Kvæðasavn

Ívint Herintsson

Uppskrift: FK 100B, 26, pp. 165-190.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

I. Jákimann kongur.

1. Jákimann kongur í Húnalandi,
søgur ganga frá,
høgrumegin er hann svartur,
vinstru megin blá.

Glymur og dansur í høll,
dans sláið ring!
Ríðið glaðir norðmenn
til elvarting!

2. Jákimann kongur í Húnalandi,
hann streingir tann váða,
hann skal hava Artans systur,
sjálv skal hon ikki ráða.

3. Jákimann kongur í Húnalandi,
hann streingir tað heiti,
hann skal hava Artans systur,
antin hon vil ella ei.

4. Svaraði ein av monnum hans,
sum hevði tænt hjá henni:
»Áðrenn tú frúnna neyðgiftur,
tá sveitkast tær um enni.«

5. Tá svaraði Jákimann kongur:
»Tegi tú, vándi drongur,
tá skal eg hana neyðgifta,
tá ið tú eftir fótum hongur!«

6. Tá svaraði Jákimann kongur:
»Tegi, tú vándi argur,
tá skal eg hana neyðgifta,
tá ið tú ert við lurkum bardur!«

7. So letur hann Jákimann kongur
byggja skipin sín,
bæði letur hann í tey laða
virtur og so vín.

8. So letur hann Jákimann kongur
byggja skipin stór,
bæði letur hann á tey laða
virtur og so bjór.

9. Vindur hann upp síni silkisegl,
gull við vovin brand,
strikar ei á bunkan niður
fyrr enn við Artans land.

10. Higar ið teirra snekkja
kendi fagurt land,
kasta sínum akkerum
á so hvítan sand.

11. Fyrstur stígur Jákimann kongur
sínum fótum á land,
so var hann á foldini tungur,
hann sakk til kníggja í sand.

12. Ganga teir frá strondum niðan,
í hørðum vóru klæddir,
reyðargullhjálmar á høvdi bóru,
teir vóru fyri ongum ræddir.

13. Jákimann gekk í grasagarði
og inn á hallargólv,
Artan kongur í hallini sat
við hundrað inni tólv.

14. Jákimann stendur á hallargólvi
væl í góðan tíma:
»Sit væl, reystur Artan kongur,
tú gev mær systur tína!«

15. Tí svaraði Artan kongur:
»Ei skal slíkum spara,
heintið mína systur í hallina inn
sjálv fyri seg at svara!«

16. Frúgvin varð bæði studd og leidd,
hon inn í hallina gekk,
tá ið hon sá tann ljóta mann,
hon ymsar litir fekk.

17. Frúgvin gekk í hallina inn,
og fylgismoyggjar allar,
tá ið hon sá tann ljóta mann,
hon mátti í óvit falla.

18. Frúgvin gekk í hallina inn,
fylgismoyggjarnar við,
tá ið hon sá tann ljóta mann,
hon seig í óvit niður.

19. »Takk havi tann ríka frú,
tú vart mær so kær,
ástin hevur gripið teg,
at óvit gekk at tær.«

20. »Hvat skal mær tann ljóta mann?
elv mær ikki harm!
Svartur ert tú og samlittur
at sova á mínum arm.«

21. Hetta frætti Herint
suður yvir lond,
frúgvin er í ríkinum,
hon er so biðlavond.

22. Herint letur snekkjur smíða,
so er greint fyri mær,
reyðar ringar av reyðargulli
í húnborini var.

23. Vindur hann upp síni silkisegl,
gull við reyðan brand,
strikar ei á bunkan niður
fyrr enn við Artans land.

24. Higar ið teirra snekkja
kendi fagurt land,
kasta sínum akkerum
á so hvítan sand.

25. Kasta sínum akkerum
á so hvítan sand,
fyrstur steig hann Herint
sínum fótum á land.

26. Ganga teir frá strondum niðan,
í hørðum vóru klæddir,
reyðargullhjálm á høvdi bóru,
teir vóru fyri ongum ræddir.

27. Herint gekk úr grasagarði
inn á hallargólv,
Artan kongur á borði situr
við hundrað inni tólv.

28. Herint stendur á hallargólvi,
áður var tann siður,
hevur nú alt í einum orði,
heilsar og hann biður.

29. Herint stendur á hallargólvi,
ber upp kvøðu sína:
»Sit væl, reystur Artan kongur,
gev mær systur tína!«

30. »Honum vil eg edilingi
mína systur geva,
ið ríður á hólm við Jákimann kong
og skiljur so moyggj við trega.«

