Kvæðasavn
Riddarin hjá jomfrúbúðini
Uppskrift: FK 154, 31, pp. 147-148.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.
1. Riddarin skuldi til lundina gá,
hann troddi tann veg, til jomfrúbúðar lá.
2. Hann klappar á hurð og klinkar á loku:
»Statt upp, stoltsjomfrú, eg vaki ella sovi!«
3. »Tað geri eg á nakra tíð,
eg vaki ella sovi á songum mínum.«
4. »Hvat so skuldi tú svarað mær,
um eg kom at biðja teg?«
5. »Eg skuldi svarað tær so høviskt eitt orð,
tú sit alt yvir mín faðirs borð!«
6. »Eg skal føra teg á tað land,
sum lindin hon ber reyðargullband.
7. Ber hon eitt, ella ber hon tvey,
tú skalt bera seks ella sjey.
8. Eg skal føra teg á tá oy,
sum tú skalt liva og sorgarleys doya.
9. Har veksur einki gras uttan leykur,
har syngur eingin fuglur uttan heykur.
10. Har rennur einki vatn uttan vín,
tú trú væl orðum, søtan mín!«
11. »Í tílíkum landi tað lystir meg at bú,
sum nógvir eru oksar og eingin kú.
12. Í tílíkum landi tað lystir meg at vera,
sum nógvur er matur, og einki er at gera.
13. Hoyr tað, Kristin, terna mín,
skal eg lata tann riddaran inn?«
14. »Letur tú tann riddaran inn,
so fremur hann allan vilja sín.
15. Tygur skuluð eiga so vinaleyst barn,
faðir og móður vekir tað harm.
16. Faðir og móðir, tey verða tí so reið,
og systir og bróðir á somu leið.«
17. Jomfrú sló sína hurð í gátt,
hon segði teim riddara túsind góð nátt.
18. »Harra Krist gevi teirri ternu skamm
fyri hvørt tað orð, hon legði tær fram.
19. Harra Krist verði teirri ternu reið
fyri hvørt tað spor, mín foli hann steig.
20. Fyri hvørt tað spor, mín foli hann steig,
og níggju lutir á somu leið.«
21. So fór hann av landi burt,
hvørki fekk hann vátt ella turt.
22. So fór hann av teirri oy,
hvørki fekk hann konu ella moy.
(c) Dansifelagið í Havn