Kvæðasavn
Óluvu kvæði
Uppskrift: FK 99D, 26, pp. 67-92.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.
1. Pipping kongur í Einglandi
hann eigur so væna frúgv,
Óluva eitur hansara dóttir,
bæði von og prúð.
2. Óluva eitur hansara dóttir,
tað hitt væna fljóð,
Karlamagnus, bróðir hennara,
Jóannis hin góði.
3. Karlamagnus Pippings son,
Ingibjargar barnið,
bæði gleðir hann úlv og ørn,
í blóði herðir hann jarnið.
4. Karlamagnus Pippings son,
Ingibjargar bróðir,
væl er hann av ættum komin,
Jóannis hin góði.
5. Tekkilig er Óluva,
sett við verøldar prís,
hárið er sum marmor sítt,
hon er av øllum vís.
6. Tekkilig er Óluva
sett við verøldar tokka,
hárið er sum marmor sítt,
tað leggist alt í lokkar.
7. Hugin situr í hásæti,
talar við sínar dreingir:
»Hvar vita tit mín javnlíka,
tað havi eg hugsað leingi?«
8. Hugin situr í hásæti,
talar við sínar menn:
»Hvar vita tit mín javnlíka,
tað havi eg hugsað enn?«
9. Sveinar svara sínum harra:
»Hví spyrjið tær so?
Best manst tú vita við sjálvum tær,
hvar tín stár hugur á.
10. Best manst tú vita við sjálvum tær,
hvar tín stár hugur á,
hoyrt havi eg gitið Pipping kong
væna dóttur ár.
11. Pipping kongur dóttur eigur,
hava hana menn við orði,
henni er stólur av gulli gjørdur
framman for kongins borði.
12. Pipping kongur dóttur eigur,
væna og so vísa,
kanst tú hana til ektar fá,
hon kann títt lív væl prísa.
13. Hon ber ikki bleika brá
undir sínum gula hári
heldur enn tann fagrasta summarsól,
ið fagurt skín um várið.
14. Hon kann alt við hondum gera,
sámir væl ein kvinna,
hon kann bøkur og rúnarmál,
tað reyðargull kann hon spinna.
15. Hon kann alt við hondum gera,
tann frúgva læra má,
hon kann bæði lesa og skriva
bøkur og rúnarmál.«
16. »Er hon so von og tekkilig,
sum tú sigur frá,
hagar skal eg streingja
mínum bønarorðum á.
17. Hagar skal eg streingja
mínum bønarorðum á,
biðja dóttur Pipping kong,
tað stendst hvat av ið má.«
18. So letur hann Hugin kongur
síni skipini gera,
allar letur hann streingirnar
av reyðargulli vera.
19. Bræddir vóru brandar,
skorin var hvør stokk,
stavn og stýri av reyðargulli,
so var segl í topp.
20. Bræddir vóru brandar,
borðini vóru blá,
stavn og stýri av reyðargulli,
har skín sólin á.
21. Vindur hann upp síni silkisegl,
gull við vovin brand,
strikar ei á bunka niður
fyrr enn við Eingland.
22. Higar ið tann snekkjan
kendi fagurt land,
læt hann síni akker falla
á so hvítan sand.
23. Læt hann síni akker falla
á so hvítan sand,
fyrstur stígur Hugin kongur
sínum fótum á land.
24. Fyrstur stígur Hugin kongur
sínum fótum á land,
so hann meistarin Eingilbret
undir hans høgru hand.
25. Gingu teir frá strondum niðan,
ríkir menn og reystir,
lunnar brustu, og jørðin skalv,
teir settu knørr í neystið.
26. Mitt í miðjum grasagarði
aksla síni skinn,
og so búgvin gongur hann
í høgar hallir inn.
27. Og so búgvin gongur hann
í høgar hallir inn,
sum Pipping kongur við borðið sat
við manna hundrað fimm.
28. Hugin gekk í hallina inn,
í forðum var tann siður,
hevur nú alt í einum orði,
heilsar og hann biður.
