Kvæðasavn
Bragdar tættir
Uppskrift: FK 98m, 25, pp. 207-256.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.
Fyrsti táttur
1. Keisarin situr í hásæti,
tekur sítt lið at kanna:
»Vitið tær nakran í verðini
vera mín yvirmann?«
2. Svaraði ein av sveinunum,
svarar honum ann:
»Væluvant av Sakslandi
hann er tín yvirmann.«
3. Svaraði keisarin Karlamagnus,
hann letur av reiði renna:
»Er hann ei mín yvirmann,
tú skalt á báli brenna.«
4. Keisarin talar til sendiboð:
»Tú skalt nú útríða,
bið hann kongin Væluvant
mót mær í lundum stríða.
5. Tú skalt bera honum boðini tey
alt foruttan vanda,
at Lindarheiði við heiðin skóg
har skal stríðið standa.«
6. Burt reið keisarans sendiboð,
hann dvaldist ikki leingi,
tá ið hann kom á heiðin skóg,
tá møtti hann kongsins dreingir.
7. Út reið keisarans sendiboð,
man meg minna enn,
tá ið hann kom á skógvin út,
tá sá hann tógva menn.
8. Svaraði annar av heidningunum,
stóð við eina lind:
»Hví ríður tú so skundiliga,
sum um teir dríva hind?«
9. Svaraði keisarans sendiboð,
so tók hann uppá:
»Tað er keisarin Karlamagnus
hagar stevnir á.«
10. Sveinur so til orða tekur,
letur so orðum svara:
»Eg eri keisarans sendiboð,
fyri Sakslands kong at fara.
11. Keisarin hevur sent meg út,
sum gitið man vera víða,
býður hann honum á markir fram
ímóti sær at stríða.«
12. Svaraði annar av heidningunum,
allur í gulli skín:
»Vit hava somu orð og brøv
til keisaran, harra tín.«
13. Síðan fóru sendiboð
hvørt til sína landa,
gingu so í hallir inn
fyri breiða borð at standa.
14. Inn kom keisarans sendiboð,
reyðargull bar á hendi:
»Her eru brøv av Frakklandi,
sum Karlamagnus sendi.«
15. Kongur tók við brøvunum,
reyðargull bar á hendi:
»Alt eru somu orðini,
sum eg til Frakklands sendi.
16. Tú ríð teg aftur til harra tín,
tú ber honum boð til handa,
eg eri so glaður at sláast mót honum,
ið hvar vit møtast í landi!«
17. Svaraði kongurin Væluvant,
heldur hann sær at gamni:
»Eg eri so glaður at sláast mót honum
sum brúður at taka í favn.
18. Tú ríð teg aftur til harra tín
og ber honum boð fyri borð,
dagar tólv í taldari tíð
eg kvitti á Frakkland norður!«
19. Inn kom kongsins sendisvein,
gull fyri brósti bar:
»Her eru brøv av Saksland,
kongi veit tú svar!«
20. Keisarin tók við brøvunum,
tókti tað ei vera mikið:
»Nú vil kongurin Væluvant
royna góðar gripir.«
21. Keisarin talar til sendiboð:
»Tú sig tínum harra frá,
at Lindarheiði við heiðin skóg
har skal stríðið stá!«
22. Út reið kongsins sendisvein,
sum gitið man vera leingi,
tá ið hann kom á heiðin skóg,
tá møttu teim keisarans dreingir.
23. »Tú ert komin um djúpan dal
aftur á skógvin enn,
fimur ert tú í tíni ferð
sum aðrir keisarans menn.«
24. Svaraði keisarans sendiboð,
hann sá fram eftir gøtu:
»Eingin er hann á Sakslandi,
ið keisaranum torir møta.«
25. Svaraði annar av heidningum,
á grønum vølli stendur:
»Fimur ert tú í orðum tínum,
hevur tú líkar hendur?«
26. Út reið keisarin Karlamagnus
eina morgunstund,
honum fylgdu átjan hundrað
gjøgnum grøna lund.
27. Út reið kongurin Væluvant,
tað var so vant at geira,
so reið hann á heiðin skóg,
tað fylgdi honum hálvum meira.
28. Árla var um morgunin,
sólin roðar á leið,
møttust har á Lindarheiði
harðir gripir tveir.
29. Teir riðu saman á grønum vølli,
tað orna tók á holdi,
hoyrast mátti langan veg,
sum brandar gella á skjøldi.
30. Keisarin ríður í herin fram,
hann roynir góðar gripir,
niður fellir hann Sakslands menn,
tíggju fyri hvørji sipan.
31. Væluvant ríður í herin fram,
snarliga hann sær vendi,
eingin var hann av keisarans monnum,
ið stóð honum høgg av hendi.
32. Væluvant ríður í herin fram,
goystir gyltar gjørðir,
tríati sló hann av keisarans monnum,
teir fullu so deyðir til jarðar.
33. Keisarin talar til sínar menn,
hann biður teir høgga og stinga:
»Lat ikki leiðar heidningar
so kristnan her umringa!«
34. Fram reið reystur Gíslar ungi
av so góðum treysti,
tríggjar sló hann heidningar,
teir sturtaðu deyðir av hesti.
35. Fram reið Hjálmar heidningi
av so reiðum huga,
hann kleyv Gíslars búk og brynju
niður í saðilboga.
36. Keisarin talar til sínar menn,
biður teir høgga og stinga:
»Lat ikki leiðar heidningar
so kristnan her umringa!«
37. Fram reið reystur Klárus ungi
í tann heidna her,
hann sló til Tannar heidningan,
so deyður fell hann til jørð.
38. Tað sá hann Hjálmar heidningin,
hann læt tá aftur venda:
»Harðan skalt tú deyðan tola
av míni høgru hendi.«
39. Hjálmar læt tá aftur venda,
hann var ein kempa von:
»Harðan skalt tú deyðan tola,
tú vá mín systurson.«
40. Hjálmar gav so vænt eitt høgg
av so góðum treysti,
hann kleyv reystan Klárus unga,
hartil saðil og hest.
41. Hjálmar ríður í keisarans her,
gøtur gjørdi hann víðar,
tað var eingin kristin kempa,
ið tordi honum høgg at bíða.
42. Keisarin talar til sínar menn,
biður teir høgga og stinga:
»Latið ikki leiðar heidningar
so kristnan her umringa!«
43. Fram reið ungi Ásmundur
Hjálmari ímóti,
Hjálmar hevði sín brand á loft,
hann bar hann burt við spjóti.
44. Svaraði Hjálmar heidningi,
vant er slíkt at geira:
»Hvør sum mær í víggi møtir,
skal ikki liva meira.«
45. Hjálmar ríður í herin fram,
hann vegur til ymsar hendur,
keisarin gerst í huga móður,
í tungum víggi stendur.
46. Keisarin ríður á grønum vølli,
upp til himla sær:
»Harra Gud av himmiríki,
dugnað veit tú mær!«
47. Fram reið riddarin Engelland,
keisaranum sigur frá:
»Eg síggi ríða tógva menn,
higar stevna á.
48. Tað eru ikki ein ella tveir,
ið dugnað veita í dag,
harra Gud av himmiríki,
dugnað veiti tú mær.«
49. Einar ríður í herin fram,
eingin hann tá kendi,
uttan keisarin Karlamagnus,
reyðargull bar á hendi.
