Kvæðasavn
Nykurs vísa
Uppskrift: FK 136, 30, pp. 182-183.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.
1. Nykurin letur sær klæði skera,
- glaður á liljukvisti -
tí hann vildi riddari vera.
- Lykken bær man ærlig uden angist.
2. Nykurin gongur í kirkjuna inn,
prestar hildu messur fimm.
3. Nykurin gongur á kirkjugólv,
prestar hildu messur tólv.
4. Elsa lítla smílir undir lín:
»Krist gevi, tann riddari hann var mín.«
5. Hann troddi yvir skamlar ein og tó:
»Elsa lítla, gev mær tró!
6. Else lille, trolovist mig,
otte borger giver jeg dig!«
7. Else lille rækker hånden fra sig:
»Jeg giver dig tro og følger dig.«
8. Der de kom i rosenslund,
da lyster Else lille at hvile en stund.
9. »Hør du ridder, hvad jeg spør dig,
hvor er de borge, du lovede mig?«
10. »Eitt er í vatni, annað í sjógv,
fært tú meg, tá hevur tú nógv.«
11. Elsa lítla lítur seg upp í fjøll:
»Eg meini, tú ert eitt nykartrøll.«
12. Nykurin leyp á vatnið út,
eftir stóð Elsa lítla við sorg og sút.
13. Nykurin leyp á vatnið kátur,
hálvur maður og hálvur bátur.
14. Skundaði hon so snarliga heim,
hon takkaði Gudi, hon fekk ikki mein.
(c) Dansifelagið í Havn