Kvæðasavn

Samsons kvæði

Uppskrift: FK 103A, 27, pp. 77-93.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

1. Eg kann einki at kvøða,
hvar ið eg komi í dans,
kvøði um Samsons riddarskap
og roysnisverk hans.

Høviskir sveinar, stígið á gólv um tíma!
Latið so dynja dans um stund!
Tað er ei leingi, ið meg lystir at ríma.

2. Tað var hans fyrsta roysnisverk
eina morgunstund,
feldi niður átjan hundrað
í grønari lund.

3. Samson tók á steinin tann,
ið fimtan kundu ikki lyfta,
við aðrari síni hondini
hann yvir ryggin syfti.

4. Kykan reiv hann ljónin sundur,
dýrið tað hitt sterka,
tí man leingi gitið verða
Samsons roysnisverk.

5. Tað var hans fjórða roysnisverk,
er mær ei á tí hól,
hann breyt niður risans borg
við átjan hundrað tólv.

6. Risin liggur við havið út
og snakkar við sínar dreingir:
»Hvar vita tit so væna jomfrú?
tað havi eg hugsað leingi.«

7. Sveinar svara sínum harra:
»Hví spyrjið tær svá?
best manst tú vita við sjálvum tær,
hvar tín stár hugur á.

8. Best manst tú vita við sjálvum tær,
hvar tín stár hugur á,
men hoyrt havi eg gitið, Samson sterki
væna drotning ár.

9. Hon ber ikki bleika brá
undir sínum gula hári,
heldur enn tann fagrasta summarsól,
ið fagurt skín um várið.«

10. »Er hon so von og tekkilig,
sum tú sigur frá,
hagar skal eg streingja
mínum bønarorðum á.

11. Hagar skal eg streingja
mínum bønarorðum á,
biðja drotning Samson sterka,
tað stendst hvat av, ið má.«

12. Risin setst at skriva bræv,
hann skrivar tað út so víða:
»Við hesum skalt tú, Pætur lítli,
til frú Dalilu ríða.«

13. Risin setst at skriva bræv,
hann skrivar tað út til enda:
»Hetta skalt tú, Pætur lítli,
til frú Dalilu venda.«

14. Út varð loystur gangarin,
sum Pætur skuldi á ríða,
prýddur var hann við skarlak
niður á miðal síðu.

15. Prýddur var hann við skarlak
niður á miðal síðu,
forgyltur var saðilin,
ið Pætur skuldi á ríða.

16. Pætur lítli loypur á
sín góða gangara grá,
so leyp hann til Dalilu borg,
sum føtur bera má.

17. Pætur lítli loypur á
sín góða gangarahest,
so reið hann til Dalilu borg,
sum føtur bera mest.

18. Av gulli vóru grímurnar,
sum silvur saðil skein,
so reið Pætur ráðgevar
til Dalilu borgir heim.

19. Tað var Pætur ráðgevar,
heim í garðin fór,
úti frúgvin Dalila
fyri honum stóð.

20. »Statt væl, frúgvin Dalila,
úti fyri mær!
Her eru brøv av Upplondum,
sum risin sendi tær!«

21. Svaraði frúgvin Dalila,
tá hon brævið sá,
hon sveik ikki harra sín,
tann stund hon liva má.

22. Tað gjørdi frúgvin Dalila,
tá hon brævið kendi,
kastaði tað í heita bál,
í reyðum loga brendi.

23. Aftur loypur Pætur lítli
til sín góða hest,
so reið hann til risans borg,
sum føtur bera mest.

24. Úti stóð risin í Holmgørðum
hálvan annan dag,
inntil hansara sendiboð
kom aftur í Holmgarð.

25. »Ver vælkomin, Pætur lítli,
higar heim til mín,
hvøssu tók frúgvin Dalila
við bønarorðum mín?«

26. »Svaraði frúgvin Dalila,
tá hon brævið sá:
hon sveik ikki harra sín
tann stund, hon liva má.

27. Tað gjørdi frúgvin Dalila,
tá hon brævið kendi:
kastaði tað í heita bál,
í reyðum loga brendi.«

28. Risin gekk í hallina inn
við so tungari trá,
leskaði hvørki mat ei drekka
í fullar dagar tvá.

29. Risin setst at skriva bræv,
hann skrivar tað út so víða:
»Við hesum skalt tú, Pætur lítli,
til Dalilu ríða.«

30. Risin setst at skriva bræv,
hann skrivar tað út til enda:
»Hetta skalt tú, Pætur lítli,
til frú Dalilu venda.«

31. Risin setst at skriva bræv,
hann skrivar tað um íkring,
síðan legði hann innaní
tann dýra drotnings ring.

32. Risin setst at skriva bræv,
hann kundi væl penni stýra,
síðan legði hann innaní
tann drotnings ringin dýra.

33. Pætur lítli loypur á
sín góða gangara grá,
so reið hann til Dalilu borg,
sum føtur bera má.

34. Pætur leyp á gangaran sín
við so nýtum orðum,
so reið hann til Dalilu borg,
sum hann hevði verið í forðum.

35. Tað var Pætur ráðgevar,
heim í garðin fór,
úti frúgvin Dalila
fyri honum stóð.

36. »Statt væl, frúgvin Dalila,
úti fyri mær,
her eru brøv av Upplondum,
ið risin sendi tær!«

