Kvæðasavn

Karlamagnus og Jógvan kongur

Uppskrift: FK 98h, 25, pp. 140-143.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

1. Eg havi hvørki vit ella snild
um Karlamagnus at ríma,
hvør víða ið hans veldi stár,
so tungt mær tykir at tína
og um Gars Jóan hin ríka,
Gars Jóan nevni eg kongin tann,
ið ræddur vildi undvíkja,
fullilla er á at líta,
reysta riddara svíkja.

2. Karlamagnus riddara bræv
Jógvan kongi at senda:
»Tær gevið mær jallin av Uppivald,
ið goymt havi tykkra landa,
og so teir brøður allar;
um enn tær ikki gera vilja,
tungt skal tað tykkur falla,
brenna skal inni borgir og land,
og reystar riddarar snjalla.«

3. Jógvan kongur annað bræv
Magnus kongi at senda:
»Eg gevi tær jallin av Uppivald,
ið goymt havi vára landa,
eg gevi tað av mær treyður,
eg sendi teir allar í ein skóg
í skarlaksklæðum reyðum,«
tá sveik hann sín einkamann
út av so sárum neyðum.

4. »Tær havið so leingi tænað mær
og staðið í stórum vanda,
nú skuluð tær hitta Olgar danska
og grípa hann os til fanga,
tær stígið á hestar fljótar,
tær takið hvørki brynjur ella hjálmar,
og ei við ørvum skjóta,
tá munnuð tær fullfrægir
av hesari burtferð rósa.«

5. Jógvan kongur mælti teim,
eymligt mátti kalla:
»Nú havi eg svikið teir fýra brøður,
slíkar giti eg valla,
og títt man meg tað tvørra;
frá tí fyrsta heimurin bygdist,
vann eingin verk verra
uttan Judas við sínum 'fløirrun',
tá ið hann sveik vár Harra.«

6. Brøður búgva sína heimanferð,
Reinald vildu teir finna,
hann var seg á skógnum burtur,
slíkt lýtur altíð illa,
enn hans frú eftir heima,
fagnar hon hansara brøðrum væl,
hon visti sær einki til meina,
viltur er sá, ið annan svíkur,
og so gár kongi teirra.

7. Teir klæddu seg í skarlak reyð,
teir høvdu hvørki brynjur ella hjálmar,
riðu so út av Garsia høll,
teir sungu dýrar psálmar,
teir heittu á halgan anda,
tá ið teir komu á skógvin fram,
tá møtti teim lið við vanda,
trý túsund reystir riddarar
fremstir for Møkun standa.

8. Teir vistu onga svikara vón,
sum frá man frættast víða,
fyrstur reið harra Fálgar fram
við Reinald jall at stríða;
hann slerdi hans bróður av hesti,
Týnus kom fram ríðandi
og riddarin ein tann besti,
slerdu teir hann til ólívis
og so undir loka 'legstri'.

9. Teir bóru sínar brøður á berg so hátt
av so grimmum alvi;
alt var sum í leika líð,
teir leika við skáktalvi,
teir líva, hyggi eg, teir jallar,
Ríkaldur forðar væl sínum brøðrum,
Reinald var hin snjalli;
teir høgdust allar tíðir at,
og slíkt man riddarar kalla.

10. Olgar stóð og sá tará,
slíkt man kalla dreingir,
vildi hann ikki ríða fram
út í so miklum meingi,
men dvaldist eftir leingi.
»Eg kalli tað hátt at vega brátt
og stilla bæði hørpur og streingir,
eg haldi tað vera eitt skemmligt verk,
um enn tað sigur fangi.«

11. Seinast reið fram Olgar danski
sínum monnum at hevna,
har kom ein so ríkur riddari,
Magnus skulu vær nevna,
við skjøld og brynju ljósa;
hvør, ið tá Reinald síggja tordi,
angur mátti kjósa;
undan flýddu frankismenn,
teir tordu ei sigri rósa.

12. Teir hildu sína ferð til Fraklands heim,
sum frá man frættast víða:
Reinald rópar á Olgar danska:
»Tú torir ei mín at bíða,«
'aa aa hiin' tað at hoyra,
á hvat makt við miklari vreiði,
hann sín hest at koyra;
klúgva so gyltar hjálmar sundur,
roða síni svørð í droyra.

13. »Hvar veitst tú tann riddara vón,
sum eg tori ei at bíða?
væl verði so sannur høvdingin,
sum eg man nakað líva,
so signi Gud os allar,
nú havi Guds takk, sum mær gav ljóð,
og lati so rímuna falla.«

(c) Dansifelagið í Havn