Kvæðasavn
Faðir og sonur
Uppskrift: FK 175C, 32, pp. 155-156.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.
1. Eg stóð so nær og lýddi á,
hvussu faðirin lagdi sínum soni ráð:
»Tú elska tær ikki annans mans vív.
Med fagur orð.
2. Tú elska tær ikki annans mans vív,
tað er stór fári fyri títt lív.«
3. »At bryggja og baka tað er kvinnu siður,
at skera og seyma, tað hoyrir har viður.«
Katrin heim í garðin fór.
4. Katrin heim í garðin fór,
eingin úti fyri henni stóð.
Hon pikkar på døren med finger sín.
5. Hon pikkar på døren med finger sín:
»Ert tú her, ungarsvein, tú lukka meg inn!«
»Eg lukki ongum inn um sinn.
6. Eg lukki ongum inn um sinn,
tí eg havi ongum stevnt her inn,
eg lukki ongum inn um nátt.
7. Eg lukki ongum inn um nátt,
tí eg havi ongum stevnt so brátt.«
Katrin við sínar knívar smá.
8. Katrin við sínar knívar smá,
so listiliga lættir hon lokur frá.
Góðan morgun hon honum beyð.
9. Góðan morgun hon honum beyð,
tá lá hann ungarsvein, sum hann var deyð.
Hon studdi seg við hans høvdagjørð.
10. Hon studdi seg við hans høvdagjørð
og spælir við hans forgylta svørð.
Hon tók í hans gula lokk.
11. Hon tók í hans gula lokk
og lagdi hans høvur á songarstokk:
»Tú skalt ikki meiri.
12. Tú skalt ikki meiri
lokka so jomfrúir fleiri,
hvørki moyar ella høviskar kvinnur.
13. Hvørki moyar ella høviskar kvinnur
skalt tú við sømdum yvirvinna.«
Danisveinar, lýðið á!
(c) Dansifelagið í Havn