar reystir,
enn er Rólant fremstur.

2. Nevndir eru tólvjavningar,
kunnu væl leypa við grandi,
Rólant er tann avrekskempa,
føddur í Fraklandi.

3. Nevndir eru tólvjavningar,
fáir finnast slíkir,
Rólant er tann avrekskempa,
føddur í Frankaríki.

4. Keisarin situr í hásæti,
talar til sínar dreingir:
»Tær skuluð ríða í Runsival,
stríða bæði væl og leingi.

5. Hálvt skal liðið heima vera,
meðni tær haldið tal,
allir skulu tólvjavningar
ríða í Runsival.

6. Rólant skal vár formaður vera,
reystastur er av dreingjum,
nú skal høgga sterkt um stund,
standa væl og leingi.«

7. Gingu inn for erkabisp,
fullu pá síni knæ,
sakir og so syndir teirra
fyrigeva sær.

8. Bundu sporar við fótin sín,
lótu hestar renna,
seggar sita í saðli fast,
lata so teir spora kenna.

9. Fóru í sína ringabrynju
allir, við Rólant fóru,
søgdu teimum so góða nátt,
øllum sum inni vóru.

10. Sólin skein sum heiðin bjørg
á teirra skjøldin fríða,
so var sagt, at Rólant jall
hann skuldi fyri ríða.

11. So var sagt, at Rólant jall
hann skuldi fyri ríða,
honum vóru kunnug lokubrøgd,
allir loynistígir.

12. Svaraði reysti Ólivart jall
'formedelst' ongan blíða:
»Her førum vær í allan dag
Runsival at bíða.«

13. Marsilius kongurin
higar hann frætti tað,
hann blæs út so miklan her
at ríða í Runsival.

14. Hann blæs út í fyrsta sinni
heidnamanna hóp
av teim tveimum Blálondum,
eingin skínur sól.

15. Hann blæsur út í fyrsta sinni
víða vandan her:
»Nú skal ríða í Runsival,
vita hvussu fer.

16. Tær skuluð ríða í Runsival,
fanga keisar Karl,
binda Nemus hertugan,
heingja Rólant jall.

17. Teir stigu á hest og riðu sum best
yvir bekk og bleyta mýri,
sóu teir tvinni átjan hundrað
sita í saðli dýra.

18. Svaraði reysti Ólivart jall
fyrsta orðið tá:
»Vær síggja so mangar heidningar
við skjøld og brynju blá.«

19. Svaraði reysti Ólivart jall,
heldur á gyltum spjóti:
»Vær síggja so mangar heidningar
at ríða os ímóti.«

20. Svaraði reysti Ólivart jall:
»Tað sigi eg tær enn,
Rólant, blæs nú í títt lúður,
tað verður ikki verri!«

21. »Gud lati ei so Frakland tín
fara við snildarræði,
at eg ræðist heidningar
at stríðast mót os í dag.«

