Kvæðasavn

Tjúgundi biðil

Uppskrift: FK 195A, 35, pp. 121-122.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

1. Eg reið meg í bóndans garð,
sum bóndin stóð:
»Húsbóndin, læna mær hús í nátt,
mín hest er móður!«

Tann er eingin, ið teirra torir hevna,
glaðir ríða mínir brøður til tinga og stevna,
teir vilja allir taka bót,
tann er eingin, ið teirra torir hevna.

2. Húsbóndin setir
sín fót á gátt:
»Eg lovi ongum livandi
inn hesa nátt.«

3. Út kom bóndans tjenari,
hann treskti korn:
»Húsbóndi, læna honum hús í nátt,
tað blæs í horn!«

4. »Tú hevur etið mítt korn og kjøt,
og so mítt flesk,
gakk tú teg í laðuna inn,
statt har og tresk!«

5. Út kom bóndans tjenastapíka,
hon treskti malt:
»Húsbóndi, læna honum hús í nátt,
tað er so kalt!«

6. Hann tók upp ein eikikepp,
sló hana á lend,
hon fór seg í laðuna inn,
sum hon var brend.

7. Út kom bóndans kona,
sín rokk hon spann:
»Nokta tú ikki tann festarmann hús,
tað er stór skamm!«

8. Hann tók upp ein rísakveistur,
sló hana á kinn:
»Gakk tú teg í laðuna inn,
statt har og spinn!«

9. Út kom bóndans dóttir
í kyrtil grøn:
»Faðir mín, læna honum hús í nátt,
fyri mína bøn!«

10. »Tú bint tín hest við ladans dyr
og gev honum hoyggj,
hvar veitst tú so smukkan mann
til hesa moyggj?«

11. »Mín kann hesturin úti standa
og eta hálm,
eg veit henni ei smukkari mann,
enn eg eri sjálvur.«

12. »Tak tú mína onkadóttur,
før hana ástað,
tú ert tó tann tjúgundi maður,
ið hana bað.

13. Tak tú mína onkadóttur,
før hana á veg,
tað verður ikki gestaleyst,
meðan hon er her!«

(c) Dansifelagið í Havn