Kvæðasavn

Óluvu kvæði

Uppskrift: FK 99B, 26, pp. 31-50.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

1. Karlamagnus, Pippings son,
Ingibjargar barn,
vegur hann bæði úlv og bjørn,
í blóði roðar hann jarn.

Konungsins snekkja hon gár væl ífram,
hon vil hava sín høviskan stýrimann.

2. Karlamagnus, Pippings son,
Ingibjargar bróðir,
prestar og so lærdir menn,
reystir riddarar góðir.

3. Hugin er á leikvøllum,
talar við sínar dreingir:
»Hvar vitið tit mín javnlíka?
tað havi eg hugsað leingi.«

4. Allir drýptu høvdi niður,
eingin tordi tala
uttan ein av sveinunum,
komst ikki við at svara.

5. Uttan ein av sveinunum,
hann tekur til orða so:
»Best manst tú vita við sjálvum tær,
hvørt tín stendur hugur á.

6. Best manst tú vita við sjálvum tær,
hvørt tín stendur hugur á,
hoyrt havi eg gitið Pipping kong,
ið væna dóttur ár.

7. Pipping kongur dóttur eigur,
hava tað menn við orði,
hennara stólur av gulli gjørdur
framman at kongsins borði.«

8. »Er hon so væn og tekkilig,
sum tær sigið frá,
hagar streingi eg heiti mítt,
tað standist hvat av, ið má.

9. Hagar streingi eg heiti mítt,
hagar skal eg til,
biðja dóttur Pippings kongs,
tað standist hvat av, ið vil.«

10. So letur hann Hugin kongur
byggja skipini sín,
bæði letur hann á tey laða
virtur og so vín.

11. Bræddar hevði hann brandar,
borðini vóru blá,
'bør' og toppur av reyðargulli,
so fagurt skein sólin á.

12. Vindur upp síni silkisegl,
honum byrur veks,
siglir so til Pippings land
í tølum dagar seks.

13. Kastar sínum akkerum
á so hvítan sand,
fyrstur steig hann Hugin kong
sínum fótum á land.

14. Fyrstur steig hann Hugin kong
sínum fótum á land,
tólv brynjaðir av hans monnum
undir hans hvørji hand.

15. Hugin gekk frá strondum niðan,
væl við æru klæddur,
reyðargullhjálm á høvdi bar,
hann var fyri ongum ræddur.

16. Úti í miðjum grasgarði
akslar hann sítt skinn,
og so búgvin gongur hann
í høgar hallir inn.

17. Og so búgvin gongur hann
í høgar hallir inn,
sum Pipping kongur á borði sat
við manna hundrað fimm.

18. Hugin stendur á hallargólvi,
ber fram kvøðju sína:
»Sit væl, reystur Pipping kongur,
gev mær dóttur tína!«

19. Leingi tagdi Pipping kongur,
hugsaði tey ráð,
hvussu hann skuldi Hugin kong
eitt hániligt andsvar fá.

20. Leingi sat hann Pipping kongur,
hugsaði um tann trega,
hvøssu hann skuldi Hugin kong
eitt hániligt andsvar geva.

21. Tí svaraði Pipping kongur,
hann læt síni orð so fara:
»Leið mína dóttur í hallina inn
sjálv fyri seg at svara!«

22. Frúgvin varð leidd í hallina inn
inn í faðirs veldi,
lýsa tók av akslakinn,
tað skein sum av teknareldi.

23. Tekkilig var Óluva
yvir allan verøldar tokka,
hárið var sum 'hilmar sítt',
tað legnaðist alt í lokkum.

24. »Ver vælkomin, mín sæla dóttir,
biðlinum her at svara,
síðan kanst tú kjósa tær,
um tú vilt kappan hava!«

25. »Takk havi mín sæli faðir,
korið gavst tú mær,
Hugin hevði eg ætlað mær,
áður eg hann sá.«

26. Øllum fell tað væl í lag,
faðir hennar og móður,
og so frúnnar fosturfaðir,
Eingilbret hin góði.