37. Svaraði frúgvin Dalila,
tá hon ringin sá,
hon skuldi svíkja harra sín
og sjálv leggja til tey ráð.

38. Svaraði frúgvin Dalila,
tá hon ringin kendi,
hon skuldi svíkja harra sín,
men skitin er slíkur endi.

39. »Fimtan lati hann herskipini
út á sjógvin ganga,
annaðslíkt skal eftir koma
undir ein loynitanga.

40. Fimtan lati hann herskipini
út á sjógvin dynja,
annaðslíkt skal eftir koma
við svørð og ringabrynju.

41. Tá tarvt hann búgva sín virtur væl
og gyrða sín hest við gerð,
um enn hann hevur eitt átjan hundrað,
tílíka rakar hann ferð.

42. Tá tarvt hann búgva sín virtur væl
og gyrða sín hest við brandi,
um enn hann hevur eitt átjan hundrað,
hann jagar hann út av landi.«

43. Aftur loypur Pætur lítli
til sín góða hest,
so reið hann til risans borg,
sum føtur bera mest.

44. Úti stóð risin í Holmgørðum
hálvan annan dag,
inntil hansara sendiboð
kom aftur í Holmgarð.

45. »Ver vælkomin, Pætur lítli,
higar heim til mín,
hvøssu tók frúgvin Dalila
við bønarorðum mín?«

46. »Svaraði frúgvin Dalila,
tá hon brævið sá,
hon skuldi svíkja harra sín
og sjálv leggja til tey ráð.

47. Svaraði frúgvin Dalila,
tá hon ringin kendi,
hon skuldi svíkja harra sín,
mentum er stríð for hendi.

48. Fimtan lat tú herskipini
út á sjógvin ganga,
annaðslíkt skal eftir koma
undir ein loynitanga!

49. Fimtan lat tú herskipini
út á sjógvin dynja,
annaðslíkt skal eftir koma
við svørð og ringabrynju!

50. Tá tarvt tú búgva tín virtur væl
og gyrða tín hest við brandi,
um enn tú hevur eitt átjan hundrað,
hann jagar teg út av landi.

51. Hon bað teg búgva tín virtur væl
og gyrða tín hest við gerð,
um enn tú hevur eitt átjan hundrað,
tílíka rakar tú ferð.«

52. Samson liggur í síni song,
hoyrir trummur ganga:
»Blæs í lúður innanfyri,
risin leggur at landi!«

53. Tað var riddarin Samson,
letst í brynju blá,
burtur var hans góða svørð,
ið hann skuldi líta á.

54. Burtur var hans góða svørð,
ið hann skuldi líta á:
»Hoyr tú, frúgvin Dalila,
hvat eru nú til ráð?«

55. Tað er enn sum oftum er,
køld eru kvinnuráð,
hon lætst at leita eftir svørðinum,
hon vildi tað ikki fá.

56. Tað er enn sum oftum er,
køld eru kvinnusinni,
hon lætst at leita eftir svørðinum,
hon vildi tað ikki finna.

57. Út reið riddarin Samson
eina morguntíð,
feldi niður átjan hundrað
í grønari líð.

58. Út reið riddarin Samson
eina morgunstund,
feldi niður átjan hundrað
í grønari lund.

59. Út reið riddarin Samson,
Gud vildi honum hjálpa,
feldi niður átjan hundrað
við einum ásins kjálka.

60. Harra Gud av himmiríki,
hvar mikil er tín makt,
so var Samson í víggi staddur,
opin fell hann aftur.

61. So var riddarin Samson
illa staddur tá,
hann sá eina stóra keldu,
størri enn nøkur á.

62. Hann sá eina stóra keldu,
størri enn nøkur á,
tá var tað ein ásins kjálki,
hann hevði drukkið á.

63. Tað var riddarin Samson,
heim í garðin fór,
úti stendur og fagnar honum
tað ynniliga fljóð.

64. »Statt væl úti fyri mær,
mítt ynniliga sprund!
Deytt liggur eitt átjan hundrað
í grønari lund.«

