Kvæðasavn

Riddarin og festarmoyin

Uppskrift: FK 165, 32, pp. 83-84.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

1. Riddarin spurdi kerastan sín:
- villen I í dansin vera glað -
»Vart tú moy, tú komst til mín?«
- Med æra.

2. »Eg var moy, men tú vart mann,
tó meg eingin betri ann.«

3. »Hvussu vildi tú syrgt um meg,
um eg var deyður burtur frá teg?«

4. »So hevði eg syrgt fyri tær,
at lívið syrgdi eg burtur av mær.«

5. Riddarin sló sín hond mót borð:
»Eg skal royna jomfrú orð.«

6. Hann fór burtur á gangara reyð,
hann kom aftur á børum deyður.

7. Hann fór burtur á gangara grá,
hann kom aftur, á børum lá.

8. Jomfrúin stár innan høgalofts svala,
hon sær lík til borgar fara.

9. Teir bóru tað lík til borgar fram,
jomfrúin bæði dansaði og rann.

10. »Hvat skal lík í borgum gera,
lat tað heldur til kirkju bera!«

11. Jomfrúin sló á streingi,
spældi so væl og leingi.

12. Mælti tað lík, á børum lá:
»Hví man jomfrú syrgja so?«

13. Svaraði jomfrú í kjortil reyð:
»Eg visti tað væl, tú vart ikki deyður.«

14. Hann gav henni høgg undir kinn,
blóðið dreiv á skarlakans skinn.

15. Hann sló hana undir kinn so reyð:
»Tú hevði so gjørt, um eg var deyður.«

(c) Dansifelagið í Havn