50. Einar reið í herin inn
bæði við gleði og gleim,
honum fylgdi eingin annar
uttan hans skjøldarsvein.
51. »Ver vælkomin, mín systurson,«
keisarin mælir á sinni:
»Er tín hugur drístiligur
roysnisverk at vinna?«
52. »Gitin eri eg á Frakklandi
og alin upp við títt borð,
nú skal eg ríða í hernaðin út,«
tað var hans síðsta orð.
53. »Gitin eri eg á Frakklandi
og alin upp av tí besta,
nú skal eg ríða í hernaðin út
at oyða teir bragdir mestar.«
54. Einar reið í heiðin her,
hann vildi ei undan flýggja,
tað fullu so heidningar fyri hans hond
sum høgl úr tjúkkum skýggi.
55. Einar reið í heiðin her,
kappin tann hin sæli,
tað fullu so heidningar fyri hans hond
sum høgl úr tættum æli.
56. Hjálmar situr á sínum hesti,
hann lyftir upp hjálmin síða:
»Hvaðan er hann, hin mikla kempa,
so drístiliga man ríða?«
57. Svaraði ein av heidningum,
kempan er hann von:
»Einar er hann at navni nevndur,
keisarans systurson.«
58. Hjálmar reið mót Einari,
hann var í huga fróur,
tað skulvu bæði dalir og fjøll
um allan heiðin skóg.
59. Hjálmar reið mót Einari
av so miklari reiði,
hvørgin læt til jarðar falla,
teir drógu so svørð av skeiði.
60. Hjálmar gav so vænt eitt høgg,
hann var í huga fró,
eldur reyk av svørðinum,
tað lýsir um heiðin skóg.
61. Einar gav so stórt eitt høgg
við síni høgru hendi,
eldur reyk av svørðunum,
so hvørgin annan kendi.
62. Hjálmar hevði sín brand á loft,
tá var dreingjaferð,
hann kleyv Einars blonku brynju,
og sár fekk hann av svørði.
63. Svaraði Einar kempan reyst,
øllum tókti undur:
»Annað høggið gevi eg tær,
tí tú ert heiðin hundur.«
64. Einar spenti hesti til
av so góðum huga,
hann kleyv Hjálmars búk og brynju
niður í saðilboga.
65. Einar situr á sínum hesti,
heldur á blonkum brandi,
hevði hann latið kristnað seg,
hans líki var ei í landi.
66. Einar tokar í herin fram,
hann hevði ei hondum hóv,
so rann blóð í Lindarheiði,
sum streymar í sævarflóð.
67. Keisarin ríður í herin fram,
hann roynir góðar gripir,
niður fellir hann Sakslands kempur,
tíggju fyri hvørji sipan.
68. Væluvant ríður á grønum vølli,
fyri ongum vildi hann flýggja,
møtti honum Einar, kempan reyst,
í tí tunga víggi.
69. Teir riðu saman á grønum vølli,
hvørgin vildi víkja,
høggini geva teir tung og mong,
tey taka í bein at níta.
70. Teir høgga títt, teir líva lítt,
av so góðum huga,
tað var hann kongurin Væluvant,
hann fell fyri saðilboga.
71. Tað var Einar, kempan reyst,
sínum svørði brá,
hann kleyv kongin Væluvant
sundur í lutir tvá.
72. Fram reið kongsins systurson
av so reiðum huga,
Einar hevði hans høvur av,
hann fell fyri saðilboga.
73. Svaraði keisarin Karlamagnus,
hann var í huga fró:
»Deyður er kongurin Væluvant,
hann liggur á heiðin skóg.«
74. Svaraði keisarin Karlamagnus,
hann hyggur upp til ský:
»Takk havi tú Einar, mín systurson,
so væl tú stóðst mær bí.«
75. Vigið fingu teir átjan hundrað,
hartil hálvum meira,
riðu so aftur til Frakklanda,
tað var so vant at geira.
76. Vigið fingu teir átjan hundrað,
tað var teim ei til mein,
keisarin reið til Frakklands heim
við riddarar sínar og sveinar.
77. Vigið fingu teir átjan hundrað,
tað var teim ei til mein,
glaður snúðist keisarin
til sína landa heim.
Annar táttur
78. Nú skal leggja niður um stund,
eg skemti ei longur á sinni,
meðan eg taki upp annan tátt,
dreingir leggið í minni!
79. Bragdar situr í hásæti,
reyðargull ber á hendi,
manga hevur hann kempu felt,
hagar skal frøðið venda.
80. Bragdar situr í hásæti
frægur av gørpum øllum:
»Vita tit nakran høvding til,
sum møta kann mær á vøllum?«
81. Bragdar situr í hásæti,
tekur sítt lið at kanna:
»Vitið tær nakran í verðini
vera mín yvirmann?«
82. Svaraði ein av sveinunum,
hann svaraði honum ann:
»Keisarin av Frakklandi
hann er tín yvirmann.«
83. Svaraði annar av sveinunum,
ið tær leggið í minni:
»Keisarin er tín yvirmaður,
tað fært tú at finna.
84. Í fjør vart tú á Blálondum,
tú sló teir risar tríggjar,
frægari maður er keisarin,
tað fært tú at síggja.
85. Í fjør vart tú á Blálondum,
tú sló teir risar tólv,
frægari maður er keisarin,
er mær ei á tí hól.«
86. »Er tað satt og sanniligt,
ið tygur siga fyri mær,
so kvitti eg til Frakklanda,
nátt sum ljósan dag.«
87. Svaraði hans dýra drotning,
hon tykir í honum tættur:
»Kvittar tú til Frakklanda,
neppa kemur tú aftur.«
88. Bragdar situr í hásæti,
hann ræð so orðum svara:
»Eg biði ongan kallmannin
eftir kvinnuorðum fara.«
89. Bragdar læt sítt liðið savna,
tað er so vant at geira,
hann kallar vítt og telur títt,
hann hevði ikki meira.
90. Bragdar læt sítt liðið savna,
flótar hersir snýa,
sigldi so í havið út
við skipaflotar fríðar.
91. Bragdar helt í havið út,
hann breiðum skipi stýrir,
sigldi so til Frakklanda
í taldar mánar fýra.
92. Út reið reystur Einar ungi
eina morguntíð,
tvinni sær hann seksti skip
undir grønari líð.
93. Út reið reystur Einar ungi
eina morgunstund,
tvinni sær hann seksti skip
liggja undir grønari lund.
94. Einar talar til sveinarnar,
hann leit seg upp í ský:
»Ríð aftur til keisaran
og sig honum tíðindi ný!«
95. Sveinur gekk fyri keisaran,
úr skjúrtu vant hann sveita:
»Eg síggi fagran skipaflota,
sum her vilja havnir leita.«
96. Svaraði keisarin Karlamagnus,
heldur um stálið stinna:
»Harðir greppir doyva vilja,
um enn teir neisir vinna.«
97. Einar fór á skógvin burt,
sum hann hevði ætlað sær,
so reið hann til keisaran,
áður dimmir á dag.
