Kvæðasavn

Kall og Svein ungi

Uppskrift: FK 200B, 35, pp. 147-148.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

1. »Hvar rakst tú neyt míni?«
- segði Kall -
»Oman út í akur tín,«
- segði Svein ungi.

2. »Hvør bað teg reka tey hagar?«
»Har lá vegur mín.«

3. »Skamm fái teg rekandi.«
»So tú meg biðjandi.«

4. »Eg vildi, tú skuldi verið flongdur.«
»Við mjúkari ostflís.«

5. »Við skørpum homlubandi.«
»Ryggur tín undir.«

6. »Eg vildi, tú skuldi hingið niður fyri berg.«
»Sterk lína á mær.«

7. »Og einfaldur hosnatráður.«
»Sjálvur tú á endanum.«

8. »Eg vildi, tú skuldi flotið á víðum vatni.«
»Sterkur bátur undir mær.«

9. »Ongar sovorðnar árar.«
»Árar av jarni.«

10. »Ein bátur við ongum árum.«
»Lotið ligið at landinum.«

11. »Eg vildi, eg skuldi hildið á øksi míni.«
»Og staðið føst í nakka tínum.«

12. »Eg vildi, eg skuldi hildið á knívi mínum.«
»Og staðið fastur í nakkarivi tínum.«

13. »Eg vildi, eg skuldi hildið á spóni mínum.«
»Og skorðaður fastur í góma tínum.«

14. »Gud stýri mínum viti.«
»Nasar tínar eru mínum 'skiidi'.«

(c) Dansifelagið í Havn