31. Drekka teir í glæstriborg
fult í dagar tríggjar,
ikki fekk hann Jákimann kongur
Artans systur at síggja.

32. Ikki fekk hann Jákimann kongur
Artans systur at sjá,
tað var hin ungi Herint,
hann reið har til og frá.

33. Herint ríður at durunum,
sum Jákimann situr inni:
»Ert tú her inni, Jákimann kongur,
eg krevji teg fyrsta sinni?

34. Ert tú her inni, Jákimann kongur?
eg krevji teg út at stríða,
á teim somu leikvøllum,
sum riddarar plaga at stríða.«

35. »Tú tarvt ei, tín reiðrarungi,
firra meg við elli,
bresti eg fingur í enni á tær,
tá liggur tú deyður á vølli.«

36. »Tú tarvt ikki, Jákimann kongur,
tó at tú ert vaksin,
ofta hevur lítil túgva
velt so stórum lassi.«

37. Drekka teir í glæstriborg
enn í dagar tríggjar,
ikki fekk hann Jákimann kongur
Artans systur at síggja.

38. Ikki fekk hann Jákimann kongur
Artans systur at sjá,
tað var hin ungi Herint,
hann reið har til og frá.

39. Herint ríður at durunum,
sum Jákimann situr inni:
»Ert tú her inni, Jákimann kongur?
eg krevji teg annað sinni.«

40. Drekka teir í glæstriborg
enn í dagar tríggjar,
ikki fekk hann Jákimann
Artans systur at síggja.

41. Herint ríður at durunum,
sum Jákimann situr inni:
»Ert tú her inni, Jákimann kongur?
eg krevji teg triðja sinni.«

42. Árla var um morgunin,
sólin roðar í fjøll,
løgdu sínum bardaga saman
skamt frá kongins høll.

43. Herint gav tað fyrsta høgg,
ilt var skap at eggja,
ætlaði konginum banasár,
sítt svørð í hjálmar leggja.

44. Herint gav tað annað høgg,
tað mundi mangur hoyra,
Jákimann kongur kjaftfisk fekk,
tað triðja undir vinstra oyra.

45. Teir bardust fullar tógva dagar,
hvørgin sigur fekk,
inntil tann hin triðja,
sól til viðar gekk.

46. Bardust tógva fullar dagar,
hvørgin sigur vann,
inntil tann hin triðja,
sól til viðar rann.

47. Tað var unga Artans systir,
finnur upp á ráð,
í hvørjari kirkjuni
tað letur hon klokkur slá.

48. Í hvørjari kirkjuni
letur hon klokkur ringja,
heiðin rýntur og illa frýntur,
kykur av harmi springa.

49. »Eg havi verið í 'Sneâkasvaj'
og mangari úlva titru,
eg havi ikki á mínari ævi
hoyrt eina verri rytu.«

50. Tað var hin ungi Herint,
sínum svørði brá,
hann kleyv sjálvan Jákimann kong
sundur í lutir tvá.

51. »Eg havi verið í bardaginum,
har havi eg meg møtt,
skal eg nú festa tað væna vív,
so dýrt havi eg tað keypt.«

II. Kvikils bragd.

1. Nevndur er teirra triði sonur,
fáan eg veit hans maka,
hann er yngstur av brøðrunum,
hann eitur Kvikil spraki.

2. Hann setti seg niður hjá eini moyggj,
tungan ræður at ljóða,
snarliga varð hann av sessi kiptur,
nakkin small á gólvið.

