Kvæðasavn
Brøðurnir II
Uppskrift: FK 164B, 32, pp. 80-81.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.
1. Stolt Signild eigur synir tvá,
- undir mína hond -
hvøngan vil hon við eygum sjá.
- Í annað land,
hvat skal mær harpan?
2. Setir hon teir upp undir ein stein,
so sólin ikki á teir skein.
3. Har sótu teir so leingi,
til teir vóru vaksnir dreingir.
4. Bróðir talar til bróður:
»Vit skulum vitja móður.«
5. Harra Bjørn heim í garðin fór,
úti Signild fyri honum stóð.
6. »Vælkomin, harra Bjørn, sonur mín,
vilt tú drekka mjøð og vín?«
7. Stolt Signild talar til grannakonu sína:
»Kanst tú blanda eitur í vín?«
8. »Ja, so menn, ið eg tað kann,
eg var so ung, tá ið eg tað nam.
9. Tit heintið mær inn mítt horn av gull,
tit latið tað vera av mjøði fult!«
10. Hon skeinkir út í dýrishorn,
og ber so inn fyri harra Bjørn.
11. »Mín kæra móðir, drekk tú fyrst,
tí kvinnfólk er so morguntyrst.«
12. »Eg gat ikki drukkið harav,
tað ber upp á mín føstudag.«
13. »Tað er undarligur føstudagur
at fasta upp á sunnudag.«
14. Harra Bjørn tekur til sín knív:
»Hetta skal kosta títt unga lív.«
15. Tá ið tað kom at munni,
so stríða tárini runnu.
16. Tá ið tað kom á tungu,
tá brast livur og lunga.
17. Tá ið tað kom í miðjan háls,
beltið um hennara miðju brast.
18. »Gud fyriláti tær, sonur mín,
ið hvat tú gjørdi við móður tína.«
19. »Gud fyriláti tær, móðir mín,
og hatta ætlaði tú soni tínum.«
20. Tá ið tað kom í barka,
tá brast livur og hjarta.
(c) Dansifelagið í Havn