65. Tað var frúgvin Dalila,
tekur hon til at gegna:
»Lova mær at skeinkja mjøð
fyri teg og tínar tegnar!«

66. Svaraði riddarin Samson,
tekur nú til at gegna:
»Gjarna mást tú skeinkja mjøð
fyri meg og mínar tegnar.«

67. Tað var frúgvin Dalila,
hon tók sær ker í hand,
so gekk hon í kjallaran,
sum mjøðurin fleyt í bland.

68. So skeinkir frúgvin Dalila
mjøðin út í vín,
fyrstur sovnaði Samson sterki
fram úr sessi sín.

69. So skeinkir frúgvin Dalila
mjøðin fram í høll,
fyrstur sovnaði Samson sterki,
síðan hirðin øll.

70. Dalila heitir á moyggjarnar:
»Berið mín harra í song,
latið hann ikki sovandi sita,
tí hann er ein góðsmans drong!«

71. Stakk hon út hans bæði eygu
og klipti av honum hár,
moyggjar hildu á ljósunum,
tað vóru allars ráð.

72. Stakk hon út hans bæði eygu,
ballaði inn í klút,
svørji eg tann eið við mína trúgv,
hon gekk við sorgum út.

73. Stakk hon út hans bæði eygu,
fór ikki við so hátt,
so gekk hon í Holmgarðar
ta døkku vetrarnátt.

74. Samson liggur í síni song,
hoyrir fuglaklang:
»Hvat man feila Bænadit,
at náttin gerst so lang?«

75. »Út eru tygara eygu stungin,
klipt er av tygum hár,
moyggjar hildu á ljósunum,
og tað vóru 'adlans' ráð.

76. Øll er tygara seingin
stokkin út við sveita,
horvin er frúgvin Dalila,
ei er til hana at leita.«

77. Tríggjar nætur á seingini lá,
tá tók at spretta hár,
hann reisist upp í seingini,
nú gerst drongur knáur.

78. »Eystan fyri kirkjuna,
har stendur ein steinur so tungur,
har gekk eg at skemta mær,
helst tá ið eg var ungur.

79. Hoyr tað, boldi Bænadit,
eg geri tað ei at loyna,
leið meg aftur at steininum,
nú vil eg hann royna!«

80. Bænadit leiðir harra sín
at steininum fram,
tá hevði hann ikki meira megi
enn annar menskur mann.

81. Svaraði riddarin Samson,
gerst so nýtur drongur:
»Gud lati meg ikki í verðini
blindan liva longur.«

82. Svaraði boldi Bænadit
fyrsta orði tá:
»Liv væl bæði heilur og sælur,
góð eru tygara ráð!«

83. Tað er riddarin Samson,
gerst so nýtur drongur:
»Bænadit, tú skalt leiða meg
aftur í mína song!«

84. Níggju nætur á seingini lá,
tók at vaksa hár,
hann reisist upp í seingini,
nú gerst drongur knáur.

85. »Hoyr tú, boldi Bænadit,
eg geri tað ei at loyna,
leið meg aftur at steininum,
nú vil eg hann royna!«

86. Samson tók á steinin tann,
ið fimtan kundu ikki lyfta,
við aðrari síni hondini
hann yvir ryggin syfti.

87. »Tað segði mær so mangur maður,
tá eg reið í leik,
eg hevði fimtan manna megin,
hvørjumegin reik.

88. Tað segði mær so mangur maður,
tá eg reið í dans,
eg hevði fimtan manna megin
hvørjumegin krans.

89. Megin havi eg aftur fingið,
tað ið Gud mær gav,
men eyguni fái eg ikki aftur
fyrr enn á dómadag.

90. Hoyr tú, boldi Bænadit,
eingin annar manna,
vit skulu vappa villan skógv
og okkum londum kanna.«

91. Bænadit leiðir harra sín
niðan við eini á,
hann sær uppi í fjallinum,
hvar ið ógnarljómurin lá.

92. Tað er boldi Bænadit,
tekur hann til at øpa:
»Her liggur ein ógnarljómur,
hann vil okkum báðar drepa.«

93. »Vil hann okkum báðar drepa,
illa skal tað honum gá,
lat meg mínar báðar hendur
í hans faksið fá!

