Kvæðasavn

Ívar Vís

Uppskrift: FK 143, 31, pp. 9.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

1. Tað býr ein bóndi í Skánoy,
hann eitur Ívar Vís,
hann eigur sær eina onkadóttur
bæði við gleði og prís.

2. Kongurin letur veitslur gera,
tríggjar á hvørjum heysti,
býður hann til allar nunnurnar
út av Mariu kloystri.

3. Ívar klæðir út sína onkadóttur
í reyð og grønblá klæði,
kápan og so møttulin
tey stóðu á jørðini bæði.

4. Sum tann blíða summarsól,
um morgunin upp rann,
so var hin væna bóndadóttir,
á tinginum hon kom fram.

5. Svaraði ein av sveinunum,
ið fyrstur ræður at tala:
»Hvør er os tann væna jomfrú,
mín harri til drotning vil hava?«

6. Upp stóð ríki kongurin
og ljóð bað geva sær,
meðan hann væna bóndadóttur
til ektar festi sær.

7. Svaraði ein av nunnunum,
var klædd í skarlak reyð:
»Skamm fái hann, ið tingið setti,
og hann, ið os innbeyð.«

(c) Dansifelagið í Havn