Kvæðasavn

Harra Pætur og Kirstin

Uppskrift: FK 168, 32, pp. 104-105.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

1. Harra Pætur og lítin Kirstin tey sótu yvir borð,
- undir hvítan saðil -
tey snakkaðu so mangt eitt gamans orð.
- Der mín gangari rennur gjøgnum skógin.

2. »Harra Pætur, sig mær pá tín tró,
nær vilt tú lata títt brúdleyp bó?«

3. »Mítt brúdleyp stendur so langt av land,
har kemur ikki til hvørki kvinna ella mann.«

4. »Um enn títt brúdleyp stóð í Róm,
beyðst tú mær, so skyldi eg komið.«

5. »Skalt tú til mítt brúdleyp fara,
títt reyðargull mást tú eftir lata vera.«

6. »Mítt reyðargull kann eg væl bera,
eg fekk tað fyri onga vanæru.«

7. Harra Pætur letur sítt brúdleyp bó,
lítin Kirstin hon letur sín gangara skó.

8. Lítin Kirstin kom har ríðandi í garð,
úti stóð harra Pætur, sveiptur í már.

9. Hann sló yvir hana skarlakins skinn
og fylgdi henni so í høgaloft inn.

10. Lítin Kirstin tekur fram sítt reyðargull,
hvønn sín fingur setti hon full.

11. Hon setti høvuðgull á so prúd,
so gekk hon at skeinkja for tann unga brúd.

12. Brúðurin talar til terna fín:
»Hvaðani er henda, sum skeinkir vín?«

13. »Hoyr I, kera unga brúd fín,
tað er harra Pæturs slegfrúvív.«

14. »Hevði harra Pætur so vænt eitt vív,
hví bað hann tá mín faðir um mín?

15. Hevði harra Pætur so vænt eitt már,
hví reið hann tá til faðir míns 'gaar'?«

16. Síðla um aftanin døggin fell á,
unga brúður lystir til seingjar at gá.

17. Fylgdu tey brúður í brúðarhús,
fram gekk lítin Kirstin, bar fyri henni blús.

18. Settu tey brúður á songarstokk,
og sjálv lítin Kirstin dró av henni sokk.

19. Settu tey brúður í seingina góð,
og sjálvur harra Pætur tók ímót.

20. Lítin Kirstin læt hurðina aftur brátt,
hon segði teim báðum túsund góða nátt.

21. Lítin Kirstin hon gongur í 'Abildagaar',
hon hongdi seg við sítt gula hár.

22. So snart kom boð til harra Pætur ein,
lítin Kirstin hongur deyð á apildagrein.

23. Harra Pætur rýmdi av song við harm,
og svørðið tók hann undir sín arm.

24. »Nú skal hetta kalda jarn
loysa mína møði og stóra mein.«

25. Hjaltið setti hann mót ein stein,
men oddurin gjørdi hans hjarta mein.

26. Árla um morgunin, dagur var ljús,
tá vóru trý lík í harra Pæturs hús.

27. Harra Pætur og hansara slegfrúvív,
hans unga brúður læt også lív.

(c) Dansifelagið í Havn