27. Tað var reysti Hugin kongur,
fell upp á síni knæ,
meðan hann frúnna Óluvu
til ektar festi sær.

28. Drukkið varð teirra brúdleypið,
kátt var teirra lív,
gingu bæði í eina song,
Hugin og hans vív.

29. Drukkið varð teirra brúdleypið,
hirðin var so fegin,
sum tann fuglur, á viði situr,
verður á ljósum degi.

30. Silki og so perlur
varð eftir veginum breitt,
so bleiv frúgvin Óluva
niður til strandar leidd.

31. Silki og so perlur
varð eftir veginum prangað,
ei mátti tann hin ríka frú
á berari jørðini ganga.

32. Hugin festi Óluvu
helt í hennara hand,
Marita drotning læt teim fylgja
gripið til gott land.

33. Vundu upp síni silkisegl,
honum byrur veks,
sigla so til sjálvs síns land
í tølum dagar seks.

34. Kastar síni akkeri
á so hvítan sand,
fyrstur steig hann Hugin kongur
sínum fótum á land.

35. Fyrstur steig hann Hugin kongur
sínum fótum á land,
og hon Óluva, drotning hans,
undir hans høgru hand.

36. Tekur frúnna Óluvu,
lyftir á land við sær:
»Gud og milda Maria moy
verði nú við tær.«

37. Tekkilig var Óluva
bæði til fót og hand,
Mýlint hugaðist drotningina,
tá ið hon steig á land.

38. Silki og so perlur
varð eftir vegnum breitt,
so varð frúgvin Óluva
upp í høllina leidd.

39. Silki og so perlur
varð eftir veginum prangað,
ei mátti frúgvin Óluva
á berari jørðini ganga.

40. Tey vóru ikki leingi saman,
til tey gótu svein,
hann varð á góðum stundum gitin,
so varð hann borin í heim.

41. Nú er enn sum oftast fyrr,
duld eru døpur mein,
frúgvin er gingin í høgaloft,
hon føðir ein ungan svein.

42. Sveipar hon hann í klæði væl,
gott er at taka til evna,
síðan bað hon presti bera,
Landrus bað hon nevna.

43. Hann varð borin frá kirkjuni
aftur fyri móður sín,
meira letur hon røkta hann
enn alt sítt gull í skrín.

44. Hann varð borin frá kirkjuni
aftur fyri móður knæ,
meira letur hon røkta tað
enn alt sítt gull og fæ.

45. Hugin setist í hásæti
við reyðar kinnar og bleikar:
»Hvør skal goyma drotningina,
meðan eg fari í leik?«

46. Tí svaraði frúgvin Óluva,
konginum var so kær:
»Eingilbret meg higar førdi,
hann skal goyma meg.«

47. »Eg velji út av mínum monnum
Mýlint, riddaran snjalla,
hann skal goyma drotningina,
so mínar gripir allar.«

48. »Velur tú út av tínum monnum
Mýlint, riddaran ríka,
sannheit eg tær siga vil,
fyrstur man hann teg svíkja.«

49. Hugin fór á skógvar burt,
skuldi fremja leik,
eftir sat Óluva, drotning hans,
við reyðar kinnar og bleikar.

50. Óluva skuldi til kirkju ríða,
hon sang av sínari bók,
har kom Mýlint gangandi,
hann hendur um frúnna tók.

51. »Eg vil geva tær meiri gull,
verður mær á tí metið,
enn hann gav tær Hugin kongur,
tá ið hann reið til sæti.

52. Eg vil geva tær meiri gull,
verður mær á tí hól,
enn hann gav tær Hugin kongur
fram á brúðarstól.«

53. »Hav tú sjálvur títt reyðargull,
eg vil tað ikki hava,
eg eigi mær ein danimann,
hann letur títt fæ væl fara!

54. Hav tú sjálvur títt reyðargull,
eg vil tað ikki tiggja,
eg eigi mær ein danimann,
hann letur títt fæ væl liggja!

55. Eg vil ikki, Mýlint ríki,
tiggja tað gull frá tær,
eg síggi so mikið fyri mínum eygum
sum Gud hevur ætlað mær.«

56. Tá ið Mýlint hetta sá,
hann kundi ei drotning vinna,
brátt hann snúðist henni frá
illfúsur at inna.

57. Mýlint gongur í kjallara,
blandar mjøð og vín,
og so mikið óminni
tá læt hann tar útí.

58. Og so mikið óminni
tá læt hann tar útí,
ber so inn fyri Óluvu,
biður hana drekka til sín.

59. Óluva tekur við kerinum,
gjørdi fyri seg kross:
»Gud og milda Maria moy
verði nú við oss.«

60. Tá ið hon hevði drukkið,
hon greiddi aftur ker,
hon mintist ei á Hugin kong,
og ei ið hvar hann er.

61. Tá ið hon hevði drukkið,
hon greiddi aftur skál,
hon mintist ei á Hugin kong
og ei á hansara mál.

62. Tá ið Mýlint hetta sá,
at hann mundi vinna,
hugsar hann ikki fyrr enn tá,
hann ræð tann blámann finna.

63. »Gakk nú tær til hallar heim,
kjós teg forligt fljóð,
frúgvin má ikki mót tær mæla,
tí hon er javngóð!