3. Kvikil leyp á hallargólv,
snart var drong at reita,
tekur hann til sín bitra brand,
av grimd hann rendi sveita.

4. Bardust teir í hallini inni
av so tungum vanda,
sundur gekk Kvikils búgvið svørð
ímillum beggja handa.

5. Tá var einki til ráða at taka
uttan lítin knív í hond,
fimmti vá hann aðalmenn,
áðrenn hann kom í bond.

6. Fimmti vóru eðilingar
sárir undir skinn,
áðrenn teir høvdu Kvikil unga
í myrkastovu inn.

7. Taldist tað av borgini út,
alt hann vá við knívi,
hundrað heilt og annað hálvt,
og tóku so dreingin av lívi.

8. Settu teir hann í myrkastovu,
einum manni at ráða,
hann hevði so mangan óvinin,
tá stóð hans lív í váða.

9. Moyggin gekk fyri faðir sín
í eini kápu blá:
»Ger tað fyri æru tína,
tú lat meg riddaran fá!«

10. »Skríð frá mær, tú vesalvættur,
meg lystir ei á at hoyra,
sámir ei mínum bitra brandi
at røra við kvinnudroyra.«

11. Moyggin gekk av hallini út,
mestur var hon reið:
»Gud lati teg aldri liva tann dag,
eg spyrji teg ráðini fleiri.

12. Setir tú hann í myrkastovu,
einum manni at ráða,
sendi eg Ívinti sterka boð,
tá stendur títt lív í váða.«

13. Frúgvin tekur sín brævasvein,
hon klæðir hann væl í skrúður:
»Eg havi ikki annað spurt,
enn tú hevur verið mær trúur.

14. Heilir allir mínir menn
tær drekkið nú heilir á sinni,
tær skuluð ongan søtan sova,
fyrr enn tær Ívint finnið!«

15. So var veður á sjónum hart,
sjógvurin reyk sum brandar,
valdi tað frúnnar brævasvein,
hann bað sær ei Gud til handa.

16. So var veður á sjónum hart,
tað brakar í hvørjum bjálka,
valdi tað frúnnar brævasvein,
hann bað sær ei Gud til hjálpar.

17. Higar nú teirra snekkja
kendi fagurt land,
kasta sínum akkerum
á so hvítan sand.

18. Ganga teir frá strondum niðan
ríkir menn og reystir,
lunnar brustu, jørðin skalv,
teir drógu knørr í neystið.

19. Tað var frúnnar brævasvein,
hann gekk í hallina inn,
sum Ívint sterki at borði sat
við meiri enn hundrað fimm.

20. »Situr tú, Ívint Herintsson,
so glaður og drekkur vín?
bróðir tín situr á Girtlandi,
staddur í stórari pínu.

21. Bróðir tín situr á Girtlandi,
staddur í stórum vanda,
stendur í veður Girtland hálvt
og Rósin moyggj til handar.«

22. Tað var Ívint Herintsson,
sínum borði skeyt,
allur sá hin brúni mjøður
á hallargólvi fleyt.

23. »Hoyr tað, frúnnar brævasvein,
tú skalt undan ríða,
mær eru ikki kunnug lokubrøgd
og eingir loynistígar!«

24. Vinda teir upp síni silkisegl,
gull við reyðan brand,
strika ei á bunkan niður
fyrr enn við Girtland.

25. Svaraði frúnnar brævasvein:
»Eg skal undan ríða,
mær eru kunnug lokubrøgd
og allir loynistígar.«

26. Teir riðu við borgini langa stund,
funnu ei inn at ganga,
hann kleyv upp hurðar av seigum jarni,
loysti út reystan fanga.

27. Árla var um morgunin,
roðar fyri sól,
tá hevði reystur Girtlands kongur
brynjað út hundrað tólv.

28. Tá hevði reystur Girtlands kongur
brynjað út hundrað tólv,
Ívint sterki og Kvikil spraki
teir riðu teim tveir ímót.

29. Ívint sterki og Kvikil spraki,
teir riðu teim tveir ímót,
búkar fullu á jørðina niður,
sum tú kastar grót.

