Kvæðasavn
Svarti sveinur
Uppskrift: FK 198, 35, pp. 139-140.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.
1. Svarti sveinur fór at biðja sær konu,
- kol og smiður við -
alt sum ein annar bóndasonur.
- Ungir kallar, kátir kallar,
gangið upp á gólv, sláið lætt í ring!
2. Svarti sveinur heim í garðin fór,
úti frú Jutta fyri honum stóð.
3. »Væl standin I, frú Jutta, fagur og fín,
og vilt tú vera allarkerasta mín?«
4. »Svarti sveinur, ríð tær hiðan burt,
eg vil ikki vera av tínum klæðum svørt.
5. Gud lati meg aldri líða tann harm,
at svarti sveinur svevur á mín ljósa arm.
6. Gud lati meg ikki tað barnið bera,
sum svarti sveinur skal faðir at vera.«
7. Svarti sveinur heim í garðin fór,
og úti hans móðir fyri honum stóð.
8. »Ver vælkomin, svarti sveinur, sonur mín,
hvussu tók frú Jutta við bønarorðum tín?«
9. »Hon bað Gud ei lata seg líða tann harm,
at svarti sveinur svevur á sín ljósa arm.
10. Mín kæra móðir, tú legg mær ráð,
hvussu eg skal frú Juttu fá?«
11. »Tak tú tær ein hvítan hest,
og ríð, sum tú vart harra Karl prest!«
12. Hann tók sær ein hvítan hest,
og reið, sum hann var harra Karl prest.
13. Svarti sveinur heim í garðin fór,
úti frú Jutta fyri honum stóð.
14. »Ver vælkomin, harra Karl prest,
tú stíg av hest, og ver vár gest!«
15. Fyrst fóru tey í drykkjustovu,
og síðan fóru tey til songar at sova.
16. Har lógu tey ta longu nátt,
tey larmaðu lítið, men svóvu fátt.
17. »Nú mást tú, frú Jutta, líða tann harm,
at svarti sveinur svevur í tín ljósa arm.
18. Nú skalt tú, frú Jutta, tað barnið bera,
sum svarti sveinur skal faðir at vera.«
(c) Dansifelagið í Havn