64. Gakk tú tær til hallar heim,
kjós tær forligt vív,
frúgvin má ikki mót tær mæla,
tí hon er javngóð!«

65. Neyðugt tók hann blámannin,
legði frú Óluvu hjá,
tað var ei so undarligt,
at brúður í 'beni' brá.

66. Bláar legði hann armarnar
um frú Óluvu háls,
honum var bjørt og blíð ímót,
fátt var henni til máls.

67. Hugin kemur av skógi heim
við breiðari beltartelti,
spyr eftir Óluvu, drotning síni,
tað vænasta hann eftir setti.

68. »Stígið tygur yvir borðinum,
veldigi harri mín,
síðan skal eg siga tær
frá Óluvu drotning tín!

69. Stígið tygur yvir borðinum,
veldigi harri her,
síðan skal eg siga tær,
hvar Óluva dóttir er!«

70. Hugin gár at seingini,
sum Óluva fyri lá,
hann visti tað ikki fyri tí,
hann klæðini av teim brá.

71. Hugin stendur á hallargólvi,
sortnaði sum ein mold:
»Illa hevur tú, Óluva,
spilt títt ljósa hold.«

72. Høggur hann høvdið av blámanni,
kastar tað fram á gólv,
so víða sum hans blóð tað rann,
tað tendraðust ljós tey tólv.

73. »Hoyr tað tú nú, Mýlint ríki,
slíkt er mikil villa,
nú havi eg dripið tann sakleysan,
tað gjørdi tú illa!«

74. »Hoyr tú kongurin, harri mín,
tú tali ikki slíkt,
tað eru frúnnar illgerningar,
os tykir at vera líkt!«

75. Pippingur kemur av skógi heim
við breiðum beltartelti,
spyr eftir Óluvu, dóttur síni,
tað vænasta hann hagar setti.

76. »Stíg teg yvir borðinum,
veldigi harri mín,
síðan skal eg siga tær
frá Óluvu dóttur tíni!

77. Stíg teg yvir borðinum,
veldigi harri her,
síðan skal eg siga tær,
hvar Óluva dóttir er.«

78. Tað var frúgvin Óluva,
er gingin fyri faðir sín,
berføtt og í náttserki
alt við eitt høvuðlín.

79. Tað var frúgvin Óluva,
fell sínum faðir til fóta,
hann stoytti hana av reiði burtur,
vánt var at síggja til bóta.

80. »Eg bjóði fyrstu undanførslu,
førið meg út í hav,
søkkið meg til grunnar niður
í tað djúpa kav!

81. Eg bjóði aðru undanførslu,
logandi eld at brenna,
eri eg sonn í hesum degi,
tú mást mítt likam brenna.

82. Eg bjóði triðju undanførslu,
um enn teir vóru fleiri,
førið meg í høga torn
við Ásvalds oddar reiði!«

83. Teir dømdu frúnna harðan deyða,
tað mátti drotning vitja,
teir dømdu hana burtur í oyðumark,
sum ormar og paddur liggja.

84. Óluva gár at vøgguni,
sum barnið fyri lá:
»Signi teg Gud, mín sæli son,
tann allar dømir ár!«

85. Mýlint spenti ør á strong,
frúnni vildi harm,
so skeyt hann í barnsins vøggu,
tað brast í kinnabein.

86. Mýlint gár for kongin,
frúnni vildi harm:
»Ei er hon í einum ill,
nú vil hon drepa sítt barn.«

87. »Ikki fái tú Mýlint
gagn í hesari giftu,
tann Gud, alla verøld skapti,
skal millum okkara skifta.«

88. Upp stóð ungi Eingilbret,
frúnni var so kær:
»Eg bjóði tær nú, Mýlint ríka,
gakk í holt við meg!

89. Eg bjóði tær nú, Mýlint ríka,
gakk í holt við mær,
eg eri í einari skjúrtu míni,
Mýlint, herklæð teg!«

90. »Eg kann ikki, mín Eingilbret,
ganga í holt við teg,
drotning er so svikafull,
at vega letur hon meg.«

91. Óluva er á skógvi burtur
í teirri ormapínu,
Mýlint býður konginum
Galionnu, dóttur sína.

92. »Eg vil onga aðra drotning
leggja í mín arm
eftir frú Óluvu, drotning mína,
hon vekir mær harm.

