Kvæðasavn
Ívint Herintsson
Uppskrift: FK 100A, 26, pp. 116-164.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.
I. Jákimann kongur.
1. Jákimann kongur á Húnalandi,
hann streingir á tann váða,
hann skal hava Hartans systur,
sjálv má hon ikki ráða.
Gár í dans, frúur!
Sprund fagurt eg mær kjósi,
til at dansa með við hond,
so fagurliga sum tað kann,
gár í dans frúur!
2. Jákimann kongur í Húnalandi,
hann streingir tað til,
hann skal hava Hartans systur,
um enn hon ikki vil.
3. Jákimann kongur í Húnalandi,
søgur ganga frá,
høgrumegin er hann hvítur,
vinstru megin blá.
4. Svaraði ein av monnum hans,
rymur í brósti rennur:
»Áðrenn tú frúnna neyðuga festir,
sveitkast tú um enni.«
5. Jákimann tekur stríða skegg,
strýkur tað upp við væli:
»Mær skal ikki blóðið dríva
av einum jalsins træli.«
6. Tað var reysti Jákimann kongur
sínum svørði brá,
hann kleyv henda valdra svein
sundur í lutir tvá.
7. Jákimann situr í hásæti,
talar til sínar dreingir:
»Hvar vita tit mín javnlíka,
tað havi eg hugsað leingi?«
8. Jákimann situr í hásæti,
talar við sínar menn:
»Hvar vita tit mín javnlíka,
tað havi eg hugsað enn?«
9. Sveinar svara sínum harra:
»Hví spyrjið tær so,
best manst tú vita við sjálvum tær,
hvar tín stár hugur á?
10. Best manst tú vita við sjálvum tær,
hvar tín stár hugur á,
hoyrt havi eg gitið, Hartan kong
væna systur ár.
11. Hartan kongur systur eigur,
hava hana menn við orði,
henni er stólur av gulli gjørdur
framman for kongsins borði.
12. Hon ber ikki bleika brá
undir sínum gula hári,
heldur enn tann fagrasta summarsól,
ið fagurt skín um várið.
13. Hartan kongur systur eigur,
væna og so vísa,
kanst tú hana til ektar fá,
hon kann títt lív væl prísa.«
14. »Er hon so von og tekkilig,
sum tær sigið frá,
hagar skal eg streingja
mínum bønarorðum á.
15. Hagar skal eg streingja
mínum bønarorðum á,
biðja systur Hartan kong,
tað stendst hvat av ið má.«
16. So letur reysti Jákimann kongur
síni skipin gera,
allar læt hann streingirnar
av reyðargulli vera.
17. Vant hann upp síni silkisegl,
gull við vovin rand,
strikar ei á bunkan niður
fyrr enn við Hartans land.
18. Higar ið hansara snekkjan
kendi fagurt land,
læt hann síni akker falla
á so hvítan sand.
19. Læt hann síni akker falla
á so hvítan sand,
fyrstur stígur Jákimann kongur
sínum fótum á land.
20. Fyrstur stígur Jákimann kongur
sínum fótum á land,
so var hann á foldini tungur,
hann søkk til kníggja í sand.
21. Gingu teir frá strondum niðan,
ríkir menn og reystir,
lunnar brustu, og jørðin skalv,
teir settu knørr í neystið.
22. Mitt í miðjum grasagarði
aksla síni skinn,
og so búnir ganga teir
í høgar hallir inn.
23. Og so búnir ganga teir
í høgar hallir inn,
sum Hartan kongur for borði sat
við manna hundrað fimm.
24. Jákimann gekk í hallina inn,
í forðum var tann siður,
hevur alt í einum orði,
heilsar og hann biður.
25. Jákimann stendur á hallargólvi,
ber upp kvøðju sína:
»Sit væl, reystur Hartan kongur,
gev mær dóttur tína!«
26. Leingi sat hann Hartan kongur,
áðrenn hann tordi tala:
»Heimtið mína systur í hallina inn,
hon sjálv for seg at svara.«
27. Frúgvin varð bæði studd og leidd,
inn í hallina gekk,
Jákimann sat í hásæti,
hann ymsar litir fekk.
28. »Hartan, kenni eg handa mann,
eyka mær ei tann sprongd,
svartur er hann og sámleitur
at sova hjá mær í song.
29. Kjaftur hans er ógvuligur,
nasarnar eru langar,
so eru hansara kjálkabein
sum fjórðingsvegur at ganga.
30. Eyguni eru sum tjarnir tvær,
ennið tað er fatt,
nasarnar víðar sum neystadyr,
sum sigi eg alt satt.
31. Skeggið er sum sótið svart,
hongur niður á bringu,
neglirnar rætt sum bukkahorn,
alin fram av fingrum.
32. Kamparnir rætt sum faks so strítt,
hongur niður á belti,
brýrnar eru sum hamrar tveir,
tonn sum í villini gelti.«
33. Hatta frætti Herint
suður í síni lond,
Hartans systir í ríkinum
hon er so biðlavond.
34. So læt ungi Herint
síni skipin gera,
allar læt hann streingirnar
av reyðargulli vera.
35. Bræddir vóru brandar,
skorin var hvør stokk,
stavn og stýri av reyðargulli,
so var segl í topp.
36. Vindur hann upp síni silkisegl,
gull við vovin rand,
strikar ei á bunkan niður
fyrr enn við Hartans land.
37. Higar ið tann snekkjan
kendi fagurt land,
læt hann síni akker falla
á so hvítan sand.
38. Læt hann síni akker falla
á so hvítan sand,
fyrstur steig ungi Herint
sínum fótum á land.
39. Fyrstur steig ungi Herint
sínum fótum á land,
sló hann sínar herbúðir
skamt frá sjóvarstrand.
40. Ganga teir frá strondum niðan,
ríkir menn og reystir,
lunnar brustu, og jørðin skalv,
teir settu knørr í neystið.
41. Mitt í miðjum grasagarði
aksla síni skinn,
og so búgvin gongur hann
í høgar hallir inn.
42. Og so búgvin gongur hann
í høgar hallir inn,
sum Hartan kongur for borði sat
við monnum hundrað fimm.
43. Herint gekk í hallina inn,
í forðum var tann siður,
hevur alt í einum orði,
heilsar og hann biður.
44. Herint stendur á hallargólvi,
ber fram kvøðju sína:
»Sit væl, reystur Hartan kongur,
gev mær systur tína!«
45. Leingi sat hann Hartan kongur,
áðrenn hann tordi tala:
»Heinta mína systur í hallina inn
hon sjálv for seg at svara!«
46. Frúgvin varð bæði studd og leidd,
inn í hallina gekk,
fyrst hon Herint við eygum sá,
hon vilja til hann fekk.
47. »Eg havi ikki Jákimann kong,
hann er so leitt eitt trøll,
so er faðir og so er móðir,
og so er hirðin øll.
