Kvæðasavn

Ásbjørn prúði

Uppskrift: FK 145C, 31, pp. 36-37.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

1. »Ásbjørn, vilt tú mín mágur vera,
- forgloym ikki meg -
tær skal eg mína dóttur geva.
- Tað gár ein dansur for Dúnoy,
forgloym ikki meg,
har dansa bæði jomfrúur og moyggjar,
eg troði so lættlig.

2. So væl kann hon tíni klæði skera,
sum tað sámir ein riddar at bera.«

3. »Hvøssu skal eg tín mágur vera,
tín dóttir kann ei míni klæði skera?«

4. »So væl kann hon tíni klæði sý,
sum tað sámir ein riddari.«

5. Kristin for sín fosturmóður gár:
»Mær varð sendur ein seymur í gjár.«

6. »Varð tær sendur ein seymur í gjár,
hann varð tær sendur pá spott og háð.

7. Seyma tann seymin, hvøssu tú vilt,
eg leggi tær eingi ráðini til.

8. Seyma tann seymin, hvøssu tú kann,
eg leggi tær eingi ráðini fram.«

9. Kristin gekk í kamarið inn,
hon seymaði eftir sítt egið sinn.

10. Hon seymaði í hans geira:
skóg og grønar heiðar.

11. Hon seymaði í hans akslaseym:
bylgjan blá og stríðan streym.

12. Hon seymaði í hans ermakrans:
tólv jomfrúur, troddu ein dans.

13. »Nú er tann seymin sýað og skorin,
eg vildi hann væri nú framborin.«

14. Kristin talar til ternan sín:
»Tú skalt bera fram seymin mín.«

15. »Hvøssu skal eg bera seymin fram,
eg kenni ei Ásbjørn for annan mann?«

16. »Ásbjørn hann [er] eyðkend,
hans er kápan gullrend.

17. Ásbjørn er ein eyðkend mann,
hann stýrir gullsnekkjan, ber reyðargullband.«

18. Ternan heim í garðin fór,
úti Ásbjørn fyri henni stóð.

19. Ternan mælir for munnin sín:
»Eg eri send við seym til tín.«

20. »Tú sig henni takk, for hon vildi skera,
nú skal hon mín kerasta verða.«

21. Ternan heim í garðin fór,
úti Kristin fyri henni stóð.

22. »Hann segði takk, for tú vildi sý,
nú skuldi tú hans kerasta blíva.«

23. »Tú bið hann Ásbjørn sigla og ró,
slætt aldri fár hann mína tró!

24. Tú bið hann Ásbjørn sigla og fara,
slætt aldri fár hann meg í tala!«

(c) Dansifelagið í Havn