98. »Tú sit væl, keisarin Karlamagnus,
so glaður á góðari stund,
her liggja tvinni seksti skip
forgylt undir grønari lund.«
99. Bragdar stendur á skipabunka,
heldur á stinnum stáli:
»Hvør skal verða mítt sendiboð,
keisaran finna á máli?
100. Heilir og sælir, mínir menn,
glaðir foruttan vanda,
hvør skal fara til keisaran
og bera honum boð til handa?«
101. Upp steig ein av sveinunum,
Ívar nevna vit hann:
»Eg vil vera títt sendiboð
fyri keisaran at fara fram.«
102. Upp steig ein av sveinunum,
hann letur so orðum svara:
»Eg skal vera títt sendiboð
og inn fyri keisaran fara.«
103. »Brádliga mær tann skattin lúki,
og hartil einki resti,
tríati tunnur av reyðargulli
enn á hvørjum heysti.«
104. Ívar gekk frá skipum heim,
sigst so til í forðum,
so gekk hann til keisaran
og talaði somu orð.
105. »Her gongur eingin skattur av,«
keisarin ræð at svara,
»slíkt hevur eingin boðið mær
allar mínar dagar.«
106. Svaraði keisarin Karlamagnus,
hann var í huga reiður:
»Í morgin, tá ið sólin rennur,
eg møti tá honum á leið.«
107. Burtur reið tað sendiboð
við sterkan ódnarsprota,
snarliga skundar hann ferðini
aftur til skipaflota.
108. »Tú sit væl, reystur Bragdar kongur,
glaður av skálum drekkur,
keisarin er í huga reiður,
hann vil ikki undan røkka.
109. Tað svaraði keisarin Karlamagnus,
hann var í huga reið,
í morgin, tá ið sólin rann,
hann møtti mót tær á leið.«
110. Bragdar stendur á skipabunka
eina morgunstund:
»Nú skal knørr at landi leggja
undir grønari líð.«
111. Bragdar stendur á skipabunka
eina morgunstund:
»Nú skal knørr at landi leggja
undir grønari lund.«
112. Teir løgdu skip í sævargrein,
rætt sum logar bresta,
ríða so til hallar heim,
albrynjaðir hestar.
113. Bragdar reið í herin fram
av so góðum treysti,
tríati sló hann raskar kempur,
so tær fullu deyðar av hesti.
114. Bragdar reið í herin fram
av so reiðum huga,
átta vá hann reystar kempur,
tær fullu fyri saðilboga.
115. Bragdar reið í herin fram,
reiður og ikki blíður,
tríati feldi hann mannakroppar,
hálvum meira ríður.
116. Bragdar reið í herin fram,
glaður av síni lund,
tríati feldi hann mannakroppar
eina so lítla stund.
117. Fimmti feldi hann mannakroppar,
harðar og treystar gripir,
so reið Bragdar fyrsta dag
aftur at sínum skipi.
118. Keisarin reið til hallar heim,
hann tók sítt lið at kanna,
saknaðist av sínum valdra liði
væl eitt hundrað manna.
119. Keisarin talar til Einar unga,
hann sat í stóli niðri:
»Tú skalt ríða í morgin út
við hálvum mínum liði.
120. Hoyr tú, reystur Einar ungi,
tú skalt fyri ríða,
eg skal koma á baki hans
og skeina hans brynju víða!«
121. Árla var um morgunin,
sólin skein á høll,
leggja teir sínar bardagar
fram á grønum vøll.
122. Bragdar ríður í herin fram,
kappin tann hin reysti,
hvørki stóð honum stál ei jarn,
har hann sat á hesti.
123. Einar ríður í víggið fram,
mátturin við honum veks,
hann høggur so títt á báðar hendur,
tað fellur fimm og seks.
124. Bragdar situr á sínum hesti,
frægur gørpum øllum,
eg svørji tann eið við mína trú,
tá gjørdist trongt á vøllum.
125. Einar situr á sínum hesti,
hann er so nýtur drongur,
eg svørji tann eið við mína trú,
nú gerst honum vegur trongur.
126. Keisarin fór av høllini út,
tá dagurin tók at líða,
so reið hann bak herin fram,
hann skeindi hans brynju víða.
127. Bragdar blanka brynju átti,
bjarta og so harða,
høggini skruppu á hørðum skjøldi,
einki kundi hann særa.
128. Bragdar blanka brynju átti,
bjarta og so mæta,
høggini ljóða á hørðum skjøldi,
einki kundi hann fata.
129. Teir høgga títt, teir líva lítt,
hvørgin vildi flýggja,
Bragdar og hann Einar ungi
teir møttust í miðjum víggi.
130. Teir høgga títt, teir líva lítt,
tað glymur á gulli reyða,
tað var av øllum óætlað,
ið hvør fyrst gekk til deyða.
131. »Manga havi eg kempu felt,«
Bragdar mælir av bræði,
»tílíka havi eg onga funnið
mót mær í víggi staðið.
132. Manga havi eg kempu felt,
eystur av øðrum londum,
tílík hevur ikki verið
fyri mínum hondum.«
133. Teir høgga títt, teir líva lítt,
tað glymur á gulli reyða,
eymkuligt var at síggja á,
tá Bragdar gekk til deyða.
134. Einar gav so vænt eitt høgg,
fast av miklum móði,
hann kleyv brynju av Bragdar,
hann nakin eftir stóð.
135. »So lítið skalt tú rósa av,
ið hvat tú gjørdi her,
helst standi eg á grønum vølli,
bæði við skjøld og svørð.«
136. Einar gav so vænt eitt høgg,
hann brandin yvir seg bar,
so hjó hann til Bragdar kappa,
at hvør fell lutur sær.
137. Svaraði keisarin Karlamagnus,
hann var í huga fró:
»Deyður er sjálvur Bragdar kongur,
hann liggur á heiðin skóg.«
138. Vigið fingu teir átjan hundrað
bæði við gleði og gamni,
ein bar livandi boðini,
Ívar nevndur at navni.
139. Vigið fingu teir átjan hundrað
bæði við gleði og gleim,
glaður snúðist keisarin
til sína landa heim.
140. Keisarin setst í hásæti,
allur í gulli glæsti,
og hann reystur Einar ungi
situr honum næstur.
141. Keisarin skeinkir mjøð og vín
fyri seg og sínar sveinar,
møtir hann so við Einar unga:
»Tú fest tær frúgvu eina!«
142. Einar festi Maritu,
hon var so væn ein frú,
hennara faðir æt Ásmundur,
ið fell á heiðin skóg.
143. Einar festi Maritu,
so sigist í dømum av,
keisarin teimum til morgungávu
Saksland alt hann gav.
144. Drógu tey til Sakslanda
við so mangan mann,
tað er keisarin Karlamagnus,
nú óttast allir hann.
145. Keisarin fylgdi Einari
bæði við gleði og gleim,
hann fór so aftur til Frakklanda
við sínum riddarum heim.
146. Keisarin setist í hásæti
bæði við spekt og akt,
tað er eingin kongur til,
ið ikki lovar hans makt.
147. Ívar gongur fyri keisaran,
fellur á síni knæ:
»Ger tað fyri tín manndóms skyld,
tú lívið unna mær!«
148. Ívar gekk fyri keisaran,
nú má tað so vera:
»Lova mær av landi út,
frú Ingibjørg boð at bera!«
149. »Tað skal eingin kongur spyrja
heim til sína landa,
at eg skal einum manni vinna
nakað ilt til handar.