48. Eg havi ikki Jákimann kong,
stórur í sorg og virði,
tjúkkur er hann og dravlorkutur,
náir ei inn um dyr.«
49. »Tað sær eg á tær Herint,
at tú manst ognast vív,
kom á hólm og berst við meg
eina so lítla tíð!
50. Tað sær eg á tær Herint,
at tú manst ognast sprund,
kom á hólm og berst mót mær
eina so lítla stund!«
51. Drukku teir í Hartans høll
fult í dagar tvá,
ikki fekk hann Jákimann kongur
Hartans systur at sjá.
52. Drukku teir í Hartans høll
fult í dagar tríggjar,
ikki fekk hann Jákimann kongur
Hartans systur at síggja.
53. Ikki fekk hann Jákimann kongur
Hartans systur at sjá,
tað var ungi Herint,
hann ríður til og frá.
54. Herint er riðin for hallardyr,
man meg rætt um minna:
»Er her inni Jákimann kongur,
eg krevji teg fyrsta sinni?«
55. »Tú tarvt ikki, reiðrarungi,
firra meg við elli,
spretti eg fingur í enni á tær,
so liggur tú deyður á vølli.«
56. »Skreppa tær einki, Jákimann kongur,
tóast tú ert vaksin,
oftum hevur lítil túgva
felt so stórum lassi!«
57. Drukku teir í Hartans høll
fult í dagar tvá,
ikki fekk hann Jákimann kongur
Hartans systur at sjá.
58. Ikki fekk hann Jákimann kongur
Hartans systur at sjá,
tað er hin ungi Herint,
hann ríður til og frá.
59. Herint er riðin for hallardyr,
man meg rætt um minna:
»Ert tú her inni, Jákimann kongur,
eg krevji teg annað sinni?«
60. »Tú tarvt ikki geiraungi
at firra meg so leingi,
ver tú frægur, í orðum spakur,
reystari sá eg dreingir!«
61. »Tú tarvt ikki Jákimann kongur
hava so mikið á munni,
einki kanst tú rósa av,
fyrr enn tú hevur vunnið.«
62. Drukku teir í Hartans høll
fult í dagar tríggjar,
ikki fekk hann Jákimann kongur
Hartans systur at síggja.
63. Ikki fekk hann Jákimann kongur
Hartans systur at sjá,
tað var hin ungi Herint,
hann ríður til og frá.
64. Drukku teir í Hartans høll,
bæði úti og inni,
drukku mjøð og kláran vín
so glaðir á hvørjum sinni.
65. Herint er riðin for hallardyr,
man meg rætt um minna:
»Ert tú her inni, Jákimann kongur,
eg krevji teg triðja sinni?
66. Ert tú her inni, Jákimann kongur,
eg krevji teg út at ríða
á teim somu leikvøllum,
sum riddarar plaga at stríða?«
67. Árla var um morgunin,
sólin roðar í fjøll,
løgdu sínar bardagar
skamt frá Hartans høll.
68. Bardust fullar tógva dagar,
hvørgin sigur vann,
inntil tann hin triðja,
ið sól til viðar rann.
69. Bardust fullar tógva dagar,
hvørgin sigur fekk,
inntil tann hin triðja,
ið sól til viðar gekk.
70. Harra Gud í himmiríki,
mikil er tín makt,
so var Herint í víggi staddur,
opin fell hann aftur.
71. Herint stendur á grønum vølli,
gerst í kinnum bleikur,
ormar skriðu av Jákimann kongi,
hvør mót øðrum leika.
72. Herint gevur høggini tung,
alt fyri uttan gaman,
við hvørt stykki, hann av honum høgg,
snarari rann hann saman.
73. Herint stendur á grønum vølli,
kinnir ber hann baldar,
ormar skriðu av Jákimann kongi,
hvør mót øðrum halda.
74. Tað var frúgvin Hartans systir,
fann upp á tey ráð,
í hvørjari kirkjuni
læt hon klokkur slá.
75. Í hvørjari kirkjuni
letur hon klokkur ringja,
heiðin trýtur og illa frýntur,
kykur av harmi vil springa.
76. Herint letur høggini falla,
hoyrdist yvir fjøll,
stykki høgdi hann av honum tólv,
saman runnu øll.
77. Herint hugsar við sjálvum sær:
»Hatta er størsta undur,
nú skal taka stólp og stein
og føra hann víða sundur.«
78. Tað var hin ungi Herint
sínum svørði brá,
hann kleyv reystan Jákimann kong
sundur í lutir tvá.
79. »Eg havi staðið í tunga stríð,
so sára havi eg meg møtt,
nú skal eg festa tað væna vív,
so dýrt havi eg hana keypt.«
80. Drukkið varð teirra brúdleypið,
kátt var teirra lív,
gingu bæði í eina song,
Herint og hans vív.
II. Kvikilsprang.
1. Tey vóru ikki leingi saman,
til tess tey gótu svein,
hann var á góðum stundum gitin,
so varð hann borin í heim.
2. Frúgvin læt seg við barni ganga
níggju mánar taldar,
til at hennara stundum leið,
hon føddi ein svein so baldan.
3. Frúgvin læt seg við barni ganga
níggju mánar sínar,
til at hennara stundum leið,
hon føddi ein svein so fínan.
4. Tað var tá, sum ofta er enn,
dult er døpult mein,
frúgvin er gingin í høgaloft
og føddi ein ungan svein.
5. Sveipar hon hann í klæði væl,
væl skal ríkum falla,
síðan læt hon presti bera,
Ívint bað hon kalla.
6. Nevndur var teirra annar sonur,
Víðferð nevndi hon hann,
nevndur var teirra triði sonur,
hann æt Kvikilsprang.
7. Tað var teirra triði sonur,
ið nevndur var Kvikilspraki,
yngstur var hann av brøðralið,
men fáur var hansara maki.
8. Kvikilsprang leyp á gangara sín,
hann vildi tað útinna,
hann kom seg til Girtlanda,
man meg rætt um minna.
9. Hann setti seg hjá frúnni niður,
tungan mælir á ljóði,
brádliga varð hann av fótum kiptur,
nakkin small á gólvið.
10. Hann setti seg hjá frúnni niður,
tungan mælir av bræði,
brádliga var hann av fótum kiptur,
nakkin small á fjalum.
11. Kvikilsprang leyp so leysur á føtur,
skjótt var drongur at reita,
hann var kvikur til handar fúsur,
rendi so mangan sveita.
12. Kongurin sprakk úr hásæti,
lættan hevði hann fót,
setti stokkar fyri dyr,
so eingin náddi út.
13. Bardust teir tá innanhallar,
eykaðist meiri vandi,
sundur gekk Kvikilsprang góða svørð
ímillum hans beggja handa.
14. Kvikilsprang stóð á hallargólvi,
óttast for sínum lívi,
einki var til ráða at taka
uttan ein slíðraknívur.
15. Taldist tað av hallini út,
hvat hann vá við knívi,
hundrað heilt og hartil hálvt
taldist av dreingjalívi.
16. Teir settu hann í myrkastovu
undir ein mann at ráða,
hann hevði so mangan óvinin,
tí stóð hans lív í váða.
