Kvæðasavn

Faðir og sonur

Uppskrift: FK 175A, 32, pp. 150-152.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

1. Eg stóð so nær og lýddi hará,
faðirin legði sínum soni ráð:
»Tú elska tær ikki eitt annað mans vív,

Med fagran.

2. Tú elska tær ikki eitt annað mans vív,
tað er stór fári for títt lív.
Tú elska tær heldur eina fátæka kvinnu.

3. Tú elska tær heldur eina fátæka kvinnu,
er hon ikki høvisk og vælborin,
í tukt og sinni tað hon væl kann.

4. Í tukt og sinni tað hon væl kann,
teg vil hon halda for ein danimann.«
So vóks hon upp tað ediliga blóð.

5. So vóks hon upp tað ediliga blóð,
og øllum drósum var hon góð.
Hondin hevur hon sum havilda tann.

6. Hondin hevur hon sum havilda tann,
hálsurin er sum fúkandi fann:
»Væl veri tær jomfrú, sum eg skuldi lovað.

7. Væl veri tær jomfrú, sum eg skuldi lovað,
silki reytt so skal hon hava,
hon skal ikki ganga.

8. Hon skal ikki ganga
berføtt til sínar seingir,
eg skal lata maka henni gullbúin skó.

9. Eg skal lata maka henni gullbúin skó,
væl tilpassað til hennis fót,
eg skal lata maka henni sil[vur]belti langt.

10. Eg skal lata maka henni sil[vur]belti langt,
spenna tað væl um bróstið trangt,
eg skal lata skera henni kápu so víða.

11. Eg skal lata skera henni kápu so víða,
væl tilpassað og ikki ov síða.«
»At gera og seyma tað er kvinnu siður.

12. At gera og seyma tað er kvinnu siður,
at bryggja og baka tað hoyrir hartil.«
Og tvinni par silki hon honum skar.

13. Og tvinni par silki hon honum skar,
ein sunnudagsmorgun hon honum tað bar.
Hon klappar pá dyr undir skarlakins skinn.

14. Hon klappar á dyr undir skarlakins skinn:
»Statt upp, ungarsvein, og lat meg inn!«
»Eg lukki ongan inn um nátt.

15. Eg lukki ongan inn um nátt,
tí eg havi ongum stevnt so brátt.«
Jomfrúin tók til sínar lyklar smá.

16. Jomfrúin tók til sínar lyklar smá,
so listiliga dró hon lokur frá.
Góðan morgun hon honum bað.

17. Góðan morgun hon honum bað,
enn liggur so riddari, sum deyður hann var,
og hon studdist við hans høvdagjørð.

18. Hon studdist alt við hans høvdagjørð,
hon spælir við hans forgylta svørð,
hon tekur í hans gula lokk.

19. Hon tekur í hans gula lokk,
hon høggur hans høvur for seingjarstokk.
»Tú skalt ikki meiri.

20. Tú skalt ikki meiri
lokka so jomfrúir fleiri,
hvørkin moyar ella høviskar kvinnur.«

(c) Dansifelagið í Havn