150. Tað skal eingin kongur spyrja,
at nakað ilt ið sker,
far tú heilur til landanna,
frú Ingibjørg boð tú ber!«
151. Ívar helt í havið út,
ei átti brand í skeið,
sigldi so til Upplanda
ta hina longu leið.
152. Ingibjørg stendur í gullsali,
sær seg út so víða,
sær nú ein so gyltan knørr
hagar at landi líða.
153. Ívar knørr at landi legði
eina morgunstund,
síðan skundar hann ferðini
á Ingibjargar fund.
154. »Tú sit væl, frúgvin Ingibjørg,
klædd í skarlak reyða,
deyður er hann Bragdar kongur
við alt tað lið, hann hevði.
155. Deyður er hann Bragdar kongur
við alt tað lið, hann hevði,
men tungum víggi stóð eg í,
tá ið kappin gekk til deyða.
156. Tú klæð teg av títt skarlak reyða,
tak á tað hvíta lín,
deyður er hann Bragdar kongur,
veldigi harri tín!«
157. Svaraði frúgvin Ingibjørg,
hon sá tey merki stór:
»Tað spáddi eg tær, Bragdar kongur,
tá ið tú hiðan fór.«
158. Tekur hon barn úr vøggu upp,
á armin leggur á sær:
»Harra Gud av himmiríki
mentir gevi tær.«
159. Tekur hon barn á armin upp,
hon sveipar tað væl í lín:
»Harra Gud gevi tær mentir til
at hevna faðir tín.«
160. Tekur hon barn á armin upp,
sum har í vøggu lá:
»Grímur, tú skalt hevna hann,
um enn eg liva má.«
Triði táttur
161. Ingibjørg situr í gullstóli,
frúgvin er hon von,
nú skal taka upp triðja tátt
um hennara unga son.
162. Ingibjørg situr í gullstóli,
hon syrgir sín harras deyða,
fostrar hon upp sín unga son,
hann spælir við gulli reyða.
163. Ingibjørg tekur sín unga son
og klæðir í skarlak reyða,
ofta hevur bikkjan rakkin borið,
sum úlv hevur verið at deyða.
164. Grímur var hjá síni móður,
tað frúnni líkar væl,
betur var honum um spjót og svørð
enn annað barnaspæl.
165. Grímur var hjá síni móður,
hon kembdi hans gula hár,
meira vóks hann um mánan ein,
enn onnur børn um ár.
166. Grímur var hjá móður síni,
hann bar so bjartan kinn,
meiri vóks hann í mána ein
enn onnur børn í fimm.
167. Grímur vóks á Upplondum
við grimmum rúnarskildri,
lærdi allar listir tær,
ið sjálvur kjósa vildi.
168. Grímur vóks á Upplondum
tikin til dugnað at leita,
hann er eingin í heimi til,
ið betur kann brandi beita.
169. Grímur vóks á Upplondum,
tann hin menskur mann,
hann er eingin í heimi til,
ið brandi beitir við hann.
170. Grímur gongur í hallina inn,
hann beiðir av móður svar:
»Sig mær snart og skundiliga,
hvør mín faðir var?«
171. »Eg kann ikki sannari
siga fyri tær,
Bragdar kongur á Upplondum
tín sanni faðir var.«
172. »Hoyr tað, tú mín sæla móðir,
sig mær satt ífrá,
var mín faðir við vápnum vigin,
ella doyði hann á strá?«
173. »Eg kann ikki sannari
siga tær ífrá,
keisarin av Frakklandi
var tann, tín faðir vá.
174. Eg kann ikki sannari
siga fyri tær,
keisarin av Frakklandi
tín faðirs bani var.
175. Keisarin av Frakklandi
tín faðirs bani var,
tað verður ei á tíni ævi,
tú sigur av honum fær.
176. Keisarin av Frakklandi
so glaður foruttan vanda,
tað koma ei so mangir saman,
ið honum í víggi bestanda.«
177. Grímur gekk av høllini út,
gull fyri brósti bar,
møtti honum Ívar, hans faðirs svein,
sum fyri í víggi var.
178. Grímur gekk av høllini út,
mikil var kempan at síggja,
møtti honum Ívar, hans faðirs svein,
sum fyri hevði verið í víggi.
179. »Hoyr tú Ívar, mín faðirs svein,
siga skalt tú mær,
er tann keisari av Frakklandi,
sum eingin sigur av fær?«
180. Grímur so til orða tekur,
hann heldur um stálið stinna:
»Mundi tað vera við illgerningar,
at hann mundi sigur vinna?«
181. »Keisarin er í víggi royndur,
hann trýr so væl á Krist,
allar oyðir hann heidningar,
hartil hevur hann list.«
182. Ívar so til orða tekur,
hann heldur ei av tí gleim:
»Hoyr tú, Grímur, mín veldigi harri,
tín faðir var ein av teim.
183. Tín faðir dró til Frakklanda
við svørð og bitrar brandar,
keisarin hann av lívi tók,
hann kundi honum ei bestanda.«
184. Svaraði Grímur, kappin reysti,
hann trívur um brandin sín:
»Enn vil eg til Frakklanda,
vil hevna faðir mín.«
185. Ívar so til orða tekur:
»Hoyra vilt tú meg,
áður tú fert til Frakklanda,
tú lat fyrst kristna teg!
186. Hoyr tú Grímur, mín veldigi harri,
tað sigi eg tær enn,
snarliga læt tú kristna teg
og allar tínar menn!«
187. Grímur so til orða tekur,
hann mælir av tungum inni:
»Heintið mær Torkild erkabisp,
nú vil eg hann finna!«
188. Inn kom Torkild erkabisp,
gull fyri brósti bar:
»Gud signi teg, mín veldigi harri,
hvat viljið tær mær?«
189. Grímur so til orða tekur
bæði við spekt og akt:
»Tú skalt fara um Uppland alt
at kristna mína makt.
190. Hann, sum ei við Krist nú tekur
av tíni høgru hendi,
hann skal hanga í hægsta træ,
ið kann frá rótum renna.
191. Hvør sum ei vil kristna seg,
tað sigi eg tá,
hann skal hanga í hægsta træ,
ið rótum kann renna frá.«
192. Torkild settist í gyltan stól,
hann skrivar nú bók umkring,
letur nú stevna jaknum tólv
alt til tað vernating.
193. Har kom mangur maður saman
við svørð og bitra vond,
har komu uttar jaknir tólv
norðan frá Lurkastrond.
194. Har kom mangur maður saman
við svørð og reyðum skildri,
síðstur kom Tórir trøllabani,
tó hann trekur vildi.
195. Grímur gekk í tingið inn,
alt sat fólk við borð,
Tórir settist á beinkir niður,
hann talar ikki eitt orð.
196. Grímur so til orða tekur:
»Dreingir, leggið í minni,
hvør sum ei vil kristna seg,
hann verður útlagin á sinni!«
197. Ráða teir á tingi har,
fáir finnast slíkir,
svóru Grími tryggan eið,
at eingin skuldi svíkja.
