Kvæðasavn
Selamons ríma
Uppskrift: FK 170A, 32, pp. 111-113.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.
1. Selamon læt sær klæði skera,
- fram at stíga og dansa -
tí hann skyldi sítt brúdleyp gera.
- Stoltans Gunnhild,
Niilmann bóndans vív, vunnið var.
2. Hann beyð upp á bríkar
mangar menn og ríkar.
3. Hann beyð upp á beinkir
ríkar menn og einkjur.
4. Hann beyð til so mangan mann,
kongsins son av Engelland.
5. Selamon man teinkja,
frillan hon skal skeinkja.
6. Alt hon skonkti, alt hon bar,
fyrstur Selamon svikin varð.
7. Hann vá til tað fyrsta,
fyri bar silvurkista.
8. Hann vá til tað annað,
fyri bar silvurkanna.
9. »Hoyr tú, brúðurin Anna,
halt stýr á tínum manni!«
10. »Eg honum ikki fái stilt,
óndar konur hava hann vilt.
11. Eg honum ikki stilla kann,
stilli hann Gud tann heilig and.«
12. Hann vá upp á bríkar
mangar menn og ríkar.
13. Hann vá upp á beinkir
mangar menn og einkjur.
14. Hann vá til so mangan mann,
kongsins son av Engelland.
15. Hann vá til tað triðja
brúðrina av um miðju.
16. Tá ið hann hevði vunnið ta háð,
tá lysti Selamon til songar at gá.
17. Tann fyrsta svøvn, ið Selamon fár,
frillan á hans armi lá.
18. Tann fyrsta svøvn, ið Selamon fekk,
frillan av hans armi gekk.
19. »Gakk tú teg í hallina frítt
at skoða aftanspælið títt!«
20. Selamon inn í hallina leit,
hans unga brúður í blóði fleyt.
21. Selamon inn í hallina sá,
hans unga brúður í blóði lá.
22. Selamon við sínum svørði brá,
hann kleyv frilluna í lutir tvá.
23. Selamon gongur undir hallarvegg,
talar við sína svørðsegg.
24. »Hoyr tú, brandur rjóði,
kanst tú vekja blóðið?«
25. »Ja og menn, at eg tað kann,
ert tú maður at vega fram?
26. Ja og menn, at eg tað vil,
ert tú maður at vega til?«
27. Skaftið setir hann niður á stein,
oddin fyri sítt hjartabein.
28. Skaftið setir hann niður á grót,
oddin fyri sína hjartarót.
(c) Dansifelagið í Havn