30. Tað var reystur Girtlands kongur,
kreyp undir borgarlið:
»Mín kæri Kvikil spraki,
gev mær nú grið!«

31. Svaraði reystur Girtlands kongur
av so tungum vanda:
»Eg gevi tær jumfrú Rósin moy
og hálvt mítt ríki til handa.«

III. Galians táttur.

1. Tað var siður í ríkinum,
tá ið Artans dagar vóru,
har skuldi eingin ganga til borð,
uttan sum ný tíðindi bóru.

2. Kongurin eigur ein nærskyldan frænda,
royndur í avreksverki,
væl er hann av ættum komin,
hann eitur Ívint sterki.

3. Ein kom maður í hallina inn,
vekur teim øllum sorg:
»Eg sær eina villa hind
spæla á kongins borg.«

4. Tí svaraði Artan kongur,
talar til dreingir teipar:
»Tær skuluð hindina við hondum taka,
ikki við hundum beita.«

5. Teir settu snerr í hvønn tann stíg,
hindin skuldi fram ganga,
hon var seg so veiðivar,
hon vildi ikki lata seg fanga.

6. Teir settu snerr í hvønn tann stíg,
hindin skuldi fram renna,
hon var seg so veiðivar,
hon vildi ikki lata seg kenna.

7. Riðu teir um borgina,
riddarar og so jallar,
tað var mær av sanni sagt,
hindin festi hallar.

8. Dagurin tók at líða,
á tí sama kvøldi,
at hann vildi fimur og fúsur
heima verið í veldi.

9. Dagurin tók at líða,
at skógvin mundi skunda,
ei kom Ívint Herintsson
fyrstur heim til fundar.

10. Svaraði ein av sveinunum,
Gullbrand skulu vit nevna:
»Hvar man Ívint Herintsson
sær til náttból stevna?«

11. »Eg veit eina borg í miðjum garði,
mitt í Artans veldi,
har býr fyri tann ríka einkja,
vær gista hana á kvøldi.«

12. »Gistir tú hjá einkjuni,
ger hon tær nakran greiða,
eg biði for sannan Gud,
tú verð henni mangt at beiða.

13. Eg biði for sannan Gud,
tú ver henni mangt at beiða,
hon hevur ei hjá manni sovið
fimtan vetrar á skeiða.«

14. Tað var Ívint Herintsson,
heim í garðin fór,
úti tann hin ríka einkja
fyri honum stóð.

15. Svaraði Ívint Herintsson:
»Lindra mínum harm,
tað tykir mær einki vera,
sovi eg ei á tín arm.«

16. »Hoyr tú, Ívint Herintsson,
elva mær onga sprongd,
eg skal fáa tær 'forilit' fljóð
at sova hjá tær í song.«

17. Tað var Ívint Herintsson,
hann fór ikki við tí hátt,
har svav hann hjá einkjuni
alla hesa nátt.

18. Árla var um morgunin,
dagurin var ljós,
tá var Ívint Herintsson
til síni klæði fús.

19. »Statt upp, Gullbrand Geytason,
saðla mítt horsið fríða,
nú lystir meg, sum aðrir í dag,
heim til hallar at ríða!«

20. Einkjan stendur á hallargólvi,
klappar undir riddarans kinn:
»Nær skal eg teg aftur vænta,
Ívint søti mín?«

21. »Eg fari meg til hallar heim,
sum dreingir drekka vín,
skemta tær við gull og fæ,
tú torir ikki vænta mín!

22. Eg fari meg til hallar heim,
sum dreingir dystin ríða,
tú livir eftir við gull og fæ,
tú torir ikki vænta mín.

23. Eg fari meg til hallar heim,
sum dreingir drekka bjór,
skemta tær við gull og fæ,
tú verður tí javngóð!«

24. »Ívint, tú tókst við neyðum meg,
tað gekk mær við sprongd,
fyri tað ligg tú fimtan vetur
sjúkur á tíni song!

25. Ívint, tú tókst við neyðum meg,
tungt mundi sorgin falla,
fyri tað ligg tú fimtan vetur,
aldur og ævi alla!

26. Ívint, tú tókst við neyðum meg,
tá gekk mær ímóti,
eingin komi tann lekjarin,
sum tær kann ráða bót.«

27. Hon bar honum reglur tvær
alt fyri uttan ekka:
»Hoyr tað, Ívint Herintsson,
tú skalt av báðum drekka!«

28. Ívint loypur á gangarans bak,
góður var í honum dugur,
studdist ei við skjold og svørð
og ei við saðilboga.

29. Hann drakk av teim reglum tveimum,
tað var mikil villa,
tá ið hann kom á borgararm,
tá tók hans hold at spilla.

30. Inn kom ein av sveinunum,
sigur hinum frá:
»Sjúkur er Ívint Herintsson,
so gjørliga eg tað sá.

31. Sjúkur er Ívint Herintsson,
so gjørliga eg tað sá,
honum helt svein í boksl í dag,
tað er ikki betri enn svá.«

32. Ívint stendur á hallargólvi,
talar til sveinar tvá:
»Leiðið meg í tað herbergið,
sum meg má eingin sjá!