198. Tórir reisist á tingi upp,
í hærum var hann gráur:
»Eg haldi tað ei vera sámiligt
at lýða barnaráð.
199. Mín er ævi til enda komin,
til ongan Krist eg kendi,
men eingin var hann í heimi til,
ið stóð mær høgg á hendi.«
200. Torkild sprakk úr stóli fram,
hann ræð til ilsku skunda:
»Takið Tóra av høllum burtur,
og mær fyri eygum bindið!«
201. Tórir sprakk á hallargólv,
skegg á beltið stóð:
»Hevði eg verið á ungum aldri,
skuldi eg sæð títt blóð.«
202. Fimmti upp frá borði lupu
at grípa tann gamla mann,
tríati lótu til jarðar níga,
áður teir bundu hann.
203. Teir vóru undir hans hvørji hond
ikki minni enn fimm,
teir drógu hann so eftir skeggi fram
í myrkastovu inn.
204. Vóru undir hans hvørji hond
ikki minni enn tólv,
teir drógu hann so eftir skeggi fram
í myrkastovugólv.
205. Tórir situr í myrkastovu,
hann toyggir á leinkir stívt:
»Hevði eg verið á ungum aldri,
hesin skuldi eg nívt.«
206. Torkild gongur í myrkastovu,
talar orðum hátt:
»Vilt tú taka við kristnari trú,
eg loysi teg haðan brátt?«
207. Tórir spenti í leinkjur fast,
var reiður á henda deka,
hann talar so hvølt á skamri stund,
tað svarar í hvørjum spreki.
208. Svaraði Tórir heidningin,
tá var hann av øllum viti:
»Hevði eg verið av leinkjum leysur,
eg skuldi teg kykan slitið.«
209. Ívar brand av skeiðum dró,
við báðum hondum hjó,
so høgg hann hans høvur frá,
so blóð til stólpar stóð.
210. Grímur so til orða tekur,
mælir av tungum vanda:
»Hevði hann latið kristna seg,
slíkur var eingin í landi.«
211. Teir svóru kongi tryggan eið
har á Upplands ríki,
bæði nátt og ljósan dag,
at nú skuldi eingin svíkja.
212. Grímur letur kirkjur byggja
glaður foruttan vanda,
allir teir á Upplondum
teir gingu honum væl til handa.
213. Tað er enn, sum oftum er,
dømini falla so víða,
keisarin av Frakklandi
hann skuldi til kirkju ríða.
214. Keisarin av Frakklandi
hann skuldi til kirkju ríða,
tá ið hann kom har mitt á leið,
hann fekk helsótt stríða.
215. Keisarin reið frá kirkju heim,
hann biður í ríki vera:
»Einar er mín systurson,
hann skal mína krúnu bera.«
216. Keisarin liggur á síni song,
hann skemtar við tungu enn:
»Heintið mær Einar, mín systurson,
meðan eg hann kenni!«
217. Fimur var hann á fótum,
ið boðini skuldi bera
haðan og til Sakslanda,
sum Einar mundi vera.
218. Fimur var hann á fótum,
ið tey orðini bar
haðan og til Sakslanda,
hvar Einar fyri var.
219. Fimur var hann á fótum,
ið bar tey boð av sonnum
á ta høll, sum Einar sat
glaður við sínum monnum.
220. Sveinur gekk í hallina inn,
sum Einar hann drakk vín:
»Ver vælkomin, mín harras svein,
hvat eru ørindi tín?«
221. Sveinur stendur á hallargólvi,
svarar so fyri seg:
»Keisarin er við helsótt tikin,
finna vil eg teg.«
222. Upp steig Einar hertugin,
hann talar til dreingir hátt:
»Saðlið mær nú folan tann,
ið meg ber hiðan brátt!«
223. Upp steig Einar hertugin,
hann talar til dreingir snarar:
»Saðlið mær nú folan tann,
ið meg ber snart av garði!«
224. Út varð loystur gangarin,
ið Einar skuldi á ríða,
hann var prýddur við skarlak
niður á miðal síðu.
225. Út varð loystur gangarin,
gríman lagd fyri munn,
so reið Einar hertugin,
honum var leiðin kunn.
226. Einar steig á folan tann,
ið snarur var á vølli,
fullvæl skyndar hann síni ferð,
hann ríður av teirri høll.
227. Tað var Einar kempan reyst,
burt á skógvin reið,
fullvæl skyndar ferðini,
var átta dagar á leið.
228. Einar heim í garðin fór,
tann hin raska mann,
keisarin liggur á síni song,
og væntað hevði hann hann.
229. Keisarin so til orða tekur,
Einari rætti hendi:
»Ver vælkomin, mín systurson,
meðan eg teg kendi.
230. Einar, tú skalt mína krúnu bera,
væl kann beita brandi,
drottin góði dugnaði tær
og frýggi frá øllum vanda.
231. Tú skalt stríða for kristin trú
og ikki falla frá,
so ræður tú fyri Frakklandi
aldur og ævi tá.
232. Tú skalt stríða fyri kristin trú
og ikki frá at falla,
so ræður tú fyri Frakklandi
aldur og ævi alla.«
233. Tá ið hann hevði í ríki ráðið,
tað hann vildi útinna,
so gav hann sín anda út,
so glaður í sama sinni.
234. Keisarin doyði ta somu nátt
við kristiligari trú,
eg svørji tann eið við mína trú,
hans líki finst ikki nú.
235. Ikki kostaði Einar ungi
meira til enn tá,
børurnar av reyðargulli
læt hann honum slá.
236. Børurnar av reyðargulli
læt hann honum gera,
krossið av tí skæra silvri,
merkið til at bera.
237. Eystan fyri kirkjuna,
ið dreingir eyka tala,
dimmur er hesin dapri dagur
niður í mold at fara.
238. Eystan fyri kirkjuna,
ið dreingir eyka fold,
har gróv hann tað ljósa lík
niður í døkka mold.
239. Einar reið frá kirkju heim,
hann mælir ikki mál,
mangan gleðir hann fátækan,
hann skeinkir mjøð á skál.
240. Einar reið frá kirkju heim,
tað fell so væl í lag,
mangan gleðir hann fátækan,
sum keisarin hann bað.
241. Einar situr í gullstóli,
hann heldur á gyltum spíra,
játta tað allir á Frakklandi,
at hann skuldi ríki stýra.
242. Teir gjørdu kongi tryggan eið
á tí sama sinni,
eg svørji tann eið við mína trú,
teir drukku nú mjøðin inni.
243. Einar ræður fyri Frakklandi,
hann keisarans krúnu ber,
hann fer so um í nakrar stundir,
hann skoytir ei, hvat hann ger.
244. Einar ræð fyri Frakklandi,
tað tekur so trúgv at falla,
eg svørji tann eið við mína trú,
at Gudi kendi hann valla.
245. Einar ræð fyri Frakklandi,
hann ei sín manndóm sparir,
lítur nú á sítt skjøld og svørð
og so sínar dreingir snarar.
246. Einar ræður fyri Frakklandi,
hann skortar ei gullið reyða,
hann lítur á skjøld og svørð
og so tað lið, hann hevði.