29. Hugin stendur á hallargólvi,
ber upp kvøðju sína:
»Sit væl, reystur Pipping kongur,
gev mær dóttur tína!«
30. Leingi sat hann Pipping kongur,
áðrenn hann tordi tala:
»Heinta mína dóttur í hallina inn
sjálv for seg at svara!«
31. Frúgvin varð bæði studd og leidd
inn í sín faðirs veldi,
ljómin skein av akslagrein,
tað skyggir av tignareldi.
32. Hugin kvittaði til Eingland
Óluvu at biðja,
øllum fell tað væl í lag,
sjálv læt hon ikki synja.
33. Hugin kvittaði til Einglands
Óluvu at fá,
øllum fell tað væl í lag,
sjálv segði hon já.
34. Fram gekk frúgvin Óluva,
rætti hond yvir borð,
lystiligt var á at lýða
teirra festnarorð.
35. Fram gekk frúgvin Óluva,
rætti fram ljósa hond,
lystiligt var á at lýða
teirra festnarorð.
36. Hugin festi Óluvu,
og flutti hann hana heim,
hørpur og frægur streingjaleikur
spældi fyri teim.
37. Hugin festi Óluvu,
so er komið til mín:
»Mentardrotning, lat tær fylgja
góðan siður í bý!«
38. Hugin festi Óluvu,
tók í hennara hand:
»Mentardrotning, lat tær fylgja
góðan siður í land.«
39. Silki og so perlur
varð eftir vegnum breitt,
so varð frúgvin Óluva
niður til strandar leidd.
40. Silki og so perlur
varð eftir vegnum prangað,
ei mátti frúgvin Óluva
á berum jørðum ganga.
41. Fylgdu teim til strandar oman
faðir hennara og móðir,
fylgdi teimum hirðin øll
og Jóannis, moynnar bróðir.
42. Eg kann ei við orðum greina
teirra tungu mein,
Pipping fylgdi síni dóttur
ytst á flóðarstein.
43. Vant hann upp síni silkisegl,
út í havið setti,
mikil var tann mannamúgva,
stóð á landi eftir.
44. Vant hann upp síni silkisegl,
gull við vovin rand,
strikar ei á bunkan niður
fyrr enn við Noregis land.
45. Higar ið tann snekkjan
kendi fagurt land,
læt hann síni akker falla
á so hvítan sand.
46. Læt hann síni akker falla
á so hvítan sand,
fyrstur stígur Hugin kongur
sínum fótum á land.
47. Fyrstur stígur Hugin kongur
sínum fótum á land,
so hon frúgvin Óluva
undir hans høgru hond.
48. Tók hann frúnna Óluvu,
lyftir á land við sær:
»Gud og milda Maria moy
hon veri nú við tær.«
49. Silki og so perlur
varð eftir vegnum breitt,
so varð frúgvin Óluva
niðan til hallar leidd.
50. Silki og so perlur
varð eftir vegnum prangað,
ei skuldi frúgvin Óluva
á berum jørðum ganga.
51. Tað var brúdleyp, ið boðið var,
ikki mátti tvørra,
báðum borgum boðið varð,
tólv hundrað av hvørji.
52. Drukkið varð teirra brúdleypið,
kátt var teirra lív,
gingu bæði í eina song,
Hugin og hans vív.
53. Tey vóru ikki leingi saman,
til tey gótu svein,
hann varð av góðum stundum gitin,
so varð hann borin í heim.
54. Frúgvin læt seg við barni ganga,
níggju mánar taldar,
til at hennara stundum leið,
hon føðir ein svein so baldan.
55. Tað er enn sum oftum var tá,
dult er døpult mein,
frúgvin er gingin í høgaloft,
hon føðir ein ungan svein.
56. Sveipar hon hann í klæði væl,
væl skal ríkum falla,
síðan læt hon presti bera,
Landrus bað hon kalla.
57. Sveipar hon hann í klæði væl,
væl skal góðum evna,
síðan læt hon presti bera,
Landrus bað hon nevna.
58. Barnið varð borið frá kirkjuni
aftur for móður sín,
meiri læt hon røkta tað
enn alt sítt gull í skrín.
59. Barnið varð borið frá kirkjuni
aftur for móður song,
meiri læt hon røkta tað
enn alt sítt gull og lond.
