Kvæðasavn
Sankta Gjørtrúgv
Uppskrift: FK 123, 30, pp. 42.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.
1. Sankta Gjørtrúgv var tann fagrasta moyggj,
sum fødd var í kong Karlamagnusar oyggj.
Heiliga jomfrúgv, sankta Gjørtrúgv,
hennara góði gudfaðir doyði,
hann gav henni borgir og oyggjar.
2. Tá kom tann heidni greivi,
hann vildi henni tey londini meina.
3. Sankta Gjørtrúgv tekur sær bók í hand,
so gongur hon á kirkjugarð.
4. Sankta Gjørtrúgv hon bæði las og sang,
inntil hon fekk tann deyða mann á gang.
5. Sankta Gjørtrúgv hon gjørdi sær so stóran ómak;
hon tók sín gudfaðir á sítt bak.
6. Tann deyði inn um dyrnar sá,
allir teir livandi hvukku tá frá.
7. Har lupu burtur hvør sum kann:
»Skamm fái tú fyri henda mann.«
8. Sankta Gjørtrúgv gjørdi sær meiri ómak,
hon bar sín gudfaðir aftur í grav.
9. »Hvat vilt tú, sankta Gjørtrúgv, geva fyri tað,
eg taki teg ikki livandi í grøvina við meg?«
10. »Fríggjadagsføstu vil eg tær geva
og sunnudagslestur, so leingi eg man liva.«
11. So skeddi einki meiri tá,
uttan hon begróv sín gudfaðir aftur, sum hann lá.
(c) Dansifelagið í Havn