Kvæðasavn
Filkus Veymarsson
Uppskrift: FK 105, 27, pp. 158-160.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.
1. Filkus hann spurdi
sína hjartans kæru,
um hann skuldi ríða í Tyrnisdal
at fremja sína æru.
Nú leikar við tann lindin.
2. »Ríður tú í Tyrnisdal,
tá ger tað so,
spar ikki tína sterku brynju
at ríða á!
3. Tað seti eg við
mín búgvin brand,
at ríður tú í Tyrnisdal,
tú hendir skamm.
4. Tað seti eg við
mín silvurbúna knív,
at ríður tú í Tyrnisdal,
tú missir lív.«
5. Filkus hann snúðist
frá síni konu so brátt:
»Gud gevi mær betur ganga,
enn mær er spátt.«
6. Tað var Filkus Veymarsson,
hann ríður undir líða,
har møtir honum Torkil Tróndarson,
so glaðiliga ríða.
7. Har møtir honum Torkil Tróndarson,
so glaðiliga ríða:
»Ert tú argur herjanssonur,
tú torir ikki bíða?«
8. »Eg eri eingin herjanssonur
heldur enn sjálvur tú,
ert tú av góðum kongakyni,
vita, royn teg nú!«
9. Teir skutu skøft í saðilboga,
teir fremdu leik,
tílíkan dystin ger mínar kinnar
reyðar og bleikar.
10. Teir skutu skøft í saðilboga,
tá skeytst hans skjold,
tá snávaði hans góði hestur,
hann fell á fold.
11. »Nú tekur at loysna
míni akslabond,
skaftið tekur at skelva
í mínari hond.
12. Nú tekur at loysna
mínar trodnu hosur,
sum eg hevði havt troðið
tann lind og mosa.«
13. Tað var Filkus Veymarsson,
hann fell av hest:
»Hoyr tú, Torkil Tróndarson,
tú søk mær prest!«
14. »Gjarna søki eg tær prestin
og allan greiða,
hoyr tú, Filkus Veymarsson,
forlát mær reiði!«
15. »Gjarna forláti eg tær reiði,
og alt tað eg formár,
men vakta teg væl fyri mínum brøðrum,
eg eftir ár.«
16. Tað gjørdi Torkil Tróndarson,
tó at hann var ein,
hann vá hansara sjey brøður,
áður hann reið heim.
17. Nú liggur Filkus Veymarsson
í grønari lund,
Torkil ber hans ring og brynju,
hann giljar hans sprund.
18. Nú liggur Filkus Veymarsson
í grønari líð,
Torkil ber hans ring og brynju
og lovar hans vív.
(c) Dansifelagið í Havn