60. Tí svaraði Hugin kongur,
kinn ber hann so bleik:
»Lidnir eru fimtan vetur,
síðan eg framdi leik.«
61. Tí svaraði Hugin kongur,
kinn ber hann so bleik:
»Hvør skal mína drotning goyma,
meðan eg fremji leik?«
62. Svaraði meistarin Eingilbret:
»Eg geri, tað eg kann,
eg skal tína drotning goyma,
eg flutti hana í land.«
63. Svaraði meistarin Eingilbret:
»Tað kann eg væl gera,
eg skal heima í ríkinum
hjá tíni drotning verða.«
64. »Heiti eg á mín besta vin,
Mýlint, riddaran ríka,
ei verður hann í ráðunum
Óluvu drotning at svíkja.«
65. »Heitir tú á tín besta vin,
Mýlint riddaran ríka,
fyrstur verður hann í ráðunum
Óluvu drotning at svíkja.«
66. Hugin fór á skógvin burt
at samla gull og fæ,
Mýlint goymdi hansara drotning
bæði nátt og dag.
67. Hugin fór á skógvin burt
at samla gull til landa,
eftir livir Óluva,
er stødd í stórum vanda.
68. Hugin fór á skógvin burt
at samla gull og eyð,
eftir livir Óluva,
er stødd í stórari neyð.
69. Óluva situr í Postulakirkju,
sang av síni bók,
har kom Mýlint gangandi,
hana á hondum tók.
70. Tað er illi Mýlint,
svarar so fyri sær:
»Tað tykir mær einki vera
at sova í song hjá tær.«
71. »Ríð tú burtur, Mýlint,
tú vilt gera illa,
tú vilt svíkja kongin,
og sjálvur tín manndóm spilla.«
72. »Meira gull vil eg geva tær,«
hann læt síni orð so fara,
»enn hann gav tær Hugin kongur,
fyrst hann vildi teg hava.
73. Meira gull vil eg geva tær,
er mær ei á tí hól,
enn hann gav tær Hugin kongur
framman á brúðarstól.«
74. Tað var illi Mýlint,
tók sær ker í hand,
so gekk hann í kjallaran,
sum mjøðurin fleyt í bland.
75. So skeinkir hann Mýlint
mjøðin út í vín,
og so mikið óminni
læt hann har útí.
76. Og so mikið óminni
læt hann har útí,
bar so inn fyri Óluvu,
bað hana drekka til sín.
77. Tað var frúgvin Óluva,
ið drukkið hevði á,
tað var mær á sonnum sagt,
sovandi fall hon frá.
78. Tað var mær á sonnum sagt,
sovandi fell hon frá,
hann nøktaði hana av hvørjum plaggi,
bar til seingjar svá.
79. Tað var illi Mýlint,
ilt gat hann at vinna,
hann fekk ikki skilt tey at,
fyrr enn blámans stræti finna.
80. Tað var illi Mýlint,
sveipar at sær skinn,
og so búgvin gongur hann
fyri blámannin inn.
81. »Far tú teg til hallar heim,
kjós tær fagurt vív,
frúgvin man ikki móti mæla,
hon er jøvn og blíð!
82. Far tú teg til hallar heim,
kjós tær fagurt fljóð,
frúgvin man ikki móti mæla,
hon er jøvn og góð!«
83. »Hentari er mær føðsla mín,
hartil nýtur drykkur,
flestallar høviskar moyggjar
tykjast ei í mær tykkur.«
84. Tað var illi Mýlint,
tók sær ker í hand,
so gekk hann í kjallaran,
sum mjøðurin fleyt í bland.
85. So skeinkir hann Mýlint
mjøðin út í vín,
og so mikið óminni
læt hann har útí.
86. Og so mikið óminni
læt hann har útí,
bar so inn fyri blámannin,
bað hann drekka til sín.
87. Tað var hesin blámaður,
drukkið hevði á,
tað var mær á sonnum sagt,
sovandi fell hann frá.
88. Tað var mær á sonnum sagt,
sovandi fell hann frá,
hann nøktaði hann av hvørjum plaggi,
bar til seingjar svá.
89. Bláar legði hann armarnar
yvir frúnnar síðu,
frúgvin var blíð og bjørt ímót,
sær til mikla kvíðu.