22. Fyrstur reið hann Rólant jall
tá av teim fransku monnum,
so skeyt hann til Adilrót,
at svørðið stóð í tonnum.

23. Fram riðu allir tólvjavningar,
sum grimir úlvar vóru,
sum tann dýra ódnarbjørn
í seyðaflokkar fór.

24. Rólant ríður í Runsival
sum aðrir franskir menn,
tá feldi hann heidningar
hundrað um ísenn.

25. Rólant ríður í Runsival
við Dýrindal í hendi,
høgdi so á báðar hendur,
mangan sveitan rendi.

26. Rólant ríður í Runsival,
sum rúnir vekur ofta,
tá mundi síggjast blóðigt merki,
tá ið Dýrindal fór á loft.

27. Hestar ríða í Runsival,
ei var mjúkt at strúka,
teir høvdu onga aðra fold
uttan stíga á mannabúkar.

28. Hestar gingu í Runsival,
blóðið upp til kníggja,
so var sagt av heidningum,
teir vóru undan at flýggja.

29. Gingu aftur til Onglands kong,
klaga teir sína neyð:
»Nú er fallið liðið alt,
ikki er Rólant deyður.

30. Vær hava ongan tílíkan sæð,
komin av øðrum londum,
hann var ei við váknum vigin,
ikki tókst hann hondum.«

31. Svaraði ein av kristnum monnum,
har hann lá í bondum:
»Tað má Gud tá ei tilsteða tær,
taka Rólant á hondum.«

32. Marsilius kongurin,
grimt var honum í huga,
heilan frætti hann Rólant jall,
ei hava ráðini dugað.

33. Ongan skulu tit vinskapin
vænta tykkum av mær,
uttan tær førið mær Rólants høvur
aftur fyri míni knæ.«

34. Hann blæs út í annað sinni
heidnan mannahóp
av teimum trimum Blálondum,
eingin skínur sól.

35. Hann blæs út í annað sinni
víða vandan her:
»Enn skal ríða í Runsival,
vita hvøssu fer.

36. Tær skuluð ríða í Runsival,
fanga keisar Karl,
binda Nemus hertugan,
heingja Rólant jall.«

37. Teir stigu á hest og riðu sum best
yvir bekk og bleyta mýri,
sóu teir trinni átjan hundrað
sita í saðli dýra.

38. Svaraði reysti Ólivart jall
annað orðið tá:
»Vær síggja so mangar heidningar
'over' skjøld og brynju blá.«

39. Svaraði reysti Ólivart jall,
heldur á gyltum spjóti:
»Vær síggja so mangar heidningar
at ríða os ímóti.«

40. Svaraði reysti Rólant jall,
dreingir leggið í minni:
»Nú skal taka mín hvølla lúður,
blása í fyrsta sinni.

41. Nú skal taka mín hvølla lúður,
fara nú hart at koyra,
vita um keisar Karlamagnus
má nú nakað hoyra.«

42. Hornið setti hann á sín munn,
tá blæs hann so hart,
tað var mær á sonnum sagt,
tað skulvu torpar og garðar.

43. Svaraði Nemus hertugin,
for borði tar hann stóð:
»Nú blæs Rólant, kongsins frændi,
fast av miklum móði.«

44. Svaraði vandi Gýðin jall,
gudssvikarin versti:
»Rólant skemtar liði sínum,
hvat enn tar situr á hesti.«

45. Fyrstur reið fram Rólant jall
av teim fronsku monnum,
so skeyt hann til Falsarrót,
at svørðið stóð í tonnum.

46. Fram riðu tá allir tólvjavningar,
sum grimir úlvar vóru,
sum tað, ið eitur bjørn,
í seyðaflokkar fór.

47. Rólant ríður í Runsival
sum aðrir franskir menn,
enn feldi hann heidningar
hundrað um ísenn.

48. Rólant ríður í Runsival
við Dýrindal í hendi,
høgdi so til báðar hendur,
mangan sveitan rendi.

49. Rólant ríður í Runsival,
sum rúnir vekur ofta,
tá mundi síggjast blóðigt merki,
tá ið Dýrindal fór á loft.

50. Hestar ganga í Runsival,
ei var mjúkt at strúka,
teir høvdu onga aðra fold,
troða á mannabúkar.

51. Hestar ganga í Runsival,
blóðið upp til kníggja,
so var sagt, at heidnir menn
vóru undan at flýggja.

52. Gingu aftur for Onglands kong
at klaga sína neyð:
»Enn er fallið liðið alt,
og ikki er Rólant deyður.

53. Vær hava ongan tílíkan sæð,
komin av øðrum londum,
hann verður ei við váknum vigin,
ikki tekst hann hondum.«

54. Svaraði ein av kristnum monnum,
har hann lá í bondum:
»Tað vil Gud ei tilsteða tykkum,
tær taka Rólant á hondum.«

55. Marsilius kongurin,
grimt var honum í huga,
heilan frætti hann Rólant enn,
ei hava ráðini dugað.

56. »Ongan skulu tær vinskapin
vænta tykkum av mær,
uttan tær førið Rólants høvur
aftur for míni knæ.«