247. Frú Marita vaknar á miðjari nátt,
fortelur sín dreym so brátt:
»Undarligt hevur fyri meg borið
í alla hesa nátt.«
248. »Hoyr tað, tú mín veldiga søta,
tú legg slíkt ei í geyma,
vetrarnáttin er so long,
tað ber so mangt í dreyma!«
249. »Meg droymdi, tú reið á skógnum burt
í einum hindar líki,
eitt kom djór frá strondum niðan,
fáir finnast slíkir.
250. Eitt kom djór frá strondum niðan,
so fast við fóti sló,
sjálvan teg til jarðar feldi
og drakk títt hjartablóð.
251. Sjálvan teg til jarðar feldi,
tað sigi eg tær enn,
reiv títt hjarta av títt bróst
og bar ímillum tenn.
252. Tá ið tað kom at breiðum høllum,
so fast við tonnum skar,
tað tók meg brátt úr veldi burt
og niður til strandar bar.«
253. Kongur so til orða tekur,
hann lýðir á frúnnar talu:
»Hann er eingin í heimi til,
ið meg kann leggja í dvalu.«
254. Kongur so til orða tekur,
fátt kann sterkum bella:
»Hann er eingin í heimi til,
ið meg til jarðar kann fella.
255. Tað koma ei so mangir saman,
her vinna sigur á,
eg vil teir við mínum monnum
burt av landi slá.«
256. Svaraði frúgvin Marita,
hon var so vís ein kvinna:
»Eg man óttast dreymarnar,
teir ganga út á sinni.«
257. Svaraði frúgvin Marita
alt fyri uttan sút:
»Óttast man eg dreymarnar,
við sorgum ganga teir út.«
Fjórði táttur
258. Nú skal falla niður um stund,
eg skemti ei longur á sinni,
nú skal taka upp fjórða tátt
og víðari leggja í minni.
259. Ráða teir á Upplondum,
slíkt er eingin táttur,
kvittar Grímur til Frakklanda,
ikki kemur hann aftur.
260. Grímur gekk av høllini út,
sorg í huga bar,
so reið hann á skógvin burt,
sum sólin fagurt sær.
261. Grímur reið við heygnum fram,
hann kendi sær lítið til neyð,
har sat fyri ein dvørgafrú,
sett við bondum beygum.
262. Tað var henda dvørgafrú,
skuldi burtur ganga,
Grímur stakk henni vegin av,
hon mátti á vølli standa.
263. Svaraði yndug dvørgafrú,
á vølli stendur her:
»Lova mær í heygin fram,
sum dvørgar fyri eru!«
264. Grímur situr á sínum hesti,
hann gav henni tað svar:
»Tú fert ei í heyggin inn,
fyrr enn satt tú sigur mær.
265. Hoyr tú, yndug dvørgafrú,
siga skalt tú mær,
kvitti eg til Frakklanda,
vinni eg sigur har?«
266. Svaraði yndug dvørgafrú,
gull bar seg á hond:
»Tú fellur fyri hvøssum spjóti,
fyrst tú kemur á land.«
267. Grímur situr á sínum hesti,
hann brandin yvir seg bar:
»Sigur tú mær ikki satt í dag,
so høggi eg høvur av tær.«
268. Svaraði yndug dvørgafrú
í annað orðið tá:
»Falli eg fyri hvøssum spjóti,
tú kemur ei hiðan frá.«
269. Svaraði yndug dvørgaírú,
gull um herðar ber:
»Eg veit væl yvir ætlaðin
tær í ráðagerð.«
270. Svaraði yndug dvørgafrú,
hon stóð í stakki reyðum:
»Kvitta snart til Frakklanda,
tí keisarin er deyður!«
271. »Hoyr tú, yndug dvørgafrú,
siga skalt tú mær:
»Hvat er títt á Frakklandi,
hvør ber krúnu har?«
272. »Keisarin eigur ein systurson,
gjørdur í góðum treysti,
ræður fyri hans gulli reyða,
hartil borgir og festi.«
273. »Er tað satt í øllum lutum,
ið tú sigur fyri mær,
kvitti eg til Frakklanda
nátt sum ljósan dag.
274. Er tað satt á øllum lutum,
tey orð tú letur nevna,
nú skal kvitta til Frakklanda
mín faðirs deyða at hevna.
275. Takk havi yndug dvørgafrú
for orðið, tú mær gav,
nú skal brynja liðið alt
og sigla yvir hav.«
276. Grímur reið til hallar heim,
tað fell so væl í lag,
sigldi so av landi út
alt á tann sama dag.
277. Trinni læt hann seksti skip
út av landi dynja,
sigldi so til Frakklanda
við svørð og ringabrynju.
278. Vant hann upp síni silkisegl
og helst tað hvíta lín,
reiður hann í huga var
at hevna faðir sín.
279. Vindur hann upp síni silkisegl,
gull í vovin rand,
strikar ei á bunkan niður
fyrr enn við Frakkland.
280. Hagar ið tann snekkjan
kendi fagurt land,
lótu síni akker falla
á so hvítan sand.
281. Kasta síni akkerin
á so hvítan sand,
fyrstur steig Grímur, kappin reysti,
sínum fótum á land.
282. Fyrstur steig Grímur, kappin reysti,
sínum fótum á land,
teir slógu sínar tjøldbúðir
skamt frá sjóvarstrand.
283. Ein kemur maður í hallina inn,
lítur seg upp at hyggja:
»Tvinna sær eg seksti skip
út fyri landi liggja.«
284. Tá svaraði Einar kongur,
hann allur í gulli skín:
»Vera man Grímur, kappin reysti,
at hevna faðir sín.
285. Hann kemur at hevna faðir sín
bæði við skjøld og svørð,
mínir menn, tit klæðist á,
tí nú er ilt á ferð!«
286. Einar fór í brynjuna,
ógvuligur at líta:
»Reiður er Grímur, Upplands kongur,
tí mega brandar bíta.«
287. Gingu teir frá strondum niðan,
í hørðum vóru klæddir,
reyðargullhjálm á høvdi bóru,
fyri ongum vóru teir ræddir.
288. Uppi í miðjum grasagarði
aksla teir síni skinn,
og so búnir ganga teir
í høgar hallir inn.
289. Og so búnir ganga teir
í høgar hallir inn,
sum Einar kongur við borðið sat
við monnum hundrað fimm.
290. Svaraði tá Einar kongur,
gull ber seg á hendi:
»Hvat er hetta for mikil kempa,
fremstur av heri stendur?«
291. Svaraði ein hin reysti kappi,
gyrdur stóð hann við brandi:
»Grím so skalt tú nevna hann,
kongur á Upplandi.
292. Grímur kongur á Upplandi
so skalt tú hann nevna,
nú er hann komin til Frakklanda
sín faðirs deyða at hevna.«
293. Grímur stendur á hallargólvi,
hann heldur um brandin sín:
»Eg havi ongar bøtur fingið
eftir Bragdar, faðir mín.«
294. Einar upp frá borði steig,
klæddur í brynju blá:
»Hevur tú lítlar bøtur fingið,
minna skalt tú fá.«
295. Grímur stendur á hallargólvi,
hann dregur á litur svartur,
sóu tað allir, ið inni vóru,
hart var kappa hjarta.