90. Bláar legði hann armarnar
yvir frúnnar háls,
frúgvin var blíð og bjørt ímót,
búði undir fals.
91. Bláar legði hann varrarnar
yvir frúnnar munn,
frúgvin var blíð og bjørt ímót,
honum vóru svikini kunn.
92. Hugin kemur av skógnum heim,
brýtur av bragdartátti,
spyr eftir drotning síni,
hann kemur heim mót náttum.
93. »Stígið tær fyrst yvir borð,
veldigur harri mín,
síðan skal eg siga tær
frá Óluvu drotning tíni!
94. Stígið tær fyrst yvir borð,
veldigur harri, her,
síðan skal eg siga tær,
hvar Óluva drotning er!«
95. Tað var illi Mýlint,
illa gjørdi hann tá,
hann leiddi hann at seingini,
sum Óluva fyri lá.
96. Tað var illi Mýlint,
illa gjørdi hann tá,
hann leiddi hann at seingini,
sum Óluva fyri lá.
97. Tí svaraði Hugin kongur,
sortnaði sum ein mold:
»Illa hevur tú, Óluva,
spilt títt hvíta hold.«
98. Tað var illi Mýlint,
sínum svørði brá,
hann kleyv henda blámannin
sundur í lutir tvá.
99. Hann kleyv henda blámannin
sundur í lutir tvá,
so víða sum hans blóðið dreiv,
tað tendraðust ljósum á.
100. Tí svaraði Hugin kongur:
»Slíkt er mikil villa,
hví drapst tú hann sakleysan,
tað gjørdi tú illa?«
101. »Tegið, kongurin, harra mín,
tala ikki slíkt,
hatta eru frúnnar illgerningar,
tykir mær vera líkt!«
102. Óluva klæðist for síni song
eina morgunstund,
síðan læt hon brævini skriva,
sendi yvir lond.
103. Síðan læt hon brævini skriva,
sendi yvir lond,
læt hon sínum faðir siga,
vandi var honum á hond.
104. Pipping kemur av skógnum heim,
brýtur av bragdartátti,
spyr eftir Óluvu, dóttur síni,
hann kemur heim mót náttum.
105. »Stígið tær fyrst yvir borð,
veldigur harri mín,
síðan skal eg siga tær
frá Óluvu, dóttur tíni!
106. Stígið tær fyrst yvir borð,
veldigur harrin her,
síðan skal eg siga tær,
hvar Óluva dóttur er!«
107. Tað var illi Mýlint,
illa gjørdi hann har,
hann leiddi hann at seingini,
sum Óluva fyri var.
108. Tað var illi Mýlint,
illa gjørdi hann tá,
hann leiddi hann at seingini,
sum Óluva fyri lá.
109. Tí svaraði Pipping kongur,
sortnaði sum ein mold:
»Illa hevur tú, Óluva,
spilt títt hvíta hold.«
110. Ryggilig fell Óluva
inn fyri faðir sín,
berføtt í einum náttserki,
undir eitt høvurlín.
111. Ryggilig fell Óluva
sínum faðir til føtur,
snúðist hann av reiði burt,
ei var at snúgva til bøtur.
112. Tað var frúgvin Óluva,
sveipar at sær skinn,
og so búgvin gongur hon
fyri Landrus, son sín, inn.
113. Hon tók upp sín unga son,
legði á armin sín:
»Ligg væl heilur og happadyggur,
minst á móður tín!«
114. Hon tók upp sín unga son,
kysti hon [hann] so søtan,
eingin hevur so hart í hug,
at hjarta man ikki grøta.
115. Hon tók upp sín unga son,
sær á armin legði,
góður dugur gevið ljóð,
hvat hon við hann segði.
116. Mýlint legði ørv á strong,
frúnni var til mein,
so skeyt hann í sveinsins pannu,
tað brast í brúnarbein.
117. Mýlint gongur for kongin,
frúnni vekir harm:
»Ei er hon í einum ónd,
nú vil hon drepa sítt barn.«
118. »Fyrstu 'bajiu' undanførslu,
førið meg út í hav!
Eri eg ei sonn í mínum máli,
søkkið meg niður í kav!«
119. Tóku teir frúnna Óluvu,
førdu út í hav,
tá ið teir komu til landanna,
tá var frúgvin har.