57. Hann blæs út í triðja sinni
heidna manna hóp
av teim fýra Blálondum,
eingin skínur sól.

58. Teir stigu á hest og riðu sum mest
yvir bekk og bleyta mýri,
sóu teir fýra heidnar hundar
sita í saðli dýra.

59. »Tær skuluð ríða í Runsival,
fanga keisar Karl,
binda Nemus hertugan,
heingja Rólant jall.«

60. Svaraði reysti Ólivart
triðja orðið tá:
»Vær síggja so mangar heidningar
við svørð og brynju blá.«

61. Svaraði reysti Ólivart jall,
heldur á gyltum spjóti:
»Vær síggja so mangar heidningar
at ríða os ímóti.

62. Dalarnir eru fullir,
fjøllini eru avtakin,
vær síggja so mangar heidningar
at ríða os á baki.«

63. Svaraði reystur Rólant jall,
dreingir leggja í minni:
»Nú skal eg taka mín hvølla lúður,
blása í annað sinni.

64. Nú skal taka mín hvølla lúður,
spari ei hart at koyra,
vita um keisarin Karlamagnus
má nú nakað hoyra.«

65. Hornið setti hann á sín munn,
tá blæs hann so hart og fast,
níggju mílir og tíggjuti
hoyrdist heim til Frans.

66. Svaraði Nemus hertugin,
fyri borðinum hann stendur:
»Nú blæsur Rólant, kongsins frændi,
ófriður er gingin í hendur.«

67. Svaraði vándi Gýðin jall,
gudssvikarin er:
»Rólant skemtar liði sínum,
tá ið hann sær ein her.«

68. Fram reið vándi Grandorus,
hann tóktist hava 'tant':
»Hvør stýrir tann hvølla lúður,
hornið Ólivant?«

69. Svaraði ein av sveinum hans,
hann eitur Úlvartant:
»Rólant stýrir tann hvølla lúður,
hornið Ólivant.«

70. Svaraði vándi Grandorus
av so tungum stríði:
»Eg skal stýra tann hvølla lúður
ella lata lív.«

71. Fram reið vándi Grandorus,
sum meg má rættast minnast,
hann vá fýra tólvjavningar,
allar á einum sinni.

72. Ólivart sat á sínum hesti,
hiðani hann sær:
»Sanni Gud av himmiríki
havi nú tað av tær.«

73. Fyrstur reið hann Rólant jall
av teim fransku monnum,
so høgg hann til Grandorus,
svørðið stóð í tonnum.

74. Fram riðu allir tólvjavningar,
sum grimir úlvar vóru,
sum tann dýra ódnarbjørn,
saman í flokki fóru.

75. Rólant ríður í Runsival
sum aðrir franskir menn,
enn feldi hann heidningar
hundrað um ísenn.

76. Rólant ríður í Runsival
við Dýrindal í hendi,
høgdi so títt pá báðar hendur,
hann mangan sveita rendi.

77. Rólant ríður í Runsival,
sum rúnir vekur ofta,
tá mundu síggjast blóðmerki,
tá ið Dýrindal fór á loftið.

78. Fram kom ein av heidningum,
høgur var hann av vøkstri,
hann var átjan alin høgur
upp frá saðil á hesti.

79. Fram reið tá hitt ljóta trøll,
sínum svørði brá,
særdi hann straks Ólivart jall,
fyrsta høggið tá.

80. Svaraði reysti Ólivar jall,
hann misti gleði og gavn:
»Sig mær, vándi hundsins son,
hvat ert tú nevndur at navni?«

81. »Langalív eri eg kallaður,
so eri eg nevndur av navni,
mangan havi eg kristnan mann
skilt við gleði og gavn.«

82. Svaraði reysti Ólivart jall,
hann misti gleði og gleim:
»Tú skalt ikki, vándi hundsins son,
siga nøkur tíðindi heim.«

83. Svaraði reysti Ólivart jall,
hann heldur á reyðum skildi:
»Tú skalt ikki, vándi hundsins son,
siga, hvat tú higar vildi.«

84. Svaraði reysti Ólivart jall
'Raiur han tei Knør':
»Tú skalt ikki, vándi hundsins son,
siga, hvat tú gjørdi her.«

85. Ólivart jall við báðum hondum
tekur 'tai Knør' at greiða,
tók hann vánda Langalív
høvur frá búki at sneiða.