33. Leiðið meg í tað herbergið,
sum meg má eingin sjá,
har má eg mína pínu tola,
so leingi eg liva má!«

34. Frúgvin gat seg við barni ganga
níggju mánar taldar,
inntil at hennara stundum leið,
hon føddi ein svein so baldan.

35. Tað var tá, sum ofta er nú,
duld eru deyðilig mein,
frúgvin er gingin í høgaloft
og føðir ein ungan svein.

36. Hann varð sveiptur í klæðini væl,
gott mundi ríkum falla,
síðan bað hon presti bera,
Svein biður hon hann kalla.

37. Tað var sveipt í klæðini væl,
gott var at taka til evna,
síðan bað hon presti bera,
Svein biður hon hann nevna.

38. Barnið varð borið frá kirkjuni
aftur fyri móður sína,
meiri læt hon røkta hann
enn alt sítt gull í skrín.

39. Barnið varð borið frá kirkjuni
og sett á móður knæ,
meira læt hon røkta hann
enn alt sítt gull og fæ.

40. Hann veks upp hjá síni móður,
Gud gav honum vekst,
meira vóks hann í ein mánað
enn onnur børn í seks.

41. Hann vóks upp hjá síni móður
skjótt og ikki leingi,
til hann gjørdist í høggum tungur,
hann bardi frúnnar dreingir.

42. Niður settust sveinarnir,
reiðir ið teir vóru:
»Líkari var tær faðir at grøtt
enn berja os so stóra.«

43. Hann kastaði vákn og herklæði,
hann setst á grøna fold,
tá ið hann hoyrdi sín faðir nevna,
hann sortnaði sum ein mold.

44. Hann kastar vákn og herklæði,
hann lystir ei longur at leika,
so gekk hann fyri móður sína
við reyðar kinnar og bleikar.

45. »Hoyr tað, mín hin sæla móðir,
sig mær satt ífrá!
Var mín faðir við váknum vigin
ella doyði hann á strá?«

46. »Ívint tók við neyðum meg,
tað gekk mær við sprongd,
fyri tað liggur hann fimtan vetur
sjúkur á síni song.

47. Ívint tók við neyðum meg,
tungt mundi mær tað falla,
fyri tað liggur hann fimtan vetur
aldur og ævi alla.«

48. Sveinur stendur á hallargólvi,
heldur á búnum knívi:
»Grøðir tú ikki faðir mín,
so skalt tú láta lívið.«

49. Einkjan stendur á hallargólvi,
smílist undir lín:
»Eg kalli teg vera ein galin mann,
vegur tú móður tína.«

50. »Kallar tú meg galin mann,
nú skal navnið venda,
riddarar og so høviskir sveinar
skulu meg Galian nevna.«

51. Hon kom fram við reglum tveimum,
sínum soni fær:
»Hetta gav mær mín sæli faðir,
sum mikið unti mær.«

52. Hon kom fram við reglum tveimum,
sínum soni fekk:
»Hetta gav mær mín sæli faðir,
tá ið eg á gólvi gekk.

53. Hoyr tað, mín hin sæli son,
alt fyri uttan ekka,
her fái eg tær reglur tvær,
tú bið tín faðir av drekka!

54. Hoyr tað, mín hin sæli son,
eg sigi tær satt ífrá,
tá ið tú ert í neyðum staddur,
tú heit á móður tá!

55. Artan kongur í ríkinum
hevur so óndan hátt,
eggjar mann í Botnar norður
hvørja jólanátt.

56. Artan kongur í ríkinum
hevur so undarligan sið,
eggjar mann í Botnar norður,
gevur ei jólagrið.«

57. Árla var um morgunin,
hon dubbar hann út at ríða,
setir hon hjálm á høvur hans
og riddarasvørð við síðu.

58. Galian loypur á gangarans bak,
góður var í honum dugur,
studdist ei við skjold og svørð,
ei við saðilboga.

59. Ein kom maður í hallina inn,
sigur teim øllum frá:
»Mann sær eg at borgum ríða,
miklan í brynju blá.«

60. »Ríð út, reystur Reyður í borg,
við sigur tínum og happi,
kom ikki fyrr í høll til mín,
tú hevur hans høvur á skafti!