120. Øðru 'bajju' undanførslu,
glógvandi eld at renna:
»Eri eg ei sonn í mínum máli,
má mítt likam brenna.«
121. Heldur vildi Mýlint
seta hana í kaldan stein,
síðan at varpa gróti á,
sum frúnni var til mein.
122. Ikki vildi Hugin kongur
týna so frúnni av lívi,
tí hann hevði um nakrar stundir
unnað so vonum vívi.
123. Triðju 'bajju' undanførslu,
fjórðu og ikki færri:
»Førið meg høgst á borgartorn
undir svørðsoddar reiðu!«
124. Tóku teir frúnna Óluvu,
gjørdu ein snarpan leik,
eingin brá so búgvin brand,
sum frúnni á holdi beit.
125. Tað var frúgvin Óluva,
grið vil hon ikki tiggja:
»Setið meg í tað einihús,
sum eitur og paddur byggja!«
126. Tóku teir frúnna Óluvu,
settu í ormaborg,
kongurin liggur tólv nætur
sjúkur av síni sorg.
127. Henni kom føði av himlinum niður,
legðist henni hjá,
hon var seg í ormahúsi
fult í fimtan ár.
128. Henni kom føði av himlum niður,
tað var henni betur,
hon var seg í ormahúsi
fult í fimtan vetur.
129. Kongurin liggur tólv vintur
sjúkur av sorgum sínum,
Mýlint býður konginum
Galionnu, dóttur sína.
130. Tað var reystur Hugin kongur,
tók sær frúgvur at festa,
snarliga læt til brúdleyps ætla,
læt ei longur fresta.
131. Drukkið varð teirra brúdleypið,
kátt var teirra lív,
gingu bæði í eina song
Hugin og hans vív.
132. Tey vóru ikki leingi saman,
til tey gótu svein,
hann varð á óndum stundum gitin,
so varð hann borin í heim.
133. Frúgvin læt seg við barni ganga
níggju mánar taldar,
til at hennara stundum leið,
hon føddi ein son so baldan.
134. Tað er enn sum oftum var tá,
dult er døpult mein,
frúgvin er gingin í høgaloft,
hon føðir ein ungan svein.
135. Sveipar hon hann í klæði væl,
væl skal ríkum falla,
síðan læt hon presti bera,
Málandrus bað hon kalla.
136. Sveipar hon hann í klæði væl,
komin til góðar at evna,
síðan læt hon presti bera,
Málandrus hon nevna.
137. Barnið varð borið frá kirkju heim,
aftur for móður sín,
meiri læt hon røkta tað
enn alt sítt gull í skrín.
138. Áðrenn hann gat á gólvi gingið,
beit hann mann í fót,
Mýlint og hon Galianna frú
buðu fyri hann bót.
139. Áðrenn hann gat á gólvi ganga,
beit hann mann í føtur,
Mýlint og hon Galianna frú
góvu fyri hann bøtur.
140. Vuksu upp í ríkinum
báðir á eini grund,
so mikil var teirra munur
sum kristin maður og hundur.
141. Vuksu upp í ríkinum
báðir á eini høll,
tað var sonur Óluvu,
hirðin unti øll.
142. Tað var um ein halgan dag,
søgur ganga frá,
dreingir fóru á leikvøll út,
teir skuldu boltin slá.
143. Tað var ungi Landrus,
kinn ber hann so bleik,
tað var um ein halgan dag,
teir skuldu boltin leika.
144. Landrus sló tann gullboltin,
hinum varð til mein,
so kom hann í sveinins pannu,
tað brast í brúnarbein.
145. Málandrus tapti gullboltin,
tað av tungum jamri,
eg svørji tann eið við mína trúgv,
kykur sprakk hann av harmi.
146. Mýlint gongur for kongin:
»Hvør skal tað mál verja?
leingi skal tín horkonu son
títt einkarbarn so berja.«
147. Tí svaraði Hugin kongur,
tað var mest av sút:
»Takið ein lurk og lemjið við,
koyrið hann av borgum út!«
148. Landrus reið av borgum fram
eina morgunstund
haðani og yvir um á
á sínar fostru fund.
149. Landrus reið av borgum út
eina morguntíð
haðan yvir til fostru sína,
hon mundi vera honum blíð.
