Kvæðasavn
Karlots kvæði
Uppskrift: FK 98l, 25, pp. 192-203.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.
1. Eg veit tað í ævini,
sum fyrr var lagt í minni,
keisarin eigur ein ungan son,
sum telva fór á sinni.
Ríða teir út av Fraklandi
við dýrum og rósinsaðil,
blás í hornið Óluvant
í Runsival!
2. Eg veit tað í ævini,
sum nú er út at greiða,
keisarin setir Karlot son
við drykkjuborðið breiða.
3. Karlot situr við keisarans borð,
hann drekkur mjøðin blanda:
»Heintið mær Balduvin, Olgars son,
higar til mína landa!
4. Hoyrt er gitið um Olgars son,
ungur skal hann elva,
heitið hann inn á mína høll
við sjálvan meg at telva!«
5. Snarliga gekk tað sendiboð,
sum Karlot sendi av bræði:
»Her eru boð frá keisarans syni
um talv og frænda ræði!«
6. Balduvin leyp á gólvið upp,
ungur var hann á aldri:
»Eg skal meg á keisarans høll
at 'mora' við reyðum skildri.«
7. Svaraði Olgar danski,
hann heldur á gyltum spjóti:
»Um enn tú fert í keisarans høll,
tað er mær hart ímóti.
8. Ungur ert tú á aldrinum,
og lítið hevur tú riðið,
drukkið kátt í keisarans høll,
veit um ongar siðir.«
9. Balduvin leyp á víðan vøll,
hann gjørdi so langt eitt spring,
ein mann á hvørjum lógvanum,
so leyp hann umkring.
10. Hann var á tí tólvta ári,
tá ið hann gjørdi tað verk,
tá kallast hann Balduvin
Olgars sonur sterk.
11. Balduvin gongur her í høgaloft,
hann leggur sær væl í minni:
»Hvar er Karlot, sonur tín,
hvar svevur hann inni?«
12. »Karlot situr í høgalofti
við so miklum alvi,
har er hann bæði fróður og kátur,
skemtar seg við talvi.«
13. Balduvin gongur í høgaloft
alt við ongar sveinar:
»Ver vælkomin higar í dag,
vit skulu nú siðir royna!
14. Vit skulu halda skemtir saman,
talvið leika títt,
seta so fjøður av keisarans boga,
Olgar út fyri mítt.«
15. Karlot tók tað gulltalvið,
setir á breiða borð,
kasti eftir borgarhøll
og talaði ikki eitt orð.
16. Settust teir at leika talv
á tí sama sinni,
tað vóru bæði riddarar og sveinar,
á hallini sótu inni.
17. Leikaðu teir á terningin
bæði hart og leingi,
Karlot stóð til undirgang,
tað sóu so reystir dreingir.
18. Leikaðu teir á terningin,
hart um harðan gekk,
tað var Karlot, keisarans son,
ymsar litir fekk.
19. Balduvin leikti tann stíva leik,
so harðliga hann tað setti:
»Nú er skák á konginum,
mátið fylgir eftir.
20. Nú er skák, og nú er mát,
tað sigi eg fyri vist,«
Karlot tekur gulltalvið,
hann reiggjar í høgan hist.
21. Karlot tekur gulltalvið,
tað í veðrið brá,
sipaði í heysin á Balduvin,
so heilin lá eftirá.
22. Tað var reystur Karlot,
av vreiði gjørdi hann morð,
legði seg við harmi niður
og talaði ikki eitt orð.
23. So hart tók angur Karlot,
hann kundi ei tungu tala,
keisarin sat so harmiligur,
sum hann hevði fallið í dvala.
24. Snart gingu boð fyri Olgar fram
av so miklum alvi:
»Nú er deyður Balduvin
av Karlot 'suir' talvi.«
25. Upp leyp Olgar danski,
av vreiði sprakk á føtur:
»Keisarans sonur fyrstur og fremstur
bjóða skal ikki bøtur.«
26. Olgar leyp á víðan vøll
við sítt breiða spjót:
»Hvar er Karlot, keisarans son?
Nú fari eg at høgga for fót.«
27. Keisarin gongur fyri Olgar danska,
biður hann Karlot spara:
»Ger tú fyri mína bøn,
tað má ei síðst nú vera.«
28. »Tegi tú, keisarin Karlamagnus,
biðið hetta meiri,
leið hann nú á banan út,
eg skal nú honum deyða!
29. Tegi tú, keisarin Karlamagnus,
eg kann tað aldrin gera,
leiðið hann nú á banan fram,
eg skal hann í lutir skera!«
30. So var keisarin Karlamagnus
møddur av tungum ekka,
ei kundi hann á morgunstund
úr bodnum skálum drekka.
31. So var Olgar av vreiði spentur,
ongum vildi hann fíra,
ikki kundi Karlamagnus
hansara vreiði stýra.