17. Teir settu hann í myrkastovu,
einum manni at gæta,
hann hevði so mangan óvinin
alt um sítt lív at træta.
18. Níggju nætur í myrkastovu,
áðrenn tað var frætt,
tað var frúgvin Rósinreyð,
hon var ikki við tað gladd.
19. Tað var frúgvin Rósinreyð,
hon gekk fyri faðir sín
berføtt í einum náttserki
og undir eitt høvurlín.
20. Frúgvin gekk for faðir sín,
reyðargull bar í hendi:
»Ger tað fyri æruna tá,
gev mær riddaran henda!«
21. »Ríð frá mær, tú vesælavætti,
eg vil teg ikki hoyra,
sámir ei mínum bitra brandi
at leika í kvinnudroyra.«
22. »Setti tú hann í myrkastovu,
verður var hann ei tann háða
sendi eg sterka Ívinti boð,
tá stendur títt lív í váða.
23. Setti tú hann í myrkastovu,
tað man lukkan fresta,
sendi eg sterka Ívinti boð,
tá stendur títt lív ið versta.«
24. Frúgvin krevur sín brævasvein,
klæðir hann væl í skrúður:
»Eg havi teg so oftum roynt,
at tú hevur verið trúur.
25. Heilir allir mínir sveinar,
drekkið nú allir av minni,
ongan skalt tú søtan sova,
fyrr enn tú Ívint finnur!«
26. So læt frúnnar brævasvein
síni skipin gera,
allar læt hann streingirnar
av reyðargulli vera.
27. So læt frúnnar brævasvein
síni skipin búgva,
allar læt hann streingirnar
av reyðargulli snúgva.
28. Bræddir vóru brandar,
skorin var hvør stokk,
stavn og stýri av reyðargulli,
so var segl í topp.
29. Bræddir vóru brandar,
borðini vóru ný,
forgyltir leika veðurringar
høgt í miðjum ský.
30. Vant hann upp síni silkisegl,
gull við vovin rand,
strikar ei á bunkan niður
fyrr enn við Húnaland.
31. So var veður á sjónum hart,
sandur á tiljum lá,
voldi tað frúnnar brævasvein,
hann bað sær ei Gud til ráð.
32. So var veður á sjónum hart,
tað brakar í bondum og bekki,
voldi tað frúnnar brævasvein,
hann bað sær ei Gud til hjálpar.
33. So var veður á sjónum hart,
sandur á tiljum breyt,
stýrdi so frúnnar brævasvein,
alt tað, ið knørrur fleyt.
34. Higar ið hansara snekkjan
kendi fagurt land,
lótu síni akker falla
á so hvítan sand.
35. Læt hann síni akker falla
á so hvítan sand,
fyrst steig frúnnar brævasvein
sínum fótum á land.
36. Mitt í miðjum grasagarði
aksla teir síni skinn,
og so búgvin gongur hann
í høgar hallir inn.
37. Og so búgvin gongur hann
í høgar hallir inn,
sum Ívint sterki á borði sat
við monnum hundrað fimm,
38. »Situr tú, Ívint Herintsson,
so glaður og drekkur vín?
tín situr bróðir á Girtlandi
og tolir so harða pínu.
39. Tín situr bróðir á Girtlandi,
staddur í stórum váða,
stendur í veði Girtland alt
og Rósinreyð at fáa.
40. Tín situr bróðir á Girtlandi,
staddur í tungari neyð,
stendur í veði Girtland alt
og frúgvin Rósinreyð.«
41. Ívint leyp frá borðum fram
bæði av ilsku og bræði,
níggju vóru silvurker,
hann breyt sundur í teirri.
42. So var Ívint Herintsson
vreiður um hatta mál,
hann breyt yvir sínum borð
forgylta mjaðarskál.
43. Tað var Ívint Herintsson,
hann sínum borðum skeyt,
allur tann hin brúni mjøður
á hallargólvi fleyt.
44. Ívint upp frá borðum leyp,
so er greint ífrá,
uttarlaga á hallargólvi
komst hann fótum á.
45. Vindur upp síni silkisegl,
gull við vovin rand,
strikar ei á bunkan niður
fyrr enn við Girtland.
46. Higar ið teirra snekkjan
kendi fagurt land,
lótu sín akker falla
á so hvítan sand.
47. Lótu síni akker falla
á so hvítan sand,
fyrst steig Ívint Herintsson
sínum fótum á land.
48. Fyrst steig Ívint Herintsson
sínum fótum á land,
so hann frúnnar brævasvein
undir hans høgru hand.
49. Svaraði frúnnar brævasvein:
»Eg skal fyri ráða,
mær eru kunnig lokubrøgd
og allir loynistígir.«
50. Hann reið við borgini langa stund,
fann ikki á at ganga,
klývur upp hurðar av seigum jarni,
loysti út reystan fanga.
51. Hann kleyv upp hurðar av seigum jarni,
loysti reystan fanga:
»Kom út, Kvikilsprang, bróðir mín,
ert tú førur at ganga!«
52. Kvikilsprang leyp av myrkastovudurum,
til ilsku var hann fús:
»Eg havi av konginum skatt at lúka
fyri tað myrka hús.«
53. Kvikilsprang leyp av myrkastovudurum,
til ilsku var hann baldur:
»Eg havi av konginum skatt at lúka
fyri tað jarnið kalda.«
54. Árla var um morgunin,
roðar fyri sól,
tá hevði reystur Girtlands kongur
brynjað út hundrað tólv.
55. Tá hevði reysti Girtlands kongur
brynjað út hundrað tólv,
Ívint og Kvikilsprang, brøður tveir,
riðu har ímót.
56. Ívint og Kvikilsprang, brøður tveir,
riðu har ímót,
feldu so búkar á jørðina niður,
sum tey varpa grót.
57. Løgdu niður liðið alt,
sigst í hesum tátti,
Girtlands kongur við sveinar tólv
stóðu eina eftir.
58. Tað var Ívint Herintsson,
sínum svørði brá,
hann kleyv reystan Girtlands kong
sundur í lutir tvá.
59. Kvikilsprang ríður á grønum vølli,
sum søgan sigur frá,
allar hansara sveinar tólv
teir legði hann honum hjá.
60. Kvikilsprang festi Rósinreyð,
væl hann tað formátti,
settist aftur í stólin tann,
sum Girtlands kongur átti.
III. Ívints táttur.
1. Árla var um morgunin,
sólin skein so víða,
tað var Brandur hin víðførli,
hann búði seg út at ríða.
2. Tað var Brandur hin víðførli,
hann búði seg út at ríða,
talar til ein av sveinunum:
»Saðla mær hestin fríða!«
3. Talar til ein av sveinunum:
»Saðla mær hestin fríða!
Nú lystir meg sum aðrir riddarar
í dag á skógvin ríða.«
4. Víðferi leyp í saðilin upp,
frá man frættast víða,
so reið hann á heiðin skógv,
so ónt mundi honum bíða.