150. Tað var ungi Landrus,
heim í garðin fór,
úti stendur og fagnar honum
tað ynniliga fljóð.
151. Hon gav honum gullborin klæði,
sligin við silvurknappar:
»Tað er Galianna, tín stjúpmóðir,
hon vil teg háða og happa.«
152. Hon gav honum gullborin klæði,
silvurknappar hon slær:
»Tak tú ikki vanvirði
av ringara manni enn tær!«
153. Út reið ungi Landrus
eina morguntíð,
tey sviku av honum klæðini
ígjøgnum grøna líð.
154. Út reið ungi Landrus
eina morgunstund,
tey sviku av honum klæðini
ígjøgnum grøna lund.
155. Nakin ríður Landrus
aftur á Sivju fund,
úti stendur og fagnar honum
tað ynniliga sprund.
156. Hon gav honum gullborin klæði,
sligin við silvurknappar:
»Tað var Galianna, tín stjúpmóðir,
hon vil teg háða og happa.«
157. Hon gav honum gullborin klæði,
silvurknappar hon slær:
»Tak tú ikki vanvirði
av ringari manni enn tær!«
158. Út reið ungi Landrus
eina morguntíð,
tey sviku av honum klæðini
ígjøgnum grøna líð.
159. Út reið ungi Landrus
eina morgunstund,
tey sviku av honum klæðini
ígjøgnum grøna lund.
160. Nakin ríður Landrus
aftur á Sivju fund,
úti stendur og fagnar honum
tað ynniliga sprund.
161. Hon gav honum gullborin klæði,
sligin við silvurknappar:
»Tað er Galianna, tín stjúpmóðir,
hon vil teg háða og happa.«
162. Hon gav honum gullborin klæði,
silvurknappar hon slær:
»Tak tú ikki vanvirði
av ringari manni enn tær!«
163. Tað var Sivja, fostra hans,
hon mundi vera honum blíð,
hon fekk honum ørsið tað,
hann skuldi á skógvin ríða.
164. Hon fekk honum ørsið tað,
hann skuldi á skógvin ríða,
visti ikki, fyrr enn hann kom
í sterkan streym og stríðan.
165. Visti hann ikki, fyrr enn hann kom
í sterkan streym og stríðan,
ørsið bar hann haðan burt
aftur á flæðir fríðar.
166. Landrus reið á skógvin burt
við so frítt eitt mót,
hann kom fram á heyggin tann,
sum tríggir dvørgar sótu.
167. Teir høvdu eitt lítið handklæði
ímillum sín at kasta,
tað er frúgvin Óluva,
ið teir háða og lasta.
168. Teir høvdu eitt lítið handklæði
ímillum sín at senda,
tað er frúgvin Óluva,
ið teir háða og henda.
169. »Tað er frúgvin Óluva,
ið teir hava svølt,
Hugin kongins drotning
bróðir, tala ei hvølt!«
170. Svaraði fyrsti av dvørgunum:
»Væl skal mær tað líka,
latið hann fáa hetta svørð,
vit hava nógvi slíki!«
171. Svaraði annar av dvørgunum:
»Væl skal mær um tað vara,
latið hann fáa hetta svørð,
vit hava nógvu øðru!«
172. Svaraði triði av dvørgunum,
skortaði hann ei eyð:
»Latið hann fáa tann góða grip,
sína móður frelsir av neyð!«
173. Higar ið kundi hann dvørgamál,
áðrenn hann frá teim gekk,
gripin hevði hann á skógv við sær,
so góðan sigur fekk.
174. Hagar ið kundi hann dvørgamál,
enn hann frá teim reið,
gripin hevði hann á skógv við sær,
so góðan sigur beið.
175. Landrus reið fyri heygin fram,
hoyrdi sín móður tala,
andaði sum úr hanamunni,
fagrast um náttir gala.
176. Landrus legði ørv á strong,
býr seg til at skjóta,
hann sær henni for kníggjum liggja
mangan ormin ljótan.