61. Ríð út, reystur Reyður í borg,
við sigur tínum og móti,
kom ikki fyrr í høll til mín,
tú hevur hans høvur á spjóti.«

62. Út reið reystur Reyður í borg,
við sínar bustir stinnar,
Galiant kempa honum ímót,
nú munnu tveir raskir finnast.

63. Galian situr á sínum hesti,
prýði man hann njóta:
»Tú skalt ikki, vandi hundins son,
skafti á meg skjóta.«

64. Reyður reiggjar jarnstongini
alt fyri uttan ekka,
Galian leikar við heljarstong,
hann honum á hálsin setti.

65. Reyður reiggjar jarnstongini,
ei var mjúk at strúka,
Galian leikar við heljarstong,
hans høvur av herðum fúka.

66. Deyðan drap hann ráðgevarin
av so grummum huga,
sveinar tóku hans gula lokk,
teir bundu við saðilboga.

67. Tað var Galian riddarin,
gár seg inn í høll:
»Plaga so tygara soffalingar
gløða garpar snjøll?«

68. »Kall hann ongan soffaling,
hann borgina undir seg legði,
deyður er reystur Reyður í borg,
hvat Artan kongur segði!«

69. Galian stendur á hallargólvi,
talar til sveinar tvá:
»Hvar er Ívint Herintsson,
nú vil eg hann sjá?«

70. Tí svaraði Artan kongur,
talar av hjartans møði:
»Tó ið tú sært mín nærskylda frænda,
lítið man tú hann grøða.«

71. Hann gekk seg í hallina inn,
sum fjøruti kertur brendu,
tá varð Ívint andsvar veitt,
tá ið hann sá riddaran henda.

72. »Hoyr tað, Ívint Herintsson,
alt fyri uttan ekka,
her fái eg tær reglur tvær,
tú skalt av báðum drekka!

73. Hoyr tú, Ívint Herintsson,
tú tak nú heilur við horni,
her fái eg tær reglur tvær,
eina á hvørjum morgni!«

74. Svaraði Ívint Herintsson
alt fyri uttan ekka:
»Reis meg upp við lógvum tínum,
eg eri ikki førur at drekka!«

75. Tað var Ívint Herintsson,
raskastur ein í heim,
Galian reisti upp faðir sín
við sterkari lógvagrein.

76. Hann drakk av teim reglum tveimum,
Gud gav honum bót,
riddarar og so høviskir sveinar
teir fullu honum til fót.

77. Grøddi hann hann í dagar,
grøddi hann hann í tvá,
inntil tann hin triðja
tá gekk hann í brynju blá.

78. Galian gongur fyri Artan kong,
pá síni knæ at falla:
»Harri, vitið mær andsvør tey,
í ár komu heim til hallar!

79. Artan kongur í ríkinum
hevur so óndan hátt,
eggjar mann í Botnar norður
hvørja jólanátt.«

80. Galian leyp av hallini út,
í tí var hann reiður:
»Tó skal eg í Botnar norður,
eg komi ikki aftur í teirri.«

81. Tað var árla um morgunin,
hann lystir út at ríða,
setir ein hjálm á høvur sítt
og riddarasvørð við síðu.

82. So reið hann tann fyrsta dag,
heldur sær at gaman,
hann bant í tað tyssi fyrsta
fimtan trøllini saman.

83. So reið hann tann annan dag,
heldur sær at gleim,
hann bant í tað annað tyssi
fimtan trøllini heim.

84. So reið hann tann triðja dag,
skógvurin at honum trongdi,
hann sá ein so grumman risa
binda kongins dreingir.

85. Hann sá ein so grumman risa
binda kongins dreingir,
Galian treiv um gullharpuna,
hann stilti hennar streingir.

86. Risin reiggjaði jarnstongini,
hann heldur um tjúkkan enda,
Galian leikar við heljarstong
ímóti honum at senda.

87. Risin reiggjaði jarnstongini,
sjálvum sær at eggja,
førdi hana so í jørðina niður,
hon stóð millum hamrar tveggja.

88. Út kom fagra risans móðir,
talar til sínar tegnar:
»Hvat man feila gullharpuni,
gíslan vil ikki gegna?«

89. Út kom fagra móðir 'Doon',
kinnar bar hon so reyðar:
»Galian er komin í Botnar norð,
hann vil tykkur allar deyða.«

90. Út kom fagra risans móðir,
tekur so sárt at øpa:
»Galian er komin í Botnar norð,
hann vil tykkur allar drepa.«