86. Rólant ríður í Runsival
við Dýrindal, teir kalla,
so rennur blóðið í Runsival
sum stríðasti fossur at falla.

87. So rennur blóðið í Runsival
sum stríðasti streymur í flóð,
vóru viltir teir javnlingar,
hvør reið øðrum ímóti.

88. Fram reið reysti Ólivart jall
av so tungum fára,
so høgg hann til Rólants hjálm
niður undir hári.

89. Svaraði reysti Rólant jall
formeðalst onga blíði:
»Líkari var tær Ólivart jall
móti heidningar at stríða.«

90. Svaraði reysti Ólivart jall,
snarliga hann sær vendi:
»Tilgev mær, mín stallbróðir,
eg teg ikki kendi!«

91. »Allar tínar syndir
eg skal tilgeva tær,
sum eg vil á dómadag,
Gud skal tilgeva mær.«

92. »Her liggur nú hetta ljóta trøll
mær á vølli hjá,
hoyr tú, Rólant, frændi mín,
tú fylg mær burtur frá!«

93. Rólant livdi longst av teim,
tað var sum Gud vildi,
hann bar allar tólvjavningar
saman á reyðum skildi.

94. Tretivu vóru teir marmorsteinar
settir saman í kross,
Rólant setti seg undir ein,
so er greitt fyri os.

95. Mikil var tann 'Bleiun' verð
við henda riddara skaða,
sendir fram ein av heidningum
Rólants lúður at taka.

96. Rólant sundur eygun brá,
upp til himmals sá,
hann sló træl við gyltum lúður,
heili av høvdi lá.

97. »Gott svørð ert tú Dýrindal mítt,
mangt høgdi eg við tær,
tað verður ikki á míni ævi,
tú kemur av hendi frá mær.

98. Harri Gud í himmiríki
veiti mær tað ting,
eingin tekur mín Dýrindal
uttan mín javnling.

99. Harri Gud í himmiríki
veiti mær tað fram,
eingin tekur mín hvølla lúður
uttan mín ovurmann.«

100. Svaraði reysti Rólant jall,
dreingir leggið í minni:
»Nú skal taka mín hvølla lúður,
blása í triðja sinni.

101. Nú skal taka mín hvølla lúður,
spari ei hart at koyra,
vita um keisarin Karlamagnus
má meg nakað hoyra.«

102. Hornið setti hann á sín munn
so fast við miklum móði,
niður skulvu drykkjusteyp,
á keisarans borði stóðu.

103. Hornið setti hann á sín munn,
tað var hægsta sút,
so blæs Rólant, kongsins frændi,
tá gekk heilin út.

104. Svaraði Nemus hertugin,
fyri borðinum sum hann gongur:
»Nú blæs Rólant, kongsins frændi,
dvøljist ikki longur!«

105. »Taka skal vánda Gýðin jall,
leggja hann í band,
harðan skal hann deyðan fáa,
komi eg av lívsland.

106. Fóru í sína ringabrynju
allir, við konginum fóru,
søgdu so hinum góða nátt,
øllum sum eftir vóru.

107. »Rólant var mín systurson,
Gud bjóð mær honum bøtur,
kemur hann ikki til Fraklands aftur,
eg bjóði tað ikki bøtur.

108. Olgar skal vær formaður vera,
raskastur er av dreingjum,
nú skal høgga dúgliga um stund,
standa væl og leingi.«

109. Tá ið teir komu í Runsival
- so er sagt os frá -
tá var eingin so harðhjartaður,
ikki feldi tár.

110. Svaraði Olgar danski,
tað sigi eg tær enn:
»Vær kalla slíkir menn bleytir at vera,
sum gráta um deyðar menn.«

111. »Miklan beið eg skaðan í gjár,
Gud bjóði mær hann bøtur,
misti Rólant, frænda mín,
og aðrar dreingir 'beadar'.

