Kvæðasavn

Greivin av Jansalín

Uppskrift: FK 106A, 28, pp. 8-13.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

1. Tað var greivin av Jansalín,
hann talar til faðir sín:
»Eg vil ríða mær upp á land
at royna roysni mín.«

2. »Ríður tú tær upp á land,
sæli sonur mín,
har manst tú finna harran tann,
'aidir uj bleadi' skín.

3. Ríður tú tær upp á land,
eg sigi tær satt ífrá,
har manst tú finna harran tann,
eitur harra Ívar blá.

4. Eg skal finna tær hestin tann,
dugir tú hann at eiga,
so rennur hann tann tjúkka skara
sum eftir ta grønu heiði.

5. Eg skal geva tær hestin tann,
dugir tú hann at stýra,
so rennur hann eftir tann tjúkka skara
sum eftir tann grøna líð.

6. Eg skal geva tær hjálmin tann,
tú tarvt ei binda í band,
fyrr enn tú finnur harran tann,
ið eitur harra Valuvant.«

7. Tað var greivin av Jansalín,
beyð sær út at ríða,
møtir honum harra Ívar blá
undir so grønar líðir.

8. Tað var greivin av Jansalín,
talar eitt orð so brátt:
»Hoyr tú, harra Ívar blá,
hvar svavst tú í nátt?«

9. »Í Lundini borg svav eg í nátt,
hví spyrt tú til mín?«
»Vilt tú, harra Ívar blá,
síggja seinasta dagin tín?«

10. Tað var harra Ívar blá,
hann vildi ikki undan flýggja,
setir hann oman á høvur sítt
trinnar hjálmar nýggjar.

11. Tað var greivin av Jansalín,
bant sítt høvuðband,
hjálmurin skar so sára við,
tað hoyrdi hans faðir í land.

12. Svaraði hertugin grammleiti:
»Dreingir leggið í minni!
Nú bant mín hin sæli sonur
sín hjálm í fyrsta sinni.«

13. Tað var greivin av Jansalín,
sínum svørði brá,
hann kleyv harra Ívar blá
sundur í lutir tvá.

14. Hann vá harra Ívar blá,
illa mundi honum tað líka,
hann vá niður í einum víggi
trinni kongaríki.

15. Hann vá harra Ívar blá,
illa mundi honum tað haga,
hann hevur borið skjold og svørð
allar sínar dagar.

16. So reið greivin av Jansalín
innan grøna líð,
hvørki gól tá eftir honum
heykur ella hýð.

17. So reið greivin av Jansalín
innan grøna lund,
hvørki gól tá eftir honum
heykur ella hund.

18. Hann fann eina moy í grønari lund,
vann henni einki mein,
býtti henni bæði gull og fæ,
bað hana ríða heim.

19. Frúgvin stendur í glasvindeyga,
sær hon út so víða,
hon sær sær ein frægan kappa
á leikvøllinum ríða.

20. Hon sær sær ein frægan kappa
á leikvøllinum ríða:
»Tílíkan vildi eg kosið mær,
hevði tað staðið til mín.«

21. Hann hevði upp sína høgru hond,
gav henni høgg á tenn,
blóðið dreiv í barmin niður,
sóu tað mangir menn.

22. Svaraði greivin av Jansalín,
ríður eftir borgini fram:
»Er her nakar innanhallar,
Ívar hevna kann?

23. Eg vá harra Ívar blá,
illa mundi honum tað líka,
hann vá niður í einum víggi
trinni kongaríki.

24. Eg vá harra Ívar blá,
illa mundi honum tað haga,
hann hevur borið skjold og svørð
allar sínar dagar.«

25. Svaraði greivin av Jansalín,
ríður eftir borgini fram:
»Er her nakar innanhallar,
dystin ríða kann?«

26. Svaraði kongurin Valuvant,
stóð í einum kyrtli reyðum:
»Hví man greivin av Jansalín
so spyrjast um sín deyða?«

27. Tað var kongurin Valuvant,
hann vildi ikki undan flýggja,
setir hann oman á høvur sítt
trinnar hjálmar nýggjar.

28. Tað var greivin av Jansalín,
bindur sítt høvurband,
hjálmurin skar so sára við,
tað hoyrdi hans faðir í land.

29. Svaraði hertugin grammleiti:
»Dreingir, leggið í minni!
Nú bant mín hin sæli sonur
sín hjálm í annað sinni.«

30. Tað var greivin av Jansalín,
upp sínum svørði brá,
hitt var kongurin Valuvant,
fyri hans fótum lá.

31. Tað var kongurin Valuvant,
hann bað hann ikki lata seg doya:
»Eg gevi tær jomfrú Sólitu,
sjálvs mína festarmoy.«

32. »Gevur tú mær jomfrú Sólitu,
festarmoynna tína,
eg gevi tær jomfrú Dalitu moy,
so væna systur mína.«

33. Tað var greivin av Jansalín,
beyð sær út at ríða,
møtir hann sínum sæla faðir
við átjan hundrað at stríða.

34. Møtir hann sínum sæla faðir
við átjan hundrað at stríða:
»Hoyr tað, tú mín sæli sonur,
hevur tú roysni flýggjað?«

35. »Eg vá harra Ívar blá,
illa mundi honum tað haga,
hann hevur borið skjold og svørð
allar sínar dagar.

36. Eg vá harra Ívar blá,
illa mundi honum tað líka,
hann vá niður í einum víggi
trinni kongaríki.

37. Tað var kongurin Valuvant,
hann bað meg ikki lata seg doya,
hann gav mær jomfrú Sólitu,
sjálvs hans festarmoy.

38. Hann gav mær jomfrú Sólitu,
festarmoynna sína,
eg gav honum jomfrú Dalitu moy,
so væna systur mína.«

39. Tað var greivin av Jansalín,
hann var av kongakyni,
møtir honum Ísin konungur
við ellivu sínum synum.

40. Vænir eru Ísins synir,
hvar ið teir beita brandi,
av ber greivin av Jansalín,
kappin av tí landi.

41. Vænir eru Ísins synir,
hvar ið teir sita á hesti,
av ber greivin av Jansalín,
tann avrekskappi reysti.

(c) Dansifelagið í Havn