32. Tað var keisarin Karlamagnus,
hann kundi ikki longur meta,
biður allar sínar menn
Olgar í tornið seta.
33. Fýra hundrað valdar kempur
valdi hann í ein hast,
hundrað hevði hann undir seg,
áðrenn teir fingu hann fastan.
34. Fýra hundrað valdar kempur
við 'sleain' undir skinn,
hundrað hevði hann undir seg,
áðrenn teir fingu hann inn.
35. Settu teir hann í tornið fast
keisaran til vilja,
keisaran til vilja var
um skuldi frá tí skilja.
36. Settist hann tá í tornið fast
eftir keisarans vilja,
har skuldi eingir spyrja frá,
tað mátti so víðan dylja.
37. So mundi Olgar danski
inni í torninum sita,
loyniliga fekk hann mat og drekka,
so eingin fekk av at vita.
38. Tað var hertug Nemus,
hann gloymdi ei tað at gera,
hann mundi mat og bodnar skonkar
inn fyri Olgar bera.
39. Har sat Olgar danski
ta heilu tíð so langa,
sjálvur mátti hertug Nemus
inn fyri Olgar ganga.
40. Inn kom maður í keisarans høll
og sigur honum frá:
»Eg síggi ein so miklan her,
sum tal fæst ikki á.«
41. Upp leyp keisarin Karlamagnus,
hann ymsar litir fekk:
»Tað er sjálvur kempukongur,
sum kemur við heri sterk.«
42. »Hoyr tú, keisarin Karlamagnus,
tað sigi eg við blíðum,
ikki vinna vær sigur í dag,
fyrr enn Olgar kemur í stríðið.«
43. Tað var keisarin Karlamagnus
letur á reiði renna:
»Hvør sum nevnir Olgars navn,
hann skal á báli brenna.
44. Hoyrið nú, alt sum hoyra kann,
tað sigi eg fyri vissa,
hvør sum nevnir Olgars navn,
hann skal lívið missa!«
45. Ráðini gingu um keisarans ríki,
summir vildu saka,
hvøssu tú skuldi Olgar nevna,
einki skuldi raka.
46. Tað var her hertug Nemus,
hann ráðini legði til besta:
»Gangið snart um keisarans slott,
áðrenn heidningar bresta!«
47. Børnini ganga for keisarans slott,
hertug Nemus hevði biðið:
»Tær skuluð nevna Olgar danska,
einki annað tá siga.«
48. So var samlað mannamúga
av børnum, sum kundu tala:
»Hevði tú livað, Olgar danski,
so mangt hevði tú lagt í dvala.«
49. Rópaðu øll við einum munni
Olgar danska navn:
»Hevði tú komið í stríðið her
teim kristnu til gleði og gavn.
50. Olgar danski, Olgar danski,
hevði tú komið at stríða,
tá høvdu ei kristnir undir farið,
tað hevði frættist víða.«
51. Keisarin loypur av hallini út,
hann sá tann barnaring,
ei hann nakran skaða kundi,
so mongd var 'flovins tingd'.
52. Tað var keisarin Karlamagnus,
hann rópar út væl hátt:
»Tann gud sum gav teim hetta mál,
hann sterki os nú brátt.«
53. Keisarin lítur á vøllin út,
hann sær tann heidna her:
»Tær kunnuð ongar sømdir vinna,
teir eru for miklir í ferð.«
54. »Hoyr tú, keisarin Karlamagnus,
nú er ikki longur at bíða,
loysið Olgar á vøllin út,
latið hann fara at stríða!«
55. Svaraði keisarin Karlamagnus:
»Tað sigi eg nú enn,
biðið Olgar í stríðið fara
fyri meg og mínar menn!«
56. Boðini gingu fyri Olgar danska,
ei var dvølur at siga:
»Keisarin biður sjálvum tær
mót heidningum at stríða.«
57. Svaraði Olgar danski,
hann heldur á búnum knívi:
»Eg fari ikki í stríð í dag,
fyrr enn Karlot er tikin av lívi.
58. Gakk nú aftur til keisaran,
sig honum satt ífrá,
hann fær einki lyfti av mær,
fyrr enn Karlots høvur er frá!«
59. Sendiboð gekk fyri keisaran,
hann telur tað orðum sanna:
»Hann stríðir ikki við heidningar,
fyrr enn hann hevur tær sonin banað.«
60. So títt runnu tár av keisarans kinn
sum hagl úr stórum æli:
»Illa hevur tú, sonur mín,
hildið teg í vali.«
61. Svaraði keisarin Karlamagnus:
»Nú eru ikki onnur ráð,
latið nú Karlot á banan út,
so Olgar má hann sjá!«
62. Tóku teir Karlot, keisarans son,
løgdu á banastokk,
Olgar loystist av torni út,
brá svørð í veðrið upp.