112. Miklan beið eg skaðan í gjár,
Gud bjóði mær hann bót,«
so reið keisarin á líkið fram,
hann myntist við hond og fót.

113. Tað var keisarin Karlamagnus,
talar til sveinar tvá:
»Talið mær tann búgvin brand,
Rólant heldur á!«

114. Aftur koma sveinarnir,
teir søgdu honum frá:
»Hoyr tú, keisarin, harra mín,
vit kunnu hann ikki fáa!«

115. Svaraði keisarin Karlamagnus,
hann heldur á gyltum mæka:
»Tá ið hann var í lívinum,
hann var ikki góður at taka.«

116. Tað var keisarin Karlamagnus,
steig úr saðilvond,
tað er mær á sannheit sagt,
leysur lá brandur í hond.

117. Søtur var tann svøvnurin,
Karlamagnus fekk,
blíður var tann eingilin,
í dreymar fyri hann gekk.

118. »Hoyr tað, keisarin Karlamagnus,
mæl tær ongan kvíða,
tú skalt fáa tær Olius
at hevna skaða tín!

119. Hoyr tað, keisarin Karlamagnus,
tað sigi eg tær enn,
tá ið tú kemur í markina,
tá sært tú tríggjar menn!

120. Tú loyp fram um tann eina,
tú loyp fram um teir tvá,
tá ið tú sært tann triðja,
høgga skalt tú tá!«

121. Mikil var tann bønin,
Karlamagnus bað.
sólin stóð í tríggjar ættir
eftir nóns dag.

122. Mikil var tann bønin,
Karlamagnus beið,
sólin stóð í tríggjar ættir,
dagurin aldri leið.

123. Sólina bað hann standa í stað,
dagin aldri líða,
so hevndi keisarin Karlamagnus
tólvjavningar sínar.

124. Eg veit eina rímuna,
sum meg má rættan minnast,
keisarin og Marsilius
møttust teir á sinni.

125. Eg veit eina rímuna,
so er sagt fyri mær,
hann hevði sær átjan hundrað,
slíkt hevði hann við sær.

126. Eg veit eina rímuna,
so er greint fyri mær,
hondskeftað øksina
læt hann smíða sær.

127. Marsilius kongurin
sínum svørði brá,
sjálvur Gud av himmiríki
lívdi hinum tá.

128. Sjálvur Gud av himmiríki
lívdi hinum tá,
heiligt ljós av himli kom,
so hann einki sá.

129. Tað var keisarin Karlamagnus
sínum svørði brá,
tað var mær á sonnum sagt,
tá beit betur á.

130. Tað var mær á sonnum sagt,
tá beit betur á,
hann høgg Onglands kongin
av um kníggi tá.

131. Marsilius kongurin
læt ei á sær finna,
setti stubban niður í jørð,
bardist ikki minni.

132. Tað var keisarin Karlamagnus,
upp til himmals sá:
»Sanni Gud av himmiríki,
send os nú gott ráð.«

133. Løgdu teir fyri Onglands kong
fimtan búkar deyðar,
tá læt hann til jarðar 'loia',
tað gjørdi hann treyðugt.

134. Keisarin ríður í Runsival
við sítt skeggið hvíta,
tað var eingin av heidningum,
mót honum tordi at líta.

135. Summir flýddu á sjógvin út,
summir á stórar áir,
so var sagt, at kristnir menn
teir brúktu lítlar náðir.

136. Tóku teir allar tólvjavningar,
førdu til Jórsalaborg,
keisarin lá tá tólv mánar
sjúkur av teirri sorg.

137. Tóku teir vánda Gýðin jall,
gjørdu við hann tað versta,
so tóku teir hans arma kropp,
slitu hann millum hestar.

(c) Dansifelagið í Havn