Kvæðasavn
Sankta Niklas
Uppskrift: FK 122B, 30, pp. 39-40.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.
1. Tríggir vóru klerkar,
ið fóru yvir land
til at bøta syndir
og sálargrand.
Hjálp os, Gud og Harri og sankta Niklas!
2. Gistu teir hjá ríka bónda
eina nátt,
hann læt teir av lívi taka
alvæl brátt.
3. Saltaði hann teir
í eina skeið,
hon var bæði djúp og long
og goysin breið.
4. Tá ið hann hevði beint
fyri teirra hold og hár,
tá kom sankta Niklas
og bankaði uppá.
5. »Hoyr tú, ríki bóndi,
eg tali til tín,
hvat hevur tú gjørt
við klerkar mín?«
6. »Eg saltaði teir
í eina skeið,
hon var bæði djúp og long
og goysin breið.«
7. »Hoyr tú, ríki bóndi,
eg tali til teg,
hvat gjørdi tú við teirra innvøl,
tað sig tú meg!«
8. »Eg floytti teir oman
eftir eini á,
sum stríðir streymar
bóru teir longur frá.«
9. Sankta Niklas tekur
bók í hand,
so gongur hann
til sjóvarstrand.
10. Sankta Niklas rættir
bók yvir sjó,
so allur teirra innvølur
hann upp frá grunni dró.
11. Grøddi hann teirra
hold og hár,
sum teir høvdu ikki
havt fingið banasár.
(c) Dansifelagið í Havn