5. So reið hann á skógvin burt,
hann vildi við kempur stríða,
fremstur var hann blant Tíðriks kappar
innan birtingsstígar.
6. Víðferi reið eftir skógnum fram,
gull á heiði glógvar,
og so mangar eiturpaddur,
hartil risar tógva.
7. »Mangan havi eg heidning vigið,
Tíðriks kongi tænt,
onga tíð á miðjari leið
eg havi aftur vent.«
8. Brandurin situr á sínum hesti,
sær seg um so víða,
ein kom risi úr skógnum út
og beyð honum út at stríða.
9. Riðu saman á grønum vøll,
slíkt var mikið undur,
hesturin nígur aftur um døv,
skøftini gingu sundur.
10. Brandurin spennir sín hest við spora,
læt ei har við vera,
beinini undan risanum
hann mundi í kníggjum skera.
11. Brandurin gav so vánt eitt høgg,
slíkt var mikið undur,
beinini undan risanum
hann høgdi í kníggjum sundur.
12. »Tað segði mær so mangur maður,
at eg bar høvdið hægri,
nú má eg á stubbum ganga
nú eri eg ein mun lægri.«
13. Tað var hesin ódnarrisi,
læt ikki á sær finna,
stubbarnar setti hann niður í jørð
og bardist ikki minna.
14. Tað var Brandur hin víðførli,
sínum svørði brá,
hann kleyv handa ódnarrisa
sundur í lutir tvá.
15. Víðferi reið eftir skógnum fram,
gullið glitrar á heiði,
tá kom fram tann annar risi,
stórur og snarpur í skeiði.
16. Risin so til orða tekur,
bæði troyttur og móður:
»Hví ríður tú so síðla á degi
á heidna manna skógvar?«
17. »Kongurin hevur givið lov
faðir mín at gista,
honum er elli í høvur komið,
hagar vil eg meg lysta.«
18. Fýra favnar feta millum,
risin loypur á leggir,
Brandurin vendi hesti við,
so ilt var skap at eggja.
19. Hann stígur á legg við stinnum alvi,
alt upp á hans fót:
»Tú hevur vigið faðir mín
alt pá sín egin grund.«
20. Risin sipar jarnstongina,
var ikki tætt á hendi,
sipaði til við miklum alvi
hinum á herðar sendi.
21. Tað var Brandurin víðførli,
hann kundi væl vinkir fleiri,
hondina av og fóturin fylgdi,
hann náddi honum ikki meiri.
22. Hann greip aftur við vinstru hond,
stongina upp at henda,
høggið glapp av herðum hans,
hestin av um lendar.
23. Hesturin fell til jarðar niður,
Brandurin stóð á jørð:
»Búgvast nú út tær eiturpaddur,
tað verður mær ein ferð.«
24. Tað var Brandur hin víðførli,
hann kundi væl vinkir fleiri,
hondina av, og fóturin fylgdi,
hann hevði ikki eftir meiri.
25. Brandurin sá á skógnum burt
ódnir og miklan váða:
»Um enn eg láti lívi síðst,
eg vá teir risar báðar.«
26. Vøtnini sær hann bleik og blá,
høgar fossar renna,
drekarnar sær hann tíggju og tólv
og onga leið at kenna.
27. Tað sprakk ein kelda av skógnum út,
við eitur og ilsku blandað,
brádliga varð hann av fótum kiptur,
misti lív og anda.
28. Hetta frætti Ívint
inn í borgina breið,
Víðferi hevði við risan strítt
og hitt so ringa reið.
29. Herint fram úr vaðnum stígur,
smílist undir lín:
»Ert tú Ívint vorðin til
at hevna bróður tín?«
30. Svaraði hansara dýra drotning,
glógvar í gulli reyða:
»Tað er ikki faðirligt
at eggja sín son í deyða.«
31. Ívint upp frá borði steig,
heldur á búnum knívi:
»Eg skal hevna bróður mín,
um enn eg verði á lívi.«
32. Ívint læt sær hestin saðla
av so grimmum huga,
so leyp hann í saðilin upp
yvir leysan loga.
33. Ívint leyp á gangaran sín
yvir saðilringar,
so reið hann á skógvin burt
og læt sín gangara springa.
34. Ívint reið á skógvin burt,
sólin roðar í fjøll,
standsaði ikki ferðini
fyrr enn við Hartans høll.
35. Tað var Ívint Herintsson,
heim í garðin fór,
úti sjálvur Hartan kongur
fyri honum stóð.
36. »Hoyr tú, mín hin systurson,
hvar stendur tín ferð?
evri veit eg ætlaðin,
tú hevur í ráðagerð.«
37. Svaraði Ívint Herintsson,
smílist undir lín:
»Heiman var tann ætlanin
at hevna bróður mín.«
38. Tá svaraði Hartan kongur,
tykir í tí undur:
»Tað eru trøll á heiðin skógv,
sum ríva teg kykan sundur.«
39. Svaraði Ívint Herintsson,
heldur á búnum knívi:
»Eg skal hevna bróður mín,
um enn eg eri á lívi.«
40. »Hoyr tú, Ívint Herintsson,
vilt tú tey boð tiggja,
taka við teim ráðunum,
fyri óndum trøllum hyggja?«
41. »Eg líti best pá mítt skjøld og svørð
og so mína brynju sterka,
vænti so, at Tíðrikur kongur
lænar mær Virgar sterka.«
42. »Niðarliga liggur ein feiknarormur,
erva drekar flýggja,
fellur yvir teim hvønn dag døgg,
og ódnar feigir búgva.
43. Tú sært út av skógnum springa
eiturkelda av bræði,
vellir hon upp undir hest og mann,
tit flóta av landi bæði.
44. Eiturkelda av skógnum rennur,
vellir hon upp av breða,
vent tín hest fyri mítt høli
og stíg so yvir tað!«
45. Ívint leyp á gangara sín,
burt á skógvin reið,
Hartan kongur fylgdi honum
tríggjar dagar á leið.
46. Ívint reið eftir skógnum fram
við so lítið veldi,
drekar tóku at ýla hátt,
tá dagurin leið at kvelda.
47. Myrkrið kom úr jørðini upp,
himmalin sýntist at gløða,
Ívint skundar á skógvin fram,
slíkt man ungan møða.
48. Ívint tók sítt búgvið svørð,
higar tað stóð í kalva,
tá vann hann tann feiknarorm,
so oddurin stóð í nalva.
49. So reið hann ta longu nátt
næstan eystur í vrá,
inntil at fagrum degi leið,
riddarin tók sær náðir.
50. Vaknar upp Ívint Herintsson,
sovið hevði tá,
tað var hansara fríði foli
deyður á vølli lá.
51. »Harra Gud í himmiríki
lini mínum vanda,
enn er leiðin long og drúgv,
eg eri ei førur at ganga.«
52. Hann lyfti upp hans skinn og kropp,
var so mikið undur,
honum var øll húðin heil,
men beinini vóru sundur.
