Kvæðasavn
Biðilin
Uppskrift: FK 152B, 31, pp. 133-134.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.
1. Síðla um aftanin, rím fell á,
- undir hvítan saðil -
tá loysti eg út mín gangara grá.
- Har mín gangari rennur ígjøgnum skógvin.
2. Upp á bakið eg steig, og burtur eg reið
so myrkan skógvin, so tranga eina leið.
3. So myrkan skógvin, so tranga eina gøtu,
tað gjørdi eg helst fyri jomfrúnnar sakir.
4. Eg bant mín hest við valknútagrein,
gekk so innan høgaloft at skemta við ein.
5. Vænt var vívið, í seingini lá,
allir hennara sjey brøður hildu vakt uppá.
6. Vaknaði ein, ið yngstur var av teim,
hann rópar so hátt yvir sjey brøður sínar.
7. »Vit hava ein so undarligan gest,
hvat heldur er hann prófast, ella er hann prest?«
8. »Hann er eingin prófast, hann er eders mág,
í morgin lata vit hans høvur av slá.
9. Hans høgru hond og hans vinstra fót,
slíkt taka menn í sømdir góð.«
10. So reið eg mær haðan burt,
og hvørki misti eg mín hond ella fót.
11. Ikki misti eg mítt skøna, unga lív,
bæði árla og síðla var hon mín.
(c) Dansifelagið í Havn