177. »Hoyr tú tað, hin ungi maður,
hvøssu skal eg teg nevna?
fyri hvat skalt tú skjóta meg,
hvat havi eg gjørt til stevna?«
178. »Landrus skalt tú nevna meg,
Hugin, kongins son,
so er mær frá móður sagt,
at drotning væri hon.«
179. »Ert tú Landrus,
sæli sonur mín,
hvat hevur hann til ráða tikið,
Hugin, faðir tín?«
180. »Tað hevur hann til ráða tikið,
Hugin faðir mín,
Mýlint hevur givið honum
Galionnu dóttur sín.
181. Tey hava átt ein ungan son,
Málandrus skulu vit nevna,
hann bregður alt í móður ætt,
tikin til ónt at evna.
182. Hevur tú hoyrt frá leikinum,
ið Málandrus gjørdi?
hans var hjartað svikafult,
við ilsku fór hann í jørð.«
183. »Sivja eitur fostra mín,
hon býr fyri handan á,
bið hana læna mær klæði góð,
hevur hon hartil ráð!«
184. Tað var ungi Landrus,
heim í garðin fór,
úti stendur og fagnar honum
tað ynniliga fljóð.
185. »Hoyr tað Sivja, fostra mín,
tú býr fyri handan á,
mín móðir bað teg læna sær klæði góð,
hevur tú hartil ráð.
186. Hoyr tú Sivja, fostra mín,
hav væl tað í akt,
mín móðir bað teg læna sær klæði góð,
hevur tú nakra makt!«
187. »Tú gert ikki, Landrus,
at ríva upp míni sár,
hon fór seg í ormahús
fult fyri fimtan ár.
188. Tú gert ikki, Landrus,
sorgir vekja mær,
hon fór seg í ormahús,
ormar hava rivið hennara ræ.«
189. »Hoyr tú Sivja, fostra mín,
far ikki við so hátt,
eg havi við mína móður talað,
tað skal spyrjast brátt!«
190. Sivja snúðist haðan burt,
hon gekk seg burt av breyt,
læsir upp tá kistuna,
full var innan við skreyt.
191. Læsir upp tá kistuna,
full er av hvíta lín:
»Hetta skalt tú, Landrus,
bera til móður tín.«
192. Landrus reið fyri heygin fram,
hoyrdi sín móður tala,
andaði sum úr hanamunni
fagrasta náttirgala.
193. Hann fekk henni tey klæðini,
gjørd við silvuri hvíta:
»Tak nú við, mín sæla móðir,
vita um tú manst nýta!«
194. Hann fekk henni tey klæðini,
sum hann hevði borið,
so var bæði vítt og sítt,
sum skapað var og skorið.
195. Hann stoytti yvir hana kápuna,
setti hana til sín hest,
so reið hann til hallar heim,
sum hann kundi best.
196. Tað var ungi Landrus,
hevði ei fleiri orð,
hann tók sína sæla móður,
setti hana upp um borð.
197. Hvørjumegin dyrnar
Landrus gongur inn,
situr fyri Mýlint,
hann kveitir undir skinn.
198. »Miskunn, miskunn, Landrus,
vænti eg mær av tær,
fyri eg havi leingi verið
tínum faðir kær.
199. Miskunn, miskunn, Landrus,
vænti eg mær frá teg,
fyri eg havi leingi verið
tínum faðir kær.«
200. »Tú gert einki vera
mínum faðir kær,
tað visti tú, Galianna frú,
móður átti eg mær.«
201. Teir settu Mýlint í ormahús
pá tann sama dag,
tað var mær á sonnum sagt,
at ormar rivu hans ræ.
202. Til hesar somu ormarnar,
ið frúnna høvdu leingi skjólað,
í sama hús fór Mýlint inn,
men skroypin vóru hans jól.
203. Hugin býður Óluvu
í song hjá sær at liggja,
takk havi frúgvin Óluva,
hon vildi ei tey boð tiggja.
204. Hugin biður Óluvu
í song hjá sær at sova,
takk havi frúgvin Óluva,
hon vildi ei tey boð lova.
205. Tað er frúgvin Óluva,
hon gav seg í kleystur,
Landrus eitur hennara son,
bæði er hann ríkur og reystur.
206. Hon gav seg í nunnukleystur
við so góðari trú,
onga tíð á síni ævi
livir hon betur enn nú.
(c) Dansifelagið í Havn