63. Keisarin fellur á beru knæ,
biður til gudin bjarta:
»Harra Gud av himmiríki
hann mildi Olgars hjarta.«
64. Kraftilig var bønin,
sum Karlamagnus bað,
ikki kundi Olgars vreiði
bana svørðið á.
65. Olgar høggur aðru ferð,
við vreiði læt svørðið ganga:
»Nú skal eg høgga hans høvur av,
sum 'tørsir uir salun lande'.«
66. Ljós kom snart av himli niður
og støðgaði svørði harða:
»Halt upp, Olgar, at høgga til,
biði teg nú dreingin spara!«
67. Olgar kastar svørð á vøll,
heitir á Karlot niður,
tríggjar reisir á einum sinni
hann Karlot kysti við.
68. Keisarin reisist av bønini upp,
hann hevði síðst um varað:
»Takka má eg Olgar danska
fyri sonin mín at spara.«
69. »Tegi tú, keisarin Karlamagnus,
slíkt vil eg ikki hava,
heftigari var eg í hesum verki,
enn sonin tín at spara!
70. Tegi tú, keisarin Karlamagnus,
gev mær ei ta æru,
annað hevði eg ætlað mær
enn sonin tín at spara!«
71. Keisarin talar til Olgar danska,
mælir tað orðið blíða:
»Tú skalt fara á herin fram
mót heidningum at stríða.«
72. »Hoyr tú, keisarin Karlamagnus,
klæðist í brynju ný,
sit í frið í tínari høll,
meðni eg fari í stríðið!«
73. Úti rópa heidningar,
teir ríða við skjøldar tungar:
»Komið nú, keisarin Karlamagnus,
við sínum reiðrarunga!«
74. »Hoyr tú, keisarin Karlamagnus,
ikki skalt tú 'grua',
eg skal royna Breiðfelt svørð,
vita hvat tað má duga!«
75. Olgar reið í dalin fram
við so mikið lið,
so var tal av heidningum,
at fjøllini skjúltust við.
76. Olgar rennur í heidnan her,
tá varð so mikil trongd,
høgdi so til báðar síður,
gjørdi sær rúm á gongd.
77. So høggur Olgar við Breiðfelt svørð,
blóðið drívur í ský,
mangir lótu heidningar
lívið á teirri tíð.
78. Tá kom fram ein heidningur,
hann búðist so gott við alvi,
Olgar reið hann snart ímót,
hann klývur hann av um nalva.
79. Hetta sá hann kempukongur,
snart fell liðið frá,
ógvuligt við miklum reiði
beint í herin brá.
80. Kvinkanol í stríði stóð,
sum gitið má verða ofta,
hann hevði fimm og tjúgu váðir,
til hjálm á sínum kroppi.
81. Kvinkanol í stríði stóð,
høvurbanan skal føra,
so var hann í hjálmi klæddur,
hann kundi seg ikki røra.
82. Átjan alin frá saðli upp
av teim strekning langa,
ikki ræðist Olgar danski
ímót Kvinkanol at ganga.
83. Tá ið Olgar hetta sá,
tann hjálmi klædda mann,
so tekur hann Breiðfelt svørð
og høggur niður á hann.
84. Tá var høggið vænt og stórt
av so miklum undur,
brotnaði bæði búk og búkabein
innan hjálmin sundur.
85. Hetta sá hann kempukongur,
sær fell liðið frá,
fírdi so í herin fram,
sum Olgar bani lá.
86. Olgar høggur til kempukong
av tí mikla megi,
so spældi svørðið fyri honum,
sum sól á hægsta degi.
87. So spælir svørð í Olgars hendi
sum terningar á borði,
blóðið feyk úr kempukongi,
so hevði havt við orði.
88. Blóðið feyk úr kempukongi,
so var sagt ífrá,
ikki hann seg lystra vildi,
sum høggini leika á.
89. Tað var frægi kempukongur,
høggur av tungari neyð:
»Nú síggi eg, mítt lið er fallið,
sjálvan meg til deyð.
90. Nú er fallið liðið frá,
tað má meg angur renna,
'lofte' skuldi saðil mín
í hestabáli brenna.
91. Nú er fallið liðið frá,
so er slagið vunnið,
'lofte' skuldi saðil mín
í heita báli brunnið.
92. Nú er fallið liðið frá,
tað mundi meg síðst um vara,
ikki vildi Olgar danski
heidningarnar spara.«
93. Nú er fallið liðið frá,
Olgar tá hevði vunnið,
deyðir vóru heidningar allir,
kempukong á brunnið.
94. Tóku teir kempukong,
settu í bálið at brenna,
glaðir máttu Olgars menn
inn fyri keisaran renna.
95. »Takk so havi tú, Olgar danski,
so tað valdra liðið,
drekkið kátt í míni borg,
meðni vær haldum frið!«
(c) Dansifelagið í Havn