93. Eg vil onga aðra drotning
leggja við mína síðu
eftir frú Óluvu, drotning mína,
hon líður nú kvíða.«

94. Tað var enntá Hugin kong
fell upp á sítt knæ,
meðan hann Galionnu, dóttur hans,
til ektar festi sær.

95. Drukkið varð teirra brúdleypið,
kátt var teirra lív,
gingu bæði í eina song
Hugin og hans vív.

96. Drukkið varð teirra brúdleypið,
hirðin var so fegin,
sum tann fuglur, á viði situr,
er á ljósum degi.

97. Tey vóru ikki leingi saman,
til tey gótu svein,
hann var á illum stundum gitin,
og so varð hann borin í heim.

98. Nú er enn sum oftast fyrr,
duld eru døpur mein,
frúgvin gár seg í høgaloft,
hon føðir ein ungan svein.

99. Sveipar hon hann í klæði væl,
gott er at taka til evna,
síðan læt hon presti bera,
Málandrus bað hon nevna.

100. Hann varð borin frá kirkjuni
aftur for móður sín,
meiri legði hon røkt á hann
enn alt sítt gull í skrín.

101. Áður hann gat á gólvi gingið,
beit hann mann í fót,
Mýlint og hon Galianna,
tey bjóða fyri hann bót.

102. Áður hann gat á gólvi gingið,
beit hann mann í føtur,
Mýlint og hon Galianna,
tey bjóða fyri hann bøtur.

103. Upp vuksu teir sveinarnir
báðir í eini stund,
tað bar ikki meiri saman
enn kristin mann og hund.

104. Upp vuksu teir sveinarnir
báðir í eini høll,
tað var sonur Óluvu,
ið hirðin unti øll.

105. Mýlint gár for kongin:
»Slíkt er mikil herja,
at tú letur ein horkonuson
títt einkarbarn útverja.«

106. Mýlint gár for kongin,
sveininum vildi sút,
kongur letur unga Landrus
lempa við lurkum út.

107. Tá fyrstu nátt hann úti svav,
gisti hann Sivju heima,
kendi hana av móður síni,
hann vóks av harmi hjá teim.

108. Tá aðru nátt hann úti svav,
til tess hava vit frætt,
gisti hann heima tá gomlu konu,
ið hans var móðir í ætt.

109. Tað var um ein halgan dag,
hann skuldi sínar frændur vitja,
tá ið hann kom í skógvin fram,
har sá hann tveir pílagrímar sitja.

110. Nakin ríður Landrus ungi
aftur á Sivju fund,
úti stendur og fagnar honum
tað ynniliga sprund.

111. Tað var Sivja, fostra hans,
hon tekur so fast at læa:
»Galianna er tín stjúpmóðir,
nú vil hon teg aga.«

112. Hon skar honum gullborin klæði,
gav honum korsið fríða:
»Ver væl um teg, Landrus mín,
ið hvat veg enn tú ríður!«

113. Tað var um ein halgan dag,
hann skuldi sínar frændur vitja,
tá ið hann kom í skógvin fram,
hann sær tvá dvørgar sitja.

114. »Teir hava sær so lítlan ein pott,
vil eg fyri tær greina,
har er hvørs mans góðska í,
bæði minni lutir og meiri.

115. Teir hava sær so lítið handklæði,
sigist í hesum kvæði,
har er hvørs mans góðska í,
bæði mat og drekka og klæði.

116. Tað er hon frúgvin Óluva,
ið teir hava svølt,
Hugins konungs drotning,
bróðir, tala ei hvølt!«

117. Óluva er á skógvi burtur
væl í fimtan vetur,
henni kemur føði av himli niður,
tað hevur at týða betur.

118. Undirstóð hann dvørgamál,
áður hann haðan reið,
greipina hevði hann heima við sær,
so góðan sigur beið.

119. Landrus reið for húsið tað,
ið hans lá móðir í dvala,
har sang ein so heiligur fuglur
fagrari enn náttargali.

120. Landrus spenti ør á strong,
hann býður seg til at skjóta,
hann sær henni fyri brósti liggja
mangar ormar ljótar.

121. »Hoyr tað, tú hin ungi maður,
hvat havi eg gjørt til evna,
fyri hvat vilt tú deyða meg,
hvøssu skal eg teg nevna?«

122. »Landrus skalt tú nevna meg,
Hugin kongsins son,
enn frú Óluva, drotning hans,
nevnd var móðir hon.«

123. »Av Gudi verði tú gøðgaður,
sæli sonur mín,
hvat hevur nú til ráða tikið
Hugin, faðir tín?«

124. »Hann hevur fest sær aðra drotning,
Galianna ið hon eitur,
Mýlint ríki er hennara faðir,
so mongum ilt hann veitir.

