Kvæðasavn

Svein kongur

Uppskrift: FK 158, 32, pp. 10-13.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

1. Svein kongur liggur við havið út,
tjaldrar sær við lín,
eingin fer so suður og norð,
hann býður ei heim til sín.

Fuglin í fjøruni,
hann eitur más,
silkibleik er húgva hans,
sum knept er hans hár.
Fuglin í fjøruni.

2. Svein kongur liggur við havið út,
tjaldrar sær við brandar,
Knútur er í Botnum norð,
festir sær frú til handa.

3. Svein kongur liggur við havið út,
tjaldrar sær við skrúður,
Knútur er í Botnum norð,
festir sær unga brúður.

4. Svein kongur liggur við havið út,
tjaldrar sær við dreingir:
»Hvar vitið tær mín javnlíka,
tað havi eg hugsað leingi.«

5. Svein kongur liggur við havið út,
snakkar við sínar menn:
»Hvar vita tit mín javnlíka,
tað havi eg hugsað enn.«

6. Sveinar svara sínum harra:
»Hví spyrjið tær so,
best manst tú vita við sjálvum tær,
hvar tín stár hugur á.

7. Best manst tú vita við sjálvum tær,
hvar tín stár hugur á,
hoyrt havi eg gitið, Knút á Borgum
væna drotning ár.

8. Knútur á Borgum drotning eigur,
væna og so vísa,
kanst tú hana til ekta fá,
hon kann títt lív væl prísa.

9. Knútur á Borgum drotning eigur,
føgur er hon sum sól,
so er at líta á drotnings kinn,
sum droyrin drýpur á snjó.

10. Knútur á Borgum drotning eigur,
føgur er hon í brún,
flættað hár á herðum lagt
við silkibondum snún[um].«

11. »Er hon so von og tekkilig,
sum tær sigið frá,
hagar streingi eg heiti mítt,
tað stendst hvat av, ið má.«

12. Út varð loystur gangarin
undir hallarvegg,
prýddur var hann við skarlak
niður á hóvarskegg.

13. Prýddur var hann við skarlak
niður á miðal síðu,
forgyltur var saðilin,
ið Svein kongur skyldi á ríða.

14. So ríður hann Svein kongur
lystiliga fram,
forgyltir leika ringarnir,
meðan hans gangari rann.

15. Tað var reystur Svein kongur,
heim í garðin fór,
úti sjálvur Knútur á Borg
fyri honum stóð.

16. »Ver vælkomin, Svein kongur,
higar nú til mín,
drekk nú, hvat tær betur líkar,
mjøðin ella vín!

17. Drekk nú, hvat tær betur líkar,
mjøðin ella vín,
ver vælkomin, Svein kongur,
tú gakk í hallina inn!«

18. Svein kongur situr for breiða borði,
mælir for munni sín:
»Statt upp, reystur Knútur á Borg,
verj nú drotning, brúður tín!«

19. Tað var reystur Svein kongur,
sínum svørði brá,
hann kleyv reystan Knút á Borg
sundur í lutir tvá.

20. Hann kleyv reystan Knút á Borg
sundur í lutir tvá:
»Hoyr tú, lítin frú Kristin,
meg lystir at sova tær hjá!«

21. Svaraði lítin frú Kristin,
tó hana býður harm:
»Lova mær í sjey nætur
sova moy út í tín arm.

22. Eina bøn ið eg teg biði,
hana skalt tú mær lova,
lova mær í sjey nætur
moy hjá tær at sova.«

23. Ikki kostaði frú Kristin
minna til enn tá,
børurnar av reyðargulli
læt hon honum slá.

24. Børurnar av reyðargulli
læt hon honum gera,
korsið av tí skæra silvur,
merkið við at bera.

25. Eystan fyri kirkjuna
dreingir eyka á fold,
gróvu tað hitt ljósa lík
niður í døkka mold.

26. Eystan fyri kirkjuna
dreingir eyka skara,
dimmur er hesin dagur í dag
niður í mold at fara.

27. Kristin stendur á gravarbakka,
helt um brandin bjarta,
rendi hann so fyri kongsins bróst,
at oddurin stóð í hjarta.

28. Kristin stendur á gravarbakka,
helt um brandin brúna,
rendi hann so fyri kongsins bróst,
at oddurin stóð í dúna.

29. Eftir livir frú Kristin
við trega og tunga neyð,
hon vil ongan ediling lova
eftir Knútar deyð.

30. Eftir livir frú Kristin
við trega og tunga sorg,
hon vil ongan ediling lova
eftir Knút á Borg.

(c) Dansifelagið í Havn