91. Galian gongur í hallina inn,
fyri sat sprundið ljósa,
Galian hugsar við sjálvum sær,
hetta er vænt at kjósa.

92. Galian gongur av hallini út,
hann var dreingja maki,
og hana frúina 'Faarili' fljóð
hann setir á sjálv síns bakið.

93. Galian gongur av hallini út,
hann var garpin reysti,
og hana frúina 'Faarili' fljóð
hann setir á sjálv síns hest.

94. Drekan sær hann á Dirvisfjøllum
høgan mót sær fara,
betri var á víðum vølli
enn berjast í mannaskara.

95. Drekan sær hann á Dirvisfjøllum
høgan mót sær flúgva,
betri var á víðum vølli
enn berjast í mannamúgva?

96. »Haraldur, tú skalt moynna goyma
í einum urðarfjalli,
eg skal ríða mót drekanum,
tí eg eri garpin snjalli.

97. Haraldur, tú skalt moynna goyma,
lat ikki trøll hana taka,
eg skal ríða mót drekanum,
tí eg eri dreingja maki!«

98. Tað var Galian riddarin,
tað var honum tað versta,
drekin slúkti hann í seg
báði við saðil og hest.

99. So var hann tungur á sínum hesti,
drekin hann ei bar,
hann brá sínum bitra brandi,
seg ígjøgnum skar.

100. Tað var Galian riddarin,
staddur var hann í vanda,
har stóð hann í eiturblóði,
hann náddi ikki burtur at ganga.

101. Tað var Galian riddarin,
hugsar nú við sær:
»Mátti mín móðir betri enn eg,
tá er mær tørvur á tær.«

102. Tað var hansar sæla móðir,
hon vil hann ei gloyma,
búgvið horn í hendi bar,
saðil og ørs og teymar.

103. »Tú fer teg til hallar heim,
ei er lokin vandi,
sonur, hav tú hond um hógv,
tá ið faðir tín beitir brandi!«

104. Tað var Galian riddarin,
heim í garðin fór,
úti Ívint Herintsson
fyri honum stóð.

105. Svaraði Ívint Herintsson,
vandrað hevði land so víða:
»Hoyr tað, Galian riddarin,
vær skulum um moynna stríða!«

106. Tað var árla um morgunin,
sólin roðar í fjøll,
settu sínar bardagar
so skamt frá kongins høll.

107. Tað var Galian riddarin,
mintist á móður tá,
hvørt tað høggið hann bar fram
við fløtum svørði vá.

108. Svaraði Ívint Herintsson,
raskastur í tí landi:
»Tú ert ræddur úr Botnum komin,
tú torir ei beita brandi.«

109. Galian stendur á grønum vølli,
smílist undir lín:
»Tað man lítið roysni vera
at vega faðir sín.«

110. Teir kasta vákn og herklæði,
harvið gyltar streingir:
»Gud fyrigevi tær, sonur mín,
tú duldi teg so leingi.«

111. »Hoyr tú, Ívint Herintsson,
tað er nú tað besta,
far tú teg til hallar heim
mína móður at festa!«

112. Galian stendur á [grønum] vølli,
heldur á búnum knívi:
»Ektar tú ikki móður mína,
skalt tú láta lívið!«

113. »Hoyr tú, Galian riddarin,
lat meg undan ríða,
kunnig eru míni lokubrøgð,
allir loynistígar.«

114. Tað var Ívint Herintsson,
heim í garðin fór,
úti tann hin ríka einkja
fyri honum stóð.

115. »Statt nú úti fyri mær,
einkja, tú hin ríka,
illa gjørdi tú, væna fljóð,
tú ræð meg at svíkja!«

116. Svaraði tann hin ríka einkja,
talar so for seg:
»Hoyr tað, Ívint Herintsson,
so snarliga grøddi eg teg!«

117. Tað var Ívint Herintsson,
fellur pá síni knæ,
meðan hann ta ríku einkju
til ekta festi sær.

118. Tað var Galian riddarin,
fellur pá síni knæ,
meðni hann tað væna vív
til ekta festi sær.

119. Drukkið varð teirra brúdleypið,
so er komið til mín,
síðan fór hvør, sum boðin var,
haðani heim til sín.

(c) Dansifelagið í Havn