53. Hann sá standa skamt ífrá,
trøllafolan fríða,
saðlaði hann fyri sjálvan seg
og settist á horsið at ríða.
54. Deyður er nú tann feigarormur,
drekarnir flúgva hátt,
strokin er av tann hvønndagsdøgg
og ódnar feigar skjótt.
55. Eiturkelda úr skógnum sprakk,
veldi hon upp av breða,
hann vendi sín hest fyri mittbøli
og steig út yvir tað.
56. Tá kom trøll í skálan inn,
gívrini siga frá:
»Mann síggja vit mót borgum ríða
miklan í brynju blá.«
57. »Síggja tit mann mót borgum ríða
miklan í brynju fín,
vera man Ívint Herintsson
at hevna bróður sín.
58. Ríð út Regin, risans son,
við sigur tínum og móti,
kom ikki aftur í høll til mín,
tú hevur hans høvur á spjóti!«
59. Út reið Regin, risans son,
við bulstong síni stinnu,
Ívint kempan honum ímót,
har mundu tveir reystir finnast.
60. Tað var Ívint Herintsson,
sínum svørði brá,
hann kleyv Regin, risans son,
sundur í lutir tvá.
61. Tað var Ívint Herintsson,
hann turkar sítt svørð við lín:
»Fullvæl havi eg hevnt tín deyð,
Víðferi, bróðir mín.«
62. Ívint turkar sítt svørð við lín,
men Regin hann lá eftir,
tað er ikki við trøll at leika,
berjast við Hartans greppir.
63. So sára græt tann grimma gívur,
tað var mest av neyð,
tá hon hesi tíðindi fekk,
at sín var sonur deyður.
64. So rann tár á hennara kinn,
sum hagl í skarpum æli.
»Meinti tú vart hvørs ovurmann,
Regin, sonur sæli.«
65. Svaraði væna risans fljóð:
»Einki man slíkum sæta,
hóast hann var vaksin væl,
tó mátti hann lívið láta.«
66. Svaraði væna risans fljóð,
snúgvuliga vendi:
»Mætari maður var fljóma Regin,
hann til jarðar rendi.«
67. Tá fell tann hurðin upp sum aftur,
tekur í høll at mala,
hestin undan saðili reiv,
spenni sprungu frá hala.
68. Ívint hugsar við sjálvum sær,
her er ikki at bíða,
nú er at taka til stinnar leggir,
einki er á at ríða.
69. Ívint inn um dyrnar leit,
gívurin sat við brandar,
skeyt sítt spjót í skálan inn,
hon misti lív og anda.
70. Fyri var tann grimma gívur,
deyð fell hon til jarðar,
síðan ið hann til føtur tók,
lystir nú heim at fara.
71. Svaraði væna risans fljóð:
»Nú skal tú ódnir venda,
væri eg út í mítt faðirs land,
eg vænti mær riddaran henda.«
72. Ívint reið av skógnum heim,
tá var lokin neyð,
møtti hann sínum móðurbróður
mitt á síni leið.
73. Møtti hann sínum móðurbróður
undir so grøna líða:
»Heilur og sælur, mín systurson,
hvar aktar tú nú at ríða?«
74. »Eg havi verið á heiðin skógv,
skemtað við risans manna,
meg lystir ikki á míni ævi
tílíkar vegir kanna.«
75. »Hoyr tað, mín hin systurson,
hvøssu hevur ferðin gingið?
hevur tú nakrar sømdir vunnið
og nakrar bøtur fingið?«
76. »Vigin er Regin, risans son,
hóast hann vildi illa,
eitur spýði tann fúli dreki,
vildi mítt holdið spilla.
77. Vigin er tann grimma gívur,
har hon sat við brandar,
dripið havi eg tann feiknarorm,
sum vildi mítt lívið granda.
78. Eftir er væna risans fljóð,
hon var mær einki til meina,
hon var ikki av trøllalið,
men borin burt á teinar.
79. Tá eg frætti mín bróðurs deyð,
tað gjørdi mær sorg og kvíðu,
fulla havi eg reisu gjørt,
og heimt havi eg til líða.
80. Eg bjóði tær heim í høll til mín,
har skalt tú einki ryggja,
sita yvir mítt breiða borð
í míni herbúð liggja.«
IV. Galians táttur fyrri.
1. Hartan kongur í Húnalandi,
rími um reystar dreingir,
væl er hann av fjøldum kendur,
gitin man verða leingi.
2. Hartan kongur í Húnalandi,
menn hevur hann reiðar,
stubbarnar seta teir niður á jørð
og sláa hvønn annan deyðar.
3. Tað var siður í ríkinum,
tá Hartans dagar vóru,
eingin skuldi at borði ganga,
uttan ný tíðindi bóru.
4. Tað var siður í ríkinum,
tá Hartans dagur var,
eingin skuldi at borði ganga,
uttan ný tíðindi bar.
5. Ein kom maður í hallina inn,
sigur øllum frá:
»Eg síggi eina villina hind,
hon spælir á borgum blá.«
6. Svaraði Ívint Herintsson
við alskyns mekt og prýði:
»Vit skulu hind á hondum taka
og ikki við vargum ríva.«
7. Tað er Ívint Herintsson,
letur so orðum fara:
»Tit skulu hind við hondum taka,
ikki við vápnum sára.«
8. Riðu út av Hartans høll
kongasynir og jallar,
so var sagt, at kvøldið kom,
at hindin sprongdi allar.
9. Riðu út av Hartans høll
kongasynir og sveinar,
so var sagt, at kvøldi kom,
at hindin slapp teim eina.
10. Teir settu snarur í hvønn stíg,
hindin skuldi fram renna,
hon var seg so varin við,
hon vildi ei lata seg kenna.
11. Teir settu snarur í hvønn stíg,
hindin skuldi fram ganga,
hon var seg so varin við,
hon vildi ei lata seg fanga.
12. Dagurin leið, og náttin seig,
at kvøldinum tók at líða,
ei fanst Ívint Herintsson
fyrstur heim at ríða.
13. Dagurin leið, og náttin seig,
at kvøldinum tók at skunda,
ei fanst Ívint Herintsson
fyrstur á kongsins fund.
14. Fram kom ein av sveinunum,
Vígrím skulu vit nevna:
»Hvar man Ívint Herintsson
til sínar náttar stevna?«
15. »Tað stendur eitt hús í grasagarði,
mitt í Hartans veldi,
har býr fyri tann ríka einkja,
vit gistum hana á kvøldi.«
16. »Gistir tú ta ríku einkju,
hon hevur mangt at beiða,
hon hevur ikki hjá manni sovið
í fimtan vetra skeiða.
17. Hon hevur ikki hjá manni sovið
í fimtan vetur langt,
eg biði teg for sannan Gud,
tú hana beiða mangt!«
18. Tað var Ívint Herintsson
heim í garðin fór,
úti tann hin ríka einkja
fyri honum stóð.
