Kvæðasavn

Sankta Niklas

Uppskrift: FK 122A, 30, pp. 38.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

1. Tveir fóru klerkar suður um land
at bøta synd og sálargrand.

Hjálpi mær Gud og ríki harrin, sankta Niklas.

2. Gistu teir hjá bónda á eini nátt,
hann læt teir av lívi taka skjótt og brátt.

3. Stoytti hann teirra 'ivstøð' eftir eini á,
stríður streymur bar teir londum frá.

4. Stríður streymur bar teir londum frá,
tá kom sankta Niklas og bankaði á.

5. »Hoyr tað, ríki bóndi, eg tali til tín,
vart tú nakað varur við klerkar mínar?«

6. »Jú so menn, eg teir væl sá,
tá ið teir fóru eftir Rínará.«

7. Niklas tekur sær bók í hond,
so gongur hann at sjóvarstrond.

8. Tá ið hann hevði staðið eina lítla stund,
loysti hann teirra 'ivstøð' frá havsins grund.

9. Grøddi hann teir til hold og hár,
sum teir ei høvdu fingið banasár.

(c) Dansifelagið í Havn