94. Vil hann okkum báðar drepa,
illa skal tað honum ganga,
lat meg mínar hendur
í hans faksið fanga!«

95. Samson sprakk á ljómins bak,
alt tað sum hann kundi,
hann hevði einki annað boksl
enn fingrar tveir í munni.

96. Samson sprakk á ljómins bak,
alt tað sum hann kann,
hann hevði ikki annað boksl
enn fingrar tveir í tann.

97. Kykan reiv hann ljómin sundur,
dýrið tað hitt sterka.
tí man leingi gitið verða
Samsons roysnisverka.

98. Kykan reiv hann ljómin sundur,
kastaði á grønan vøll:
»Gævi so Gud, at pílarinir
teir vóru undan risans høll.«

99. Bænadit leiðir harra sín
eina morgunstund,
høgar sær hann risans borgir
daga í grønari lund.

100. Bænadit leiðir harra sín
eina morguntíð,
høgar sær hann risans borgir
daga í grønari líð.

101. Bænadit leiðir harra sín
við trega og tungan vanda,
høgar sær hann risans borgir
á pílarum standa.

102. Bænadit so til orða tekur:
»Ei verður ferðin greið,
høgar standa risans borgir
fyri okkum á leið.«

103. »Bænadit, gakk í hallina inn
eftir fornum vanda,
dvølst har ikki inni leingi,
eg skal úti standa!«

104. Bænadit gekk í hallina inn,
eingin ið hann kendi
uttan frúgvin Dalila,
hon eyguni at honum rendi.

105. Svaraði frúgvin Dalila
fyrsta orðið tá:
»Hvøssu livir tann gamli kall
heimi í ríki vár?«

106. »Tú tarvt einki at minna meg
á mín harra neyð,
hann liggur sjúkur í seingini,
eg vænti, at hann er deyður.«

107. Tað var frúgvin Dalila,
tók so sárt at gráta,
eftir spurdi risin,
hví hon mundi so láta.

108. »Eg var meg við á í gjár,
har vaskaði eg mær og tvá,
har misti eg burt mínar gullringar,
tarfor felli eg tár.«

109. »Tú grætur ei um gullring,
ei um aðrar fíggja,
tú grætur um tann gamla kall,
tú fært hann ikki at síggja.«

110. So sára græt frúgvin Dalila,
sum snekkjan flýtur í droyra,
Bænadit snúðist av hallini út,
hann lysti ei á at hoyra.

111. »Hoyr tú, boldi Bænadit,
sig mær frá tí sanna!
Hvøssu er borgin innan skipað
við reystar risans manna?«

112. »Risin og frúgvin Dalila
sita undir silkitjaldri,
drotning er hon enn sum fyrr,
men tað við verri valdri.

113. Risin og frúgvin Dalila
sita undir silkifeldi,
drotning er hon enn sum fyrr,
men tað við verri veldi.«

114. Tað er riddarin Samson,
greiðir reyðargullbondum:
»Gævi Gud, at Dalila
hon var í mínum hondum.«

115. »Hoyr tað, Samson, harri mín,
hav ikki slíkt á orði!
Átjan hundrað stoltsriddarar
sita yvir moynnar borði.

116. Risin og frúgvin Dalila
sita undir silki blá,
fimtan av teim blámonnum
teir sita frúnni hjá.«

117. Tað er riddarin Samson,
lítur at reyðum ringi:
»Hevði eg havt míni bæði eygun,
frúnna skuldi eg fingið.

118. Hoyr tú, boldi Bænadit,
gakk á grønan vøll,
meðan eg kippi pílarinar
undan risans høll!

119. Hoyr tú, boldi Bænadit,
gakk har skamt ífrá,
meðan eg kippi tað seiga jarn,
ið borgin stendur á!

120. Tú hevur mær tænt fyri hond og fót,
og so fyri fæ og hestar,
tær gevi eg nú hálvt mítt ríki
og mína systur at festa.

121. Eystan for kirkjuna grav tú meg,
har standa míni merki,
har hvílir Manakur, faðir mín,
og Absalon hin sterki!

122. Eystan for kirkjuna grav tú meg,
har hvílir mín móðir,
har hvílir Manakur, faðir mín,
og Absalon mín bróðir!«

123. Tað var boldi Bænadit,
hann gekk á grønan vøll,
Samson kipti pílarinar
undan risans høll.

124. Tað var boldi Bænadit,
á grønum vølli stóð,
hann fell niður í óviti,
hann sá sín harras blóð.

125. Tók hann hann á bak sítt upp,
ikki var verkið lætt,
møtti hann einum 'Jabiskop'
har við kirkju statt.

126. Møtti hann einum 'Jabiskop'
har við kirkjustatt:
»Tú hevur ikki gjørt tað satt,
ið Gudi tykir rætt.«

127. »Havi eg ikki gjørt tað satt,
ið Gudi tykir rætt?«
so vá hann tann 'Jabiskop'
har við kirkju statt.

128. Eystan fyri kirkjuna,
ið dreingir eyka skara,
dimmur er hesin dagur í dag
niður í mold at fara.

129. Eystan fyri kirkjuna,
ið dreingir eyka á fold,
gróv hann riddarin Samson
niður í døkka mold.

130. Bænadit festi systur hans
bæði við sámi og sátti,
settist aftur í stólin tann,
ið Samson sterki átti.

(c) Dansifelagið í Havn