19. »Statt væl, tú hin ríka einkja,
úti fyri mær,
tað tykir mær sum einki vera
sova í song hjá tær.«
20. »Hoyr tú, Ívint Herintsson,
eyka mær ei ta sprongd,
eg skal fáa tær fagurligt fljóð
at sova hjá tær í song.«
21. Plagdu allir høviskir sveinar
at gyrða seg við brandi,
Ívint svav hjá einkjuni
so frægur í kongsins landi.
22. Plagdu so allir høviskir sveinar
at gyrða sín hest til víggja,
Ívint svav hjá einkjuni,
so mikil er óforsíggja.
23. Hon læt seg við barni ganga,
níggju mánar taldar,
til at hennara stundum leið,
hon føddi ein svein so baldan.
24. Hon læt seg við barni ganga
níggju mánar sínar,
til at hennara stundum leið
hon føddi ein svein so fínan.
25. Tað var tá, sum ofta er enn,
dult er døpult mein,
frúgvin er gingin í høgaloft,
hon føðir ein ungan svein.
26. Árla var um morgunin,
dagurin var ljús,
tá var Ívint Herintsson
til síni klæði fús.
27. »Nær skal eg bryggja og baka,
nær skal eg blanda vín?
Nær skal eg tín aftur vænta,
Ívint, at vitja mín?
28. Nær skal eg bryggja og baka,
nær skal eg blanda bjór?
Nær skal eg tín aftur vænta,
Ívint, søtin góð?«
29. »Nú lystir meg, sum aðrir riddarar,
í dag á skógvin ríða,
skemta tær eftir við gull og fæ,
tú tarvt ikki mín at bíða!
30. So lystir meg til hallar at ríða,
sum dreingir drekka vín,
skemta tær eftir við gull og fæ,
tú tarvt ikki vænta mín!
31. So lystir meg til hallar at ríða,
sum dreingir drekka bjór,
skemta tær eftir við gull og fæ,
tú er í evnum góð!«
32. Tað var henda ríka einkja,
tók sær ker í hand,
so gekk hon í vínkjallar,
sum mjøðurin fleyt í bland.
33. Blandaði mjøðin
út í vín,
og so mikið óminni
læt hon har útí.
34. Og so mikið óminni
læt hon har útí,
bar so inn fyri Ívint sterka,
bað hann drekka til sín.
35. Tá ið Ívint Herintsson
drukkið hevði á,
allur hansara fagri litur
burt úr kinnum brá.
36. Ívint reið frá borgini,
einkjuni líkaði tað illa,
tá hann kom í Hartans høll,
tá tók hans hold at spilla.
37. Tað var Ívint Herintsson,
heitir á sveinar tvá:
»Leiðið meg innan høgaloft,
meg man einki sjá!
38. Leiðið meg innan høgaloft,
meg man eingin sjá,
her má eg mína pínu líða,
so leingi eg liva má!«
39. Tað var siður í ríkinum,
tá Hartans dagar vóru,
eingin skuldi at borði ganga
uttan ný tíðindi bóru.
40. Tað var siður í ríkinum,
tá Hartans dagur var,
eingin skuldi at borði ganga,
uttan ný tíðindi bar.
41. Ein kom maður í hallina inn,
sigur øllum frá:
»Sjúkur er Ívint Herintsson,
so gjørla eg tað sá.
42. Sjúkur er Ívint Herintsson,
so gjørla eg tað sá,
síðan hann var í hindarleik,
satt at siga frá.«
43. Tað er enn sum oftum er,
tung er døpur mein,
einkjan hevur borið
ein tíguligan svein.
44. Sveipaði hon hann í klæði væl,
væl skal ríkum falla,
sjálv gav hon honum eiti gott
og kallaði hann riddaran snjalla.
45. Hann veks upp hjá síni móður
innan for hallargátta,
tað segði mær so mangur maður,
hon duldi hann, alt hon mátti.
46. Hann veks upp hjá síni móður
innan for hallargrundir,
tað segði mær so mangur maður,
hon duldi hann, alt hon kundi.
47. Hann veks upp hjá síni móður,
Gud gav honum vøkst,
meira vaks hann í ein mána
enn onnur børn í seks.
48. Hann veks upp hjá síni móður,
snart og ikki leingi,
til hann gjørdist í høggum tungur,
hann bardi reystar dreingir.
49. Hann var seg á leikvøllum
burt blant aðrar dreingir,
hvønn tann tíð teir vreiðir vóru,
stóð teim stríð á meingi.
50. Hann var seg á leikvøllum
burt blant aðrar sveinar,
hvønn tann tíð teir vreiðir vóru,
stóð teim stríð á meini.
51. Niður settust sveinarnir,
vreiðir vóru báðir:
»Líkari var tín faðir at grøða
enn berja oss so sára.«
52. Hann hongdi niður sítt 'Silgustraa',
har hann stóð á fold,
tá hann hoyrdi síns faðirs navn,
hann sortnaði sum ein mold.
53. Hann kastaði svørð og herklæði,
lysti ei longur at leika,
so gekk hann fyri sína móður
við reyðar kinnar og bleikar.
54. »Hoyr tú, mín hin sæla móðir,
tað sigi eg tær satt,
sig mær sannan faðir at mær,
einhvør vil vita sín ætt!«
55. Tá svaraði tann ríka einkja,
lítur at gyltum brandi:
»Ívint sterki er faðir tín,
tann frægasti í kongsins landi.
56. Faðir tín hann tók neyð á meg,
tað gekk mær við sprongd,
har fyri liggur hann fimtan vetur
sjúkur á síni song.
57. Faðir tín hann tók neyð á meg,
tung mundi sorgin falla,
harfyri liggur hann fimtan vintur
aldur og ævi alla.«
58. Sveinurin so til orða tekur,
heldur á búnum brandi:
»Bráðan skalt tú bana fá,
vart tú mín faðir at grandi.«
59. Sveinurin so til orða tekur,
heldur á búnum knívi:
»Gavst tú mín faðir banadrykk,
so skalt tú láta lívið.«
60. Hann bar upp sín búgvin brand,
síni móður hótti,
hon hevði upp sítt silvursteyp,
honum í hendur bøtti.
61. Svaraði tann hin ríka einkja:
»Spill ikki æran tín,
eg kalli tað vera ein galin mann,
ið vega vil móður sín!«
62. »Kallar tú meg ein galin mann,
mítt skal navnið falla,
prestar og so lærdir menn,
teir skulu meg Galian kalla.
63. Tað skulu allir høviskir menn
frætta til og fregna,
prestar og so lærdir menn,
teir skulu meg Galian nevna.«
64. Hon tók upp tær reglur tvær,
sínum soni fekk:
»Hetta gav mín móðir mær,
tá eg á gólvi gekk.
65. Her skalt tú hava tær reglur tvær
og goyma væl hjá tær,
hetta gav mín sæla móðir
mær í tannfæ.