296. »Tá eg fór av Upplondum,
búðist eg ei við frið,
statt upp, reystur Einar kongur,
tú brynja út alt títt lið!«
297. Árla var um morgunin,
sólin roðar í fjøll,
leggja teir sínar bardagar
fram á grønan vøll.
298. Árla var um morgunin,
sól til skýggja dró,
leggja teir sínar bardagar
frammi á heiðin skóg.
299. Ríða teir í markir út
av so miklari reiði,
leggja sínar bardagar
fram á Lindarheiði.
300. Grímur ríður í herin fram,
fáir finnast slíkir,
klývur hvønn um tvørar av,
tí eingin var hans líki.
301. Grímur ríður í herin fram,
tann hin raski mann,
klývur hvønn um tvørar av,
ímóti honum rann.
302. Teir vega hvølt við búnum brandi,
Einars kongsins menn
fella aftur av Upplands monnum
tríati um ísenn.
303. Einar ríður á grønum vølli,
væl ber brand í hendi,
hann klývur hvønn um herðar av,
ímóti honum rendi.
304. Grímur ríður í herin fram,
hann kundi sín brand væl brúka,
hann náddi ei á jørðina niður,
hann treður á mannabúkar.
305. Einar ríður á grønum vølli,
hann vildi sín brand ei spara,
átta sló hann av Upplands monnum,
so teir fullu deyðir til jarðar.
306. Einar ríður á grønum vølli
av so góðum huga,
átta vá hann av Upplands monnum,
teir fullu for saðilboga.
307. Grímur ríður í herin fram,
fyri ongum vildi hann flýggja,
møtti hann Einar, kappin sterki,
í tí tunga víggi.
308. Møtti hann Einar, kappin sterki,
í tí tunga víggi,
so er mær við orðum greint,
har yppist ein leikur av nýggju.
309. Teir riðu saman á grønum vølli,
ei var barnagaman,
ógvuligt var at líta á,
tær kempur bóru saman.
310. Tað stillir stríð millum mann og mann,
á brandaljóð teir lýddu,
meðan Grímur og Einar kongur
á grønum vølli stríddu.
311. So var myrkur tann klári dagur,
at ei kundi sólina síggja,
hestar leypa á grønum vølli
í blóði upp til kníggja.
312. Teir høgga títt, teir líva lítt,
so er greint fyri mær,
tað var av øllum óætlað,
hvør sigur av kongum bar.
313. Teir høgga títt, teir líva lítt,
tað orna tók at holdi,
hoyrast mátti langan veg,
sum brandar klinga á skjoldi.
314. Teir høgga títt, teir líva lítt,
gyltir hjálmar syngja,
hoyrast mátti langa leið,
sum harðar klokkur ringja.
315. Teir bardust fult í tógva dagar,
hvørgin sigur vann,
inntil tann hin triðja,
ið sól til viðar rann.
316. Tá ið dagur at kvøldi leið,
og sól til salis dró,
tá møddist reystur Einar kongur,
í tungum víggi stóð.
317. Møddist reystur Einar kongur,
í tungum víggi stóð,
sveitin eftir ljósum holdi
út um beltið sló.
318. Teir høgga títt, teir líva lítt,
tað glymur á gulli reyða,
einkiligt var at síggja á,
tá Einar gekk til deyða.
319. Grímur reiggjar svørð umkring,
fátt kann sterkum bella:
»Eg skal ikki Bragdar vera,
tú læt til jarðar fella.«
320. Grímur reiggjar svørð umkring,
hann helt um gyltan mæka:
»Eg skal ikki Bragdar vera,
tú læt av lívi taka.«
321. Grímur reiggjar svørð umkring,
frálíkur øðrum monnum,
klývur nú Einar, Frakklands kong,
so svørðið stóð í tonnum.
322. Grímur spenti hesti til
fast av góðum treysti,
so høgg hann til Einar kong,
at deyður fell hann frá hesti.
323. Grímur ríður á grønum vølli,
so er komið til mín,
glaður hann í huga var,
hann hevndi faðir sín.
324. »Nú havi eg vigið mín faðirs bana,«
Grímur mælir av bræði,
»slíkur kappi í tungum víggi
mót ongum hevur staðið.«
325. »Nú havi eg vigið mín faðirs bana,«
Grímur mælir á sinni,
»slík ein kempa í víggi nú
er ikki eftir at finna.«
326. Svaraði Ívar, hans faðirs svein,
sum gitið man vera víða:
»Tú manst annað fáa at síggja,
tá dagurin tekur at líða.«
327. Grímur ríður í herin fram,
snarliga hann sær vendi:
»Eingin er hann í stríði nú,
ið stendur mær høgg av hendi.«
328. Fram reið ein av Einars monnum,
Hildibrand vit nevna,
hann ætlaði Grími eitt høgg so gott
sín harras deyða hevna.
329. Grímur gav so vánt eitt høgg,
tað var honum eingin neyð,
so sló hann til Hildibrand,
at høvur av saðil fleyg.
330. Fram reið annar av Einars monnum,
hann leit á gyltan mæka,
hann ætlaði hevna harra sín
og Grím av lívi taka.
331. Grímur reiggjar svørð umkring,
tað var alt so fast,
so sló hann til kappa tann,
at høvur av saðil brast.
332. Fram reið triði av Einars monnum,
man meg rætt um minna,
nú man Grímur, Upplands kongur,
sín líka í stríði finna.
333. Fram reið triði av Einars monnum,
hann vildi ei undan flýggja,
nú man Grímur, Upplands kongur,
sín líka í landi síggja.
334. Teir høgga títt, teir líva lítt,
tað syngur á brynjum hart,
Halgir sterki, kappin reysti,
høggum gevur fast.
335. Halgir letur høggini falla
bæði títt og ofta,
nú kann Grímur einki gera
uttan bera sítt skjøld á lofti.
336. Halgir letur høggini falla
við hvøssum glævarspjóti,
nú kann Grímur einki gera
uttan bera sítt skjøld ímóti.
337. Grímur talar hvølt og hart
yvir sín herin fríða:
»Komið fram, ein av mínum monnum,
mót Halgir sterka at stríða!«
338. Eingin tordi aftur svara,
men allir mundi tiga,
bakleiðis man ein kempa ung
til Halgir sterka at stríða.
339. Brandur bak til Halgir reið,
hann var ei seinur til ferðar,
svørðið stakk hann fyri hans bróst
og oddin út milli herðar.
340. Halgir sær á hesti vendi,
áður hjarta brast,
so sló hann til Brandar unga,
tað var alt so fast.
341. Halgir Brandi høggið gav
av so tungari neyð,
høvur hans av hálsi feyk
og langt í markina fleyg.
342. Tá hevði Halgir, kappin reysti,
Brandar sligið til deyða,
niðan lítur Grímur kongur
á sín brandin beyga.
343. Grímur spenti hesti til
av so góðum treysti,
so høgg hann til Halgir sterka,
at deyður fell hann av hesti.
344. Grímur ríður í herin fram,
øllum tókti undur,
avlagis gekk hann Einars her,
hann skildi hann víða sundur.
345. Grímur ríður í herin fram,
hann roynir góðar gripir,
niður fellir hann Einars menn
tíggju for hvørja sipan.
346. Grímur ríður í herin fram,
hann vegur við búnum brandi,
Einars menn hvønn oman fella,
tí alt var fólk í blandi.
