Kvæðasavn

Moyin og sveinurin

Uppskrift: FK 146, 31, pp. 39.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

1. Eg elskti mær ein svein í løn,
- so listiliga lokkar hann lítin lilja -
og tað visti eingin uttan eg og hann.
- For elskógin fangar man sorrig.

2. Tað kom sær so víða í orð,
at tað kom í mín faðirs garð.

3. Mín faðir ætlaði at kvala meg,
mínir frændur ætlaðu at selja meg.

4. Mín faðir sendi boð eftir mær,
at eg skyldi skeinkja vín fyri sær.

5. Tá ið eg kom í mín faðirs garð,
eg feldi so mangt eitt møðugt tár.

6. Eingin bað meg sita ella stá,
og eingin vildi mær glasið fá.

7. Uttan mín onkamóðir tá,
hon fekk mær stól og hyndu á.

8. »Tú set teg niður, ússaliga kvinna,
hví lætst tú teg yvirvinna?«

9. Sum eg sat har við angist mín,
tá kom mín biðil gangandi inn.

10. Tað gjørdi hann, mín festarmann prúð,
hann leiddi meg av hallini út.

11. Hann tók meg undir sítt samdragið skinn,
og fylgdi mær so í høgaloft inn.

12. Nú havi eg forvunnið allan harm,
eg sovi hvørja nátt í mín kærastas arm.

13. Nú havi eg forvunnið al kvíða,
hvørja nátt sovi eg við mín kærastas síða.

(c) Dansifelagið í Havn