66. Tá ið tú hittir faðir tín,
alt fyri uttan ekka
rætt honum hesar reglur tvær,
hann skal av báðum drekka!«
67. Hon fylgdi honum so langt á leið,
bað honum góðan dag:
»Far væl, heilur og happadyggur,
alt gangi tær væl.«
68. Hon fylgdi honum so langt á leið,
bað honum góðan frið:
»Far væl, heilur og happadyggur,
alt gangi tær við.
69. Hoyr tú, mín sæli son,
tað elvist ein størri sorg,
tá ið tú kemur til hallar heim,
tá møtir tær Reyður í borg.«
70. Tað var tann hin ríka einkja,
talar til sonin sín:
»Verður tú staddur í nakrari neyð,
tú minst á móður tín.«
71. Tað var siður í ríkinum,
tá Hartans dagar vóru,
eingin skuldi at borði ganga
uttan ný tíðindi bóru.
72. Tað var siður í ríkinum,
tá Hartans dagur var,
eingin skuldi at borði ganga,
uttan ný tíðindi bar.
73. Ein kom maður í hallina inn,
sigur øllum frá:
»Eg sær mann mót borgum ríða
miklan í brynju blá.
74. Eg sær mann mót borgum ríða
miklan í brynju blá,
ongum er hann líkari
enn Ívinti at sjá.«
75. »Ríð út, reystur Reyður í borg,
við sigur tínum og móti,
kom ikki aftur í høll til mín,
fyrr enn tú hevur hans høvur á spjóti!
76. Ríð út, reystur Reyður í borg,
við sigur tínum og heppi,
kom ikki aftur í høll til mín,
fyrr enn annar liggur eftir!
77. Síggja teir ein so menskan mann,
hann vil okkum happa,
farið so um í nakrar stundir,
at tú hans lívi snappar!«
78. Út reið reystur Reyður í borg
við sínar bustur stinnar,
Galian kempa honum ímót,
har mundu tveir reystir finnast.
79. Galian situr á sínum hesti,
sigur vildi hann fá:
»Hvarfor manst tú, hundsins son,
spjótum á meg slá?«
80. Galian situr á sínum hesti,
sigur vildi njóta:
»Hvarfor manst tú, hundsins son,
spjótum á meg skjóta?«
81. Snarliga vá hann Reyð í borg
av so grimmum hugi,
sveininum fekk hann hans gula lokk
at binda við saðilboga.
82. Tá fell tann hin mikla kempa,
tað mundi ongan vara,
hjálmar sungu, og heysar sprungu,
deyður fell Reyður til jarðar.
83. Hann kastaði høvur í Hartans fang,
gekk so reystur í høll,
plaga so allir høviskir sveinar
at heilsa garpum snjøllum.
84. Hann kastaði høvur í Hartans fang,
gekk so inn av móði,
plaga so allar høviskar kempur
at heilsa garpum góðum.
85. »Kalla hann ikki 'Sofidling',
borgina undir meg legði,
fallin er hann Reyður í borg,
hvat Hartan kongur segði.«
86. Galian heitir á sveinarnar,
tógva ella tríggjar:
»Leiðið meg innan høgaloft,
Ívint vil eg síggja!«
87. Tá svaraði Hartan kongur,
sorgin man hann grøta:
»Men um tú sært mín nærskylda frænda,
lítið manst tú hann bøta.«
88. Teir leiddu hann innan høgaloft,
sum tríati kerti brendu,
ei varð hann í ásjón verri,
tá hann sá riddaran henda.
89. Ívint lyfti upp skikkjuni
við síni høgru hendi,
ymsar litir í kinnar fekk,
tá hann sá riddaran henda.
90. »Hvøssu livir tú, Ívint sterki,
situr í krumpa inni?»
»Eg havi spælt eitt feigdar bragð,
tapti so megin og minni.«
91. »Hoyr tú, Ívint Herintsson,
alt fyri uttan ekka,
her hevur tú reglur tvær,
tú skalt av báðum drekka!«
92. Svaraði Ívint Herintsson
av so tungum ekka:
»Reis meg upp á lógvum tínum,
eg eri ei førur at drekka!«
93. Hann drakk av teim reglunum,
Gud gav honum bót,
Hartan kongur og 'Frêâar' jall
fullu honum til fót.
94. Hann drakk av teim reglum tveim,
Gud gav honum grøði,
hann sprakk á fold við lítin sprongd
og kendi sær ei til møði.
95. »Takk havi tú, mikla kempa,
for higarkomu tína,
sannur faðir av himmiríki
sendi teg til mín.«
96. Tá var kátt í Hartans høll,
dreingir hildu í hand,
Ívint næstur konginum situr,
hann glógvar sum rósinband.
97. Tá var kátt í Hartans høll,
dreingir drukku í dans,
Ívint næstur konginum situr,
hann glógvar sum rósinkrans.
98. Tá var kátt í Hartans høll
bæði úti og inni,
drukku mjøð og kláran vín
so glaðir á hvørjum sinni.
99. Tá var kátt í Hartans høll,
dreingir drukku í tognu,
sum tann vindur, ið harðast blæs,
tættast fellur í logni.
100. Tá var kátt í Hartans høll,
dreingir drukku við kæti,
kongurin ræður á Lúnutu,
gevið av slíki læti!
V. Galians táttur seinni.
1. Hartan kongur í Húnalandi
hevur so undarligan sið,
hann eggjar ein mann í Botnar norður
og gevur ei jólagrið.
2. Hartan kongur í Húnalandi
hevur so undarligan hátt,
hann eggjar ein mann í Botnar norður
hvørja jólanátt.
3. Galian so til orða tók
av so góðum treysti:
»Eg skal fara í Botnar norður
á hesum sama heysti.«
4. Tí svaraði Hartan kongur,
leikar við vápnarskjaldri:
»Tú fert ikki í Botnar norður,
tú ert for ungur á aldri.«
5. Svaraði Galian riddari,
honum tókti í tí tættur:
»Tó skal eg í Botnar norður,
um eg komi ikki aftur.«
6. Tað var Galian riddari,
honum vóks ilskan meiri:
»Eg skal fara í Botnar norður,
eg komi ei aftur úr teirri.«
7. Árla var um morgunin,
sólin roðar í fjøll,
Galian reið við gullgrímu
burt frá kongsins høll.
8. So reið Galian fyrsta dag,
tókti tað vera eitt gaman,
hann bant í tað fyrsta
fimtan trøllini saman.
9. So reið Galian annan dag,
heldur sær á gleim,
hann bant í tað annað
fimtan trøllum heim.
10. So reið Galian triðja dag,
nú tekur skógvur at treingjast,
hann sær ein so grimman risa
binda kongsins dreingir.
11. Hann sær ein so grimman risa
binda kongsins dreingir,
Galian treiv um gullharpuna,
stilti hennara streingir.
12. Risin treiv um jarnstongina,
heldur um dýran enda,
Galian hótti við heljarstong,
honum á hálsin sendi.
13. Risin treiv um jarnstongina,
var ikki mjúk at strúka,
Galian hótti við heljarstong,
høvur av herðum fúka.