347. Grímur fellir Einars menn
við svørð og brynju blá,
eftir stóðu á grønum vølli
reystar kempur tvá.
348. Grímur so til orða tekur,
sló so upp í gleim:
»Tit skulu bera frú Maritu boð
aftur til hallar heim.«
349. Grímur so til orða tekur,
hann smílist undir lín:
»Tit skulu bera frú Maritu boð
um Einar, harran sín.«
350. Ívar so til orða tekur,
sum víða í bók er skrivað:
»Hoyr tú, Grímur, mín veldigi harri,
tú lat teir ikki liva!
351. Teir kunnu væl savna sær flotar tólv
og sigla yvir hav,
brenna teg inni á Upplondum,
áður tú veitst av.
352. Teir kunnu væl savna sær flotar tólv,
tí ilska sinnið dregur,
brenna teg inni á Upplondum,
tá ið tú í songum svevur.«
353. »Tú talar satt, mín faðirs svein,«
Grímur mælir av bræði,
»fáa skalt tú eftir Einars deyða
ráð og landaræði.«
354. Vigið fingu teir kempur tvær,
tað var teim einki mein,
síðan letur Grímur ungi
ríða til hallar heim.
355. Grímur gekk í salin inn,
sum fyri sat sprundið ljósa:
»Vilt tú meg ein høvdinga
eftir Einars deyða kjósa?«
356. Svaraði frúgvin Marita,
hon feldi tár á lín:
»Eg lovi ongan ediling
eftir Einar, harra mín.«
357. Svaraði frúgvin Marita,
kinnar bar hon so reyðar:
»Eg lovi ongan ediling
alt eftir mín harras deyða.«
358. Grímur so til orða tekur,
hann mælir fyri munni á sær:
»Statt upp, frúgvin Marita,
til Upplands fylg tú mær!«
359. Frúgvin feldi tár á lín,
hon lýddi á riddarans talu,
so er mær við orðum greint,
hon noyddist já at svara.
360. Grímur so til orða tekur,
mælir av tunga inna:
»Heintið mær Ívar, mín faðirs svein,
nú vil eg hann finna!«
361. Inn kom Ívar, kappin reysti,
mælir fyri munni á sær:
»Gud signið teg, mín veldigi harri,
hvat viljið tær mær?«
362. »Hoyr tú Ívar, mín faðirs svein,
trúgvur hevur tú verið,
tú skalt fáa londum ráð
og keisarans krúnu at bera!«
363. Ívar fekk hann londum ráð,
nú man ríman falla,
ráddi so fyri Frakklandi
aldur og ævi alla.
364. Árla var um morgunin,
dagurin var ljús,
tá var Grímur, Upplands kongur,
til síni klæði fús.
365. Tá var Grímur, Upplands kongur,
til síni klæði fús,
hann klæddist innan høgaloft
alt við kertuljós.
366. Silki og so perlur
var eftir vegnum prangað,
ei mátti frúgvin Marita
á berari jørðini ganga.
367. Silki og so perlur
var eftir vegnum breitt,
so var frúgvin Marita
oman til strandar leidd.
368. Vinda teir upp síni silkisegl,
fáir finnast slíkir,
strikaðu ei á bunkan niður
fyrr enn við Upplands ríki.
369. Hagar ið teirra snekkjan
kendi fagurt land,
kasta teir síni akkerin
á so hvítan sand.
370. Kasta síni akkerin
á so hvítan sand,
fyrstur stígur Grímur ungi
sínum fótum á land.
371. Fyrstur stígur Grímur ungi
sínum fótum á land,
tekur hann frúnna Maritu,
hann lyftir á hvítan sand.
372. Silki og so perlur
var eftir vegnum breitt,
so var frúgvin Marita
niðan til hallar leidd.
373. Frú Maritu hann í hallir leiðir,
bæði er hon vitur og svinn,
so gekk hann í loftið fram
for sína móður inn.
374. »Ver vælkomin, mín sæli sonur,«
frúgvin mælir for munni,
»hvat eru tíðindi heim nú komin,
hevur tú sigur vunnið?«
375. »Tað eru tíðindi heim nú komin,
eg sigi tær satt ífrá,
deyður er hann Einar kongur,
sjálvur eg hann vá.«
376. Grímur so til orða tekur,
kinnar bar hann so reyðar:
»Tungum víggi stóð eg í,
tá Einar gekk til deyða.
377. Einar átti ein annan mann,
sum gitin man vera víða,
ongan sá eg tílíkan
á flótum hesti ríða.
378. Einar átti annan mann,
slíkur var eingin í landi,
hann var bæði vitur og fríður,
tó fell hann for mínum brandi.«
379. Svaraði hans sæla móðir,
mælir for munni á sær:
»Takk havi tann sanni Gud,
so væl hann dugnaði tær.«
380. Frú Marita situr í høgalofti,
so er komið til mín,
tað var so skemst á ævini,
hon syrgdi harra sín.
381. Frú Marita gloymdi sínar sorgir,
nú man tað so vera,
tá ið hon fekk tann dýra ring
og drotningkrans at bera.
382. Frú Marita gloymdi sínar sorgir
um sín harras deyða,
tá ið hon fekk tann dýra ring
og drotningkrans hin reyða.
383. Grímur gekk at breiðum borði,
hann rættir fram ljósa hond,
fagurt var at líta á
teirra festarbond.
384. Grímur gekk í hallina inn,
rættir hond yvir borð,
fagurt var at líta á
teirra festarorð.
385. Drukkið varð teirra brúdleypið,
sum gitið man verða leingi,
tað reið so mangur hovmann til
sum fjøður á fuglaveingi.
386. Drukkið varð teirra brúdleypið
bæði við mjøð og vín,
so fór hvør, sum boðin var,
haðan heim til sín.
387. Tey livdu saman í ríkinum,
skortaðu ikki fíggja,
áttu børn og ólu av sær
ungar synir tríggjar.
388. Mong er ríma gitin um lond,
gjørd í forðum tíð,
um teir somu kappabanar,
ið voldu so mangt eitt stríð.
389. Mong er ríma gitin um lond,
eg geri tað ei at loyna,
tá ið harðir kappabanar
sín manndóm vildu royna.
390. Mong er ríma í forðum gjørd
um mangar kappar ríkar,
Grímur kongur og Einar kongur,
fáir finnast slíkir.
391. Mong er ríma í forðum gjørd,
sum víða í bók er prentað,
tað er so stokkut í heimi til,
at kongar saman fekta.
392. Mong er ríma gitin um lond,
teiknað í bók so breiða,
tað er so stokkut í heimi her,
at kongar saman sláast.
393. Mong er ríma gitin um lond,
teiknað í bók so víða,
tað er stokkut í heimi her,
at kongar saman stríða.
394. Tað sigist so til í dømum síðst,
so er greint fyri mær,
Einar, Grímur, kappin reysti,
sigur av kongum bar.
395. Tað sigist so til í dømum síðst,
so gekk í hesi ferð,
Einar, Grímur, kappin reysti,
sigur av kongum ber.
396. Ívar ráddi for Frakklandi
við alskyns spekt og meingi,
Grímur ráddi for Upplondum,
hann var har kongur leingi.
(c) Dansifelagið í Havn