Kvæðasavn
Brøðurnir I
Uppskrift: FK 163A, 32, pp. 72-73.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.
1. Bóndin býr har úti við á,
raskar eigur hann synir tvá.
Hvør kastar perlur yvir jomfrúu á seingjum?
Hon svevur aleina.
2. Raskar eigur hann synir tvá,
illa var, teir fóru svá.
3. Steffan heim í garðin fór,
úti Hilda fyri honum stóð.
4. »Hoyr tað, Hilda, eg tali til tín,
hvat ger Róland, húsbóndi tín?«
5. »Róland dró av bý um sinn,
hann kemur ei aftur, fyrr enn jól koma inn.
6. Róland dró av bý í gjár,
hann kemur ei aftur fyrr enn jól í ár.«
7. Tók hann í hennara ljósu hond,
leiddi hana so í loftið fram.
8. Tey lógu til saman ta longu nátt,
tey snakkaðu mangt, tey svóvu fátt.
9. Steffan sovnaði á Hildu arm,
hann vaknar ei upp, fyrr enn dagurin rann.
10. Steffan visti ei av, fyrr enn tá
Róland yvir hans herðar stár.
11. »Hoyr tað, Steffan, eg tali til tín,
hví svevur tú hjá hústrú mín?«
12. »Tí sovi eg hjá hústrú tín,
hennar vilji er so góður sum mín.«
13. Steffan steig úr seingini fram,
Hilda kastar brynju yvir hann.
14. Bardust teir av tungari neyð,
báðir duttu fyri seingini deyðir.
(c) Dansifelagið í Havn