14. Út kom vánda móðir Dun,
tekur til at øpa:
»Galian er komin í Botnar norður,
vil tykkum allar drepa.«
15. Út kom vánda móðir Dun,
tekur til at egna:
»Hvat man feila gullharpuni,
gíslin vil ikki gegna?«
16. Galian gekk í høllina inn,
sum fyri sat sprundið ljósa:
»Vælkomin Galian riddarin,
handan er von at kjósa.«
17. Dagurin tók at líða,
náttin trongdi á,
hann gjørdi sær song í oyðin mark,
tað vóru frúnnar ráð.
18. Dagurin kom so síðla á degi
millum tveggja elda,
drekar tóku at ýla hátt,
tá dagurin tók at kvelda.
19. Drúgvar sá hann drekarnar
eftir Dovrafjøllum fara,
betri var á víðum vøll
at berjast í mannaskara.
20. Drúgvar sá hann drekarnar
eftir Dovrafjøllum flúgva,
betri var á víðum vøll
at berjast í mannamúgvu.
21. »Tóraldur, goym tað væna vív
í einum urðarfjalli,
eg skal stríða mót drekunum,
tí eg eri riddarin snjalli!
22. Tóraldur, goym tað væna vív,
lat ikki trøll burt taka,
eg skal berjast mót drekunum,
tí eg eri dreingjamaki!«
23. Galian reið mót drekanum,
hann var kappin reysti,
drekin slúkti hann í seg
bæði við saðil og hesti.
24. So var hann tungur á hestsins baki,
drekin hann ikki bar,
hann hevði upp sín bitra brand,
seg út ígjøgnum skar.
25. So var hann tungur á hestsins baki,
drekin kundi hann bera,
hann hevði upp sín bitra brand
seg út av honum at skera.
26. Miklum blóði fleyt hann í,
hann á vølli lá:
»Mátti mín móðir meiri enn eg,
so var mær tørvur á.«
27. Tað var tann hin ríka einkja,
vildi ei sín son gloyma,
búgvið horn í hendi bar,
saðil og hest og teymar.
28. »Hoyr tú, mín hin sæla son,
alt fyri uttan ekka,
har hevur tú reglur tvær,
tú skalt av báðum drekka.«
29. Svaraði Galian riddarin,
alt fyri uttan ekka:
»Reis meg upp á lógvum tín,
tú skalt av báðum drekka!«
30. Hann drakk av teim reglunum,
Gud gav honum grøði,
hann sprakk á fold við lítin sprongd
og kendi ei til møði.
31. Galian reið úr Botnum norð,
hann er kappin reysti,
og hana frúnna fagurligt fljóð
hann førdi á sínum hesti.
32. Tað var tann hin ríka einkja,
talar til sonin sín:
»Tá ið tú kemur til hallar heim,
tá møtir tær faðir tín.
33. Tá ið tú kemur til hallar heim,
tá yppist ein størri vandi,
sonur mín, hav í hondini hógv,
tá faðir tín beitur brand!«
34. Tað var siður í ríkinum,
tá Hartans dagar vóru,
eingin skuldi at borði ganga
uttan ný tíðindi bóru.
35. Tað var siður í ríkinum,
tá Hartans dagur var,
eingin skuldi at borði ganga
uttan ný tíðindi bar.
36. Ein kom maður í hallina inn,
sigur øllum frá:
»Eg sá mann mót borgum ríða,
miklan í brynju blá.
37. Eg sær mann mót borgum ríða,
miklan í brynju blá,
ongum manni líkari
enn Ívinti at sjá.«
38. »Ríð út, Ívint Herintsson,
við sigur tínum og heppi,
kom ikki aftur í høll til mín,
fyrr enn annar liggur eftir!
39. Ríð út, Ívint Herintsson,
við sigur tínum og móti,
kom ikki aftur í høll til mín,
fyrr enn tú hevur hans høvur á spjóti!«
40. Út reið Ívint Herintsson,
við sínar bustir stinnar,
Galiant kempan honum ímót,
har mundu tveir reystir finnast.
41. Svaraði Ívint Herintsson,
klæddur í brynju síða:
»Heilur ert tú úr Botnum norður,
vit skulu um moynna stríða.«
42. »Heilur eri eg afturkomin,
tó skal eg tað valda,
eg svørji tann eið á mína trúgv,
at eg skal orðum halda.«
43. Tað var Galian riddari,
kundi væl hondum hóv,
fløtum svørði í lofti brá,
for hvørt eitt høgg hann hjó.
44. Svaraði Ívint Herintsson,
frægur í kongsins landi:
»Ræddur ert tú úr Botnum komin,
torir ei beita brandi.«
45. Galian gav so vánt eitt høgg,
ilt var skap at eggja,
ætlaði hinum banahøgg,
sítt svørð í hjálmi leggja.
46. Galian gav so vánt eitt høgg,
bæði av grimd og vreiði,
Ívint bar sín skjøldur á loft,
hann vardi seg væl í teirri.
47. Galian stakk sítt svørð í skeið,
smílist undir lín:
»Tað man vera ein galin maður,
vega vil faðir sín.«
48. Sundur brutu teir mækan sín,
tá var ferð á dreingjum:
»Gud fyriláti tær, sonur mín,
hví duldi tú teg so leingi?«
49. Úti stóð tann ríka einkja,
hon bar so tunga sorg,
meðan teir framdu útreiðina
vestan á kongsins borg.
50. Svaraði Galian riddari:
»Yvirstaðið er hetta,
men annar okkara skal lívið láta
ella mína móður at ekta.«
51. Tað var Ívint Herintsson,
heim í garðin fór,
úti tann hin ríka einkja
fyri honum stóð.
52. »Statt væl úti fyri mær,
einkjan tú hin ríka,
illa gjørdi tú, fagurligt fljóð,
tá tú ræð meg at svíkja.«
53. »Tú hevði havt mín heiður heima,
tí mundi eg teg møða,
men hoyr tú, Ívint Herintsson,
sjálv mundi eg teg grøða.«
54. Tað var Ívint Herintsson,
hann tók sær frú at festa,
snarliga læt til brúdleyps laða,
læt ei longur fresta.
55. Drukkið varð teirra brúdleypið,
kátt var teirra lív,
gingu bæði í eina song,
Ívint og hans vív.
56. Tað var Galian riddari,
tók sær frú at festa,
so læt hann til brúdleyps ætla,
læt ei longur fresta.
57. Drukkið varð teirra brúdleypið,
kátt var teirra lív,
gingu bæði í eina song
Galian og hans vív.
58. Tá var kátt í ríkinum,
kongurin gav teim náðir,
drukku brúdleyp í dagar tólv,
faðir og sonur báðir.
59. Jallin gisti kongin heim,
síðla dags á kvøldi,
Ívin frægur alla ævi
livdi í góðum veldi.
60. Festi hann frúnna, fagurligt fljóð,
Galian, kempan ríka,
sigldi hann suður til Hartans systur,
fáir finnast slíkir.
(c) Dansifelagið í Havn