Kvæðasavn

Magnus kongur í Noregi

Annað heiti:
Margretu kvæði (Magnus kongur av Noregi)

Uppskrift: FK 150A, 31, pp. 87-91.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

1. Magnus kongur í Noregi
bæði ríkur og reystur,
hann gav sína onkadóttur
inn í nunnukloystur.

Sótu tey systkin tvey í tann grøna lund,
sum fagurt tjald neig úti við Oyrarsund.

2. Tá ið hon hevði í kloystri verið
mánaðirnar tvá,
tá lystir frúnna Margretu
sín faðirs garð at sjá.

3. Tá ið hon hevði í kloystri verið
mánaðirnar tríggjar,
tá lystir frúnna Margretu
sín faðirs garð at síggja.

4. Tað var frúgvin Margreta
skuldi ganga heim,
mætur var sá edilingur,
ið henni møtir á leið.

5. Hann reiv av henni stakkin
niður úr hvørjum geira,
gullband um hennar herðar lá,
hon hevði ikki eftir meira.

6. Hann reiv av henni stakkin,
so hennar silkiserk,
til hann hevði vunnið henni
tað syndar neyðis verk.

7. Nú hevur tú rivið míni klæði sundur,
gjørt mær last og skamm:
eg biði teg fyri tann hægsta gud,
tú sig mær nú títt navn.

8. Magnus kongur er faðir at mær,
frú Gertrúð er mín móðir,
Ólavur eri eg nevndur sjálvur,
eg vóks upp á skógum.

9. Er Magnus kongur faðir at tær,
frú Gertrúð er tín móðir:
undarlig eru dømini,
tú ert mín egin bróðir.

10. Far teg aftur, frú Margreta,
í tín kloysturstein,
ongari sig tú nunnu frá,
so væl ber tú títt mein!

11. Far teg aftur, frú Margreta,
í tína kloysturborg,
ongari sig tú nunnu frá,
so væl ber tú sína sorg!

12. Aftur fór frú Margreta
í sín kloysturstein,
ongari segði hon nunnu frá,
so væl bar hon sítt mein.

13. Aftur fór frú Margreta
í sína kloysturborg,
ongari segði hon nunnu frá,
so væl bar hon sína sorg.

14. Kongurin letur veitslu gera
eina á hvørjum heysti,
býður hann øllum nunnunum
út av Mariu kloystri.

15. Glaðar vóru nunnurnar,
í gildi skuldu fara,
uttan frúgvin Margreta,
hon mátti heima vera.

16. Glaðar vóru nunnurnar,
í gildistovu gingu inn,
ríkur situr Magnus kongur,
hann saknar dóttur sína.

17. Hvat er mín dóttir av sóttum sjúk,
ella hevur látið lív,
hví gár hon ikki í gildið inn
sum annað lystugt vív?

18. Hvat er mín dóttir av sóttum sjúk,
ella hevur givið upp ond,
hví gár hon ikki í gildið inn
sum onnur liljuvond?

19. Allar sótu nunnurnar,
eingin tordi tala
uttan hin illa abbadissa,
sum betur hevði tagað.

20. Ei er tín dóttir av sóttum sjúk,
ei hevur hon látið lív,
hon gár seg við barninum
sum annað lystugt vív.

21. Ei er tín dóttir av sóttum sjúk
ella hevur givið upp ond,
hon gár seg við barninum
sum onnur liljuvond.

22. Eingin hestur í ríkinum
kongin bera mátti
uttan hin eini apalgrái,
sum abbadissan átti.

23. Enntá var tað Magnus kongur,
heim í garðin fór,
úti hans sæla dóttir
fyri honum stóð.

24. Ver vælkomin, mín sæli faðir,
higar nú til mín,
drekk nú hvat tær betur líkar
mjøðin ella vín.

25. Lítið er mær um mjøðin tín,
alvæl minni um vín,
sig mær skjótt og skundiliga:
hvør er faðir at barni tínum.

26. Fyrr vil eg í Jesu navni
her láta mítt lív,
fyrr enn eg tær segi
barnfaðir mín.

27. Fyrr vil eg í Jesu navni
her láta mín and,
fyrr enn eg tær segi
mín barnfaðir for sann.

28. Enntá var tað Magnus kongur,
sló tá hurð í gátt,
tað kom honum síðst í hug
at siga henni góða nátt.

29. Tá ið hann hevði riðið
eina so lítla stund,
tá kom honum tað í hug
at leggja eld í lund.

30. Tá ið hann hevði riðið
eina so lítla leið,
tá kom honum tað í hug
at leggja eld í stein.

31. Tá kom honum tað í hug
at leggja eld í stein,
at brenna inni frú Margretu,
tí hon var heima ein.

32. Ólavur kemur av skógvi heim
við so mangan mann:
hann sær heima í faðirs garði,
hvar kloystursteinurin brann.

33. Ólavur kemur av skógvi heim
bæði troyttur og móður,
hann sløkti tann heita eld
við sínum hjartablóði.

34. Tóku tá bæði systkinini,
sveipaðu í ein dúk;
vísir lógu teirra vegir
til himnakongins út.

(c) Dansifelagið í Havn