Kvæðasavn

Brúnsveins vísa

Uppskrift: FK 172B, 32, pp. 121-123.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

1. »Hoyr tú, Hvítmoy, søta mín!
- med junga -
í morgin fari eg at biðja mær vív.«
- Alfagurt ljóðar mín tunga,
lystir meg í dans gá med junga,
brúnt er mítt silkihár,
mjøllhvít so eri eg sjálv.
Alfagurt ljóðar mín tunga.

2. »Entin tú biður tær konu ella moy,
Krist gevi hana við æru doy.

3. Hvat skal eg skeinkja for brúður tín?
eg havi eingi skarlak ný.«

4. »Og so skalt tú skeinkja for brúður mín,
ikki tár av eygum tín.«

5. Og hann gekk seg til næsta bý,
keypti henni skrúður og skarlak ný.

6. Hann keypti henni akslaspennir,
niður yvir allan stakkin stendur.

7. Settu tey brúður á brúðarbonk,
væna Hvítmoy bar fram skonk.

8. Fyrsta bikar hon bar yvir borð,
tá breyt hon sín harras orð.

9. Annað bikar hon bar fram,
tárini av hennara eygum rann.

10. Triðja bikar hon bar inn,
tá rann henni tár á kinn.

11. Alt hon skonkti, og alt hon bar,
alt kom niður, sum Brúnsvein var.

12. Fylgdu tey brúður í brúðarhús,
væna Hvítmoy bar fram ljús.

13. Settu tey brúður á songarstokk,
væna Hvítmoy dró av sokk.

14. Hvítmoy smelti hurð í gátt:
»Far væl, Brúnsvein, hav góða nátt!«

15. Tá ið tey høvdu ligið eina lítla stund,
begynti brúðurin at spyrjast um.

16. »Hvat var tað fyri kloystravív,
ið heila dagin skonkti vín?«

17. »Tað var mín yngsta systir,
nýkomin út av kloystri.«

18. »Aldrig så jeg noget klostrebarn
fælde så mødige tår af harm.

19. Tað dugir einki at dylja,
hatta man vera tín helja.

20. Trí gangir hevur mín faðir meg gift,
alt havi eg fyri heljum skift.

21. Tú tak tær ljósu liljugrein,
før meg til mín faðir heim!

22. Tú tak tær ljósu liljuvand,
tú før meg á mítt faðirsland!«

23. Hann tók ta ljósu liljuvand,
hann flutti hana á sítt faðirsland.

24. Hann tók ta ljósu liljugrein,
hann førdi hana til sín faðirs heim.

(c) Dansifelagið í Havn