125. Átt hava tey so ungan son,
Málandras skulum vit nevna,
hann hevur eir úr móðurkyni,
tikin til illa at evna.

126. Áður hann gat á gólvi gingið,
beit hann mann í fót,
Mýlint og hon Galianna
bjóða fyri hann bót.

127. Áður hann gat á gólvi gingið,
beit hann mann í føtur,
Mýlint og hon Galianna
bjóða fyri hann bøtur.«

128. »Livir hon Sivja, fostra mín,
hon býr fyri handan á,
tú bið hana senda mær klæði góð,
hevur hon til tess ráð!«

129. Mat og drekka og klæði góð
Sivja fekk honum við skreyt,
gav hann síni sælu móður,
áður hann reið av breyt.

130. Nakin ríður Landrus ungi
aftur á Sivju fund,
úti stendur og fagnar honum
tað ynniliga sprund.

131. Tað var Sivja, fostra hans,
hon tekur so hart at læa:
»Galianna er tín stjúpmóðir,
enn vil hon teg aga.«

132. Hon hevði upp sína høgru hond,
hann undir kinnar slær:
»Tak tær ikki mannminka
av minni manni enn tær!«

133. »Gud fyrigevi tær, fostra mín,
tú grunar ei Guds rætt,
eg havi mælt við mína móður í dag,
og tað skal frættast brátt.«

134. Tað var Sivja, fostra hans,
hon tekur so hátt at gráta:
»Hon hevur longu fyri mongum árum
sítt unga lívið látið.«

135. »Hon bað teg Sivju, fostru sína,
tú búði fyri handan á,
hon bað teg senda sær klæði góð,
hevði tú til tess ráð.«

136. Hon skar honum gullborðin klæði,
síðan horsið sterka:
»Finnur tú tína stjúpmóður,
tú læn henni óbótaverka!«

137. Tað var um ein halgan dag,
hon skuldi til kirkju ríða,
visti hann ikki, fyrr enn hann var
í sterkum streymi og stríðum.

138. Visti hann ikki, fyrr enn hann var
á sterkum streymi og stríðum,
korsið bar hann aftur til land
á fagrar fløtur og fríðar.

139. Skapti hon seg í drekalíki,
eitur vildi spýggja,
korsið tað leyp henni á bak,
tað var henni til fíggja.

140. Tað var um ein helgan dag,
dreingir drekka jól,
drotning fell úr hásæti
deyð á hallargólv.

141. Við aðrari síni hondini
tá kleyv hann Málandrus sundur,
Mýlint er á hondum tikin,
slíkt eru mikil undur.

142. »Miskunn, miskunn, Landrus mín,
vænti eg mær av tær,
tí eg havi tínum faðir
leingi verið kær.«

143. »At tú hevur mínum faðir
leingi verið kær,
tað visti tú, Mýlint ríki,
móður átti eg mær.

144. Tað skal eingin av mínum monnum
í dag vinna honum mein,
fyrr enn hann sigur á øllum lutum,
hvussu hann mína móður sveik.«

145. »Tað var mítt já, tað var hennar nei,
tað vakti eg henni harm
og tók tann sakleysa blámann
og legði í hennar arm.

146. Tað var mítt já, tað var hennar nei,
tað vakti eg henni kvíða,
eg tók tann sakleysa blámann
og legði við hennara síðu.«

147. Landrus gekk í hallina inn,
faðirs síns skegg hann risti,
eingin tordi at tala eitt orð,
teir sótu so allir tvistir.

148. Landrus gekk av høllini út,
Gud gav honum tann sóma,
hann leiddi sína móður í hallina inn,
so føgur sum nøkur blóma.

149. Hugin situr í hásæti,
ymsar litir hann fekk,
tá ið hann sá tað væna vív,
eftir hallargólvi gekk.

150. Hugin býður Óluvu
í song hjá sær at sova,
hon gav seg í nunnukleystur
og vildi ei tey boð lova.

151. Hugin býður Óluvu
í song hjá sær at liggja,
hon gav seg í nunnukleystur
og vildi ei tey boð tiggja.

152. Hesir somu ljótir ormar,
sum drotning vóru til skjól,
hagar varð tá Mýlind førdur,
so skroypur vóru hans jól.

(c) Dansifelagið í Havn